Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. oktober 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 190 - 4. oktober 2002 Nr. 190 - 4. oktober 2002 27 Skeiðsdepilin við Marknagil fer saman við danska Hotel- og Restaurantskolen at skipa fyri skeiði í »Buffet« á Skúlaheim- inum við Markna- gilsvegin í næstu viku MATSKEIÐ Týsdagin og mikudagin í næstu viku verður skeið í Buffet á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin í Havn. Skeiðsdepilin við Marknagil skipar saman við danska matstovu- og hotelskúlanum fyri skeiði um matgrð á fati, og tveir danskir lærarar fara at undirvísa. Talan verður um nýggj hugskot við spennandi rætt- um, sigur Skeiðsdepilin við Marknagil í tíðindaskrivi. Tær báðar, Laila Hylle- kvist og Ingrid Petersen, fara at siga frá um hvussu til ber at borðreiða við yms- um rættum á fati til eitt nú jolaborðhald, morgunmata- borð og »grønum rættum«, har fitiinnihaldið í mesta lagi skal røkka teimum 30 prosentunum. Tað verður undirvíst í bæði teori og praktik – køkspraktik – kalla tey tað. Hetta skal geva luttakarun- um møguleika fryi at seta saman eitt meira fjølbroytt og spennandi matkort, verður sagt í tíðindaskrivin- um. Tað fer eisini at bera til hjá fólki, sum annars ikki luttekur á skeiðnum, at koma framvið og síggja – og ikki minst smakka – tað, sum gjørt verður á skeiðn- um. Mikudagin tann 9. okto- ber verður høvi hjá almenn- inginum at støkka inn á gólvið og keypa sær ein rætt av tí, tey gera, fyri van- ligan døgurðaprís hjá Skúlaheiminum, stendur í tíðindaskrivinum frá Skeiðsdeplinum. Matarhøllin á Skúla- heiminum er opin sum van- ligt frá klokkan 11.30 til 12.30. ej Jens Marni Hansen og hansara menn fara at spæla til fótbóltsdans í Fuglafirði leygar- kvøldið TÓNLEIKUR Pop.fo Um vikuskiftið endar landskappingin í fótbólti, og hetta plagar at verða hildið við tiltøkum kring landið. Í Havn verður iva- leyst óførur rómur, tá HB skal feira sín meistaraskap, men aðrastaðni hava spæl- arar, viðhaldsfólk og onnur helst eisini hug at hugna sær leygarkvøldið. Í Eysturoynni plagar fót- bóltsdansur at verða hildin, og hesaferð er hann í Ment- anarhúsinum í Fuglafirði. Har fer Jens Marni Band at spæla. Oddamaður í hes- um bólki er Jens Marni Hansen, sum fólk seinastu vikurnar hava sæð í donsku sendirøðini Popstars. Afturat sær hevur hann Ólav Øster, Rógva á Rógvi og Paula Magnussen. Jens Marni hevur ikki spælt so nógv seinastu vik- urnar, men nú ber til at síggja hann á palli aftur. Leygardagin letur upp framsýning í móttøkuni í Norðurlandahúsinum av byggi- og brúkslist. Tað eru arkitektarnir Mayfinn Norðoy og Robert Thomas- sen, sum saman við design- aranum Jógvan Biskupstøð, ið sýna fram. Hesir tríggir vísa fram sínar endaligu verkætlanir frá ávíkavist Kunstakade- miets Arkitektskúla í Keyp- mannahavn og Danmark Designskole í Keypmanna- havn. Mayfinn hevur arbeitt við Tjóðarsavni á Boða- nesi, meðan Robert hevur arbeitt við býarbygging í Tórshavn og Jógvan hevur samstundis arbeitt við ein- um modernaðum knívi í einum traditionellum sam- felagi. Framsýningin er opin frá leygardegnum 5. oktober til fríggjadagin 11. oktober. Matskeið í Marknagili Leygardagin fyllir Argja skúli 50 ár. Í hesum sambandi verður gamli skúli opin leygardagin frá klokkan 10 – 14. Høvi verður at síggja gamla skúla, gamlar skúlamyndir og myndir av skúlaflokkum. Ein drekkamuður verður eis- ini at fáa. Argja skúli bjóðar øllum vælkomin inn á gólvið Fyrsta framførslan við nýggju Kjølum verður í Badmin- tonhøllini í Havn síðst í oktober mánaði TÓNLEIKUR Pop.fo Kjølar fer at spæla til fleiri tiltøk fram til jóla. Teir hava boðað frá, at teir eru farnir at venja saman, og 26. oktober verður fyrst framførslan hjá teimum. Tá fara Signar í Homrum, Henning Nicodemussen, Jens Tummas Ness og Mikkjal Hvannastein at spæla til dans í Badmin- tonhøllini í Havn. Harafturat liggur tað fast, at teir fara at spæla á Platform 9. november og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 13. desember. Helst verða aðrar fram- førslur eisini á skránni. Hósdagin 3. oktober, lat Rannvá í Baianstovu upp almenna framsýn- ing við klæðum, sum eru tilvirkað úr føroysk- ari ull, bæði til menn og kvinnur. Sniðið er klass- iskt og elegant við nú- tímans sniðgeving. Rannvá hevur havt fram- sýningina í Gallarí Rib- arhúsi í Fuglafirði, og var henda framsýning sera væl vitjað. Framsýningin er opin frá 3. til 8. oktober. 50 ára føðingardagshald á Argjum Kjølar byrja um tríggjar vikur Faroese Fashion í Smiðjuni í Lítluvík JM Band spælir í Fuglafirði Arkitekturur og design í Norðurlandahúsinum Frá Sjúkrasystrafelag Føroya Sjúkrasystrar og lesandi Eykaaðalfundur Eykaaðalfundur um navnabroyting verður á Hotel Føroyum leygardagin 12.oktober 2002 kl. 14.00. Sjúkrasystrafelag Føroya Reingerðarfólk Søkt verður eftir fólki til at gera reint í Skúlanum í Hoyvík og Hoyvíkshøllini at byrja sum skjótast. Nærri fæst at vita við at ringja til skúlan tlf. 315073. Skúlin í Hoyvík Vegna tekniskar trupulleikar letur matstovan ikki upp fríggjadagin Vegna tekniskar trupulleikar letur matstovan ikki upp fríggjadagin Fuglafjarðar Mentanarhús Fuglafjarðar Mentanarhús Lýst verður seinni nær matstovan letur upp http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo Lýsið við brúktum bilum Nýggjur mótahandil letur upp leygardagin 5. oktober opið er til kl. 17.00 Diva Diva Dr. Jacobsens gøta 3, Tel 322680 Diva · Diva · Diva · Diva · Diva · Diva Diva Diva Livandi tónleikur frá kl. 1400-1500 við Lailu Carlsen og Jóannes Ólavsson team 85 • 358000 C M Y K 27 26