Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-10-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. oktober 1983síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

#0“ Ferjulega — Skopun Kirkjubø Í dag átti hetta sjálvsagt at verið sega. Fyri tað fyrsta tí tað sum var natúrligt, vit kunnu siga bara fyri 20 árum síðan, er avoldað í dag Í 1902 og til 03 megu- liga 04, var her norskur verkfreðingur, sum æt Horn, og prosjekteradi vegir og havnaleg í Fer- oyum. Og man tað vera á fyrsta sinni, at henda ferjulega er komin uppá pappír at standa. — Tá varð róð fyri Nesið við tíggjumannafari, síðani hevur hetta mál við mill- umbili verið frammi, men afturhaldskreftir hava verið við yvirluta. — Men ígjegnum 80 ár tá broytist nógv, tað sum var frammi øll hesi ár, var fólkaflutn- ingur og talan var um lendingina í Kirkjube, har frægasta lendingaplássið er, inn til ein maður gjerdi seg eðiliga frammskygd- an, og legði á at skriva í bløðunum um Arnanes, har sum hver ástaðar- maður veit, at er nakað í sjónum, so er ókyrt á Arnanesi, men hetta vann so mikið av frama, at nú snúði prátið seg um Årna- nes, kanska tarnaði tað málinum ikki so lítið, men sjálvandi vísa nærri kann- ingar, at hetta gongur ikki. Men enn var talan um fólkaflutning. — Taka vit nú og snara øllum mål- inum á, og siga at hetta varð gjert tá til fólkaflutn- ings, sum meining hevði verið í, og ikki minni brúk hevði verið fyri. Ja so stoð trætan um nakað heilt annað í dag. Tí nú siglir hvørki Borðoyanes ella Brynhild, har konufólki við góðum grundum sat hjartkipt og tvíhelt sær fyri Nesið, nú siglir Ritan. Tær ferðir eg havi verið við, hevur tað undrad meg at síggja, hvussu »av- slappad« unga fólkið og fólk um mín aldur við, eru komin umborð: lata seg úr yvirklæðunum, fáa sær sigaret, onkur setur seg at lesa, onnur spæla kort og konufólk binda, og hví ikki? Har er hugnaligt niðri undir, heitt, reint og tónleikur ella tíðindi. Túr- urin tekur um tíma, úr hjartanum á høvudsstadn- um til Skopunar. Nú er tað, eg komi. til næsta málið, og tað er, at hevði hin farleiðin við fólkaflutningi verið eisini, tá strongdu sandingar í dag á av ellum alvi, fyri at fáa eitt gott og nýtt og hóskiligt skip, sum tók fólk, bilar og trailarar og sjálvandi sigldi til Havnar. Hetta hevði verið bíligari og skjótari fyri tað fyrsta, fyri tað næsta hegligari. Og fyri tað triðja og mest týdningar- mikla: Sandoyggin fekk pengarnar til havnaarbeiði í Sandoynni, tað er har og aftur har tað er neyðugt at útbyggja. Tí ein megulig ferja kemur hverki at liggja í Skopun ella í Kirkjube, hon verður at liggja í Havnini, haðani er eisini allarhelst manning sum býr í Havn. Tað var onkur sum skrivaði, at Jóan Hendrik Poulsen í Skopun var fyrstur at koma við upp- skotinum um hetta ferða- samband: tað kann væl vera, men eitt er púra vist, at livdi hann í dag, og sá at einki var gjert, tá hevði hann, sum tann fram- burðsmaður hann var, sagt, at nú er tervur á góðum skipi millum Havn- ina og Skopun. — Hitt er ein vána minnisvarði at seta honum. Til seinast? Hvat halda tit føroyingar, um nú danskurin slættaði Krón- borg til flogvell, og onglendingar gjørdu dóm- kirkjuna i Durham til svimjihøll. Vit mugu minnast til, at fornminnis- bygningarnir sum eru í Kirkjube, eru ogn feroy- inga, har stendur elsta kirkjan 900 ára gomul tveir favnar frá sjógv. — Tað er ivasamt um nakar hevur hugsað um antin fyllingarnar av landsynn- ingsbriminum leggja seg yvir hana, tá royndar- skvatlið í baljunum í Keypmannahavn gongur upp á tað harðasta. Baraldur á Be P.S. Tað hevur eisini verið skriva um sjúkraflutning, Harra Guð, tá tað tekur 10 min. frá tí tyrlan lættir úr Skopun til hon er undir sjúkhúsinum, tá er tað styttri enn at koyra til Kirkjubear, skal so bátur um fjerðin, tekur tað væl meir enn tvær ferðir tíð- ina. So í tann máta eru sandingar betur fyri. Almennur Ung- dómsfundur um ungdóm, samlív og fyribyrging verður á Landsbókasavn- inum 26. okt. kl. 19,30. Á fundinum luttaka: Turið Holm, gynækologur Gunvør Hoydal, biologur Heri Kragesteen, psykologur. Høvi verður at seta skrivligar og munnligar spurningar. Sosialistisk Ungmannafelag Nr. 123 — 25. oktober 1983 Hann var mongum ein hollur stuðul Johannes Thomsen, í Havn, er farin. Honum untist júst at runda tey trýfjórðingshundrað Hóast vit øll vita, at vit einaferð skulu hiðani, er í hvorjum fori svårt at missa ein av sínum. Í mongum forum tykist hetta ófatuligt, tí ofta koma boðini brádliga. Brádligari enn vit væntaðu. So var við Hannisi. Tað eru so fáir dagar síðani, tú sást Hannis í havnargøtum. Kvik- gongdur, blíðskortaður, fryntligur. Altíð væl til passar. Hannis var havna- maður. Sonur Olivinu og Tummas. Sum ungur fór hann í læru í Foroya Banka og starvaðist har til hann í 1941 fekk starv á Líkn- ingarráðnum, tá hetta var sett a stovn Hannis var stjóri á Líkningarráðnum til hann í 1978 legði frá sær vegna aldur. I einum tílíkum starvi man vera torført at vera øllum tilvildar. Har eru skattamál við einstaklingar og kommunur. Í tilikum starvi skalt tú vera skiftandi landsstyris- monnum til hjálpar, til vegleiðingar og sjálv- andi loyalur mótvegis teimum Í einum tílíkum starvi er ikki nógmikið bert at vera samvitsku- fullur eftir egnu sann- foring, men sam- duga eina balancu- stundis smidliga gongd. Hóast eg ikki sjálvur kenni nógu til hansara arbeiði sum stjóra á Líkningarráðnum so haldi eg meg vita, at tað mangan hevur verið so, at bæði komm- unustyrislimir, lands- styrismenn og onnur sum hava samstarva vid Hannisi, hava virð- ismett hansara glogg- skygni og tankar og i mongum førum endur- egna hugsan eftir at hava tosa vid Hannis. Hannis var ikki eina av teimum, sum tok av eini løtuloysn fyri bert at vera einstøkum til vildar. Hann heuði sínar egnu tankar, var rættvísur og dyggur al- tænastu- skoða mennur maður. Tá Hannis legði frá sær á Líkningarráðn- um, var tað ikki fyri at seta seg í hin djúpa stólin uppi á Heygs- breyt. Tað heuði aldrin fallið honum inn Tverturímóti Hannis hevdi ongan- tíð so nógu at takast við sum júst nú, hann var farin úr sínum fasta starvi. Nú fekk hann stundir til annað. Og tað var ikki smávegis. Hann var við til at stovna felagið móti krabbameini, og sum nevndarlimur har gjørdi hann eitt størt arbeidi. Nógvar fyritøkur i bynum høvdu haraftrat boð eftir honum. SUm bókhaldara, leiðbeinara ella hvat tað kundi vera. Og kundi Hannis gera einum eina tæn- astu, ja so gjørdi hann tað. Og tað var uttan fyrst at gáa eftir, hvat hann sjálvur fekk afturfyri Vit á Sosialinum høvdu eisini boð eftir Hannisi. Tað eru nú nøkur ár síðani. Hetta var tá vit av álvara fóru at økja um fyri- takssemið. Vit høvdu so avgjørt ein góðan roknskaparmann fyri neyðini Tá Hannis tók við, var aktiviteturin hjá blaðnum ikki størri enn so, at roknskaparskjøl- ini rúmtust í einum hampuligum kassa. Sum í ødrum forum fór Hannis til verka av ollum alvi. Fekk skil á tí sum leingi heuði ligið á láni, og var góður i ráðum. Íkki minst tá vit fóru undir stóra tiltakið at fáa til vega nýtt blað- hús og prentsmiðju. Hannis hevur verið Sosialinum ein góður stuðul, sum vit ongantíð eiga at gloyma. Soleiðis var hann so mongum eðrum ein góður stuðul. Mong eru tye, sum cigar- koma at sakna Hannis. Størst verdur sakn- urin hjå teimum sum dagliga stóðu honum nærmast tórfinn