Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. oktober 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 189 - 3. oktober 2002 Nr. 189 - 3. oktober 2002 25 C M Y K 25 24 - Málið er framvegis at taka á seg 22% í loyvinum, har Agip er fyristøðufelag. Í løtuni stendur Føroya Kolvetni fyri 7% av loyvinum OLJULEITING Jan Müller Oljufelagið Føroya Kol- vetni, sum er við í leitiloyvi nummar 002 á landgrunn- inum saman við italska oljufelagnum Agip, hevur framvegis góðar vónir um at kunna økja sín part í komandi boringini. Føroya Kolvetni hevur í dag 7% lut í loyvinum, meðan Agip sum fyristøðufelag hevur 93%. Sambart avtaluni millum tey bæði feløgini hevur Føroya Kolvetni eina optión at fara upp á 22% í loyvinum. Tvs. at felagið hevur tryggjað sær rætt til meira enn at trýfalda sín part í boringini. Men tað krevur so eisini, at felagið kann leggja á borðið tann neyðuga kapitalin. Og tað er ikki so lítið av peningi, tá hugsað verður um, at ein boring á djúpum vatni við Føroyar er mett at kosta millum 200 og 250 mill. kr. Niels Sørensen, stjóri í Føroya Kolvetni sigur, at málið framvegis er at brúka optiónina ella rættin til at tekna upp til 22%. Ætlanin hevur verið at fara á London-børsin at tekna partabrøv, men hetta hevur verið útsett tvær reisir av ávísum orsøkum, eitt nú atsóknini í New York 11. september. Niels Sørensen sigur, at teir fylgja væl við gongdini á virðisbræva- marknaðinum. – Børsurin er ógvuliga vánaligur í løtuni og versnar, men vit liggja og bíða til rætta høvið býðst. Tað skal nokk fara at laga seg. Spurning- urin er sjálvandi fyrst og fremst um at fáa pengar til eina boriíløgu, men sjálv- andi eisini til hvønn prís tú fær henda pening. Okkara mál er at vera við við 22 prosentum og tað meina vit, at vit fara at klára sigur stjórin í Føroya Kolvetni. Niels Sørensen sær hetta ikki sum nakran stóran trupulleika, tí enn hava teir tíð til at fyrireika seg til komandi boring, sum skilst er ætlað at vera í juni ella juli næsta ár. Spurningurin um at tekna nýggjan partapening í Før- oyum hevur verið frammi, men bíðað verður eisini við tí. Í hesum sambandi verð- ur eisini bíðað eftir, at føroyski partabrævamark- naðurin skal fara at virka. Óvist er nær tað verður. Tað hevur annars verið frammi, at Agip roynir at finna sær annað ella onnur oljufeløg at koma uppí loyvið og harvið taka á sær ein part av tí stóra váð- anum. Úrslitið av boringini hjá Amerada Hess í granna- lagnum kann koma at ávirka ta avgerðina, og tað kann so ganga báðar vegir. Í løtuni leitar Agip eftir einum hóskandi boripalli til boringina við Føroyar um gott og væl eitt hálvt ár. Ymsir boripallar hava verið nevndir í hesum sambandi, eitt nú Jack Bates, sum er ein av teimum mest fram- komnu boripallunum at bora á stórum dýpi á At- lantsmótinum. Føroya Kolvetni bíðar eftir rætta høvi at fara á børsin Niels Sørensen, stjóri í Føroya Kolvetni