týsdagur 25. oktober 1983síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
oktober 1983
Havna- og samferðsluviðurskifti Sandoyinga
Fiskivinnuhavnir
eiga at vera tiknar
fram um ferjulegur
ti má Kirkjubø-ferjulegan ikki nerva ílogur í
havnabygging í Sandoynni!
Feroyingurin hevur sum
fiskari stóran terv á
góðum havnarviðurskift-
um, og oyggjaland okkara
má sambindast við góðum
samferðsluviðurskiftum.
So langt eru vit helst ell
samd. Okkara hevuðs-
vinna setir stór krev til
havnaílegur (fiskaríhavnir
og útróðrarhavnir), men
samstundis krevur alt
okkara vinnulív, og vit
flest øll, sum ferðast, at
ferða- og flutningsmegu-
leikarnir eru góðir og álít-
andi. Hetta ræður eisini
her í Sandoyar valdømi
ella Sandoyar sýslu.
Sjálvur havi eg ta
grundsteðu, at sandoy-
ingar og skúvoyingar liva
ikki av at flyta hvenn
annan til Havnar og aftur,
tó tað er neyðugt, at hesin
ferða- og flutningsmegu-
leiki er góður og betri, enn
hann er í dag. Haraftur-
ímóti livir ein hópur av
fólkinum her — eins og í
ollum Føroyum — av fiski-
vinnuni, men vit her å
oynni eiga enn onga
trygga fiskivinnuhavn. Á
Sandi er komið ávegis, í
Skopun eru royndir
gjørdar, í Skálavík er bert
byrjað, men eingin av
hesum havnum er
hóskilig, nútímans fiski-
vinnuhavn fyri okkara
hevuðsvinnu. Er tí her
størsti tørvurin.
Grundstudlar føroyska
samfelagsins, fiskimenn
okkara, hava rætt til
hóskiligar umsteður eisini
her í Sandoynni, og vit
eiga ikki at helma í, fyrr
enn vit kunnu siga við
okkara fiskiflota, at teim
er fingin trygg havn her í
oynni. Tað er fortreyt fyri
trivnaði.
Verandi Feroya lands-
stýri — sitandi samgonga
— hevur sett sær fyri at
beta um flutnings- og
ferðameguleikar = okkara
við at fremja gomul ynskir
sandoyinga, ferjulegu og
ferjusamband Kirkjube-
Skopun. Eg kann einki ilt
orð siga um tað sum so.
Men tá ein hoyrir frá
landsfundi samgongu-
flokka, at nú vera ikki
fleiri ílegur gjerdar her
fyribils, tí vit fáa ferjulegu
í Kirkjube, so hevur ein
bæði rætt og skyldu til at
steðga á og spyrja, >ER
TAÐ SO, TIT HUGSA?«
So er valla rætt prioriter-
að, tí skal okkara fiskifloti
terva langa tíð fram, fyri
at vit kunnu koma lættari
og kanska skjótari til
Havnar, so má prioriter-
ast umaftur.
Men kanska kunna vit
halda hesar útbyggingar
atskyldar, hóast peninga-
kassin stórt sæð er tann
sami, feroyski landskass-
in. Undir ellum umsteðum
eiga vit at umhugsa, hvat
vit kunnu fáa burtur úr
stórum iløgum, og ansa at
vit ikki missa meira fyri
minni. Vit hava bæð rætt
og skyldu til at umhugsa,
meta um, tjakast um — ja,
enn og vera ósamd um slík
stórmál, uttan at tað eigur
at vera misnýtt til persón-
ligar útspillingar í bleð-
unum, óansæð um persón-
arnir eita Viggo ella
Hákun.
Eg haldi, tað var púra
óneyðugt hjá Dag-
blaðnum at koma við
alskyns brigsli í samband
við hetta evnið, bert tí
framførdu áskoðanirnar í
Sosialinum ikki hóðaðu
blaðstjóra Dagblaðsins,
sum hesa ferð avdúkaði
sítt hjálparloysi, tá hann
ikki fekk kristna navn
eystanmann okkara. Ut-
spilling, illgiting og at
seta mann móti manni,
bygd móti bygd, flokk
móti flokki og kanska
oyggj móti oyggj gagnar
ongum, men at umhugsa,
kanna, seta seg inn í og
sakliga viðgera tað, sum
liggur aftanfyri ymiskar
steðutakanir, kann
kanska føra til eina felags-
steðu.
Sum bygdarráðs-
formaður á Sandi kom
mær í boði at ferðast til
Danmark í vikuni saman
við eðrum umboðum fyri
kommunur, landsstýrið,
landsverkfreðing og
projekterandi = verkfreð-
ingar. Hóast eg var nakað
í depurhuga av orrustuni
um hetta mál, so tók eg
av, og havi verið á Dansk
Hydraulisk Institut, sum
er knýtt at »Akademiet
for de tekniske viden-
skaber« i Danmark. Her
var bygt modell av lands-
lagnum vid Arnanes og
Hólmin í Kirkjube í mál-
stedd 1:40.
Oneyðugt er at koma
við longri tekniskari frá-
greiðing, tí eg eri ikki
teknikari, og eg skilti verri
enn so alt, eg hoyrdi og sá,
og vit vita, at tad er
neyðugt at taka slíkar
model-royndir við nakað
av fyrivarni. Men stutt
kann vera sagt frá, at
donsku og feroysku verk-
freðingarnir komu til ta
nidurstødu, mat góður
møguleiki er fyri at gerða
hóskiliga havn í Kirkjube
millum Arnanes og Hólm-
in fyri einar 15—30 mill.
krónur. Hendan havn
verður mett at blíva trygg
lega fyri ferju av steddini
Ternan ella Sam og metist
at hava góðar meguleikar
fyri, at ferjan kann hava
heimstað (náttarlegu) har,
og vera innsiglingarmegu-
leikarnir eisini í »sjaski«
av sovæl landsynningi
sum útsynningi mettir at
blíva góðir. Harumframt
kann hendan havnar-
bygging útvega fólkinum í
Velbastad-Kirkjubø
kommunu hóskiligan
bátahyl.
Undir ferðini havi eg
havt hevi til at skifta orð
við legmann og avvarandi
landsstýrismann, sum —
havi eg skilt teir rætt —
siga, at hetta mál er eitt
landsmál burtuav eins og
tunnilsgerðirnar i
Suðuroy, Eysturoy og
Norðoyggjum ella brúgvin
um Streymin ella tipping
av Haraldssundi, og
kemur hendan iløga ikki
at nerva okkum í Sand-
oyar valdemi meira enn
aðrar føroyingar eins og
áður nevndu samferðslu-
byggimál.
Við hesum skilji eg, at
neyðugar iløgur í havnir í
Sandoy og Skúvoy til
frama fyri fiskarí, ídna og
aðrar vinnugreinar ikki
skulu verða nervaðar í
nakran sterri mun av
ferjuleguni í Kirkjube
Ella við eðrum
orðum, at komandi
ferjulega í Kirkjubø ikki
skal nerva okkara iløgur
meira enn Trøllanestunn-
ilin ger tað.
Eg meti avgjørt, at bein-
leiðis, stødugt, álítandi
ferjusamband Skopun-
Kirkjube verður bati fyri
dagliga veru- og fólka-
flutningin, sjálvt um
sagt
tungi flutningurin og
flakavirkini við út- og inn-
flutningi mest vera
bundnir at farmaskip-
unum og sterstu ferjum
okkara, sum ídag sigla til
Sands og hava rímiligar
meguleikar við Sands
havn. Eg meti eisini, at vit
fáa góðan bata, sjálvt um
so sjúkraflutningurin,s
sum var eitt hevuðsenda-
mál at nekta við hesum
sambandi, kemur at vera
nøktadur at komandi
»Tyrlu« yvir tann gjørda
tyrlu-pallin i Skopun.
Veru- og ferðafólkaflutn-
ingurin millum Meginekið
og Sandoynna er ikki nóg
góður, sum er, og krevini
eru vorðin og verða stød-
ugt sterri, so vit eiga ikki
at vera ímóti, tá lands-
myndugleikarnir nú vilja
fremja bata
Fyri meg er hevuðsfyri-
treytin, at neyðugar
havna-útbyggingar i
Sandoy og Skuvoy ikki
seinkast ella nervast i
nakran serligan mun av
hesi iløgu i Kirkjubø. Tad
vildi veri drepandi fyri
okkara unga og viðkvama
fiskiflota og fiskiidnadar-
virksemi, um ikki hóski-
ligar og meguligar havnir
verða útbygdar, og at siga
við skálvíksingar, at har
skal eingin havn útbyggj-
ast, er tað sama sum at
biðja teir byrja ella halda
áfram við at avtofta
Skálavík.
Utbygging við ferjulegu
í Kirkjube eigur at fara
fram í tettum samráð við
Kirkjube-Velbastað kom-
munu og við ansni fyri
virðum, sum búgvandi
fólkið har eigur og nýtir,
umframt at alt eigur at
vera gjørt við størstu virð-
ing og ansni fyri teim forn-
minnum og tí kultur-
skatti, sum vit allir feroy-
ingar eiga í Kirkjube.
Gamla, forna siglingar-
leið førovinga var millum
Streymoynna og Sand-
oynna: Kirkjube-Skopun.
Tá vit hava fingið hetta
samband, so verður nær-
liggjandi aftur at hugsa
um sambandið millum
Sandoynna og Suður-
oynna, sum kundi gingið
ímillum Sand og Sandvík
(ella Hvalba). Segan
endurtekur seg so ofta
okkara forfedrar vóru
royndir menn.
Birgir Mohr
Sandi
Agnar ferjumaður
„Eitt av arbeiðum
andi...
Hetta var ein av viðmerk-
ingum Agnar Nielsen's,
tingskrivara Sambands-
floksins í samband við, at
hann var avdúkaður í at
taka upp á seg verkfals-
rakt arbeiði.
Eitt er, at maður kemur
so fyri at gera nakað
skeivt og síðani er harmur
um tað og kanska biður
um fyrigeving.
Annað er at gera nakað
skeivt og samstundis er
erpin av tí.
Ja, enntá kennir tað á
sær sum eina samfelags-
ábyrgd at átaka sær
arbeiði sum aðrir á fult
lógligan hátt hava lagt frá
sær, tí verkfall er.
Spell, Agnar-ferjumad-
ur, at tå var avdúkaður so
skjott. Og sig so skomm-
in! Ikki minni!
Góði Oli i Áarstovu.
Handan um kavaran sum
var sokkin so djupt, var
góð. Eg eri bangin fyri, at
mínum er at hava samfelagshjólini mal-
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar vid, at treytin
fyri at fåa lesarabrøv
upptikin undir hesum
teiginum er, at blad-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
tað vera fleiri av sam-
bandstingmonnunum enn
Agnar, sum megu leita
sær kavaraklæðir fram
valdagin. Tá vera tit nógv-
ir ið sokka. Og tað verður
djúpt.
P. S. Tað var fyri at hava
samfelagshjólini malandi,
segði Agnar. Nær hevur
tað verið sambandsins
uppgáva?
Higartil hava teir vilja
havt hjólini at steðga, ella
helst at mala evugta
vegin.
vestmenningur