Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. oktober 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Frá fríggjadegi 4. oktober til hósdagin 10. oktober Politiski Pallurin Pyjamasbananirnar Gesturin Síðsta sunnukvøld funnu vit fyrru finalistarnar í spurnarkappingini “Borð um borð”. Sunnukvøldið finna vit seinnu finalistarnar. Luttakararnir hesa ferð eru fýra løgtingsmenn, sum tó ikki stilla upp eftir flokksmørkunum. Á liði A er klaksvíkingurin Vilhelm Johannesen og Niklái Petersen úr Kollafirði. Á liði B eru ein havnarmaður og ein vágbingur, nevnliga Jógvan Arge og Henrik Old. Vertur er Leivur Hansen og dómari Marius Rein. Borð um borð 6/7 Fólk og frítíð Mikudagin kl. 15.10 Sunnukvøldið kl. 20.00 Mikukvøldið kl. 19.30 Leygarkvøldið kl. 18.00 Hóskvøldið kl. 20.50 Á nýggjárinum boðaði landsstýrismaðurin í mentamál- um Óli Holm frá, at árið skuldi verða árið hjá tí góða fólkaskúlanum. - Skúlagáttin fer at spyrja núverandi landsstýrismann í undirvísingar- og mentamálum, Annlis Bjarkhamar, hvat liggur í hugtakinum "hin góði fólkaskúlin". Hvørji krøv setur hon tí góða fólkaskúla- num, og hvussu fer Mentamálaráðið at seta sjøtil á arbeiðið við tí lýsta góða fólkaskúlanum. Nortið verð- ur eisini við læraraútbúgvingina. - Í sendingini med- virka eisini Gyðja Hjalmarsdóttir, Elinborg Joensen og Pauli Nielsen. Birgir Kruse leggur til rættis. Skúlagáttin Mánakvøldið kl. 19.00 15 14 Nr. 190 - 4. oktober 2002 500 til Týsklands Fótbóltssambandið roknar við, at 500 før- oyingar vera á Niedersachsen Stadion í Hannover hin 16. oktober, tá føroyingar hitta týsk- arar í altjóða fótbólti LANDSDYSTUR Heri á Rógvi Hin 16. oktober, um tólv dagar, fara føroyska A- landsliðið hjá monnum í fótbólti og besta liðið týsk- arar eiga í fótbólti á vøllin í Hannover. Tað kenda Niedersachsen Stadion verður karmur um dystin. Hóast tað verður rópt fyri Niedersachsen Stadion millum manna, er almenna navnið á leikvølli- num nú AWD Stadion. Hetta hendi eftir at navnið á leikvøllinum varð selt, sum tað ofta verður í útlondum. Týska fjarskiftisfyritøkan AWD keypti so navnið, so- leiðis at 500 føroyingar um góðar tólv dagar kunnu siga, at teir hava verið á AWD Stadion í Hannover. Á AWD Stadion er pláss fyri góðum 40.000 áskoð- arum. Leikvøllurin verður í løtuni umbygdur til HM- endaspælið, sum verður í Týsklandi í 2006. Sambært týskum fjølmiðlum er út- selt til dystin móti Føroyum 16. oktober. Áhugin er sum vera mann stórur í Týsk- landi. Talan er um hin fyrsta heimadystin, eftir at landið gjørdist nummar tvey í HM-endaspælinum í summar. 1/80 Til ein tílíkan dyst sum tann í Hannover 16. okto- ber fær Fótbóltssamband Føroya eitt ávíst tal av at- gongumerkjum. Ísak Mikladal, aðalskriv- ari í Fótbóltssambandinum, sigur, at teir hava fingið 1.050 atgongumerki til dystin. Tá avtornar roknar Ìsak Mikladal við, at teir eru slopnir av við eini 500 atgongumerki. Hetta merk- ir sostatt, at 1/80 partur av áskoðarunum vera vænt- andi føroyingar. Hann upplýsir, at teir hava sent heilt fitt av at- gongumerki til Danmarkar og til aðrar føroyingar uttanlands. Roknað verður sum sagt við góðum 500 føroysku áskoðarum til dystin. Tað kunnu tó vera nakrir føroyskir áskoðarar, sum hava keypt atgongu- merki beinleiðis úr Týsk- landi, men hesir eru so ikki tald uppí tey 500. Allir føroyingarnir sleppa at sita saman til dystin. Skuldi nakar lagt í at vita tað, so er tað í sektión M45, at føroysku áskoðararnir fara at sita, tá dysturin verður hin 16. oktober. Sambært Ísaki er talan um hampuliga góð pláss. Eini 200 eru við í ferða- lagnum hjá 12. manni. Eis- ini fleiri ferðaskrivstovur skipa fyri ferðum til Týsk- lands í sambandi við dyst- in, og nógv fólk, búsitandi uttanlands, fara eisini til dystin. Regin Egholm, formaður í 12. manni, sigur, at hetta er størsta ferðalagið hjá teimum til ein tílíkan dyst. Tó vóru fleiri føroyskir áskoðarar í Skotlandi og í Danmark á sinni. Enn eru nøkur pláss eftir hjá 12. manni. Gott fyri Fótbóltssambandið Fótbóltssambandið hevur frá byrjan av gjørt greitt, at Týskland er eitt ynskiligt mótstøðulið sæð útfrá tí fíggjarliga sjónarmiðinum. Ísak Mikladal upplýsir, at Fótbóltssambandið hevur havt undirskot uppá lands- liðið seinastu árini, men í hesari undankappingini verður væntandi yvirskot á niðastu linju, tá dystirnir eru leiktir. Týska fótbóltslandsliðið merkir millióna inntøkur í sjónvarps- og lýsingarrætt- indum. Nevnast kann, at dysturin millum Føroyar og Skotland herfyri varð vístur beinleiðis í týskum sjón- varpi eisini. Eisini áhugin hjá týskum viðhaldsfólkum er stórur at koma til Føroya. Ísak Mikladal sigur, at væntandi er, at um 1.000 áskoðarar koma til Føroya til heima- dystin hjá Føroyum móti Týsklandi hin 11. juni 2003 á Tórsvølli. Lesið eisini samrøðu í blaðnum í morgin við Siss- al Kristiansen, sum sam- skipar tiltøkini í sambandi við landsdystirnar hjá før- oyska fótbóltslandsliðnum. Hóast teir føroysku litirnir og teir føroysku áskoðararnir vera nógv minni í tali enn teir týsko, so skuldi føroyingarnir kunnu gjørt vart við seg í Hannover 16, oktober. Sáttmálin undirskrivaður fyri Bussleiðina Sáttmálin um koyring av Bussleiðini í Tórs- havnar kommunu er nú endaliga komin upp á pláss BUSSLEIÐIN Heri á Rógvi Eftir drúgt stríð er nú kom- ið á mál í søguni um Buss- leiðina í Tórshavnar komm- unu. Býráðið í Havn gjørdi av at bjóða Bussleiðin út í almennari útbjóðing. Bjóð- ast kundu um einkultar leiðir ella allar leiðirnar. Tá avtornaði átti Mourtitsens Bussar lægstu tilboðið saman við Gundurs Buss- um. Hetta hóvaði kortini ikki øllum, og bussførarnir í Havn møttu mansterkir í býráðsfundi fyri at mót- mæla ætlanunum hjá bý- ráðnum. Eisini andstøðuni í Tórshavnar býráð, t.e. Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin, dámdi uppskotið ógvuliga lítið. Hóast mótmæli, so gjørdi meirlutin av at taka av til- boðnum frá Mourtitsens Bussum, og farið varð und- ir samráðingar. Samráðingarnar eru nú komnir so langt, at Mourits Mouritsen frá Mouritsens Bussum nú hevur skrivað undir sáttmálin, og áðrenn leingi hevur Jan Christian- sen eisini skrivað undir sáttmálan. Hetta upplýsir Bogi Har- aldsen á teknisku deild hjá býráðnum fyri Sosialinum. Mouritsens Bussar og Gundurs Bussar taka yvir Bussleiðina í Tórshavnar kommunu frá 1. februar 2003 at rokna. Sáttmálin er galdandi til 31. januar 2010. Mourtitsens bussar og Gundurs bussar hava boðið at røkja Bussleiðina í Tórs- havnar kommunu fyri í alt 10.710.843 kr. Talan er um leiðirnar 1,2 og 3 í Havn og 4/4x í Kollafirði og Kald- bak. Hetta verður eisini teir pengarnir, ið hesir báðir veitararnir fáa árliga fyri at røkja Bussleiðina. Allar ferðaseðlainntøkur fella til Tórshavnar kommunu. Bogi Haraldsen sigur, at nú skulu samráðingar vera um keyp av teimum verandi bussunum, og aðrir broyt- ingar, m.a. ein nýgg ferða- seðlaskipan og møguligir hægri ferðaseðlaprísir, liggja fyri framman, men ógreitt er nú, nær hetta verður. Samráðingarnar um Bussleiðina í Havn eru nú endaliga lidnar, og 1. februar verður farið undir at koyra við Mouritsen og Gundur sum entrepenørum. C M Y K 14