hósdagur 3. oktober 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 189 - 3. oktober 2002
Nr. 189 - 3. oktober 2002
21
Bureau Veritas, sum
byrjaði sítt virksemi í
1828, klassaði fyrsta
føroyska skipið, 9.
september í 1863
LEIÐARASKIFTI
Vilmund Jacobsen
Fríggjadagin, 27. septem-
ber, var móttøka á Hotel
Hafnia í samband við, at
klassafelagið, Bureau Veri-
tas í Føroyum, sum hevur
heimstað á Strondum, skift-
ir leiðara.
Leiðarin seinastu tríati
árini, 69 ára gamli, Ole
Lauritsen, leggur frá sær,
og í hansara stað kemur,
Tummas Eli Høj Joensen,
sum er giftur og býr á
Strondum.
Skrivstovan hjá Bureau
Veritas hevur øll árini verið
í húsunum hjá Ole, og nú
nýggjur leiðari er settur,
flytir skrivstovan um ein
mánaða ella so í hølir, sum
Tummas Eli ger til reiðar í
sínum húsum.
Ole er føddur og upp-
vaksin í Danmark, men
giftist Gynnu av Strondum.
Tey fluttu heim til Føroya at
búgva í 1967.
6-7 feløg
Ole sigur, at klassafelagið,
Bureau Veritas, er eitt
privat felag, sum tekur sær
av at klassa skip. Felagið,
sum er tað elsta av sínum
slagi, er stovnað í 1828 og
klassaði fyrsta føroyska
skipið 9. september í 1863.
Bureau Veritas er eitt al-
tjóða felag, sum hevur høv-
uðsskrivstovu í París, men
hevur fleiri enn 500 skriv-
stovur kring um í heimin-
um.
Í Føroyum virka eini 6-7
ymisk klassafeløg, og fel-
ags fyri hesi er, at tey skulu
góðkennast av myndugleik-
unum.
At enda kunnu vit upp-
lýsa, at fartelefonin hjá
nýggja
leiðaranum,
Tummas Eli Høj Joensen,
er 221753.
Ole tænti Bureau Veritas í 30 ár
Leiðaraskifti á Bureau Veritas. Ole Lauritsen, sum hevur
starvast hjá felagnum í tríati ár, letur starvið til Tummas Eli
Høj Joensen
Mynd:
Jens Kristian Vang
Líkt er til, at blað-
útberinging ongan
góðan eigur. Í øllum
førum var ikki rúm
fyri henni á fíggjar-
lógaruppskotinum
fyri 2003. Karsten
Hansen og Bjarni
Djurholm hava hvør
sína søgu um, hvussu
hetta kom at vera so
ÚTBERING
Heri á Rógvi
Í eini fíggjarlóg skulu
nógvir endar fáast til at
røkka saman, og tað er ikki
alt, ið verður tikið við. Í so
máta er fíggjarlógarupp-
skotið fyri 2003 einki
undantak.
Hesar seinastu dagarnar,
síðani fíggjarlógaruppskot-
ið varð almannakunngjørt,
hevur nógv at frætta um
fólk og stovnar, sum halda
seg hava fingið ov lítið í sín
part.
Tvær fyritøkur, sum ikki
kunnu siga at vera heilt væl
nøgdar, eru Dimmalætting
og Sosialurin. Hesar báðar
fyritøkurnar geva dagbløð-
ini Sosialin og Dimmalætt-
ing út, sum eru tvey tey
størstu tíðindabløðini í Før-
oyum.
Ein partur av virksemin-
um hjá Sosialinum og
Dimmalætting er at bera
síni bløð út. Til fyri fýra
árum síðani var tað Post-
verk Føroya, ið stóð fyri at
bera tey bæði bløðini.
Kostnaðurin var um 70
oyru fyri hvørt blaðið, og
borið varð út dagin eftir, at
blaðið var prentað, t.e.
týsdagsbløðini verða prent-
aði mánadag seinnapart og
vórðu borin út týsdag. Post-
verkið bar eisini út leygar-
dag.
Seinasta landsstýrið við
fyrst Finnboga Arge sum
vinnumálaráðharra gjørdi
av, at Postverk Føroya í
størri mun skuldi skapa sítt
egna grundarlag við sjálvt
at fíggja sín egna rakstur.
Hetta gjørdi, at Bergur í
Garði, stjóri fyri Postverk
Føroya, gjørdi av, sparingar
skuldi fremjast og fleiri
inntøkur skuldu fáast til
Postverkið. Hann gjørdi
tískil av at gevast við post-
útbering leygardagar og
prísurin fyri at bera bløðini
út fór nógv upp.
Hetta gjørdi so aftur, at
Dimmalætting og Sosialur-
in setti sínar prísur upp,
men kundi ógvuliga illa
liva við teimum øktu út-
reiðslum, ið broytingin
hevði við sær.
Síðani tá hava Dimma-
lætting og Sosialurin í felag
roynt at ávirka politiska
myndugleikan, soleiðis at
stuðul so ella so varð givin
til blaðútberingina.
Jan Müller, stjóri fyri
Sosialin, sigur, at Sosialur-
in saman við Dimmalætt-
ing í skjótt fýra ár hevur
verið á fundum við fleiri
landsstýrismenn og sjálvt
við løgmann. Allir hava teir
víst stóran vælvilja, men
eingin stuðul er komin
kortini.
Hjalgrím
Samuelsen,
stjóri fyri Dimmalætting,
sigur, at tað ynskiliga hevði
verið, um dagbløðini kundi
fingið stuðul til at betra um
tænastuna. Bæði hann og
Jan Müller vísa, at hetta er
púra vanligt í øðrum Norð-
anlondum.
Í
Danmark
verður umleið 500 mió játt-
aðar árliga til útbering av
bløðum.
– Vit hava roknað okkum
fram til, at tað fyri umleið
tvær milliónir árliga vildi
borið til at borið bløðini út
til allar bygdir við 500 ella
fleiri íbúgvum sama kvøld,
sum tað verður prentað,
sigur Hjalgrím Samuelsen.
Hann greiðir frá, at ikki
verður Postverk Føroya,
sum fer at standa fyri hesari
útberingini, men tað vera
bløðini sjálvi, tí sáttmálarn-
ir hjá Postverki Føroya gera
hetta mestsum ómøguligt at
royna í verki.
Pengarnir vóru klárir
Sum nevnt hevur málið um
útberingina ferðast nógv
aftur og fram í landsstýrin-
um. Fyri einari tíð síðani
valdi løgmaður at taka um
endan, og hann plaseraði
málið hjá Vinnumálaráðn-
um og Bjarna Djurholm,
sum eisini umsitur Postverk
Føroya.
Bjarni Djurholm greiðir
frá, at í samráð við løg-
mann varð gjørt av, at játt-
ast skuldu 1,9 mió. til blað-
útberingina.
Peningurin
varð ætlaður sum partur av
økismenningini, soleiðis at
fleiri føroyingar fingu javn-
góða atgongd til tað skriv-
aða orðið í bløðunum.
– Tað eydnaðist okkum at
finna pengarnar internt hjá
okkum við at gera nakrar
sparingar á egnum konto-
um. Hetta boða við lands-
stýrismanninum í fíggjar-
málum frá, men tá uppskot-
ið verður almannakunn-
gjørt eru hesir pengarnir
horvnir, sigur Bjarni Djur-
holm.
Hann sigur, at landsstýr-
ismaðurin í fíggjarmálum
av sínum eintingum hevur
tikið pengarnar av.
– Tað er undanførsla, um
hann sigur nakað annað.
Pengarnir vóru spardir hjá
okkum sjálvum, og vit
bóðu ikki um nakra meir-
játtan, sigur Bjarni Djur-
holm.
Landsstýrismaðurin
í
vinnumálum fer at boða
fíggjarnevndini frá hesum,
tá hon fer í holt við at
viðgera fíggjarlógarupp-
skotið fyri 2003.
Bjarni Djurholm veit eis-
ini at siga, at málið við út-
beringarstuðulinum varð
borin niðan í tingið av
Karsten Hansen í seinastu
tingsetu, men hann tók tað
sjálvur aftur.
Ov seint
Karsten Hansen, landsstýr-
ismaður í fíggjarmálum,
sigur, at tað er ikki rætt, tá
sagt verður, at tað er hann,
sum hevur tikið stuðulin til
blaðútbering av fíggjar-
lógaruppskotinum.
– Orsøkin til, at tað ikki
er við, er tí, at tað kom ov
seint. Tað var í síðstu løtu,
at teir komu í tankar um tað
og komu við tí, men tá var
ikki møguleiki at viðgera
tað, sigur Karsten Hansen.
– Her er ikki talan um
nakra forgloymilsi frá mín-
ari sínu, sigur Karsten
Hansen.
Hann sigur seg ikki sjálv-
an vera ímóti sjálvum upp-
skotinum, menhann heldur,
at tað eigur at fáa eina
viðgerð
efti
vanligari
mannagongd. Hann er
heldur ikki ímóti, at stuðul-
in til blaðútberingina verð-
ur tikin við í eftir viðgerð-
ina í løgtinginum.
Fíggjarlógaruppskotið:
Eingin stuðul til blaðútbering
Sosialurin og Dimmalætting fingu tann stuðul, tey høvdu miðjað eftir á fíggjarlógini til
blaðútbering
Føroyski bólkurin
200 vitjaði í Íslandi
um vikuskiftið og
ferðin varð væl
eydnað og fløga
teirra er eisini væl
umtókt
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
Fríggjakvøldið leikti før-
oyski rock-punk bólkurin
200 á barrini Cirkus í
Reykjavík. Stúgvandi fult
var av fólki og fleiri sluppu
ikki innar. Leygarkvøldið
leikti 200 á Grand Rokk
saman við írska bólkinum
The Dudley Corporation og
somuleiðis gekk sera væl.
Tað er heilt greitt, at 200
eru væl dámdir í íslandi.
Føroyska bylgjan byrjað
rættuliga við Týr, sum í Ís-
landi verður róptur super-
bólkur, og bíðað verður við
spenningi eftir nýggju fløg-
uni frá Týr.
Og eins og fleiri onnur,
so megna eisini 200 at
undir seg nýtt land.
200 skal møguliga aftur
til Ísland seinni at leika á
tónleikafagnaði og undan-
vindurin um vikuskiftið ger
óivað ikki møguleikarnar
fyri hesum verri.
Longu fyrsta túrin
hevur føroyska
útflutningsvinnan
tikið væl ímóti nýggju
møguleikunum at
flyta farm beinleiðis
til Skotlands við
Smyril Line
NÝGGJ FARLEIÐ
Tíðindaskriv
Týskvøldið 1. oktober fór
farmaskipið
Clare
hjá
Smyril Line av Havnini
tann fyrsta túrin til Aber-
deen á nýggju Skotlands-
leiðini, og longu frá byrjan
verður tikið væl ímóti
nýggju møguleikunum at
flyta farm av landinum
– Áhugin fyri rutuni hev-
ur verið stórur, og tann
fyrsta túrin til Aberdeen eru
upp ímóti 30 trailarar við
fiski umborð. Tað er nógv
meira, enn vit høvdu vónað
henda fyrsta túrin, sigur
Heðin Joensen, leiðari á
farmadeildini hjá Smyril
Line.
Hesin fyrsti farmurin við
fiski er hampiliga javnt
býttur millum feskan og
frystan fisk.
Á túrinum heim aftur til
Føroya er knappliga so
nógv góðs umborð, og tað
hevur sínar náttúrligu or-
søkir.
– Enn er kunnleikin til
rutuna ikki líka stórur aðra-
staðni, sum hann er í Før-
oyum. Vit rokna tó við, at
áhugin fyri rutuni fer at
økjast so hvørt, hon kemur
í eina fasta legu, og kunn-
leikin økist, sigur Heðin
Joensen.
Føroyska
útflutnings-
vinnan hevur nú møguleika
at senda fisk og aðrar vørur
av landinum sjóvegis sjey
ferðir um vikuna, og Smyril
Line stendur fyri trimum av
ferðunum. Smyril Line fer í
vetur at sigla til Aberdeen
við Clare, og seinni fer
nýggja Norröna at yvirtaka
skotlandssiglingina í vetr-
arhálvuni.
Eisini fyri ferðafólk
Hóast tað fyrst og fremst er
útflutningsvinnan, ið hevur
fingið eina nýggja inn-
gongd
til
bretska
og
evropeiska marknaðin við
nýggju rutuni hjá Clare, so
er eisini møguligt hjá
ferðandi at brúka nýggja
møguleikan.
Pláss er fyri 12 ferðafólk-
um umborð á Clare, og tey,
ið eru áhugað, kunnu gleða
seg til ein øðrvísi túr til
Aberdeens.
– Vit fara at gera tað, vit
eru mentir, til tess at fólk
skulu kenna seg væl um-
borð, sigur skiparin á Clare
Jørgen Mortensen.
Hann
hevur
siglt
á
Atlantshavinum við skip-
um hjá danska reiðarínum
DFDS í seksti- og sjeyti-
árunum, og nú er hann aftur
á teimum gomlu leiðunum.
– Hetta er spennandi, og
tað er ein avbjóðing at
royna eina nýggja leið sum
henda millum Føroyar og
Aberdeen.
Suðurrás verður í
vetur partur av
vetrarskrá Út-
varpsins. Í dag, hós-
dagin, verður fyrsta
sendingin at hoyra og
Suðurrás hevur í
hesum sambandi
opið hús í hølum
sínum
ÚTVARP
Dagfinn Olsen
Nýggja Útvarpsrásin í Suð-
uroynni, Suðurrás, verður í
vetur regluligur partur av
skránni hjá Útvarpi Føroya.
Fyrsta sendingin verður at
hoyra í dag, hósdag, klokk-
an 17:05.
Lagt var til brots á Jóan-
søku, tá skipað var fyri eini
beinleiðis sending av jóan-
søku í Vági. Suðurrás fekk
tá góða og serkøna hjálp frá
Jákupi
Magnussen,
út-
varpsmanni, tí tá var júst
farið undir fyrireikingarnar
til nýggju rásina og mann-
ingin helt seg ikki rættiliga
til at senda, men við góðari
hjálp var hildið, at til bar at
nýta henda gylta møguleika
at gera vart við rásina. Og
væl bar til.
Men síðani hevur ikki
stórvegis verið at hoyrt til
Suðurrás, okkurt innslag í
onkrari
morgunsending.
Men nú verður veruliga
lagt til brots. Suðurrás skal
standa fyri eisini regluligari
sending á vetrarskrá Út-
varpsins. Sendingin hevur
heitið Viðurgerði, ið var
tann jarðarteigurin, ið varð
lagdur afturat, tá garðarnir
vórðu útfluttir.
Opið hús
Enn er manningin ikki stór
á Suðurrás og hóast hølis-
umstøðurnar eru góðar, so
er enn okkurt eftir at taka
hond í. Men alt hetta kemur
væntandi skjótt í rættlag.
Fleiri hava longu víst áhuga
í at taka eina hond við í út-
varpsarbeiðinum og mann-
ingin í Suðurrás væntar og
vónar, at fleiri leggjast aft-
urat, nú gongd kemur á og
sent verður regluliga.
Í samband við fyrstu
sendingina hevur Suðurrás
opið hús í hølum sínum, ið
eru á ovastu hædd á Litbúð-
ini í Vági. Allar kommunur
í oynni, ið hava stuðlað út-
varpsætlanini sera væl,
hava fingið innbjóðing og
allir suðuroyingar eru væl-
komnir inn á gólvið á Suð-
urrás
hósdagin
millum
klokkan 17 og 18:30.
Manningin á Suðurrás vón-
ar at síggja nógv fólk og
vónar eisini, at áhugin
verður vaktur hjá onkrum
fyri at royna seg við mikro-
fonini.
Opið hús verður, meðan
fyrsta sendingin er í luftini,
og møguleiki er at hoyra
sendingina í hølunum hjá
Suðurrás.
Sendingin
Viðurgerði
verður á vetrarskránni hjá
ÚF hvønn hósdag klokkan
17:05 og endursent verður
klokkan 14 týsdagar.
200 stóra undirtøku í Íslandi
Suðurrás:
Opið hús og sending
200 í Íslandi
(Mynd. Ingólfur Júlíusson)
Stórur áhugi fyri
nýggjari leið
C
M
Y
K
21
20