leygardagur 8. oktober 1983síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ársins fótbóltskapping!!!
Onki bandakriggj ta
pressuliðini metast
heimavelli sambands-
oynni Eysturoynni.
Hetta er tað einasta,
sum kann sigast við vissu
um ársins fótbóltskapping
uttan dómaraseðlar í hell-
ini á Skála seinnapartin í
dag. Ja, ítróttarhellini
sjálvandi. Ikki matarhøll-
ini
Tíggju lið fara at kapp-
ast. Í A- og B-bólki. Sosi-
alurin er sjálvandi við. Vit
hava tvey lið. Vit siga
onki um taktikkin.
Annað er tað, at B-liðið
spælir í A-bólkinum og A-
liðið í B-bólkinum.
Hesum snilda fidusi
hevur sjálvt ikki Óli
Breckmann fingið eyga á.
Hansara A-lið er í A-bólk-
inum og B-liðið í B-bólk-
inum.
Oyggjatíðindi hava
eisini tvey lið. Dan hevur
tingast við Hilmar, Tor-
bjørn og Marius um at
keypa Jústin:s á Tinga-
krossi. Tað var gaman í.
Hann fekk hann fyri onki.
Dimma, Fjúrtandi, Ut-
varpið og Sjónvarpsfel-
agið hava hvert sítt lið.
Eftir 20 dystir verður
finalan millum Sosialin B
og Sosialin A (allarhelst).
Sum maðurin segði í
Gundadali:
— Vit eru sterkir í ár!
Ikki loyvt at taka
í bandan
Arsins fótbóltskapping
byrjar kl. 13,30 í dag. Í
bólki A spæla fyrst
Oyggjatíðdini og Sjón-
varpsfelagið og í bólki B
Oyggjatíðindi og Dag-
blaðið.
Hver dystur er heilar
átta minuttir — uttan
hálvleik! Og aðrar órími-
ligar reglur eru: ikki er
loyvt at tackla, fríspark
kann ikki skjótast bein-
leiðis í mál og málmaðurin
hevur loyvi at brúka hend-
urnar.
Sjálvandi eru, sum tað
hoyrir fótbólti til, eisini
reglur, sum kunna mis-
skiljast/ tolkast. Td.: Ikki
er loyvt at halda í bandan.
meðan spælt verður.
Væntandi fáa spæl-
ararnir at vita, áðrenn teir
fara á vellin, at her mein-
ast við bandan uttan um
vellin. Ikki mótsteðuliðið.
Fótbóltssambandð, sum
torir at lata navn sítt
verða nevnt í hesum sam-
bandi, hevur játtað at lata
steyp til ell tíggju liðini og
eitt ferðasteyp til tað eina,
sum vinnur.
Hetta er onnur ítróttar-
kapping millum fjelmiðl-
arnar. Hver verður tann
triðja?
Vit hava eitt uppskot:
svimjing!
hd
Sjónvarpsfelagið skorar hjá Útvarpinum
lesarabrøvint
til Sosialin
”
Leygardagur 8. oktober 1983 |
Lag: Nu fryder sig hver kristen mand
Í eldir hevur staðið her
Guðs kirkja, náði lonin,
sum vígd til Halgan Anda er,
Guð-faðir og Guð-sonin,
her hoyra vit tað gleði orð,
sum býður okkum barnakor
og frelsu av Guðs náði.
Til lærusveinar blivu vit
við skírn í halga navni,
í trúgv vit eru borin fram
til vernd í Jesu favni,
Guðsríki hoyrur slíkum til,
er tað hann okkum siga vil
í sínum halga orði
Sum fermd vit segdu Guði ja
at vraka alt tað illa,
skjótt dregur synd mót deyðans vað,
hon vil meg altíð spilla.
Men Jesu armur heldur fast,
hann ellum syndum hevur bast
lagt nýggjan veg til himna.
Hann vegur gjøgnum lívið er
við Anda og við orði,
hann troyst og signing okkum ber
og ná við altarborið.
Bert Jesu blóð tað offur er,
sum deyða mín til einkis ger
og gevur lív um ævir.
Í eldir, væl í kirkjum vart
er lívsinsorð títt reina,
lat Harri náðarljós títt bjart
her hjertuni sameina,
so alt til tína æru er
hver hugsan og hver yrkisgerð.
Tekk fyri kirkju tína.
i50 ára dagurin hjá Gøtu kirkju
verður hátíðarhildin í morgin. Ejvind
Vilhelm, biskupur, hevur gudstæn-
astu kl. 11,00. Aftaná, kl. 15,30,
verður kaffiborð í skúlanum fyri
ellum bygdafólkinum.
Eisini mánakveldið, kl.
verður gudstænasta við altargongd.
Salomon J. Joensen, fyrrverandi
Veiðareiði,
sóknarprestur á
prædíkar.
Getu Kirkja 150 ár
19,00,
=
8
RA
2300