fríggjadagur 4. oktober 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 190 - 4. oktober 2002
Nr. 190 - 4. oktober 2002
7
– Ger landsstýrismað-
urin í fiskivinnu-
málum mismun á
skipunum, sum fiska
svartkjaft, vil Kristina
Háfoss hava at vita
SVARTKJAFTUR
Áki Bertholdsen
Eru øll tey føroysku skip-
ini, sum fiska svartkjaft,
líka fyri lógini, ella er
landsstýrismaðurin í fiski-
vinnumálum við til at av-
laga kappingina ímillum
skipini.
Hetta eru spurningar,
sum Kristina Háfoss, løg-
tingskvinna fyri tjóðveldis-
flokkin, nú vil hava greiði
á.
Hon hevur tískil sett
Jørgen Niclasen, lands-
stýrismanni í fiskivinnu-
málum, nakrar skrivligar
fyrispurningar í tinginum
um fiskiskapin hjá føroysk-
um skipum eftir svartkjafti.
Fyrispurningarnir verða
lagdir fyri Løgtingið fyrsta
dagin.
Orsøkin til, at hon reisir
spurningin, er, at týsdagin
gjørdi Fiskiveiðieftirlitið av
at steðga øllum føroyskum
fiskiskapi eftir svartkjafti.
Hetta varð gjørt við støði
í eini kunngerð, har tað
verður staðfest at felags-
kvotan fyri svartkjaftafiski-
skapin í ár er 193.400 tons.
Fiskivieiðieftirlitið boð-
aði frá, at nú eru tey
193.440 tonsini fiskað og tí
fingu tey bæði skipini, ið
vóru úti, Næraberg og
Tróndur í Gøtu, boð um, at
steðga fiskiskapinum í
stundini.
Tekur ræði á 6.600
tonsum
Kristina Háfoss vísir á, at í
ár er svartkjaftakvotan hjá
føroysku
skipunum
200.000 tons.
– Av teimum 200.000
tonsunum, hevur landsstýr-
ismaðurin gjørt av, at
193.400 tons skulu vera
felagskvota.
Hinvegin hevur Jørgin
Niclasen tilskila sær rætt til
sjálvur at ráða yvir hinum
6.600 tonsunum av kvot-
uni.
Kristina Háfoss vil hava
at vita, hvørja lógarheimild,
landsstýrismaðurin hevur at
taka sær ræði á einum parti
av svartkjaftakvotuni.
Hon vísir á, at skipini,
sum hava loyvi at fiska
svartkjaft, hava øll loyvi at
fiska av felagskvotuni, utt-
an nøgdaravmarkingar.
Kristina Háfoss vil tí
hava at vita, hvørja grund-
geving landsstýrismaðurin í
fiskivinnumálum hevur til
at taka 6.600 tons burturav
svartkjaftakvotuni til sín
sjálvs at ráða yvir, heldur
enn at lata tey vera ein part
av felagskvotuni.
Hon vil eisini hava at
vita, um hetta ikki er brot á
javnbjóðisrættindini
hjá
skipum, ið royna eftir svart-
kjafti.
Til Næraberg?
Hon vísir eisini á, at øll
skipini, sum fiska svart-
kjaft, uttan Næraberg, hava
eisini silda- og makrelkvot-
ur til góðar, sum tey kunnu
troyta tað, ið eftir er av
árinum.
Hon vil tí hava at vita,
um tað er ætlanin at lata
Nærabergi tey 6.600 tonsini
av svartkjafti, sum lands-
stýrismaðurin hevur tikið
sær ræði á.
Og er tað so, vil hon hava
at vita, hvør grundgevingin
er, og um hetta ikki er
kappingaravlagandi og brot
á javnbjóðisrættindini hjá
skipunum, ið fiska svart-
kjaft.
Leivur Hansen,
býráðslimur, mælir
nú til, at eldraráð
verður sett á stovn í
Havn
ELDRARÁÐ
Áki Bertholdsen
Nú skulu vit hava eitt eldra-
ráð í Tórshavnar Komm-
unu.
Tað heldur í hvussu so er
Leivur Hansen, býráðs-lim-
ur.
Hann hevur nú mælt bý-
ráðnum til at seta á stovn
eitt eldraráð í kommunun
og uppskotið er nú til við-
gerðar í umsitingini hjá Bý-
ráðnum,
Leivur Hansen vísir á, at
Landsstýrið hevur boðað
frá, at eldraøkið skal leggj-
ast út til kommunurnar at
reka og umsita og tað verð-
ur væntandi frá 1. juli
næsta ár.
Hann sigur tí, at tað er
ikki annað enn rætt og rími-
ligt, at eitt eldraráð verður
sett á stovn.
– Tað er onki forgjørt í, at
kommununan longu fer
undir fyrireikingarnar til at
átaka sær uppgávuna at
røkja
eldraøkið
eisini,
heldur hann.
– Aðrastaðni, har komm-
un-ur umsita hetta økið, eru
slík eldraráð heilt vanlig.
Hann sigur, at endamáli
við einum slíkum ráði er, at
tað skal skal vera ráðgev-
andi hjá lóggevandi mynd-
ugleikanum í málum, ið
viðvíkja teimum eldru.
Góða undirtøku
Leivur Hansen ivast ikki í,
at uppskotið fær góða
undirtøku.
Hann vísir á, at í eldra-
álitinum, sum ein arbeiðs-
bólkur gjørdi fyri Tórs-
havnar kommunu í 1998,
verður mælt til at seta tílíkt
ráð á stovn at vera bindilið
millum borgararnar og bý-
ráðið á eldraøkinum. Bý-
ráðið skal við øðrum orð-
um hoyra eldraráðið um
allar politiskar ætlanir, ið
viðvíkja teimum eldru.
– Býráðið, sum tá var,
samtykti einmælt, at brúka
álitið til grundarlag undir
framtíðar arbeiðnum hjá
kommununum á eldraøkin-
um.
– Og nú Landsstýrið hev-
ur boðað frá, at ítøkiligar
ætlanir er um at leggja
málsøkið út til kommun-
urnar, er stundin komin til
at fylgja omanfyrinevnda
tilmæli, heldur Leivur Han-
sen.
Og í eldraálitinum, sum
beint nú er komið, verður
eisini mælt til at seta slík
eldraráð á stovn.
Byráðslimurin hevur ikki
gjørt sær so nógvar tankar
um, hvør skal sita í einum
slíkum ráði.
Sum hann hevur skilt,
verða slík ráð aðrastaðni
vald við beinleiðis fólkaat-
kvøðu.
Men tað heldur hann ikki
skuldi verið neyðugt i
Føroyum.
– Uttan iva ber tað til at
velja eitt slíkt ráð, uttan at
skipa fyri fólkaatkvøðu.
Tað kunnu kanska vera
feløg og stovnar, sum hava
við eldri at gera, eitt nú
pensjonistafelag, Tilhaldið
og onnur, sum velja limir í
ráðið.
Jørgen Niclasen tikið ræði
á 6.600 tonsum av svartkjafti
Kristina Háfoss vil hava at vita, um ætlanin er at geva
Næraberg svartkjaftakvotu framíhjá, sum hini skipini ikki
hava møguleika at fáa lut í
Tey eldru í Havn skulu hava ráð
Bara tveir kommunu-
læknar eru í Klaksvík
í løtuni. Eftir ætlan
skuldi triði læknin,
sum higartil hevur
starvast í Vági, taka
við 1.oktober, men
hetta er nú fyribils
útsett. Og eingin
kommunulækni er
settur í starv í Vági,
sum tískil bara hevur
ein kommunulækna í
løtuni
HEILSUMÁL
Jón Brian Hvidtfeldt
Í løtuni standa kommunu-
læknastørv tóm, bæði í
Klaksvík og í Vági. Eftir
ætlan skuldi tann eini
kommunulæknin,
sum
hevur starvast í Vági, taka
við kommunulæknastarvi í
Klaksvík 1.oktober, men
hetta er útsett í óásetta tíð.
Og fyribils verður heldur
eingin annar kommunu-
lækni settur í starv í
Klaksvík. Samtíðis stendur
starvið, sum kommunu-
læknin í Vági er farin úr,
framvegis tómt, og heldur
ikki her røkist nakað fyri, at
tað starvið verður sett.
Læknin í Vági, sum upp-
runaliga skuldi taka við
stavi í Klaksvík 1.oktober,
er fyribils sjúkrameldað.
Samtíðis kannar Lands-
læknin framvegis hennara
embætisførslu, meðan hon
hevur verið kommunulækni
í Vági. Orsøkin er hending-
in herfyri, tá læknin sovn-
aði, meðan hon var í
læknaørindum at skriva
eina deyðsváttan.
Landslæknin skal geva
øllum læknum »autorisa-
tión«, tvs. at hann skal
góðkenna teirra læknaliga
fakleika. Samtíðis er
Trivnaðarmálaráðið setan-
armyndugleiki, m.a. hjá
kommunulæknum, og tað
kann gera støðuna eitt
sindur fløkta, sigur Aibritt á
Plógv, aðalstjóri í Trivn-
aðarmálaráðnum.
- Í løtuni bíða vit eftir,
hvørja niðurstøðu Lands-
læknin kemur til. Nú er
læknin, talan er um, sjúkra-
meldað í løtuni, og tí kann
tú siga, at hon ikki kundi
tikið við starvinum í Klaks-
vík 1.oktober kortini, men í
løtuni er eitt sindur ringt at
siga, hvar málið flýtur,
sigur Aibritt á Plógv. Hon
leggur afturat, at Trivn-
aðarmálaráðið hevur valt at
bíða eftir Landslæknanum,
og tí niðurstøðu hann kem-
ur til. Tí verður fyribils
eingin kommunulækni sett-
ur í starv afturat í Klaksvík,
hóast triðja kommunu-
læknastarvið í læknadøm-
inum skuldi mannast aftur
1.oktober.
Aibritt á Plógv sigur, at
Trivnaðarmálaráðið fer at
taka setanina av kommunu-
læknanum í Klaksvík upp-
aftur, tá málið viðvíkjandi
kommunulæknanum, hvørs
viðurskifti
Landslæknin
kannar, er avgreitt.
Aðalstjórin í Trivnaðar-
málaráðnum heldur tað
vera óheppið, at tað er so
langt millum setanarmynd-
ugleikan hjá kommunu-
læknunum og myndug-
leikan, sum skal góðkenna
teirra læknaliga fakleika,
serliga í einum dømi sum
hesum. Hon vísir á, at var
læknin, sum skuldi í starv í
Klaksvík, t.d. ikki sjúkra-
meldað í løtuni, so kundi
Trivnaðarmálaráðið í prin-
sippinum havt sett læknan í
starv í Klaksvík, sjálvt um
tað seinni hevði víst seg, at
Landslæknin var komin til
eina
aðra
niðurstøðu.
Aibritt á Plógv sigur, at hon
í næstum fer at taka málið
upp við Landslæknan, fyri
at vita, um mannagongd-
irnar
møguliga
kunnu
broytast.
Setaninar kunnu
draga út
Maria á Dul, starvsfólka-
stjóri í Trivnaðarmálaráð-
num, sigur, at setanin av
kommunulæknanum
í
Klaksvík kann draga út.
Eisini hon vísir á, at komm-
unulæknin, sum skuldi taka
við starvinum í Klaksvík
1.oktober, er sjúkrameldað.
- Eg kann bara siga so
mikið, at setanin er útsett í
løtuni. Tað er ilt at meta
um, nær kommunulækna-
starvið í Klaksvík verður
mannað, tað vil bara tíðin
vísa, sigur Maria á Dul. Í
løtuni verður bíðað eftir,
hvørja niðurstøðu lands-
læknin kemur til, og síðan
fer Trivnaðarmálaráðið at
taka støðu út frá tí, hvørt
fyrrverandi læknin í Vági
skal setast í starv í Klaks-
vík, ella farast skal at leita
eftir einum øðrum lækna.
Maria á Dul væntar, at ein
ábending fæst um hetta, tá
hesin mánaðin er av.
Samtíðis sum setanin av
triðja kommunulæknanum
í
Klaksvík
dregur
út,
gongst illa at fáa nakran
lækna til Vágs. Starvið,
sum læknin, ið skuldi fara
til Klaksvíkar, er farin úr,
stendur enn tómt. Maria á
Dul sigur, at trupult er at
finna nakran lækna til
kommunulæknastarvið
í
Vági, og hon dugir tískil
ikki at meta um, nær starv-
ið verður sett. Í løtuni er
sostatt bara ein kommunu-
lækni í Vági. Á Tvøroyri,
har tveir kommunulæknar
eisini eiga at vera, er støðan
at kalla tann sama. Annar
av
kommunulæknunum
hevur í eina tíð verið sjúk-
ur, og er framvegis so illa
fyri, at hann ikki fær tikið
vaktir, og tí eru bara tveir
læknar til alla Suðuroynna.
- Tað vísir seg, at trupul-
leikar eru at manna komm-
unulæknastørvini, at kalla
alla staðni í landinum, sigur
Maria á Dul, starvsfólka-
stjóri í Trivnaðarmálaráð-
num.
Tað er landslæknin, sum
gevur »autorisatión«, t.v.s.
góðkennir læknan fakliga,
og
Trivnaðarmálaráðið
kann ikki gera annað enn
fylgja honum.
Læknin, sum talan er um,
er amerikanari og hevur
fingið autorisatión fyri
halvt ár í senn. Kravt verð-
ur millum annað, at fyri at
vera lækni í danska konga-
ríkinum, skal viðkomandi
duga danskt.
Aibritt á Plógv sigur, at
hon veit ikki, um hesin
læknin dugir danskt. Men
hon dugir føroyskt.
Í løtuni er støðan í málin-
um tann, at Suðuroyar
sunnar helvt hevur ongan
lækna, tí hin læknin har
suðuri er í summarfrí.
Trivnaðarmálaráðið hev-
ur fyribils loyst annan
kommunulæknan í Vági úr
starvi. Læknin skuldi tann
1. oktober taka við komm-
unulæknastarvi í Klaksvík,
men tað er útsett, meðan
ymisk viðurskifti við em-
bætisførsluni í Suðuroy
verða kannað
Meðan eingin lækni er í
Suðuroyar sunnaru helvt,
mugu fólk venda sær til
lækna á Tvøroyri ella til
Sjúkrahúsið
Heilsumál
Annar kommunulæknin i
Vági er fyribils loystur úr
starvi. Embætisførslan hjá
læknanum verður kannað,
og setan í kommunu-
læknastarv í Klaksvík er
fyribils
útsett,
meðan
viðurskifti læknans verða
viðgjørd, sigur aðalstjórin í
Trivnaðarmálaráðnum.
Aibritt á Plógv, aðalstjóri
í
Trivnaðarmálaráðnum,
sigur, at grundin til avgerð-
ina hjá ráðnum er tann
umrøðan, sum týsdagin var
í Sosialinum av einum ávís-
um máli, har kommunu-
læknin í Vági var uppií.
– Eingin beinleiðis klaga
um læknan er komin til
Trivnaðarmálaráðið, sigur
Aibritt á Plógv. Onkur ein-
stakur persónur hevur ringt
til okkara, men vil ikki
leggja navn til nakra klagu.
Men tá málið varð alment
gjøgnum
fjølmiðlarnar,
varð gjørt av at kanna tað,
og læknin varð biðin um at
fara heim at hvíla seg, teir
dagarnar, hon hevur eftir í
starvinum í Suðuroy. Hon
skuldi annars tann 1. ok-
tober flyta í kommunu-
læknastarv í Klaksvík.
Aibritt á Plógv sigur, at
Trivnaðarmálaráðið hevur
verið í samband við lækn-
an, og avtalað er, at læknin
skal møta á fundi í Trivn-
aðarmálaráðnum komandi
mánadag, har tosast skal
um viðurskiftini.
Trivnaðarmálaráðið
er
setanarmyndugleiki
hjá
kommunulæknunum
og
kann eisini loysa teir úr
starvi, meðan landslæknin
hevur eftirlitsmyndugleik-
an.
Aibritt á Plógv sigur, at
landslæknin eisini kannar
hetta málið í løtuni, og
vónar hon, at tann kanning-
in er liðug til mánadagin,
so hon eisini kann verða
viðgjørd á fundinum mill-
um læknan og Trivnaðar-
málaráðið.
Tað er landslæknin, sum
gevur »autorisatión«, t.v.s.
góðkennir læknan fakliga,
og
Trivnaðarmálaráðið
kann ikki gera annað enn
fylgja honum.
Læknin, sum talan er um,
er amerikanari og hevur
fingið autorisatión fyri
halvt ár í senn. Kravt verð-
ur millum annað, at fyri at
vera lækni í danska konga-
ríkinum, skal viðkomandi
duga danskt.
Aibritt á Plógv sigur, at
hon veit ikki, um hesin
læknin dugir danskt. Men
hon dugir føroyskt.
Í løtuni er støðan í málin-
um tann, at Suðuroyar
sunnar helvt hevur ongan
lækna, tí hin læknin har
suðuri er í summarfrí.
Mánadagin skal tann nú
fyrrverandi
Suðuroyar
læknin koma við síni
frágreiðing til Trivnaðar-
málaráðið, sum so fer at
gera av, um norðoyingar fáa
ein avloysaralækna afturat
frá 1. oktober ella ikki.
Ein avloysari fór
hósdagin til
Sandoynna, sum
seinastu dagarnar
hevur ligið í
læknaloysi. Hann skal
vera í oynni til
leygarkvøldið, og
mánadagin fáa
sandingar sín lækna
aftur. Men hóast
Sandoyggin, saman
við Skúgvoynni,
hevur rætt til tveir
kommunulæknar,
røkist einki fyri
hesum
HEILSUMÁL
Jón Brian Hvidtfeldt
Í blaðnum í gjár skrivaðu
vit, at Sandoyggin í eina tíð
hevur ligið í læknaloysi.
Kommunulæknin í oynni,
Andreas Hans Anthonius,
hevur verið í feriu í tvær
vikur, og kemur ikki aftur
fyrr enn mánadagin. Tí
hevur eingin lækni verið í
oynni, og sandingar hava
tískil verið noyddir at farið
norður til Havnar til lækna.
Maria á Dul, starvsfólka-
stjóri í Trivnaðarmálaráð-
num, sigur, at ein misskilj-
ing
millum
Trivnaðar-
málaráðið og kommunu-
læknan hevur gjørt, at
eingin lækni hevur verið í
oynni seinastu dagarnar, og
tað er sera óheppið. Maria á
Dul sigur, at tey nú hava
fingið avtalu við Anfinn
Rubek Nielsen, sum áður
hevur verið lækni á Sandi,
um at røkja læknastarvið á
Sandi til leygarkvøldið.
Anfinn
Rubek
Nielsen
skuldi fara í Sandoynna
hósdagin. Og mánadagin
kemur so Andreas Hans
Anthonius aftur í sítt
kommunulæknastarv, sum
hann hevur røkt síðan marts
mánað.
Sandoyar
læknadømi,
sum eisini fevnir um Skúv-
oynna, hevur rætt til tveir
kommunulæknar,
men
einki røkist fyri, at tveir
læknar aftur koma í oynna.
- Tað vísir seg at vera sera
trupult at finna nakran
lækna til starvið, sum
stendur tómt í Sandoynni,
sigur Maria á Dul. Hon
leggur afturat, at Trivnaðar-
málaráðið
søkir
eftir
kommunulæknum alla tíð-
ina, men áhugin fyri størv-
unum tykist vera sera lítil.
Starvsfólkastjórin í Trivn-
aðarmálaráðnum kann tí
ikki lova, um ella nær tveir
kommunulæknar aftur vera
í Sandoynni.
At bara ein kommunu-
lækni er í Sandoynni merk-
ir, at hesin skal hava vakt
24 tímar um samdøgrið, og
hetta er als ikki nøktandi,
hvørki fyri læknan ella fyri
setanarmyndugleikan, sum
er
Trivnaðarmálaráðið,
sigur Maria á Dul.
Hvørki Klaksvík ella Vágur fáa nakran
kommunulækna afturat fyribils
Sandingar fáa nú aftur lækna,
men framvegis bara ein
C
M
Y
K
7
6