Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-10-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. oktober 1983síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Leygardagur 29. oktober 1983 mótvegis longum greinum, ber ikki til at taka alt við, sum tú kundi hugsað tær. Og ymiskt er eisini, hvat JI heftir seg við, men við at lesa hesi ummælini, gevur hann lesaranum eina ábending um, hvat fram er farið innan feroyskar bókmentir hesi síðstu árini. Hann heftir seg ikki við umsteð- urnar hjá bókmentunum, hann ger sera lítið burtur úr teimum málsliga, men harafturímóti viðger hann bókmentirnar innihaldsliga. Eg ætli mær ikki at viðgera hvert einstakt ummæli, men tá ið tey nú eru savnað saman, kundi eg hugsað mær at lagt tey undir eina felags skoðan. Burtursæð frá at summi av ummælunum eru sera positiv og onnur líka so negativ, haldi eg at tey bókmentaliga eru misjevn til dygdar. Ummælini av bókunum hjá Jens P. Heinesen eru væl skrivað, — lesarin fær eina ábending um, hvat tað er, rithevundurin vil við sínum skaldskapi. Tað sama kann, í ávísan mun eisini, sigast um ummælini av bókunum hjá Hanusi Andreassen, Heðini Brú, Williami Heinesen og Chr. Matras, — sum øll hava tað til felags, at tey eru sera positiv, nærmast ein áhaldandi hálovan allan vegin igjøgnum. Her verða eingi spurnartekin sett við nakað sum helst. Í ummælinum av »I Grønlandi við Kongshavn« eftir Magnus Dam Jacobsen, tekur JI onkustaðni so harðliga til orðanna, at hann sigur um okkurt ið MDJ skrivar, at tað er >tað reina tvæti, sum ikki nýtist aðra viðmerking enn at endurgevast« (s. 258). Eg ivist í um ein slíkur setningur man fara at elva til nakra »bokmentaliga tradition« í Feroyum. Ummælið, sum eftir øllum at døma er tað elsta í bókini (frá 1976), er, eftir mínari metan, vánaliga skrivað. Í ummælinum, sum telur 219 reglur, eru tær 106 reglurnar beinleiðis endur- givnar úr bók Magnusar, og bara hetta, haldi eg, sigur ikki so lítið um ummælið. Er tað, tú ummæl- ir, vánaligt, kann ummælið kortini verða væl skrivað. Tað er nevniliga ikki bara ein spurningur um at tora, men eisini at duga.a Eg havi hug at gera eina viðmerking aftrat, og hon er viðvíkjandi viðgerðini av skaldseguni >Os- vald« (Valdemar Poulsen). Við titlinum »Føroyski mentunarpallurin« í huga, haldi eg, at JI í hesum ummælinum eisini kundi havt nomið við útgávu- spurningin av hesi skaldseguni. Hetta hevði meguliga givið lesarunum eina ítekiliga mynd av einum parti av ti føroyska mentunarpallinum í sjeytiárunum. Valdemar Poulsen vann nevniliga 2. virðislen fyri »Osvald« í eini skaldsøgukapping, sum felagið Varðin skipaði fyri í 1975. Í lýsing í blødunum tá, skilaði felagið sær rætt at at útgeva innkomin handrit. Tað sum hendir, er, at eitt heilt annað forlag í Havnini, Bókagarður, stendur sum útgevari tá ið bókin kemur út í 1978. Og so kann man spyrja seg sjálvan: Hvat hevdu Varðin og Bókagarður til felags í teimum degum? — ein kassameistara, sum eitt tíðarskeið var besti leikari á tí foroyska mentunarpallinum? Gevandi kritikkur JI er útbúgving bókmentamaður, og í stødum kennist tað eisini, sum um hann roynir at fáa sínar bókligu teoriir at passa niður yvir skalda- verkini, sum hann ummælir, og kennist hetta tá sum ein konstruerað og umsett tankagongd. Feroyska málið er fátækt á bókmentaliga teoretiska økinum, og hetta ger eisini at málburð- urin í bókini í stødum er heldur stirvin og ósmidligur, sum t.d. hetta brotið á síðu 177: >Natúrfatanin hjá Heðini Bru er ikki ein teoret- isk, intellektuel steðutakan til eina abstrakta hugsjón, sum hjá teim romantisku heimspeking- unum og yrkjarunum, rn ein beinleiðis innlivan í natúruna, sum tær ra: nur, tú virkar innanfyri. At tilveran í stóran mun er treytað av natúruni, krevur ikki hugleiðingar. men er sjálvsagt. Heðin Brus »naturfilosofi« kemur til sjóndar í hansara ansnu og ásttiknu eygleiðing av natúruni øllum fyribrigdum innan al-naturuna« Hoast ikki altíð samdur við JI í hansara met ingum, og onkuntíð hevði valt mær annað orðalag, so skal samanumtikið tó sigast, at hetta er gevandi kritikkur, i stødum bersøgin, og tað kann viðhvert eisini vera gevandi. Tað erkymlar meg tí í fororðinum til bókina at lesa: >Ég skal ikki dylja yvir, at einstøk av ummælunum høvdu verið skrivað ødrvisi, um eg skuldi havt skrivað tey í dag«. Eftir at hava lisið bókina, fær omanfyri endurgivna brot alt grundarlagið undir lestrinum at rilla, tí hvussu hevði verið vorðið, um rithøv undarnir hevdu havt skrivað bekurnar í dag? Hvussu høvdu ummælini tá sæð út? Útgávan 4 100,— kr. fyri 366 sneggar og væl frágingnar blaðsíður; hetta má sigast at vera bíligt. Bókina hevur Mentunargrunnur Studentafelagsins í Keypmannahavn givið út, teir hava fingið studning frá Mentunargrunni Feroya Legtings og frå Norrena Mentunargrunninum, ið umsitur tann norðurlendska grannalandabókmentastudn- ingin. At hesin síðst nevndi grunnur veitir útgáv- uni av bókini studning, undrar meg eitt sindur, tí ongastaðni verður upplýst, at bókin er týðing úr einum norðurlendskum máli í annað, sum jú, hevur verið ein av treytunum fyri at fáa studning úr hesum grunni. Er tað so, at reglugerðin er broytt, soleiðis at upprunaligar feroyskar bók- mentir, kunnu fáa studning úr hesum grunni, so vil eg heita á avvarðandi myndugleikar, um at boða øllum føroyskum bókaútgevarum frá hesum Martin Næs vík og úti á Reyni í Havn 6 8 it gera orð til nøkur av teimum 19 legunum á , 4 plátuni. 1 n (0) um Kristian Blak sigur, at hetta er ein pláta til føroysk børn. Øll legini eru um okkurt, føroysk børn kenna aftur, sigur hann Nøsi er tikin upp hjå Í dag klokkan fýra syngur eitt lag, sum MZ Ljóðteknikki 1 verdur konsert fyri børn eitur Lundakórið. Og Havn. Tutl gevur út og Norðurlandahúsinum aðrir góðir sangarar eru prísurin er 84 kr Tad er Kristian Blak, Hanus G Johansen Ordini fylgja vid plåt uni å einum arki, so lætt er hjå børnum at læra sum saman vid ødrum Joanna Johansen og Kai pælir nakrar barna Klein. Tónleikararnir eru sangir í sambandi við, at 14 í tali seg sangirnar og/elle ggja pláta hansara Kristian hevur sjálvur syngja við Kemur it Í dag rad gjør est øgini á plát kostar onki at sleppa inn mi og hevur fingið m.. he il kon ina i dag børn i Kunoynni, Klaks Nósi eitur plåtan, sum sini fæst á bandi. Síða er segan um Nósa, sum r In} ; 1; ØBAN UM NSA, SU Kristian Blak hevur havt samstarv við William út at ferðast og hittir z - Heinesen í fleiri forum súlu indar, eina royður og eina haru Eisini í sambandi | Hevgar Eg Dreygar Saman við plátuni kemur eitt hefti, 3030 cm, við iiskum slag åtta litmyndum. Tær eru fimm klipp hjå Williami Nógv folk, børn og og triggjar ljósmyndir, Kristian sjálvur hevur vaksin, eru vid å nyggju tikid i Kunoynni plåtuni. Nevnast kann Hetta klippid, Ibygt, frá 1982 er millum tey Havnarkórið, sum fimm. Tíverri fáa vit ikki endurgivið litirnar her. Á síðu 2 eru 11 løg av