hósdagur 20. oktober 1983síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
h
S08 2 2
Føroyingar høvdu
tíðindablaðið
— vísa kanningar av gomlum beinagrind-
m í Kirkjubø og á Sandi
Í seinasta nummarinum av Mondli, id er blað, sum Føroya Fornminnis-
savn gevur út, eru fleiri áhugaverdar greinar. Ein teirra er um, hvussu
nógv blyggj føroyingar í forðum høvdu í sær. Greinina hava Ole Vagn
Nielsen, Philippe Grandjean og Pia Bennike skrivað, meðan Bárður
Jákupsson hevur týtt
Feroyar hava í eldir havt
týðandi handilssamband
við Danmark og Noreg. Á
hesum fjarskotnu oyggj-
um má ávirkanin á um-
hvervið av evnafreðiligum
tilfari hava verið lítil. Mát-
ingar nýliga av blýinni-
haldinum í luftini hava
víst, at blýdálkingin er
sera lítil (OECD 1977).
Blýggj hevur ongantíð
verið vunnið upp úr jerð-
ini í Feroyum, og blýggj
hevði sera lítlan handils-
ligan týdning í eina-
handilstíðini. Tessvegna
skuldi ein hildið, at blý-
árinið á menniskjuni var
lítið og einki.
Blýggj er eitt tungt
metal við lágum bræðing-
armarki og góðum alis-
frødiligum og evnafrødilig-
um eginleikum. Siggja vit
burtur frá ferrometal-
unum (ferro - jarn), er valla
nakað metal, ið kann nýt-
ast til so mangt endamál,
sum blýggj, og tað hevur
verið í nýtslu í mong tús-
und ár. Hesi seinastu árini
hevur verið nógv tosað um
blýeitran frá bilgassi, blý-
innihald í gamlari máling
og leirglasing og arbeiðs-
sjúkur, ið stava frá blýggi
(WHO 1977). Lúnsk sløg
av varandi blýeitran
kunnu hugsast at órógva
blóðrenslið og nervaskip-
anina.
Av tí at blýfosfat upp-
loysist ikki væl, hópast
blýggj upp í beinagrind-
ini. Tí innihalda bein og
tenn umleið 95% av tí
blýggi, ið er í líkaminum
(WHO 1977). Blyggj er
kanska bundið í ávísum
kálkkristallum í beinvevn-
aðinum, og einhver út-
skiljing haðani má ganga
sera seint.
Fornfreðiligar kann-
ingar av beinagrindum
kunnu tí vísa, hvussu
nógv blýggj er í jarðaðum
likamum frá gamlari tíð.
Hesin arbeiðsháttur hevur
verið nýttur nýliga í
mongum londum, eitt nú
Póllandi og Danmark
(Jaworowski 1968 og
Grandjean 1973). Kann-
ingarnar hava víst, at fólk
hava verið fyri stórum
árini av blýggi í gomlum
degum, serstakliga í 18.
og 19. eld. Tað hevur borið
til at finna fleiri orsakir til
hetta stóra blýinnihald:
vatnleiðingar úr blyggj,
blyggj, ið varð latið út í
vín og el, blýggj í vakur-
leikasmyrsli, máling og
heilivág, tinbúnyttur og
leirglasingar við blýggi í.
Líknandi blýkeldur mugu
hava verið í Feroyum,
hóast eingi demi eru
funnin.
Tilfar og manna-
gongd
Vit hava kannað eitt
rættiliga stórt tal av
beinagrindum úr tveimum
stødum: Kirkjubøar og
Sands kirkjum (talva 1).
Tær flestu av miðaldar-
gravunum í Kirkjube vóru
upprunaliga uttan fyri
kirkjuna, men ekið varð
seinni tikið upp í kirkjuna,
og gravirnar komu tá at
vera undir gólvinum.
Gravirnar úr 18. eld undir
kirkjugólvinum hoyra til
bøndurnar. Men ongar
upplýsingar eru annars
tekar, ið kunnu gera grein
á gravunum í kirkjuni
(Dahl 1977).
Kirkjubeur var í eldir
Feroya mentanarligi og
átrúnaðarligi miðdepil.
Men Sands kirkja er ein
vanlig bygdarkirkja. Mið-
aldar beinagreindir vórðu
funnar undir gólvinum í
aðru kirkju av teimum til-
samans seks, ið vóru
bygdar á somu grund
heima á Sandi. Fornfreði-
ligar og mannfreðiligar
granskingar benda á, at
kirkjan kann hava hoyrt
til ein garð nærindis, og at
ey, ið grivin eru í kirkj-
uni, vóru ell av somu ætt.
(Krogh 1975, Andersen
1978). Gravirnar ur 18. øld
undir kørinum i 5. kirkju
kunnu hava hoyrt til
prestar og ættfólk teirra.
Tær flestu beinagrind-
irnar vóru rættiliga væl
varðveittar undir gólv-
inum í teimum báðum
kirkjunum. Tær flestu av
teimum eldru gravunum í
Kirkjube vóru tó, sum
nevnt, upprunaliga uttan-
dura, men komu seinni at
vera undir kirkjuni. Undir
útgrevstrinum vórðu
nakrir fáir gripir av blýggj
funnir, t.d. lodd, signetir
o.t., eingin í gravum kort-
ini. Av tí at beinatilfarið
var í rættiliga góðum
standi, og vandin fyri blý-
árini eftir deyðan er sera
lítil, hóskaði tilfarið til
blýkanningar.
Arbeitt varð eftir teirri
mannagongd, ið Grand-
jean o.a. lýsa (1979). Eftir
hesum háttalag er frávikið
í miðal 10%, og at kalla alt
blýggið verður aftur-
fingið.
Urslitini verða, eftir hesi
mannagongd, neyvari enn
tey, ið áður eru almanna-
kend (Grandjean 1973).
Ein roynd av ryggjageisla
varð kannað av hvørjari
beinagrind, og sjålv rann-
sóknin gekk fyri seg, sum
Grandjean hevur greitt
frá (1973). Tilvísingartil-
far frá Dagsins Danmark
varð fingið til vega við lík-
skurði á Retsmedicinsk
Institut í Keypmanna-
havn. Tær nýggju roynd-
irnar vórðu tiknar úr
vangabeininum (Grand-
jean o.a. 1979), sum kann
innihalda umleið 50%
meira av blyggj enn
ryggjageislin.
Úrslit
Urslitid fyri hverja beina-
grind er sett upp á talvu I.
Allar blýmongdir eru
ávístar í ug/g (milliónta-
partar) av turrari vekt.
Blýggj hópar seg van-
liga upp við aldrinum, og
mannfólk hava mangan
størri negdir enn konu-
fólk. Men í hesi rannsókn
kundi ikki takast dagar í
kyni ella aldri, uttan tá
talan var um tey trý bern-
ini, ið hevdu sera smáar
negdir. Miðal blynøgdir í
vaksnum beinagrindum
eru settar upp á talvu 2.
Tað hega miðaltalið í
teimum elstu beinagrind-
unum úr Kirkjube stendst
av, at tað eina domið visti
blýmongdina 240 ug/g. Í
Gravir úr 18. eld í kórinum
í Kirkjubear kirkju
aðrar mátar tykjast blý-
negdirnar á Sandi og í
Kirkjube at samtykkja. Í
tilfarinum úr Kirkjube úr
18. eld er munurin eyð-
sýndur á miðal blýinni-
haldi í teimum beinagrind-
unum, ið lógu í kórinum,
og teimum, ið lógu í skip-
inum.
Mest áhugavert var at
finna munin millum blý-
negdirnar í hesum forn-
freðiligu royndum og í 22
royndum úr Keypmanna-
havn í dag. Tær seinnu
royndirnar vórðu tiknar
frá mannfólki og konufólki
í tilsvarandi aldursbólk-
um. Blýggið í ryggjageisl-
unum varð ikki mált í
hesum nýggju rann-
sóknum, men væntast
mátti, at tað var heldur
minni enn í vangabein-
inum. Sostatt er blýinni-
haldið í teimum jarðfunnu
beinagrindunum í miðal
um 10 ferðir so stórt sum
miðal negdin í Danmark í
dag.
Tann vanliga blýeitran-
in frá umhvervinum ekir
um blýinnihaldið í manna-
likaminum. Tær nátúrligu
blýnegdirnar, ið uppruna-
liga vóru til staðar í Homo
Sapiens, vóru munandi
lægri. Grundað á jarð-
freðiligar og vistfreðiligar
mátingar setti Patterson
(1965) fram ta hugsan, at
tann nátúrliga blýmongd-
in í menniskjanum átti at
verið um 1% av negdini í
dag. Síðan tá hava jarð-
funnin mannabein frá
tíðarskeiðinum áðrenn
menniskjuni fóru at nýta
metal verið kannað
(Grandjean oa. 1979).
Grundað á hesar mátingar
kann ein rokna seg fram
til, at eitt nátúrligt blý-
innihald i ryggjageisl-
unum er um 0,1-0,2 ug/g.
Samanlíknað við hetta tal
innihalda fleiri fornfreðilig
demi úr Feroyum meira
enn 100 ferðir ov nógv
blýggj.
Orsakirnar til, at feroy-
ingar Voru fyri so stórum
blýárini kenna vit ikki.
Blýrer til vatnleiðingar
vórðu ikki nýtt um hesar
leiðir, men múgvandi fólk
hevdu líkindi til at keypa
tinverur og glasaðar leir-
verur. Ongar upplýsingar
eru tøkar um blyggj í mál-
ing, vakurleikasmyrsli,
heilivåg, vintilseting
0.s.fr. i Føroyum.
Ein rannsókn, ið áður er
gjørd av donskum manna-
beinum frá 1711, vísti eitt
miðal blýinnihald, ið var 5
ferðir so stórt sum miðal-
talið í dag (Grandjean
1973). Stórt innihald av
blýggj úr miðeld varð
eisini funnið í hesi rann-
sókn og í einari, ið
Jaworowski (1968) gjørdi.
Føroyar eru fjarskotnar,
Nr. 121 — 20. oktober 198:
og ongar nátúrligar orsak-
ir eru til stórt blýárin, men
innfluttar verur hava fert
til ómetaliga stórt blýárin
í farnum eldum.
Ein eiturfreðilig meting
av hesum úrslitum er sera
torfer at gera, av tí at
blýggj í beinagrindini
evnafreðiliga verður hildið
vera at kalla óvirksamt.
Eitrandi árinið kemur av
tí blýggi, ið setir seg í
heila, merg og blóð (WHO
1977), og torfert er at
meta um hesar negdir av
tí tilfarinum, ið her er til
taks. Men blýinnihaldið í
viðkvomum likamslutum
má kortini hava verið
stórt, kanska líka so stórt
sum í beinagrindini. Tí
kann ein gera sær sínar
hugsanir, um varandi blý-
eitran og kanska bráðir
sjúkutilburðir hava verið
heldur vanlig fyribrigdi í
Feroyum í forðum.
Lesið um
ítrótt