fríggjadagur 4. oktober 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 190 - 4. oktober 2002
Nr. 190 - 4. oktober 2002
13
Frits Johannesen
Millum gamlar fjalar, línu-
trog og kýkar var ljómur
frá Bach til Mozart. Kingo-
sálmurin sat í borðum,
stokkum og árum á hesum
bátum,
sum
Osmund
Justinussen, skyldmaðurin,
hevur reist í heimbygdini,
sum minni um teir, sum
slitu stórsta partin av ævi
síni í Djúpinum og á Norð-
havinum. Toganin móti
vindi, streymi og aldudragi
myndaðu teir, ið sótu á
hesum bekkum, so løtan
hetta kvøldið kveikti so
mangt
í
huga
tínum.
Monika Staus Joensen og
vinkonan, Helene Ringg-
enberg, róðu upp undir
løtuna í yndisligum spæli.
Hetta var ein annar róður
og aðrir tónar enn gomul
sálmaløg, sum stumm sótu
á bekki og lýddu á.
Lítið vistu útróðrarmenn-
inir, ið mangan móðir og
troyttir slitu upp land og
settu bátin á lunn ella í
lunnbót, at Bach og Mozart
fóru at kína hesi gomlu
bátaborð.
Løtan var góð. Tann løt-
an, ið er góð, er ikki ring.
Her var kórlistamaðurin,
Willi Gohl, komin at vitja
og Ólavur Hátún, so spelk-
in sum ein lomvigi, var
eisini við á hesi fagnað-
arstund. Teir hava í fýrati ár
kent hvønn annan, og er
mong kyldin farin um
tónlistastráini hesi ár, so
vit kunnu eisini siga, at
stundin var ein skygging av
farnum døgum í tónlist og
sigsøguligum anda. Willi
Gohl greiddi frá Moniku, tá
ið hon í sínum ungu árum
lærdi violinspæl á tónlista-
skúlanum í Winthertur, ið
liggur einar 20 minnutir frá
Zürich, sum er heimstað-
urin hjá Moniku. Á hesum
skúla var Willy Gohl rekt-
ari. Hann helt hetta vera
sera hugvekjandi, at hon
skuldi búseta seg so fjart
frá heimlandi sínum, men
hugflogið um list - um tón-
list og myndlist, eigur eisini
at røkka útjaðarin, og tí var
tað rætt gjørt, at Monika
setti seg niður í Leirvík.
Ólavur nart við tað sam-
arbeiðið, sum hevði verið
millum Willi Gohl og hann
tey seinastu fýrati árini. Ja,
eg má siga.. tey byggja
land, ið liva… og hava
nógvar mennandi løtur
verið á hesum klettum
saman við Willy Gohl, sum
Ólavur hevur tikið stig til,
og vit onnur hava notið gott
av. Hugsið tykkum til! Í
øðrum samfeløgum á stødd
við okkara, er kanska bert
ein pylsuvognur at finna, tá
ið komið verður at tí sam-
felagsligu- mentanar - tinn-
uni, men her á landi, hava
vit eina livandi mentan,
sum øllum stendur í boði at
vera við í. Vit kundu tikið
fullveldið í morgin, um so
var! Eingin ivi um tað! Her
er eingin bági!!!
Sigast kann, at vit hava
loyst úr lagdi og gjørt okk-
um vís um okkara mentan.
Soleiðis eigur tað at vera.
Tað eigur at gera okkum
eymmjúk, tí einki kemur av
sær sjálvum. Tað skal vilji
og vælvild til frá øllum
pørtum til at fremja verkið,
og tað má gerast í tign og
anda, sum Willi Gohl og
Ólavur hava sýnt. Kórlista-
maðurin Willy Gohl átti at
fingið ein ella aðra heiðurs-
gávu frá landi og fólki.
Hann er eingin ársungi
longur, og speglið lýgur
ikki. Hetta hevur hann
sanniliga uppiborið.
Hugsi, at Willy Gohl er
sjeyti sjey ára gamal, og
kann hann líta aftur um bak
á ríkt tónleikalív. Hann
hevur eina inniliga, menn-
iskjansliga, litfagra hugsan
og uppfatan av kórsangi.
Hann nam júst við hetta, at
eftir 2. veraldar bardaga lá
Evropa í knúsi, og tí skuldi
kórsangurin vera við til at
sjóða fólk saman aftur.
Hesum hevur hann sanni-
liga verið við til at menna t.
d. í Europa Cantat, sum er
kórstevna fyri amatør kór í
Evropa. Hugvekjandi hevur
verið at tosa við mannin, tí
hann er vitandi. Hann hevur
givið vanligum kórsangur-
um, kórleiðarum íblástur
og lyft kórsangin á upp á
eitt støði, har orð og andi í
sangi setti halkoytur í
óminnilgar dagar saman
við hesum elskuliga menn-
iskja Hesum taka nógvir
føroyskir kórsangarar undir
við og aðrir við víða um.
Yndisligu tónarnir úr
spælinum hjá Moniku lótu
sum føgur kvørkveggjuljóð
úr strongi og úr violinbulin-
um. Monika er so blýðmælt
og yndislig. Glómurnar
glógvaðu, tá ið hon flytti
bogan eftir violinstreingj-
unum, og cembalotónarnir
frá Helene Ringgenberg
flirraðu úr cembalokropp-
inum av tí garvaða J. S.
Bach, sum tú ongantíð
verður troyttur av. Hetta var
í Leirvík í eini útróðrar-
bygd, sum sagt í fleiri
hundrað ár hevur verið
merkt av Brockmanslestr-
um, Kingoløgum og øðrum
sálmasangi. Litfagri Bach,
tann leikandi lætti Tele-
mann og tann sálarkveikj-
andi Mozart var partur av
hesi fagnaðarløtu. Ímillum
bátar og myndir av Sámal
Toftanes fór leikur fram.
Her varð fongur drigin av
skapandi grunni, sum er
ogn okkara - tónlistin,
málningalistin og sigsøgan.
Hetta var bara soleiðis eitt
sunnukvøld í Turkihúsinum
í Leirvík sunnukvøldið 22.
sept. 2002.
Konsert í Bátasavninum í Leirvík
sunnudagin 22. sept
Á bátasavninum í Leirvík
Savnsmynd
UTTAN ÚR HEIMI
Fleiri túsund fiskar av
ymsum slagi eru seinastu
dagarnar riknir upp á
land ymsastaðni í Dan-
mark. Orsøkin er, at einki
súrevni er í sjónum, og tí
doyr fiskurin.
Donsku havfrøðingar-
nir, sum hava kannað
viðurskiftini á botni,
siga, at støðan hevur
ongantíð verið so álvars-
som sum nú. Tað er van-
ligt, at trot er á súrevni í
summum donskum firð-
um um heystarnar, men í
ár hava kanningar víst, at
súrevnistrotið hevur rakt
nógvar leiðir fram við
jútsku eysturstrondini og
millum oyggjarnar. Væl
av vindi av landssynningi
er tað einasta, sum kann
hjálpa, tí so kemur rør-
ingur í sjógvin og harvið
nýtt súrevni.
Samstundis eru dansk-
ir politikarar og um-
hvørvisfelagsskapir farn-
ir at tosa um orsøkina til
tað umfatandi súr-evnis-
trotið.
Umhvørvisfe-
lagsskapirnir hava hug at
geva
landbúnaðinum
skyldina, og politikar-
arnir tykjast vera samdir
um, at øll londini við
Eystrasalt mugu átaka
sær sín part av skyldini.
Havið er deytt
Altjóða granskarar siga
seg nú hava gjørt stór
framstig í royndunum at
finna eina vaksinu ímóti
teirri herviligu malaria-
sjúkuni.
Svenski
granskarin
Mats Wahlgren, sum er
við í royndunum, sigur,
at talan er um eitt veru-
ligt frambrot, og hann
sigur seg hava góðar vón-
ir um, at tað fer at eydn-
ast at finna eina vaksinu,
sum kann fyribyrgja, at
fólk verða smittað av
malaria.
Millum 300 og 500
milliónir
fólk
verða
smittað av malaria á
hvørjum ári, og millum
eina millión og 2,7
milliónir doyggja árliga
av sjúkuni. Í teimum
ringast raktu økjunum
eru tað serliga smábørn,
sum doyggja, og hagtøl
vísa, at umleið 2.700
børn doyggja av malaria
hvønn einasta dag.
Vaksina ímóti malaria
Norski forsætisráðharrin,
Kjell Magne Bondevik,
segði í gjár, at hann ætlar
sær at leggja frá sær, um
Stórtingið broytir fíggj-
arlógaruppskotið
fyri
2003 soleiðis, at trýstið á
búskapin verður ov stórt.
Fíggjarlógaruppskotið
hjá stjórnini varð lagt
fram í gjár.
Serliga
Framburðs-
flokkurin hevur funnist
at uppskotinum. Flokk-
urin vil m. a. hava lægri
avgjøld á sigaettum og
brennivíni fyri at steðga
tí umfatandi handlinum
um
svenska
markið.
Flokkurin hevur eisini
víst á, at fleiri fólk eru
deyð í seinastuni, tí tey
høvdu drukkið træspritt,
og hetta heldur flokkurin
vera eitt fullgott prógv
fyri, at brennivínið er ov
dýrt í Noregi.
Framburðsflokkurin
hevur kravt, at stjórnin
skal nýta meiri av land-
sins nógvu oljupengum
til at fíggja lægri avgjøld,
størri skattalætta og betri
umstøður til tey eldru,
men stjórnin hevur gjørt
greitt, at hon fer ikki at
taka meiri burtur av olju-
pengunum.
Hóttir við at fara frá
Bretin Richard Reid, sum
varð tikin í desember í
fjør, tá hann ætlaði at
spreingja
eitt
ameri-
kanskt flogfar í luftina, er
nú til reiðar at játta seg
sekan.
Verjarnir hjá Richard
Reid siga, at hann er
sinnaður at játta seg sek-
an, um ákæruvaldið aftur
fyri vil sleppa pástandin-
um um, at hann hevði
samband við yvirgangs-
felagsskapin al-Qaeda.
Men tað ætlar ameri-
kanska ákæruvaldið ikki.
Tað heldur fast um, at tað
var al-Qaeda, sum sendi
hann at spreingja flog-
farið. Tað hevur bretin
avsannað.
Richard Reid varð tik-
in, tá ein av flogternun-
um legði til merkis, at
hann var í ferð við at seta
eld á skógvarnar. Tað
vísti seg, at spreingievni
var í skónum.
Játtar seg sekan
80 fólk eru tikin í ein-
um felags evrope-
iskum løgregluátaki
ímóti mannasmugl-
ing
MANNASMUGLING
Árni Joensen
Átakið, sum evropeiska
løgreglusamstarvið Euro-
pol og italska løgreglan
skipaðu fyri, er tað størsta
felags evropeiska átakið
higartil ímóti mannasmugl-
ing.
Endamálið við átakinum
var at gera enda á bólkum
og felagsskapum, sum hava
lagt seg eftir at smugla
eysturevropeiskar kvinnur
vesturum, har tær enda í
skøkjuhúsum
í
ymsum
londum.
Meiri enn túsund løg-
reglumenn vóru við í átak-
inum í Italia, Eysturríki,
Spania, Portugal, Russ-
landi, Ukraina og í Hvíta-
russlandi.
Ein talsmaður hjá Euro-
pol sigur, at løgreglan legði
seg eftir at fáa fatur á
teimum, sum skipa fyri
smuglingini, og sum vinna
nógvan pening burtur úr at
smugla kvinnur til tey
vesturevropeisku skøkju-
húsini.
Í einum tilsvarandi átaki
fyri fimm mánaðum síðani
vórðu umleið hundrað fólk
tikin. Fleiri teirra vóru
limir í mafiuni í Italia og
Albania.
Danir eru í øðini, tí
sviar ætla sær ikki at
steingja kjarnorku-
verkið við Oyrasund
innan 2004 sum fyrr
avtalað
KJARNORKA
Árni Joensen
Tað var svenski forsætis-
ráðharrin, Gøran Persson,
sum fekk øði í danskar
politikarar og aðrar danir,
sum fegnir vilja hava
kjarnorkuverkið hinumegin
Oyrasund stongt sum skjót-
ast.
Í einari samrøðu við
danska sjónvarpið TV2
mikudagin segði Gøran
Persson, sum býr í Malmø,
at hann ætlar sær ikki at sita
kaldur, bara tí Barsebæck
verður stongt. Forsætisráð-
harrin legði afturat, at
verkið verður ikki stongt,
fyrr enn sviar hava fingið
aðra orkukeldu ístaðin fyri
kjarnorkuverkið.
Orðini hava fingið øði í
danskar politikarar. Lars
Løkke Rasmussen, inn-
anríkisráðharri sigur seg
vera skelkaðan av orðunum
hjá Gøran Persson, og
ráðharrin vissar danir um,
at stjórnin fer framvegis at
leggja trýst á svensku
stjórnina í hesum málinum.
- Tað hevur størri týdn-
ing, at vit her á Keyp-
mannahavnarleiðini kenna
okkum
trygg,
enn
at
svenski forsætisráðharrin
situr heitur á jólum, sigur
Lars Løkke Rasmussen.
Fyrrverandi ameri-
kanski forsetin, Bill
Clinton, hevur álit á,
at ST kann loysa Irak-
kreppuna. Samstund-
is verður ávarað um,
at islamsk lond
kunnu fara at nýta
oljuna sum vápn,
verður Irak álopið
IRAK-KREPPAN
Árni Joensen
Fyrrverandi amerikanski
forsetin var gestarøðari á
landsfundinum hjá bretska
arbeiðaraflokkinum
La-
bour, og sum væntað snúði
ein partur av røðuni seg um
Irak.kreppuna.
Bill Clinton tók undir við
kravinum hjá amerikansku
stjórnini um, at ST eigur at
gera eina nýggja samtykt
um Irak, og at vápna-
eftirlitsmenninir skulu hava
frítt at fara í Irak. Hann
helt, at fæst semja um hetta,
slepst undan einum ameri-
kanskum álopi.
Í røðuni segði Bill Clin-
ton, at vápnaeftirlitsmenn-
inir hjá ST fingu góð úrslit,
tá teir vóru í Irak í níti-
árunum. Hann vísti á, at tá
eftirlitsmenninir
vórðu
riknir úr Irak í 1998, høvdu
teir oyðilagt fleiri kemisk
og bioplogisk vápn, enn
Flógvakríggið oyðilegði.
Clinton fanst ikki bein-
leiðis
at
ætlanini
hjá
George W. Bush, forseta at
leypa á Irak og Saddam
Hussein, men hann legði
dent á, at altjóða stovnar
sum ST hava stóran týdn-
ing fyri heimsins framtíð.
- USA kann leiða heimin
ímóti einari betri samveru,
men vit kunnu ikki noyða
hann til tess ella stýra
honum, segði Bill Clinton.
Oljan sum vápn
Í Malaysia ávarar landsins
forsætisráðharri, Mahathir
Mohamad, um, at tey
islamsku londini kunnu
fara at nýta oljuna sum
vápn, verður Irak álopið.
- Oljan er tað einasta,
sum tey islamsku londini
hava, og sum umheiminum
tørvar. Eru vit veik, verða
vit misnýtt, og í dag síggja
vit, at muslimar um allan
heimin verða misnýttir.
Skulu vit sleppa undan tí,
noyðast vit at vera sterk. Vit
eiga at loysa okkum frá
øðrum og útvega okkum
kunnleika, sigur malaysiski
forsætisráðharrin
við
fronsku
tíðindastovuna
AFP.
Hann leggur afturat, at
gera tey ialsmsku londini
av at skerja oljuframleiðsl-
una, hækkar prísurinog tað
kann nýtast sum vápn til
tess at verja áhugamál
muslimanna, heldur hann.
Mahathir Mohamad, sum
hevur verið stjórnarleiðari í
Malaysia í 21 ár, tekur
næsta ár við sum formaður
í islamska heimsráðnum.
Síðani
yvirgangsatsókn-
irnar at USA hevur hann
verið talsmaður hjá teimum
hóvligu muslimunum, og
hann hevur fingið rós úr
USA, tí hann hevur stuðlað
bardagan
ímóti
altjóða
yvirgangi.
80 kvinnusmuglarar tiknir
Aftur stríð um Barsebæck
USA kann ikki stýra heiminum
Bill Clinton: -USA kann leiða heimin ímóti betri samveru, men vit kunnu ikki noyða hann til
tess ella stýra honum
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
13
12