fríggjadagur 4. oktober 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 190 - 4. oktober 2002
Nr. 190 - 4. oktober 2002
3
Í gjár lat upp lista-
framsýning á Torg-
inum í Snarskivuni
hjá Tórshavnar Býráð
LISTAFRAMSÝNING
Tíðindaskriv
Snarskivan, ið er avgreiðsl-
an hjá Tórshavnar komm-
unu, húsast saman við
postavgreiðsluni í gamla
posthúsbygninginum í mið-
býnum. Hugnaliga forhøll-
in, nevnd Torgið, verður
eisini brúkt til listafram-
sýningar, sum mentamála-
deildin skipar fyri.
Síðani snarskivan læt
upp, hava skiftandi fram-
sýningar verið á Torginum,
har føroysk listafólk hava
sýnt fram, og nú er Torgið
karmur um eina áhuga-
verda framsýning hjá Tor-
birni Olsen.
Á framsýningini í snar-
skivuni eru 15 oljumáln-
ingar og vatnlitamyndir, ið
eru til sølu.
Framsýningin
verður
hangandi upp til 11. nov.
Høvi er at síggja fram-
sýningina, tá ið opið er í
snarskivuni,
mánadag-
fríggjadag kl. 9-16, tó
hósdag kl. 9-18.
Tórbjørn Olsen sýnir fram í Snarskivuni
Tøkk
Hjartaliga tøkk øll tit,
sum hjálptu og stuðlaðu okkum
og sýndu góða manni mínum og pápa okkara
Johannis Samuelsen
seinasta heiðurin,
tá ið hann doyði og varð jarðaður.
Petra, Hjørdis, Elsuba, Sigrun og Heðin
Tórbjørn Olsen lat í gjár upp listaframsýning í Snarskivuni hjá Tórshavnar býráð á gamla posthúsinum í miðbýnum
Atlants Kolvetni, sum
er við í boringini hjá
Amerada Hess í
bretskum øki í løtuni,
roynir at keypa seg
inn í smærri fram-
leiðandi oljufelt eis-
ini. Í næstum verður
oljuøkonomur settur
at arbeiða við hesi
uppgávu
OLJULEITING
Jan Müller
Á 3. hædd í Nólsoyarstovu í
Gongini í Havn er spenn-
ingurin stórur í hesum
døgum. Hvønn morgun fáa
tey nýggjastu tíðindini frá
boriskipinum West Navion
um, hvussu gongst við bor-
ingini skamt frá markinum.
Wilhelm Petersen, stjóri í
føroyska
oljufelagnum
Atlants Kolvetni, veit alt,
sum er vert at vita um
boringina, men hann heldur
kortini tætt inn at sær. Eins
og starvsfelagi hansara,
Ben Arabo hjá Amerada
Hess í Hanusargøtu 2 í
Havn, hevur hann full-
komna tagnarskyldu. Einki
– ikki ein tann einasti upp-
lýsingur, sum kann avdúka,
hvønn veg tað ber við hesi
kanska mest týðandi bor-
ingini á Atlantsmótinum í
skjótt 10 ár, skal út til
almenningin. Og soleiðis
verður tað, til teir eru heilt
lidnir við boringina eina-
ferð seint í oktober ella
tíðliga í november.
Sunnudagin hava tey
borað í fimm vikur. Í
allarbestu líkindum. Fyri
føroyska oljufelagið er
hetta enn ein sveinaroynd,
tann
fyrsta
uttan
fyri
Føroyar. Atlants Kolvetni er
við í boringini við 1% og
hevur møguleika at økja
um sín part til 2,5%. Wil-
helm Petersen hevur stórar
vónir um boringina, tó at
hann enn einki kann upp-
lýsa um gongdina. Eitt av
starvsfólkunum hjá felag-
num, Sigurð í Jákupsstovu,
ið er útbúgvin bori- og
reservoirverkfrøðingur,
hevur fingið loyvi frá Ame-
rada Hess at vera við í
arbeiðinum á høvuðsstøð-
ini hjá Hess í Aberdeen, har
tey fáa øll data frá boringini
á borðið. Hann var eisini
við til allar fyrireiking-
arnar. Hetta er sjálvsagt við
til at útvega know how til
felagið. Wilhelm Petersen
sigur, at felagið longu
hevur lært nógv av hesum
samstarvi. Endamálið hjá
felagnum er eisini at kunna
byggja upp eina vitan og
ekspertisu, sum ger, at
felagið kann vera við tí
praktiska
arbeiðinum
í
sambandi við boringar í
framtíðini.
Atlants Kolvetni eru við í
trimum kanningarloyvum á
Atlantsmótinum. Einum á
føroyska landgrunninum og
tveimum á bretskum øki.
Hetta fegnast stjórin Wil-
helm Petersen um men
heldur fyri, at tað eisini er
umráðandi fyri teir skjótast
til ber at koma sær uppí
framleiðandi felt. Tí hava
teir nú í eina tíð ligið fram-
við at keypa seg inn í
smærri framleiðandi felt, í
fyrstu atløgu í bretskum
øki. Felagið hevur fingið
myndugleikagóðkenning
frá DTI, tí bretska ídn-
aðarmálaráðnum. Henda
góðkenning letur dyrnar
upp fyri at kunna keypa seg
inn í verandi felt. Wilhelm
Petersen sigur, at teir vón-
andi innan rímuliga tíð fara
at keypa part av fram-
leiðandi felti. Uppá fyri-
spurning
hvørjar
upp-
hæddir talan kann vera um
nevnir hann tøl sum 10 og
15 mill. kr. Endamálið við
slíkum keypi er at kunna
fáa inntøkur (cash flow) og
ikki bara vera við í nøkrum
kanningarboringum, sum
ein ikki veit nær og um tær
fara at geva inntøkur.
Í hesum sambandi fer fe-
lagið um stutta tíð at seta
ein oljuøkonom. Í løtuni
viðgera tey umsóknirnar. Í
dag starvast 3 fóllk fast hjá
felagnum,
ein
skrivari,
stjórin og ein boriverkfrøð-
ingur.
Stjórin í Atlantskolvetni,
Wilhelm Petersen (í miðjuni)
her saman við tveimum av
nevndarlimunum, Poul Mohr
og Mortan Johannesen,
umborð á boripallinum
Sovereign Explorer.
Mynd Jan Müller
Føroyskt oljufelag vil
hava lut í framleiðslu
C
M
Y
K
3
2