Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. oktober 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 190 - 4. oktober 2002 Nr. 190 - 4. oktober 2002 11 Alt Føroya fólk situr í stórum spenningi og bíðar eftir úrslitinum av boringini hjá Amerada Hess, Dong, Atlants Kolvetni, British Gas og Premier Oil skamt frá markinum. Sunnudagin eru fimm vikur farnar, síðani borurin varð settur í undirgrundina. Veðrið hevur verið framúr gott og hava tað ikki verið stór- vegis tøkniligar forðingar á vegnum, so skuldi borurin nærkast málinum: eini stórari olju- og gassgoymslu góðar 4000 metrar niðri. Oljufeløgini hava valt fyribils einki at siga um boring- ina. Vanliga plaga upplýsingar kortini at leka út, men hesaferð er knívskorið. Eftir øllum at døma hevur henda boringin so mikið stóran týdning fyri sam- takið, sum borar, og helst fyri framtíðina hjá Føroya- økinum sum heild, at leiðslan í Amerada Hess vil dylja úrslitið sum mansmorð - til tað er komið á mál. Og at koma á mál merkir í hesum føri: við eini roynd- arframleiðslu at staðfesta lønanndi nøgdir av olju og gass í einum felti, sum liggur báðumegin markið. Umleið tveir mánaðir eru settir av til hesa boringina. Gongst sum higartil kunnu vit tí rokna við, at tað verður farið undir eina møguliga royndarframleiðslu í fyrru helvt av oktober. Og tað skuldi merkt, at tað ber til at staðfesta eitt lønandi fund ella ikki, einaferð seint í oktober ella tíðliga í november. Sum skilst fer fyristøðufelagið at almannakunngera eitt møguligt positivt úrslit stutt eftir tað. Tað er greitt, atboringin hevur stóran týdning fyri øll oljufeløgini, sum arbeiða á Atlantsmótinum og ikki minst fyri Føroyar. Hon kann verða byrjanin til eina heilt nýggja tíð í Føroyum. Men vit mugu brynja okkum við toli, tí tað er als ikki vist, at hon gevur nakað endaligt svar, soleiðis at tað skulu enn fleiri boringar til. Hinvegin eiga vit eisini at virða ta sann- roynd, at tað skulu oftani nógvar boringar til í einum nýggjum øki, áðrenn tú ger lønandi fund. Hetta kenna vit frá Norðsjónum og ikki minst frá nettupp økinum vestan fyri Hetland, har tað vórðu boraðir meira enn 70 brunnar, áðrenn lønandi fund varð gjørt. Úrslitið av boringini fær so eisini týdning fyri vinnu- lívið í Føroyum, sum nú í eina tíð hevur sæð fram til eitt fund. Júst í hesum døgum verður ráðstevevna ella temadagur um oljumál løgd til rættis. Hon er fram- hald av teimum ráðstevnum, sum hava verið í Norður- landahúsinum seinastu árini. Tað er greitt, at eitt staðfest lønandi fund hevði kunnað sett størri fokus á slíka ráðstevnu enn tann bíðstøðu vit eru í í løtuni. Men hvør veit, kanska tað koma nøkur positiv tekin longu í næsta mánað. Hinvegin tørvar okkum fram- vegis eitt orðaskifti um ávirkanina og tær samfelags- ligu avbjóðingar ein oljuvinna fer at hava við sær, og hvørji krøv hon setur til bústaðir, barnagarðar osfr. Vit “krossa fingrar” fyri, at boringin hjá Hess og hinum hepnast væl og kann vera tað, sum veruliga setur fokus á Atlantsmótið aftur, nú lønandi fund ikki eru gjørd her í skjótt 10 ár. DAGSINS MEINING Sosialurin Nú nærkast VIÐMERKINGAR Hans Andrias M. Joensen Vit samkyndu heita í yvir- lýsingini bert á løgtings- limirnar um at bera so í bandi við lógarsmíði, at til ber hjá okkum at fara niðan til fútan í Havn og biðja hann skráseta ein mann í parlag við mann, so tað er juridiskt galdandi. Um so eg og maður mín aftaná fara til altars saman í Havnar kirkju, tá onnur kirkjufólk fara til altars, tað veit eg ikki, hvør ætlar at forða okkum tá (?) Eg eri limur í fólkakirkj- uni og spyrji um eg skal blakast út úr henni, tí at eg eri samkyndur? Áheitan frá einum samkyndum Símun A. Klein Hví kann hvørki tú, Heri Mohr ella nakar annar før- oyingur finna útav, at danska grundlógin er ikki galdandi sum grundlóg fyri Føroyar? Eg átalið harðliga, at fólk, sum ikki eru upplýst, fáa loyvi til at framføra lygnir alment í føroysku fjølmiðlunum. Øll vita vit, at satt demo- krati ongantíð enn hevur veri galdandi í Føroyum! Fólk, sum siga seg vera kristin, syngja sama lag og peika í heilum á donsku grundlógina, sum verandi grundstøði fyri Føroya land. Men hvat við bíbli- uni? Bíblian sjálv vitnar, hvat vit skulu grunda lív okkara við. Slíkt finnist ikki, hvørki í donsku grundlógini (sum ongantíð enn hevur verið galdandi sum grundlóg fyri Føroyar, og slíkt er tí heldur ikki niðurfest í stýrisskipanar- lógini.) Hevði tú roknað við nøkrum øðrum? Men slík tala er ein lodrøtt lygn, tá sagt verður, at Føroyar hava eina demokratiska skipan, og at danska grund- lógin er galdandi sum grundlóg fyri Føroyar! Bert við at lesa søguligu gongdina hjá Føroyum gjøgnum øldir vísir bert, at Føroyar liva undir øllum øðrum, enn eini demokratiskari skipan. - Hví elska bæði heiðin og kristin somu lygnina? Eg vildi fegin móttikið rætta svarið frá báðum leirunum. Hvar er tað ognarskjalið at finna, hvarí tað er prógvað, at Føroyar eru danalands ogn, og at danska grundlógin er galdandi sum grundlóg fyri Føroyar? Politikkurin hjá Hitler er framvegis galdandi í Føroyum. »Sig eina lygn nóg oftani, so fer fólkið at trúgva lygnini til síðst!« Àheitan mín til Dimmu og Hera Mohr er: »Leggið ognarskjalið víðopið fyri almenninginum sum prógvar, at Føroyar eru donsk ogn burturav!« Viðmerking til rætt- indir hjá minnilutum – av Hera Mohr Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliassen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Lívssólin mín Í lívsins urtagarði sá eg teg Ein sól ið skein hitaði hjartað Glæman lýsti veg inn til tín Varð ósikkur bangin um at særa Tó kærleikshugur sterka kensla er Varrar møttust ástarkossur heitur Kærleiksrósan vaks undir klárum himni Sum tíðin leið gróðursett í degi Sterka kensla rúnarbundin ást Fylgjast í øllum lívsins verki Nornan spinnur lagnutráður sterki Maður kvinna fáa har at virka. Tá lívssólin úr eystri stígur Móti vestri skundar har sær Fylgjast vit í tí mikla skyni Royna treða jarðargøtu reina So eingin annar illa fara skal Liva við fyriliti og umsorgargleði Tá skal hjálpsemi ei har tróta. Her í heimsins stóra meldri Reiður lagnan øllum jarðarból Tó tá dagur komin er í vestur Jarðarsólin farin er í kav Himins portur opnast tá tær. Rituvík: Eyðálvur Kári Nielsen Ólavur Hátún Spennandi er tað at fylgja við øllum, sum bilgist inn- an føroyska tónleikaheim- in, og ikki minst er tað at frøast um, tá tað frættist uttanífrá, at tað gongur væl hjá okkara tónleikarum. Soleiðis við bólkinum Týr, sum eftir Prix Føroyar kappingina seinasta ár varð kosin at umboða føroyskt tónleikalív á danskari tón- leikastevnu, og sum nú so rættiliga tykist hava gjørt vart við seg yviri í Íslandi. Helst er tað teirra útgáva av "Orminum Langa", sum hevur fest so í millum tón- leikahugað, at Týr, sambært Sosialinum týsdagin, nú tekur stig til annan kvæða- tátt og tað við "Ólavi Ridd- ararós". Um hetta at viðgera okkara kvæðaløg og nýta tey í øðrum sambandi enn í vanligari kvøðing, hevur orðaskifti verið. Framvegis er tað mín sannføring, at tað kann ikki vera annað enn til gagn fyri føroyska tónlist, at kvæðaløg verða tikin við inn í nútíðar tón- leikalív, og at tónlistafólk vinna sær íblástur úr hesum okkara mergjaða mentan- ararvi. Tað má bara ikki vera so, at henda nútímans- gerð broytir løgini og ávirkar forna kvøðingar- lagið. Og tað er júst tað, sum henda nútíðar útgáva av "Orminum Langa" er í ferð við at gera. Tey ungu hoyr- ast nú víða hvar kvøða "Glymur dansur í hødle- dans", og royndir vísa, at skiparar nú hava trupul- leikar at hava tamarhald á hesum megnar kvæði, tí nú skal endatónin í niðurlag- num á hvørjum sinni stereotypt tenjast út, so- leiðis sum Týr ger tað. Heldur ikki er tað sam- svarandi føroyskum kvøð- ingarlag, at Ormurin Langi nú eins og kvikligur valsur hoyrist kvøðin beinleiðis í 6/8-takt. Hetta sagt í bestu mein- ing, so skal verða endur- tikið, at tað er gleðiligt, at forna kvæðastevið fær end- urljóð í føroyskum nútíðar- tónleiki og vinnur sær nýggjan ans hjá ungdóm- inum. Tað eigur m.a. Týr bæði heiður og tøkk fyri. Men umráðandi er tað, at farið verður fram við sann- ari innliving og fullum atliti at siðaarvinum, tá kvæðini verða brúkt í sínum upp- runalíki, og tað mugu vit vóna, at hesin nú so navn- frami tónleikabólkur fer at gera í sínari nýggju kvæða- útgávu. Heri Mohr Í seinastu viku hevði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, eina grein í bløðunum við støði í, at "øll kenna helst klassisku søguna um smiðin, ið var deyðadømdur í eini lítlari bygd. Bygdin átti bert hendan eina smiðin, meðan fleiri bakarar vóru í bygdini. Tí gjørdi bygdarfólkið av at avrætta ein óskyldugan bakara í staðin fyri smiðin…" Eftir øllum at døma kennir landsstýrismaðurin ikki søguna um "Smeden og bageren", tí í fyrsta lagi er ikki talan um eina søgu, men eina klassiska yrking, í øðrum lagi vóru ikki fleiri, men tveir bakarar í bygdini, og í triðja lagi var tað ikki bygdarfólkið, men ein dómari, sum dømdi bakaran til deyða. Yrkingin hjá Johan Herman Wessel (1742-1785) ljóðar soleiðis: Det var en liden Bye, i Byen var en Smed, som farlig var, naar han blev vred. Han sig en Fiende fik (dem kan man altid faae; jeg ingen har; det gaae min Læser ligesaa!) Til Uhæld for dem begge to de træffes i en Kroe. De drak (jeg selv i Kroe vil drikke, for andet kommer jeg der ikke. Anmærk dog, Læser! dette, jeg immer gaaer paa de honnette.) Som sagt, de drak, og efter mange Skieldsord, hidsig Snak slaaer Smeden Fienden paa Planeten. Saa stærkt var dette Slag, at han saae ikke Dag, og har ei siden seet ´en. Strax i Arresten blev Smeden sat. En Feldskiær faaer den Døde fat og om en voldsom Død Attest hensender. Den Mordere forhøres og bekiender. Hans Haab var, at han skulle hisset gaae og der Forladelse af sin Modstander faae. Men hør nu Løjer! Netop Dagen, før Dom skal gaae i Sagen, fremtriner fire Borgere for Dommeren; den mest veltalende ham saa tiltalede: "Velviseste! Vi veed, paa Byens Vel De altid see; men Byens Vel beroer derpaa, at vi vor Smed igien maa faae. Hans Død opvækker jo dog ei den Døde; vi aldrig faaer igien saa duelig en Mand. For hans Forbrydelse vi alt for grusomt bøde, om han ei hielpes kan." "Betænk dog, kiere Ven, der Liv for Liv maae bødes."- "Her bor en arm, udlevet Bager, som Pokker snart desuden tager. Vi har jo to, om man den ældste tog af dem, saa blev jo Liv for Liv betalt." "Ja", sagde Dommeren, "det Indfald var ei galt. Jeg Sagen at opsætte nødes; thi i saa vigtigt Fald man maae sig vel betænke, gid vores Smed jeg Livet kunde skienke! Farvel, godt Folk, jeg giør alt, hvad jeg kan." "Farvel, velvise Mand!" - Han bladrer i sin Lov omhyggelig, men finder intet der for sig, hvorved forbuden er for Smed at rette Bager; han sin Beslutning tager og saa afsiger denne Dom: (hvem som vil høre den, han kom!) "Vel er Grovsmeden Jens for al Undskyldning læns og her for Retten selv bekiendte, at han Anders Pedersen til Evigheden sendte; men da i vores By en Smed vi ikkun have, jeg maatte være reent af Lave, i Fald jeg vilde see ham død. Men her er to, som bager Brød. Thi kiender jeg for Ret: Den ældste Bager skal undgielde det og for det skete Mord med Liv for Liv bør bøde, til velfortiente Straf for sig og ligesindede til Afskye og til Skræk." Den Bager græd Guds jammerlig, da man ham førte væk. Moral: Beredt til Døden altid vær! Den kommer, naar du mindst den tænker nær. Nógvar anekdotur eru um Johan Herman Wessel t.d. tann um tveir menn, sum, við stívari kenning á veg til hús, sóu ein mann liggja á vegnum. Annar av teimum hugdi niður á tann mest sum avdottna við orðunum: "Et drukkent svin på Valbybakke lå", og Johan Herman, hóast næstan avdottin, var skjótur at svara: "To æsler stod og gloede derpå". …….. Ella hansara egna gravskrift: "Han åd og drak, var aldrig glad, hans støvlehæle gik han skæve, han ingen ting bestille gad, tilsidst han gad ej heller leve". Vónandi hevur landsstýrismaðurin fingið ein góðan látur úr hesi kunning við støði í hansara egnu grein, sum eftir míni fatan er sera skilagóð. Heri Joensen Heiðavegur 6 Føroyar er eitt demo- kratiskt samfelag sam- bært grundlógini og stýrisskipanini fyri Før- oyar. Hetta merkir at allir persónar, sum hava væl- rætt, kunnu velja tann persón inn á ting at sita, sum viðkomandi veljari metir umboða sína sjón- armið - og virðir annars - á best møguligan hátt. Í grundlógini stendur at staturin stuðlar fólka- kirkjuna - og ikki er øvugt! Sostatt er einki, hvørki í grundlógini, stýrisskipanarlógini ella aðrari lóggávu, ið liggur til grund fyri skipanini av tí Føroyska samfelag- num, sum bendir á, at landsins lóggáva er - ella eigur at verða - grundað á bíbliuna. Hinvegin er lóggáva, sum positivt verjir rættindini hjá ym- iskum minnilutum. Niðurstøðan má verða, at Føroyskir politikarar og onnur sum stýra Før- oya landi hava ávís rætt- indi og ávísar skyldir mótvegis tí fólki, ið her býr: • Føroyskir lóggevarar og landstýrismenn hava SKYLDU til at verja rættindini hjá minnilutum (herundir samkyndum, trúar- bólkum o.ø.) • Føroyskir lóggevarar hava RÆTT til at lóg- geva eftir síni sannfør- ing (herundir kristnari, humanistiskari ella aðrari sannføring) Sexualitetur Í greinum í bløðunum seinastu dagarnar er ført fram, at homosexuali- tetur er at samanbera við eitt nú pædofili. Hvussu í verðini kann tað at oyði- leggja lívið hjá einum øðrum menniskja saman- berast við homosexu- alitet? Kynsliga støðan hjá einum menniskja skaðar ikki nakað annað menniskja! Hví hava ávísir per- sónar so nógv ímóti sam- kyndum? Tað at verða bangin fyri samkyndum, tvs. at verða homofob- iskur, merkir fyri ein stóran part tað sama sum at verða bangin fyri tí kvinnuliga; og kanningar staðfesta, at samanhang- ur er millum millum kvinnukúgan og hatrið móti samkyndum [D. J. Parrott: "Homofobia: personality and attitudi- nal correlates", Perso- nality and Individual Differences, Vol. 32, síða 1269-1278, 2002]. Tað vil siga, at tað ofta eru somu persónar sum kúga kvinnur og samkynd. Kanning aftan á kann- ing vísir, at homosexu- alitetur fyri ein stóran part er biologiskt tengdur (sí [Q. Rahman: "Born Gay? The psychobiology of human sexual orien- tation", Personality and Individual Differences, Elsevier, (ikki útgivið enn)] og [N. Dickinson: "Same-sex attraction in a birth cohort: preva-lence and persistence in early adulthood", Social Science & Medicine, Elsevier, (ikki útgivið enn)]). Tað má tí harðliga mælast frá at moralisera ella lóggeva móti biolog- iskt tengdum fyribrigd- um, so sum kynsligari støðu. VIÐMERKINGAR Rættindi hjá minnilutum Smiðurin og bakarin Týr við nýggjari kvæðaútgávu C M Y K 11 10