Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-10-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. oktober 1983síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Jógvan Isaksen: Feroyski mentunarpallurin Mentunargrunnur Studentafelagsins í Keypmanna- havn, 1983 Pe=ma: Amariel Norðoy 366 síður kr. 100,— »Alt sum kemur av upprunaskaldskapi á før- oyskum — hóast mangan ein pína at lesa — eigur at verða ummælt. Tað ringasta er, tá einki verður sagt, at bókin verður gloymd í rópandi tegn; tann vegin fáa vit so ongantíð eitt livandi mentunar- umhvervi. Vilja vit tað, mugu vit tora at siga, tað vit meina um eitt listaverk — sjálvt um henda meining ikki er væl lýdd — og eftir ferimuni royna at grundgeva stødutakan« (s. 338). Soleiðis sigur bókmentamaðurin Jógvan Isaksen einastaðni í bókini »Føroyski mentunar- pallurin«. Hetta er stevnumiðið JI hevur sett sær í ummælaravirksemi sínum. Nú er bókin í sær sjálvari hverki skaldskapur ella listaverk, men eg haldi hana tó hava uppi- borið eitt ummæli. Bókin er sjáldsom, tí okkum vantar heildarlýsingar av feroyskum bók- mentum. Bókin hjá JI má takast sum ein roynd á leiðini at skapa, sum hann sjálvur sigur, eina »békmentateoretiska traditión< i Føroyum. Mentunarpallurin Bókin er býtt sundur i 4 hevuðspartar, har JI i fyrsta parti leggur fyri vid nøkrum hugleidingum um békmentir og samfelag. Hann kallar henda partin »Føroyski mentunarpallurin«, og eru hetta hugleidingar, gjørdar i samband vid fyrilestur um skaldskapin hjá Hedini Brú. Hóast skaldskapurin hjá Heðini Brú er rúgvismikil og størsligin, so haldi eg tó, at tað er ivasamt, um hann er haldgott grundarlag fyri at geva greinini og harvið allari bókini henda breiða tittulin. Feroyski mentun- arpallurin er fyri tað fyrsta meira enn bókment- irnar hjá Heðini Brú, og fyri tað næsta er hann meira enn feroyskar bókmentir. Bókin, við sínum greinum og ummælum, lýsir bert ein part av tí feroyska mentunarpallinum, nevniliga bókment- irnar. Í hesi fyrstu greinini viðger JI m.a. ummælara- viðurskiftini í Føroyum, og hann sóknast eftir eini bókmentateoretiskari traditión. sum vantar hjá okkum, av tí at samfelagið er so lítið, og at menn tí ikki hava torað at skriva annað um bók- mentirnar enn »markleyst rós ella tvætl<. Og hetta sigur hann, kemst av ti, »at meginparturin av teimum sum ummæla ikki eru rættiliga før fyri at gera tað, og tí uttan fyrilit rósa øllum« (s. 12). Eg haldi hetta vera stutt hugsað hjá JI. At siga at foroysk ummæli higartil hava verið >markleyst rós ella tvætl<, er ein beinleiðis háðan ímóti monnum, sum eitt langt lív hava roynt at hjúkla og fleva um spírar og neistar; menn sum JÍ sjálv- ur liggur á kneum fyri og hálovar seinni í hesi bók- ini: Rikard Long, Chr. Matras, Karsten Hoydal, William Heinesen. Menn sum sanniliga hvesstu pennarnar, tá ið teir hildu tað vera fyri neyðini, og sum annars, umframt sjålvir at skriva, høvdu (og hava enn/ leiklut sum leiðbeinarar. — Eg veit, at tað sum sipað verður til er fyrst av ellum okkara vånaligu blaðummæli, og tað lítla ansni sum fjøl- miðlarnir hjá okkum yvirhevur geva bókment- unum, og eg eri púra samdur við JI í ti. Men hann má skriva soleiðis, at hann ikki verður misskiltur. Tað er torført at skriva, og tað hevur JI sjálvur so ofta roynt at prógva fyri lesarum sínum. Martin Næs hevur bæði rós og rís til rósið og rísið hjá Jogvani Ísak- sen. >Hóast ikki altíð samdur við Jógvani Isaksen í hansara metingum, og onkuntíð hevði valt mær annað orða- lag, so skal samanumtikið tó sigast, at hetta er gevandi kritikkur, í stød- um bersegin, og tað kann viðhvert eisini vera gevandi«, sigur Martin Næs í ummæli sínum um Feroyska mentunarpallin hjá Jogvani Isaksen Greinir Annar partur av bókini eru 5 greinir, id viðgera skaldskapin hjá fýra av okkara stóru skaldum. Hetta er nógv tann stersti og eisini tann mest åhugaverdi parturin av bókini, hann telur umleið 180 blaðsíður. Mest áhugaverdur, tí at greinirnar um skaldskapin hjá Janusi Djurhuus og Rikard Long ikki hava verið alment frammi áður. Hinar báðar greinirnar í hesum partinum eru um ein part av bókmentunum hjá Heðini Brú og um skaldskapin hjá Karsteni Hoydal. Tær tríggjar greinirnar um yrkjararnar Janus Djurhuus, Rikard Long og Karsten Hoydal eru allar eins í uppbyggjan. Fyrst ein stuttur ævig- seguligur inngangur um yrkjararnar. Síðani verða yrkingarnar viðgjerdar ein og ein, summum verður meira gjert burtur úr enn eðrum. Tá ið JI hevur gjøgnumgingid yrkingarnar, eftir bókini, roynir hann at seta tær inn í eina sterri heild, at finna tey »temu«, ið eru eyðkennandi fyri skald- skapin. Hetta ger, at tað seinast í hverjari grein verða óneyðuga nógvar endurtekur av tí, ið áður hevur verið sagt, og kann hetta í stødum tykjast troyttandi hjá lesaranum. Hinvegin greiðir JI á henda hátt týðiliga frá, hvar yrkjararnir yrkja, og hví teir yrkja sum teir yrkja. Spurningurin er, um tað ikki heldur hevði loyst seg hjá JI, at vidgjørt nakrar úrvalsyrkingar, umboðandi skaldskapin hjá hesum yrkjarunum og so viðgjert tær til botns, — ístaðin fyri at breiða seg yvir so nógv. Vit kunnu t.d. taka viðgerðirnar av yrkingunum „Atlantis< og Móses á Sinaifjalli« eftir Janus Djurhuus. Her ger JI sær stóran ómak, og lesarin situr eftir vid væl meira vitan bædi um yrkjaran, yrkingarnar og eisini um heimsbókmentirnar. Aðrastaðnir tykir mær at JI ger ov lítið burtur úr: t.d. sigur hann »In memoriam: M. A. Jacobsen« eftir Janus Djurhuus, at hon »hevur uppiborid at verða nevnd, ti hon er ein av teim mest inniligu yrkingunum« (s. 83), og um stóryrkingarnar hjá Karsteni Hoydal >Bambusljóð< og >BrúgvarÉ Leygardagur 29. oktober 1983 verður ikki sagt stórt meira enn at tær eru hansara »mest heilskapaðu og meistarligu« (s. 192). Hetta eru stór orð um stórar yrkingar, men her vænta fullkomiliga grundgevingar fyri stødu- takan. Í greinini um skaldskapin hjá Rikard Long, nertur JI, heldur jánkasliga, við spurningin um Rikard Long sum politikara; men JI gevst og noyðist við at endurgeva, hvat aðrir hava sagt og skrivað um Folkaflokkin og politikaran Rikard Long. Eg haldi, at annaðhvert mugu vit fáa nógv meira at vita, í hesum sambandi um Rikard Long sum politikara, ella als einki. Í eini álvarsamari bók sum hesari, hevur lesarin ikki uppiborið at verða svikin. Hanus Andreassen ger greitt í sínum inngangi í »Kveikt og kannað“, at »ein viðgerð av hansara (t.e. Rikard Long) politiska virki fellur tó uttan fyri tann setning, eg havi sett mær í hesum inngangi<. Hetta eru greið orð. Men í »Føroyska mentunarpallinum« verður hesin spurningurin reistur, og stendur ósvaraður. Greinirnar um skaldskapin hjá Heðini Brú eru tvær. Tann fyrra »Lat ikki gerandisdagin ovklyvja teg« er ein uppramsan av bókmentaligu avrikunum hjá Heðini Brú, og er henda greinin týðiliga merkt av, at hon upprunaliga er gjerd sum ein stuttur útvarpsfyrilestur um eitt stort evni. Hin greinin kallast »Eydnan finst handan fjall og er ein gjøgnumgongd av skaldsegunum »Lognbrå« og »Fastatøkum«. Av ti at fyrra greinin er ein yvirlitsgrein yvir alt tað, sum Heðin Brú hevur skrivað, er tað nógv sum verður endurtikið í tí seinni greinini, men hóast hetta, so haldi eg, at hendan gjegnum- gongdin av »Lognbrå-Fastatøkum« er eitt tað besta og mest heilskapaða í allari bókini. JI vísir, at hann hevur tak á uppgávuni, og lesarin merkir, at greinskrivarin veit, hvar og nær Heðin Brú skrivaði tann og tann setningin. JI viðger eitt ávíst evni, og hann heldur seg til tað allan vegin igjøgnum, og tað er hetta sum ger greinina góða. Í mun til hinar tríggjar yrkjararnar, ið verða vidgjørdir í hesum partinum, verður einki gjørt burtur úr Heðini Brú sum týðara. Tað einasta sum sagt verður um hetta, er, at hann hevur gjørt mein riðil av týðingum úr fremmandum málum, frá Shakespeare til Dostojevskij«, (s. 154). Eg haldi hetta vera nóg so lítið at siga um ein av okkara virknastu týðarum. Í fororðinum sigur J1 tó, at Heðin Brú er tað skald, ið hann hevur tikist mest við, og at úrslitið av kanningum av hansara skaldskapi skulu koma út í bók fyri seg. Hetta er vónandi eisini orsekin til, at vit bert fáa eina gjøgnumgongd av einum lítlum parti av bók- mentaliga virkseminum hjá Heðini Brú. Í stoðum tykir mær JI nóg so orðaríkur, og førir hetta við sær, at hann endurtekur seg sjálvan óneyðuga ofta, og kunnu allar hesar endurtek- urnar eisini fera við sær, at hann einastaðni sigur eitt og aðrastaðni sigur nakað annað um sama mál. T.d. á síðu 28: >Lívsverkið hjá Janusi sum týðari og enduryrkjari er týðingin av Ilions- kvædnum«, og á síðu 84 sigur hann: >...kann týð- ingin av Homers >>Ilions-kvæðið<“ næstan sigast at vera hansara livsverk«. (mín undirstrikan, mn). - Her ruggar ikki heilt rætt; ti annadhvørt var týðingin av Iions-kvæðnum lívsverk Janusar ella ikki. Ummæli Í triðja og fjórða parti av bókini eru prentað ummæli av feroyskum bókum, útkomnar í tíðar- skeiðinum 1976—82. Hesi ummælini hava øll verið á prenti áður annaðhvert í Framanum, Sosi- alinum ella í Brá. Ummælini eru 27 í tali, og tey flestu eru skrivað í 4-åra skeiðinum 1979—82. Við hesum ummælunum vísir JI, at hann hevur verið okkara virknasti bókaummælari hesa tíðina. Hann hevur ummælt, um ikki alt, so ein stóran part av teimum upprunaligu fegru bók- mentunum. Ummælir hansara av týðingum eru ikki tikin við í bókina. Ummælini eru býtt sundir soleiðis, at tey seks av bókunum hjá Jens P Heinesen fylla 3. part av bókini, og í 4. parti eru so onnur ummæli av ymiskum bókum eftir ymiskum rithevundum. Nú er tað so, at í stuttum bókaummælum