hósdagur 3. oktober 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 189 - 3. oktober 2002
23
Nógvir av smá-
dreingjunum, sum
leygardagin fingu
gullkrónur og FM
steyp, fara ivaleyst at
vera við til at manna
besta liðið um nøkur
ár
FM SMÁDREINGIR
Jóannes Hansen
Sunnudagin varð endaliga
greitt, at NSÍ ikki fer at
vinna fyrsta meistaraskapin
nakrantíð í bestu deildini í
ár. Men í NSÍ halda teir
kortini, at kappingarárið
hevur verið væl eydnað.
Teir hava vunnið løg-
manssteypið, og hóast tað
kiksaði við FM heitinum í
1. deild, so eru teir ikki
sørir á FM økinum í NSÍ. Í
góðu líkindunum tíðliga
seinnapartin leygardagin
fingu smádreingirnir gull-
krónur um hálsin og FM
ferðasteypið.
NSÍ vann í síðsta dystin-
um á GÍ, og teir vóru knáir.
Teir skiftu ofta út, og teir,
sum komu á vøllin, stóðu
einki aftanfyri teir, sum
fóru av vøllinum.
Seinast NSÍ vann smá-
dreingjadeildina var í 1991.
Fleiri av teimum, sum tá
vóru FM vinnarar, vóru við
til at vinna fýra FM heiti í
unglingadeildini
mið-
skeiðis í níti árunum, og nú
eru teir í 1. deild.
Smádreingirnir hjá NSÍ
hava fyrr í summar og aftur
leygardagin víst, at tað er
meiri gull í teimum. Nógvir
hava fínt fótbóltshegni og
fótbóltsskil. Tí er einki at
ivast í, at fleiri av nøvnun-
um, sum eru at síggja undir
myndini av glaðu FM
vinnarunum, aftur og aftur
fara at verða at síggja og
hoyra, og at teir um ikki so
nógv ár verða við í kapp-
ingini um plássini á besta
liðnum.
Ikki uttan orsøk
Tá spælararnir høvdu fing-
ið gull og steyp, handaðu
teir venjaranum Abraham
Løkin blómutyssi, og teir
takkaðu honum fyri ar-
beiði, sum hann hevði lagt í
liðið í fleiri ár. So tók
venjarin orðið, og hann
vendi tøkkini ímóti dreingj-
unum, sum hann segði ikki
vóru komnir sovandi til FM
heitið.
Abraham
hevur
vant
1988 árgangin seinstu átta
árini, og 1989 árgangurin
hevur verið partur av lið-
num annaðhvørt ár. Kom-
andi ár verður 1988 árgang-
urin partur av dreingja-
liðnum, og 1989 árgangurin
fer saman við 1990 ár-
ganginum at arbeiða fyri at
verja FM heitið, sum teir nú
hava vunnið.
– Hetta er fyrstu ferð, at
hesir dreingirnir vinna FM.
Teir hava vunnið gull í
nógvum innandura kapp-
ingum, og teir hava áður
vunnið bronsu og silvur í
landskappingini. Nú hevur
støðuga og miðvísa arbeið-
ið borið gullið við sær.
Dreingirnir møta til venj-
ingar hvørja ferð, og tað er
ikki bara tað. Ein hálvan
tíma undan venjingini eru
teir klárir at tørna til, og teir
ganga inn fyri søkini við lív
og sál. Tí er tað hugaligt, at
teir nú hava fingið løn fyri
stríðið, segði ein væl hýrd-
ur og ikki sørt rørdur Abra-
ham Løkin, áðrenn spælar-
arnir, stuðlaðir av foreldr-
um og øðrum viðhalds-
fólkum, lyftu venjaran upp
í loft.
NSÍ
smádreingjunum
verður ynskt hjartaliga
tillukku við FM heitinum.
Í kvøld verður á
Råsunda í Stok-
hólmi gjørt av, um
FCK skal halda
fram í UEFA Cup
ella ikki
ÚTISETAFELAG
Jóannes Hansen
Sunnudagin var Todi
Jónsson ikki við, tá FCK
vann 1–0 á útivølli í
Odense ímóti OB. Hann
var smáskaddur í lærin-
um. Í kvøld skal FCK í
europeiska eldin, og
Todi Jónsson er í átjan
manna spælarahópinum,
sum í gjár kom til Stok-
hólm.
Mótstøðuliðið á tjóð-
arleikvøllinum,
Rå-
sunda, verður Djurgård-
en. Fyri fjúrtan døgum
síðani endaði tað mál-
leyst í Parkini. Tí er
einki at ivast í, at av-
bjóðingin
hjá
FCK
verður stór. Svenska
høvuðsstaðarfelagið er
næstovast í heimligu
landskappingini, har teir
eru farnir undir enda-
spurtin, og teir mugu
metast sum favorittar at
sleppa víðari í UEFA
kappingini.
Møguleikin hjá FCK
økist nógv, um tað fer at
eydnast teimum at skora
sera týdningarmikla úti-
vallarmálið. Um tað
eydnast, so skal Djur-
gården í hvussu so er
tvær ferðir fáa mál ímóti
FCK verjuni, sum hevur
verið sera tøtt tær sein-
astu vikurnar.
Í gjár var ikki greitt,
um Todi Jónsson verður
millum teir fyrstu ellivu.
Saman við honum eru
allir hinir tríggir álops-
menninir hjá FCK í
Stokhólmi. Ivi var um,
hvussu tað fór at verða
við
svenska
Jörgen
Pettersson, sum noyddist
at fara av vøllinum í
Odense, tí hann hevði
fingið eitt trælær. Í gjár
var ikki greitt, um hann
verður førur fyri at
spæla í kvøld, men hann
verður undir øllum um-
støðum
á
dómara-
seðlinum.
At Jörgen Pettersson
hevur skorað í tveimum
teimum síðstu lands-
kappingardystunum
hevði í fyrradagin við
sær, at hann aftur fekk
landsliðsboð. Svensku
landsliðsvenjararnir
vilja hava bæði hann og
FCK
vongspælaran
Tomas Antonelius at
vera á átjan manna
liðnum, tá Svøríki annan
leygardag fer at spæla
EM undankappingardyst
ímóti Portugal.
Dysturin í kvøld mill-
um Djurgården og FCK
verður vístur á TV
Danmark 1 sjónvarps-
rásini.
FCK stóra
avbjóðing
í kvøld
NSÍ eigur góða framtíð
NSÍ smádreingir. FM vinnarar 2002. Aftanfyri frá vinstru: Abraham Løkin, venjari, Pætur á Líknargøtu, Einar Hansen, Jóhan
Troest Davidsen, Sámal Einarson, Aljosa Sarsevic, Rógvi Højgaard, Sveinur Niesen og Pól Jóhannus Justinussen. Húkandi frá
vinstru: Øssur Dalbúð, Filip E. Jacobsen, Brian A. Jacobsen, Arnold Jacobsen, Bogi Løkin, liðformaður, Jann Martin Mortensen
og Jens Joensen
Mynd: Jóannes Hansen
Meðan Abraham Løkin, venjari hjá NSÍ smádreingjunum, takkaði fyri og rósti dreingjunum fyri teirra ídni og nærlagni lurtaðu
spælararnir og tey tilkomnu, eitt nú Niclas Højgaard, sum er 90 ára gamalur og heiðurslimur í NSÍ
Mynd: Jóannes Hansen
23
Nr. 189 • hósdagur • 3. oktober 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Vágbingar boðaðu
týsmorgunin frá, at
Predrag Zivkovic
verður leikandi
venjari hjá felagnum
komandi árið
VB-VENJARI
Jákup Mørk
Eitt av mongu føroysku fel-
øgunum, sum hava nýtt
heystið til at mett um, hvør
skal verða venjari komandi
árið, er VB. EFtir at Dragan
Kovacevic tíðliga í kapp-
ingini varð loystur úr starv-
inum, hevur tað verið
Marek Wierzbicki, sum
hevur staðið fyri venjing-
unum, og samstundis hevur
leiðslan í felagnum so
kannað, hvørjir møguleikar
vóru í hyggju til komandi
ár.
Innan bøgarðarnar
Sum tað hevur tørnað út, so
skuldi tað vísa seg, at
leiðslan í felagnum ikki
nýttist at leita so øgiliga
langt, til tess at finna sær
ein nýggjan venjara.
Valið er ístaðin fallið á
Predrag Zivkovic, sum tey
trý seinastu árini hevur
leikt við á besta mansliðn-
um hjá felagnum. Predrag
hevur annars eisini virkað
sum ungdómsvenjari hjá
felagnum hesi árini, og
besta úrslitið mundi hann
fáa í ár, tá tað eydnaðist VB
at vinna dreingjadeildina
annað árið á rað.
Umframt at venja liðið
fer Predrag eisini at spæla
fótbólt á besta liðnum hjá
VB, og sum vanligt hevur
verið seinnu árini, so fer
hann so ikki at vera einsa-
mallur útlendingur. Í øllum
førum hevur VB boðað frá,
at teir hava longt sáttmálan
við Slobodan Madzar, sum
kom til felagið undan hes-
um kappingarárinum.
Tað er ikki bara í Vági, at
tað glógvar í teimum ungu
fótbóltsspælarunum og har
eitt
miðvíst
ungdóms-
arbeiði gevur góð úrslit.
Hóast tað gekk so illa
sum tað kundi hjá besta
mansliðnum í fótbólti hjá
aldursforsetanum í føroysk-
um fótbólti, eydnaðist tað
TB at vinna heiðursmerki í
teimum yngru deildunum.
Sostatt blivu smápiltarnir
hjá TB føroyameistarar í ár,
umframt at teir vunnu AB
kappingina og kappingina
um Arnfinn steypið, sum
Royn skipar fyri.
Samstundis eydnaðist tað
piltunum hjás TB at vinna
silvur í FM- kappingini.
Zivkovic skal venja VB
Komandi kappingarárið verður Predrag Zivkovic leikandi venjari hjá VB
Ungir meistarar og silvurvinnarar
Her eru smápiltarnir hjá TB
avmyndaðir, tá ið teir vórðu
heiðraðir á fótbóltsvøllinum
á Sevmýri í hálvleikinum
seinasta sunnudag: Aftara
rað frá vinstru eru teir
Jonhard Ferjá, Gilli Sørensen,
Fróði Jensen og Hugin
Albinus. Fremra rað frá
vinstru: Jákup Thomasen,
Rógvi Joensen, Ragnar
Joensen og Teitur Justinussen
Venjari er Poul F. Joensen
Her eru piltarnir hjá TB,
sum vunnu silvur í FM
kappingini. Aftara rað frá
vinstru eru teir Milan
Cimburovic við dóttrini,
Kristinu, Hans Mortensen,
Petur Mortensen, Sjúrður
Ferjá, Chris Hammerfoss,
Martin Tausen, Gunnleif
Olsen og Gunnar í Dali.
Fremra rað frá vinstru eru
teir: Jón Magnussen, Tróndur
Tummasarson, Mikael
Jespersen, Jan Smedemark,
Bárður Hentze, Benjamin
Petersen, Ottar Olsen og
Marco Steinkross
Litaviski landsliðsvenjarin, Benjaminas Zelkevi-ci-
us, hevur nú gjørt av, hvøjar leikarar hann fer at seta
sítt álit á til komandi landsliðsuppgávurnar, sum
verða á heimavølli móti Føroyum og á útivølli móti
Íslandi.
Sum tað sæst á hópinum, so er bert talan um ein
leikara úr heimligu kappingini, meðan allir hinir
leika við ymsum útlendskum feløgum. Flestu av
hesum eru feløg í russisku deildini, men talan er
eisini um leikarar, sum hava sína dagligu gongd í
eitt nú Danmar, Portugal og Ísrael. Hópurin sær
annars soleiðis úr:
Málverjar
Gintarus Stauce, Fostiras Athen (GRI)
Sydranus Karcemarskas, Dynamo Moskva (RUS)
Verjuleikarar
Aurelius Skarbalisu, Brøndby IF (DAN)
Adrius Skerla, Dunfermline Athletic (SKO)
Marius Stankevicius, Brescia Calcio (ITA)
Deividas Semberas, CSCA Moskva (RUS)
Dainius Gleveckas, Shakhter Donetsk UKR)
Rolandas Dziaukstas, Saturn Ramen (RUS)
Miðvallarar
Ignas Dedura, Skonto Riga (LET)
Raimondas Zutautas, Makkabi Haifa (ÍSR)
Saulius Mikalajunas, Fakel Voronezh (RUS)
Tomas Razanauskas, Akratitos Athen (GRI)
Deividas Cesnaukas, Dynamo Moskva (RUS)
Nerijus Barasa, Krylya Svetov Samara (RUS)
Áleyparar
Edgaras Jankauskas, Benfica Lissabon (POR)
Robertas Poskus, Krylya Svetov Samara (RUS)
Arturas Fomenko, Rostselmash Rostov (RUS)
Mindaugas Gardzijauskas, Ekranas Kaunas (LIT)
Litaviski
hópurin
C
M
Y
K
22