hósdagur 13. oktober 1983síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
i
Í
|
tíðindablaðið
Utgevari; p/f sosiaturin
Lýsingar: Árni Joensen
ÁBYRGDIN fyri, at samráð-
ingarnar millum landsstýrið, post-
felagið og starvsmannafelagið
endaðu við verkfalli er fullt og
heilt landsstýrisins.
STARVSMANNAFELAGIÐ og
postfelagið góðtóku semingsupp-
skotið, meðan landsstýrið feldi
tað, hóast feløgini høvdu strekt
seg langt.
LANDSSTYRID og serstakliga løg-
maður hava borið seg ógvuliga
ódámliga at í hesum máli. Løg-
maður, sum ikki bert er formaður í
landsstýrisins, men eisini arbeiðs-
málaráðharri og hartil situr fyri
starvsfólkamálum, hevur hildið
seg burtur. Sum ikki einaferð tá á
hevur staðið, stakk hann halan
millum beinini og læt hesar álvar-
somu samráðingar upp í
hendurnar á embætismonnum og
landsstyrismonnum.
TAD ER ikki ti, at vit halda, at ur-
slitið hevði verið betur, um løg-
maður var heima, men so hevði
ein so kunnað fastlagt ábyrgdina,
har sum hon hoyrir heima. Nú fara
vit at uppliva tann vælkenda sjón-
leikin, hvar løgmaður fer at vaska
sínar hendur og siga: eg havi onga
ábyrgd, eg var jú ikki heima, so-
leiðis, sum hann hevur gjørt tað so
ofta, síðan hann gjørdist løg-
maður. Hetta hóast øll avvarandi
vita, at iøgmadur hevur ligið aftan
fyri og togað í træðrirnar frá sínari
eftirársresidens á Gran Canaria.
ATBURÐUR landsstyrisins mót-
vegis feløgunum hevur verið heilt
í tråd við tær hóttanir, sum løg-
maður kom við í sínari fyrsta maí
rødu. Og margháttligu úttalilsi Eilif
Samuelsens í útvarpinum vóru
somuleiðis í tráð við tær royndir at
L…
Oli B. droymir um nyggja
fagra heimin vid Dag-
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
tíðindablaðið
Postsmoga 76,
3800 Argir,
telefon 11820
Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd)
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Møller
Ábyrgdarloysi
seta ilt millum løntakarafeløgini,
ið hava eyðkent hetta landsstýrið.
HETTA landsstýrið og henda sam-
gonga, sum ræður fyri borgum í
løtuni hevur frá fyrsta degi av
framt grovan ágang móti øllum,
sum skulu liva av lønarbeidi og
pensiónum. Samstundis hevur
eingin endi verið á gávumildi sam-
gongunnar mótvegis ollum
teimum, sum liva av arbeiðsfríum
inntøkum - kapitalistunum,
spekulantunum, sølufyritøkunum
og øllum vinunum og kenning-
unum, sum fast hava slangurnar i
landskassanum.
TEIR LØGDU fyri vid at hækka toll
og avgjøld, við at snýta pensi-
onistarnar fyri tvey ára pensións-
hækkingar, so hildu teir fram við
skattahækkingum og nummarin-
um við at krevja 7% meira inn í
skatti í hesum árinum, enn teir
eiga, og teir endaðu við at null-
stilla prístalið.
ALT HETTA hevur ført til eitt sera
ålvarsamt fall í reallønini hjá øllum
lentakarum og øllum pensi-
onistum.
OG NU hevur so hetta hardrenda
stýrið tveitt landið út í alment
verkfall við ikki at góðtaka eitt
semingsuppskot, sum eftir okkara
meting var tað minsta ein kundi
bjóða feløgunum. Tað er nú lands-
stýrisins ábyrgd, at samfelagið alt
sum tað er, hóttir við at steðga
upp. Tí hevur almenningurin rætt
til at krevja, at landsstýrið sum
skjótast gongur í seg sjálvt og
finnur ein útveg at koma feløg-
unum á meti við einum sømiligum
útspæli, so henda træta, sum
landsstýrið hevur alla ábyrgdina
av ikki endar við samfelagsumfat-
andi kreppu.
bladnum á la Pravda
ndirhaldid skal bjargast við pornografiskum videofilmum
hvat bagir mann- um tað Men greinin
yysku blaðverðini = inum? Dagblaðnum 5. oktober
síðstu árini, hava óivað Alt eftir hvørji sjónar- vid heitinum >Herferðin
agt tú merkis serliga mið verða legd til grund móti fríum handlia
skrivthátt Ola
tað sum hann festir á blað,
sum nave
fylgt við spyrja
summ
Æ.
vurfegin um lagi i
Sreckmans fyri metingini. Hetta er i
einum
kanska meira
demokrat-
løgin enn
vant fyri Ola Breckmann.
meðan onnur yppa øksi og
iskum samfelag sum hjá
okkum, og einki ónt orð
Hesaferð er hann á herferð
á gangara sínum, sum so
ofta fyrr og heggur bæði
til hegru og vinstru, tó
mest hetta seinasta,
honum so líkt. Her leggur
hann eftir teimum trimum
blødunum Sosialinum, 14.
September og Fríu Fer-
oyum, og grundin er hon,
at hesi trý bleðini hava
mótmælt tí, sum fram er
farið á videomarknaðinum
her í býnum í seinastuni,
nevniliga at útleigaðir
hava verið filmir, sum
bæði eru pornografiskir og
hvar harðskapurin valdar.
Ein skuldi sjálvandi hildið
at Oli Breckmann, og
Fólkaflokkurin sum so,
tóku fult og heilt undir við
tílíkari skriving, serliga
aftná fleiri ára roynd at
hava útrópt seg sjálvar at
vera siðvenjunar háborg
og verji, í hvussu so er um
gangast skal eftir tí sum
»andshetjunar« Odin Odn
og O. J. Rólantson hava
greitt okkum frå. Og tveir
greinir i hesum sama Dag-
blaði bera á sama borðið at
tekkjast hampafólki,
onnur um vígsluna av
minnisvaranum yvir sjó-
lætnar í Seldafirði og hin
um Kristnastovu í Keyp-
mannahavn. — Alt gott at
siga um hesi tiltek, men
bara at brúka hetta sum
skálkaskjól at pynta seg
við í fólkaeygum, so sam-
stundis verja henda
karráða, fúla videomarkn-
aðin, sum Óli ger, tað sær
legið út í mínum eygum,
og um ein loyvir sær at
átala hetta óskilið, skal
ein so verða úthongdur í
blødunum fyri at vilja
øllum handilsskapi til livs,
sum sagt verður i Dag-
blaðsgreinini? Nei, her býr
okkurt annað undir hjá
Óla — spurningurin er
hvat? Kanska heldur Óli,
at alt eigur at ver loyvt, tá
talan er um at vinna pen-
ing, sjálvt um seluveran
eitur porno og harð-
skapur. Tað gongur sjón
fyri søgn, hann verjir
hesar ónollur við hond og
fót í Dagblaðnum, og
ráðini hann gevur fólki í
greinini eru tey, at um tú
ikki tolir at síggja slíkt, so
kanst tú bara snara fyri!
Ella er eitt alt stórt
»show« hjá hesum sama
Óla, sum bert tænir einum
endamáli, nevniliga til
sjeynda og síðst at skaffa
Ola nakrar lættkeyptar at-
kveður, við at ríða á eini
andaligari bylgju, sum Oli
innast inni bert flennur at
1
og púrt einki hevur til
yvirs fyri, men sum kann
politisk 1
, hví
á al
ideo
siga
garparnir Odin Odn, O. J.
Rólantson og allir hinir
»penu« um henda leikin
hjá O. B. Er hann sam-
svarandi kristnum moral-
normum — eg bara spyrji?
Ella er uppskriftin altíð
hin sama hjá O. B., fyrst
Mammon síðani Várharra.
Ella nakað heilt annað,
Nr. 118 — 13. oktober 1983
nevniliga at Oli roynir at
tæna tveimum harrum,
við at tekkjast hampafólki
við kristnum kávalótum,
samstundis sum hann er
forlongdi armurin hjá
vissum videohandils-
monnum!
Og so í ellum goragang-
inum hjá harra Breck-
mann, so minnir hann
allar handilsmenn á, at
teir eru við at grava sína
egnu grev við at lýsa í
ådurnevndu trimum
blødum. Ja hetta er hin
»frælslynti« Oli, sum lika
skal minna sinar lagsbrød-
ur á, at nú er vandi á ferð.
Og áheitan hansara á
handilsmenn er hon, at tit
eiga at halda uppat við at
lýsa í hesum blødunum, so
tey kevast vegna penga-
trot. Soleiðis sigur hin
»frælslynti«, við eðrum
orðum, hann ræðist í veru-
leikanum fría orðaskiftið,
sum er ein fyritreyt fyri at
demokratiið virkar eftir
ætlan. Hann droymir
kanska um „fagra nýggja
heimin< við Dagblaðnum
a la Pravda, og undirhald
ið verður bjargað av
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrev
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
pornografiskum video-
filmum við Olasa vælsign-
ilsi! Eg sigi sum maðurin
segði á sinni: Væl í gagn-
ist.
Viðgang Oli, sjálvt um
tú ert komin í knípu, at
tungt er at tæna tveimum
harrum — tá alt hitt
vanliga mesnið í greinini
um sosialismu, herferð
móti handilsmonnum við
meira, er burturi, er ein
spillnakin Óli eftir, sum
verjir spilliklåtar, sum
hótta føroyska fólkasálina
fyri vinnings skuld
Vilt tú verða glað-
ur — eiga frið í
sinni, verða negdur
. , . 9
við lívið?
Hvat er hevuðsgrund-
arlagið undir allari til-
veruni?
Man tað ikki vera
kærleiki? Um nú hjún
ikki vóru góð við
hvennannan? Um
foreldur ikki elskaðu
bern síni, og umvent?
Um ikki vinarlag var á
arbeiðsplássi, í ítróttar-
og eðrum frítíðarítriv-
um? Hvar hevdu vit
verið, um ikki kærleik-
in hevði haft meiri ella
minni at sagt í lívi
okkara?
Og tó eiga vit ikki frið í
hjartanum. Vit eru ikki
negd við okkum sjálv.
Vit megna ikki at
rætta bróðuri hond til
vinarlag, enn minni
granna og als ikki mót-
stødumonnum okkara.
Men tann kærleikin
finst, sum er mentur at
elska og fyrigeva uttan
at krevja annað aftur
ímóti enn, at tú gevur
honum allan tín vesæl
dóm
Er tað ikki eitt há
sinnað tilboð? Lív og
tað, tåu
hevur at dragast við av
sorg, neyð og skomm
Ver ikki ræddur, tað
er eingin hóttan, men
Guðs ófatiligi kærleiki
Hann eiskar teg Í hesi
letu
Hver kærleiki? Ein
faðir sum ofrar sín
£
gleði, iyri ait
egna son fyri at bjarga
tær, — kanska einum
óvini?
Vilt tú vraka henda
kærleika frá Guði
hinum alvalda?
Jesus kallar við
opnum favni: >Komið
higar til mín øll tit,
sum strevast og ganga
undir tungum byrðum,
og eg vil veita tykkum
hvilu«. Matt. 11.28.
Men tu måst vera
sannur. Leggja hjarta
titt opiå fyri honum.
Tå vil hann taka alt
burtur, sum tyngir teg.
Far inn i kamar titt
og åkalla Harran i Jesu
navn, og tu skalt fåa
svar!
Tað er ikki nakar
lættvunnins igur. Tí
mjáur er vegurin og
trongt er portrið, sum
ferur til lívs. Men tú
skalt sanna, at tað var
mødina vert
Tá tú ert komin til ta
fatan av tær sjálvum
at tú einki hevur at
rósa tær av. Ta vil |
Harrin fylla tína tómu
hendur við sinum kær- |
leika, náði og friði. Og
tú kanst oysa út til
næsta tín av góðsku
Guðs. Og meiri tú oysir
út, ríkari verður tú
Ein gleði, friður og
takksemi fyllur hjarta
yvir alt mát.
Kefas
—