Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. oktober 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 190 - 4. oktober 2002 Nr. 190 - 4. oktober 2002 9 Open by night Í kvøld hava handl- arnir í Klaksvíkar Handilsfelag opið til klokkan 23. Hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum Handils- felagið skipar fyri HANDILSLÍV Solby A. Eliasen Klaksvík: Formaðurin í Klaksvíkar Handilsfelag Jógvan Jacobsen, sigur, at tað er ójavnt, hvussu vær umtókt eitt tílíkt tiltak er millum limirnar. Summi lata væl at, meðan onnur lata minni væl at. - Men soleiðis vil tað altíð verða, sigur Jógvan. Hetta tiltakið varð roynt tvær ferðir í fjør, og tað hevur víst seg at eydnast rímuliga væl. Jógvan Jacobsen sigur, at um tað fellur á ein góðveðursdag, so kann tað vísa seg at verða sera hugnaligt. Onkuntíð hava handlar eisini skipað fyri onkrum serligum tiltaki í sambandi við Open by night ella langan leygardag. Til dømis hava handlar skipað fyri mótasýning úti og eisini hevur verið høvi til at fáa ein kaffimunn uttandura. Jógvan Jacobsen sigur, at handlarnir koyra eisini ofta onkur serlig tilboð í sam- bandi við tílíkar dagar, og tað er ofta avgerandi fyri undirtøkuna eisini. Klaksvíkar Handilsfelag tilrættisleggur tiltøk fyri eitt hálvt ár í senn. Og so verður ætlanin løgd fyri limirnar á fundi, og so verður atkvøtt um tað. Fyrst umhugsaðu tey at hava langan leygardag í hesi vikuni heldur, men or- sakað av at seinasti dystur- in í landskappingini í fót- bólti verður leygardagin, so hava tey heldur valt at hava Open by night. - Nú er tað so greitt, at HB er føroyameistarar, men tað vistu vit ikki, tá vit gjørdu av at hava Open by night heldur enn langan leygardag. Tað verður kon- firmatión sunnudagin, og tað er kanska serliga við tí fyri eyga, at tað verður skipað fyri hesum tiltaki- num. Og eftirsum at sein- asti dystur er leygardagin, so kundi tað væntast, at undirtøkan ikki fór at verða so góð. Tí valdu vit heldur at geva fólki ein møguleika til at keypa seint fríggja- kvøldið, greiðir Jógvan Jacobsen frá. Hann leggur at enda afturat, at tá tað hevur verð- ið skipað fyri tiltøkum í bý- num í sambandi við tiltøk hjá Handilsfelagnum, at tá eru tað handlarnir sjálvur, sum skipa fyri tí og ikki Klaksvíkar Handilsfelag, sum tað onkuntíð hevur verið hildið. Fríggjakvøldið hava handlarnir í Klaksvíkar Handilsfelag opið til klokkan 23 Kvinnufelags- ársaðalfundur Kvinnufelagið hevði ársaðalfund mána- kvøldið 30. septemb- ur YVIRLÝSING Solby A. Eliasen Í tíðindaskrivinum stendur, at ársaðalfundurin hjá Kvinnufelagnum, ið varð hildin í Mettustovu mána- kvøldið 30. septembur 2002, samtykti at senda fjølmiðlunum fylgjandi yvirlýsing: Mangt leikar á nú før- oyska samfelagið í roynd- um sínum at koma longur fram á leiðini ímóti einum liviligari samfelag fyri øll uttan mun til kyn ella húða- lit, til religión ella kynsliga orientering millum vaksið fólk tykist at vera komið í rasshaft av at blanda poli- tikk og átrúnað saman. Vit gera tí vart við, at - Kvinnufelagið av fullum huga tekur undir við samtyktum ST´s um rættindini hjá kvinnum at ráða yvir sínum egna kroppi í øllum viður- skiftum sum viðvíkja heilsu og nøring, kyns- lívi og familjumynstri, og at hesin rættur eisini eigur at umfata sam- kyndar menn. Vit gera eisini vart við, at - Kvinnufelagið tekur undir við yvirlýsingini um skrásett paralag fyri samkynd í Føroyum, og at - Kvinnufelagið somu- leiðis ynskir lógar- tryggjaðan rætt hjá kvinnum til sjálvvalda fosturtøku. KÍ takkar áskoðarunum Eftir seinasta dystin í landskappingini hjá fyrstu deild við monnum leygardagin í Klaksvík, bjóðar KÍ øllum áskoðarunum til ábit í KÍ høllini FÓTBÓLTUR Solby A. Eliasen Klaksvík: Tá KÍ og NSÍ hava leikt dystin um silvur og bronsumerkini leygar- dagin, og heiðursmerkini eru handaði, bjóðar Klaks- víkar Ítróttarfelag øllum áskoðarunum til ábit í KÍ høllini. Karl Birgir Isaksen, for- maður í Fótbóltsdeildini hjá KÍ, sigur, at áskoðarar- nir, sum so trúfast møta til hvønn dyst, verða ofta gloymdir, tá kappingarárið er av. Tí hevur leiðslan í KÍ tikið hetta stigið. - Hetta er líkasum fyri at vísa okkara takksemi til áskoðararnar. Og vit vóna, at tey á henda hátt fara at kenna tað, sum tey eru ein partur av felagnum. Tí tað eru tey so avgjørt. Uttan teirra stuðul, so hevði fel- agið mangan verið lítið, tað er púra vist, sigur Karl Birgir. Til matna leygardagin í KÍ høllini verður smyrji- breyð, køkur frá bakarun- um í Klaksvík og kaffi. Eis- ini verður góðgæti frá JFK Heilsølu og sodavatn frá Føroya Bjór. Eftir seinasta landskappingardystin hjá monnum leygardagin fáa áskoðararnir høvi til at fáa ein bita, sum eina tøkk fyri stuðulin í farna kappingarárinum Kappróðrarfelagið, NSÍ, skipar fyri stórum tiltaki í Ítróttarhøllini í Runavík, leygardagin, 19. oktober TILTØK Vilmund Jacobsen Leygardagin, 19. oktober, skipar kappróðrarfelagið, NSÍ, fyri uppboðssølu av seyði í Ítróttarhøllini í Runavík. Hetta hevur verið eitt vælumtókt tiltak, sum felagið tekur uppaftur í ár. Seyðasølan byrjar kl. 14. Kappróðrarfelagið fer at selja einar 15 seyðir á upp- boði, og síðan verður eisini ein veðrur seldur á »meks- ikanskan hátt«, sum felagið tekur til. Her verða 50 kr. goldnar fyri hvørt boð, sum kemur. Í samband við seyðasøl- una, verður eisini skipað fyri stórum køkutombola og matsølu. Contry dansur Men tiltøkini hjá kappróðr- arfelagnum, leygardagin, 19. oktober, verða ikki av- blást við køkutombola og matsølu, tí leygarkvøldið verður eisini dansur á skránni. Frá kl. 23 til 04 verður contry dansur í Ítróttarhøll- ini við norsku, Anitu, sum fer at undirhalda saman við faðiri sínum. Anita er vælumtókt á Bergen-leiðini í Noregi, og í Runavík fer hon at undir- halda við góðum dansitón- leiki. Kappróðrarfelagið, NSÍ, vónar, at nógv fólk fara at leggja leiðina fram við Runavíkini leygardagin til seyðasøluna og seinni um kvøldið til contry dansin. Seyðasøla, køkutombola, matsøla og dansur Í Runavík verður nógv á skránni leygardagin, 19. oktober. Hendan dagin skipar kappróðrarfelagið, NSÍ, fyri seyðasølu, stórum køkutombola, matsølu og seinni um kvøldið eisini fyri dansi við norsku, Anitu Mynd: Vilmund Jacobsen Prísurin er tó rímiliga støðugur; hann liggur um 5 kr. í miðal fyri kg. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Tað er rættiliga nógvur upsi á føroyska marknaðinum í løtuni, men hóast tað, so hevur miðalprísurin hildið sær hampiliga væl. Tann størri upsin fer fyri góðar 5 kr. fyri kg. og tann smærri fyri slakar 5 kr. Miðalprís- urin liggur tískil rundan um tær 5 krónurnar. Nógvar landingar Virkini, sum arbeiða upsa, hava úr at gera. Mánadagin landaði Vesturskin út við 200.000 pund í Saltangará, harav sløk 160.000 pund var upsi. Mikudagin var Vesturvarði; teir høvdu eini 180.000 pund tilsamans, harav 140.000 pund var upsi. Aftrat hesum hevur Fiskavirking í Saltangará keypt eini 25.000 pund av upsa frá Magnusi Heinason og eini 40.000 pund frá P/F Beta. Væntandi landa tvey skip í Saltangará í dag. Tá ið vit frættu, var ikki endaliga greitt, um skipini verða Akranes og Dragasund ella Akraborg og Varðborg. – Vit fáa annað av hesum pørum hendanvegin, sigur Jason Johannesen, virkis- leiðari Trolbáturin, Niclas, land- ar eisini í Saltangará í dag, men tað verða onnur virki, sum keypa hendan fiskin, tí væntandi er meginparturin av veiðini gráur fiskur. Trýstir prísin Jason Johannesen sigur, at marknaðarprísurin á upsa er einki serligur í løtuni, og tað trýstir eisini prísin á upsablokki, tá ið nógvar upsalandingar eru uttan- lands. Nógvur upsi á marknaðinum FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Í samrøðu við Sosialin herfyri, segði Olaf Olsen, nevndarformaður í Fiska- marknaði Føroya, at við uppboðssøluni kom »mark- naðarprísurin til skipini«. Tá ið tú hevur við fisk og fiskivinnu at gera, er alt ikki so einfalt. Tí eru altíð undantøk, og soleiðis er eisini í hesum førinum. Útróðrarmenn, sum royna við línu og fáa væl av hýsu, eru ikki nøgdir við prísin á teirri smáu hýsuni, hýsu 3. Summar dagar hevur prísurin fyri hýsu 3 ligið heilt niðri á 1 kr. fyri kg., og tað er snøgt sagt eingin prísur. Aðrar dagar hevur hann verið betur, upp í einar 5-7 kr. fyri kg. Tað eru serliga teir, sum selja hýsuna óvirkaða av landinum, sum keypa hendan fiskin. Hýsan verð- ur ísað og send niður á bretska marknaðin. Spottprísur inn, góður prísur út Sosialurin hevur frætt frá álítandi keldu, at prísurin, sum fæst á bretska markn- aðinum, líkist als ikki prís- inum, sum bátarnir fáa á uppboðssøluni. Vit hava skilt, at onkran dagin er hýsa keypt á upp- boðssølu fyri 1 kr. fyri kg. og seld av aftur landinum fyri einar 15-17 kr. fyri kg.! Hetta er ein himmalvíður prísmunur… Fyrr í ár tosaði stjórin í Føroya Fiskavirking, Mein- hard Jacobsen, um at lagað virkið í Álakeri, sum Bjarti Mohr rak, um til eitt virki, sum kundi keypa og virka smáan fisk, sum stundum fer av landinum fyri lítið og lætt. Í hesum sambandi skiltu vit á Meinhardi, at hann ikki minst hugsaði um smáu hýsuna, sum fer óvirkað av landinum. Seinast, vit frættu frá Meinhardi um hesa ætlan, var hon ikki komin undir land. Skip koma og skip fara. Nógvur upsi verður førdur til lands í hesum døgum Mynd: Vilmund Jacobsen Hýsa 3 fer fyri spottprís Marknaðarprísurin á teirri smáu hýsuni er eftir øllum at døma ikki »komin til skipini«. Hýsa 3 fer stundum fyri spottprís á uppboðssøluni, men verður seld óvirkað av aftur landinum fyri góðan prís. C M Y K 9 8