Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. oktober 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 190 - 4. oktober 2002 25 Eysturoyingar fingu fjórða FM-sigurin fyri lið, tá kappast varð í Vági herfyri. Liðið vann allar sínar dystir, og endaði 19 stig framman fyri næsta liðið BRIDGE Bogi Simonsen og Arnbjørn Sivertsen Eysturoyar Bridgefelag vann FM kappingina millum feløg suðuri í Vági seinasta vikuskifti. Sigurin hjá eysturingum má sigast vera avbera uppiborin, teir vunnu allar sínar dystir. Avgerðin fall í næstseinasta umfari, tá teir vunnu 21-9 á føroyameistarunum í fjør frá Bridgedeild Kaggans. Við á liðnum hjá Eysturoyar Bridgefelag leiktu Magni Jøkladal, Símin Lassaberg, Robert Langgaard og Eyðun Anthoniussen. Hetta er fjórða ferðin, at Eysturoyar Bridgefelag vinnur FM fyri feløg. Síðan kappingin um hetta ferðarsteypið byrjaði í 1994 hevur Bridgedeild Kaggans vunnið tvær ferðir, Vestmanna Bridgefelag, Nýggja Bridgefelag og Havnar Bridgefelag eina ferð í part. Úrslit Bridgedeild Kaggans - Klaksvíkar Bridgefelag 25 00 Havnar Bridgefelag - Vágs Bridge- og Billiardfelag 23 07 Eysturoyar Bridgefelag - Nýggja Bridgefelag 22 08 Havnar Bridgefelag - Eysturoyar Bridgefelag 10 20 Nýggja Bridgefelag - Klaksvíkar Bridgefelag 17 13 Vágs Bridge- og Billiardfelag - Bridgedeild Kaggans 15 15 Bridgedeild Kaggans - Nýggja Bridgefelag 21 09 Eysturoyar Bridgefelag - Vágs Bridge- og Billiardfelag 25 02 Klaksvíkar Bridgefelag - Havnar Bridgefelag 04 25 Vágs Bridge- og Billiardfelag - Klaksvíkar Bridgefelag 05 25 Eysturoyar Bridgefelag - Bridgedeild Kaggans 21 09 Nýggja Bridgefelag - Havnar Bridgefelag 04 25 Bridgedeild Kaggans - Havnar Bridgefelag 19 11 Klaksvíkar Bridgefelag - Eysturoyar Bridgefelag 05 25 Vágs Bridge- og Billiardfelag - Nýggja Bridgefelag 20 10 Endaliga støðan 1 Eysturoyar Bridgefelag 113 2 Havnar Bridgefelag 94 3 Bridgedeild Kaggans 89 4 Vágs Bridge- og Billiardfelag 49 5 Nýggja Bridgefelag 48 6 Klaksvíkar Bridgefelag 47 Bridge vinnur fram í Vági Síðan kreppuárini í 90-unum, hevur bridgespælið verið mest sum útdeytt í Vági. Vágbingar hava ikki tikið lut í FM kappingum, og tey bæði gomlu traditiónsríku feløgini har suðuri eru farin fyri bakka. Men nú er lív komið í aftur. Í gomla smiðjuni á Gørðum hava vágbingar innrættað høli, har eitt nýtt felag við navninum Vágs Bridge- og Billiardfelag í dag heldur til. FM kappingin fyri feløg var leikt í hesum stóru og prýðiligu hølum, og kunnu vit, sum komu norðanfjørs bara fegnast við vágbingum um hetta framstig fyri Suðuroynna á frítíðar- og mentanarøkinum. Sum altíð, var blíðskapurin stórur í Vági. Nevndin í nýggja felagnum við Peturi Winther á odda frøddist um at síggja so nógvar bridgespælarar aftur í Vági, og tey bóðu okkum siga øllum frá, at tey spæla bridge í Bridge- og Billiardhúsinum hvørt týskvøld frá kl. 19.00, har øll, sum hava hug at læra hetta spennandi spælið at kenna eru vælkomin inn á gólvið at spæla ella bara at forvitnast. Fyri fyrstu ferð í 10 ár hava vágbingar meldað lið til opnu FM kappingina fyri lið, har tað fyrsta umfarið verður leikt í Klaksvík fyrsta vikuskifti í november. Sonevnda Veðra- kappingin í leir- dúgvu-skjóting fór fram leygardagin 21. september á skeet- breytini hjá Sunda Byrsufelag á Norð- skála SKJÓTING tíðindaskriv Føroya Bjór sponsorerar kappingina við einum veðri til vinnarin og 3 steypum, umframt at okkurt leskandi eisini var at fáa hjá lut- takunum. Við í kappingini vóru 24 mans, 15 úr Sunda Byrsu- felag og 9 úr Byrsumúla í Havn. Hesir 24 vórðu býttir upp í 4 bólkar uppá 6 mans, ið hvør skutu tvey umfør uppá 25 dúgvur. 12 teir bestu skutu síðani í tveim- um bólkum eitt umfar uppá 25 dúgvur hvør. Vinnari varð Marius Joensen úr Sunda Byrsu- felag við 60 dúgvum av 75, nr. 2 varð Tórbjørn Hansen úr Sunda Byrsufelag við 58 dúgvum, nr. 3 varð Robert Hansen eisini úr Sunda Byrsufelag við 57 dúgvum. Tann besti havnamaðurin varð Regin Enghamar nr. 5 við 52 dúgvum. Á myndini síggjast teir tríggir Tórbjørn, Marius og Robert við steypunum og vinnara-veðrinum, sum vá 74 pund. Bíða eftir boðunum Ætlanin er at hava eina árliga FM-kapping, og síðani kanska at taka upp aftur landskappingarnar við Hetland annaðhvørt ár. Aðrar planir eru eisini fyri at víðka virksemið hjá feløgunum, men striltið gongur, tí Byrsumúli hevur ligið stilt í 9 ár og bíðað eftir grønum ljósi frá kommununi og friðingar- myndugleikum. Hugsast kann heldur ikki um luttøku í Oyggjaleik- unum, fyrrenn breytirnar hjá Byrsumúla eru klárar til nýtslu aftur. Tað er eisini ein spurningur, hvussu leingi Føroyar sleppa at luttaka í Oyggjaleikum, utt- an at hava skjóting við sum ítróttagrein. Lítið hevur annars verið at frætt frá skjóting tey seinnu árini, helst tí at tað bert er breytin við Norð- skála, ið er tøk. Breytirnar hjá Byrsumúla eru enn til viðgerðar hjá friðingar-myndugleikun- um, men har er tó eingin avgerð fallin enn í drúgvu málsviðgerðini. Uppiborin straffur Bogi Simonsen og Arnbjørn Sivertsen, spøl frá EM Tað gerst alt meira vanligt millum bridgespælarar at melda aggressivt inn. Í hesum spælinum fekk lattviski leikarin lønina, hann hevði uppiborið, fyri eitt heldur nasadjarvt innmeld. Nr.2 Q1052 E/NS 10963 963 76 A71 986 QJ8 AK7 A52 KJ1087 A1095 Q4 KJ4 542 Q4 KJ832 S V N E Gints Jóannes Andrejs Heðin Rubenis Mouritsen Milgravis Mouritsen - - - 1ru 2kl pass* pass D pass pass pass Gott sæð av Jóannes her at nýta kravpass og straff- dupla tað tunna innmeldið hjá Sunnan. Kontraktin varð sett tríggjar ferðir, og Heðin kundi skriva sær 800 inn. Í hinum rúminum spældu EV 3ut við 9 stikkum, sum einans gav 400, og føroyska liðið skoraði 9 imp fyri spælið. Dysturin endaði 25-5 til Føroyar, sum er størsti sigur nakrantíð hjá føroyskum bridgelandsliði í altjóða dysti. Eysturoyar Bridgefelag føroyameistari Vinnarin fekk ein veðr Sum tað sæst á myndini, so fekk vinnarin í Føroya Bjór kappingini ein veðr, men hesin var so nakað størri enn tann, sum vanliga verður settur í samband við bryggjaríðið í Klaksvík Tað gjørdist liðið hjá eysturoyingum, sum varð tað drúgvasta, nú FM-kappingin varð hildin í Vági 25 24 Nr. 190 - 4. oktober 2002 Tilburðurin í Gøtu sunnudagin, tá ein áskoðari gjørdi seg inn á annan linju- dómaran, er nú blivið politimál. Hvørki kappingarnevndin, fótbóltsdómara- felagið ella GÍ hava viðgjørt málið enn, men einki bendir á, at tað fær fylgjur fyri GÍ FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Í dystinum millum GÍ og B36 gjørdist rættiliga rokut síðsta hálva tíman ella so. Tá avtornaði, høvdu tríggir spælarar fingið reyða kortið — ein hjá GÍ og tveir hjá B36. Men tað var ikki nóg mikið við hesum, tí tað kókaði eisini yvir hjá einum áskoðara, sum leyp niður av høgu girðingini vestan fyri vøllin og helt beina leið at øðrum linju- dómaranum, sum hann so gjørdi seg inná. Hvat er hent og ikki, so metti linjudómarin í øllum førum tilburðin so mikið álvarsligan, at hann hevur meldað hann til politiið. Hetta er annar tilburðurin í ár, sum hevur verið hildin at vera so mikið álvarsligur, at hann er meldaður til politiið, og fótbóltsdómara- felagið fer í næstum at viðgera støðuna og at taka støðu til, hvussu limirnir í felagnum kunnu tryggjast betur, tá teir døma dystir hvørt vikuskifti frá tíðliga á vári og langt út á heystið. — Vit vilja gera alt fyri at verja okkara limir, og tá tað — sum í hesum førinum — snýr seg um hendingar, ið liggja uttan fyri karmarnar hjá fótbóltssambandinum, mugu vit taka støðu til, hvussu hesi viðurskifti kunnu betrast, so tað kann vera trygt hjá okkum at døma, uttan at vandi skal vera fyri, at slíkt endur- tekur seg, verður sagt frá fótbóltsdómarafelagnum. Dómarin í dystinum skrivaði eftir dystin frá- greiðing um tað, sum var hent, og henda frágreiðing skal nú viðgerast í kapp- ingarnevndini hjá fótbólts- sambandinum. — Vit hava ikki enn havt nakran fund, og heldur ikki vænti eg, at vit gera nakað við málið, fyrr enn kapp- ingin er liðug. Tá skulu vit endurmeta alla kappingina, og sjálvsagt verður hetta málið við í tí viðgerðini, sigur Karl Vidtfeldt, for- maður í kappingarnevndini. — Í frágreiðingini finst dómarin ikki at nøkrum av teimum viðurskiftum, ið GÍ hevði ábyrgd av í sambandi við dystin, so tí kemur ikki upp á tal at revsa gøtumenn fyri tað, sum er hent. Vit mugu taka hetta sum ein einstakan tilburð, og so annars vóna, at slíkt ikki endurtekur seg. Ongar fylgjur fyri GÍ Tað, at áskoðarin ikki var ein, sum í hesum førinum verður roknaður sum viðhaldsmaður hjá GÍ, ger allarhelst eisini sítt til, at málið ikki fær fylgjur fyri GÍ, sum annars hevði væntað, at ein bót fór at koma, nú talan var um dyst á heimavøllinum hjá felag- num í Gøtu: — Vit gjørdu beinanveg- in fótbóltssambandinum greitt, at skuldu vit fáa bót, vildu vit fáa hana sum skjótast, so vit kundu senda hana víðari til rætta við- komandi, sigur Jógvan Gregersen, formaður í GÍ. — Annars hava vit als ikki viðgjørt málið enn, men fara at taka tað upp, tá vit aftur hava fund í nevnd- ini. Hvørja niðurstøðu vit tá koma til, dugi eg einki at siga um nú. Sostatt bendir einki á, at nøkur viðgerð av bót ella øðrum fylgjum í fótbólts- høpi verður í málinum, sum tó verður tikið við í eftirmetingarnar allastaðni — bæði í kappingarnevnd- ini, fótbóltsdómarafelag- num og GÍ. Men av tí at tilburðurin sunnudagin er meldaður til politiið, verða helst einastu fylgjurnar tær, ið kunnu standast av teimum kann- ingum, politiið ger í málin- um. Føroysku kvinnuung- lingarnir megnaðu javnleik ímóti vertun- um í Bulgaria, sum avgjørt høvdu roknað við at vinna á heima- vølli U-19 KVINNULANDS- LIÐIÐ Jóannes Hansen Tað vóru fegnar gentur á U–19 landsliðnum, sum vit fyrrapartin í gjár høvdu í telefonini. Eftir fyrraparts- venjingina sótu tær og hugnaðu sær í Varna, sum liggur eysturi við Svarta- havið, og tað var ikki undur í, at lagið var gott. Í fyrra- kvøldið megnaðu tær 1–1 ímóti bulgarsku vertunum. – Bulgarsku genturnar vóru sera vónbrotnar eftir dystin. Tær høvdu avgjørt roknað við, at tær fóru at fáa øll stigini ímóti okkum, frætta vit úr Bulgaria. Fyrstu løtuna sá tað eisini út til, at vertirnir skuldu vinna. Tær høvdu onkrar royndir ímóti føroyska mál- inum, men Randi Wardum bjargaði meistarliga. Dygst undan steðginum hendi so tað, sum ikki átti at komið fyri. Ein av bulgarsku spælarunum kom ímillum føroyskt uppspæl. Hon sneiddi framvið fleiri og skoraði til 1–0. Men hóast tær høvdu fingið sum vátan vøtt bara ein minutt undan hvíldini, so reisti føroyska liðið seg. – Vit høvdu leikliga yvir- vág, og tað var uppiborið, at vit í hvussu so er megnaðu javnleik, heldur Álvur Hansen, venjari hjá U–19 landsliðnum. Føroyska liðið javnaði til 1–1, tá tað restaði eitt korter. Eftir uppspæl í høgru sendi Elin Katrina Haraldsen ímóti málinum. Bólturin brast í stólpan, og Elsa Maria Simonsen var fyrst á returinum og beindi bóltinum í málið. Føroyska liðið hevði eins nógva orku, sum mót- støðuliðið hevði. Síðstu løtuna var føroyska liðið um reppið at fáa mál, men málverjin bjargaði royndini frá Ásu á Neystabø. Koppaði rætta vegin Undan fráferðini ásannaði Álvur Hansen, at júst hesin árgangurin kanska myndar tað besta liðið við størstu breiddini nakrantíð. Hann roknaði við, at tað fór at bera til at fáa stig í onkrum dystum, men hann kvíddi eitt sindur fyri, at tað skuldi ganga soleiðis, sum tað gjørdi í fjør, tá føroyska liðið í trimum tøttum dyst- um ikki megnaði at skora og fekk eitt stig eftir ein málleysan dyst og tvær ferðir 1–0 tap. Men fyrsta royndin hesa ferð var góð. Føroysku genturnar megnaðu at spæla seg tilmøguleikar, og tær skoraðu eitt mál. Um fleiri mál og stig fara at koma til høldar fæst fyrsta vitanin um í kvøld, tá Før- oyar skulu spæla ímóti Litavia. Sunnudagin skulu Føroyar spæla ímóti Ong- landi, sum avgjørt er besta liðið í bólkinum. Føroyska liðið var so- leiðis mannað mikukvøld- ið: Randi Wardum, HB – Unn Kragesten, B36, Rósmari Haraldsen, B36, Petra Sjóstein, KÍ – Elin Katrina Haraldsen, AB, Asta Magnussen, liðfor- maður, AB, Elsa Maria Simonsen, KÍ, Kristina D. Simonsen, HB, Mary–Ann Isaksen, B68 (Heidi Hansen, B36, 70.) – Maibritt Olsen, B68, Ása á Neystabø, B36. Á beinkinum vóru Jó- hanna Ólavsdóttir, KÍ, Malan á Dunga, HB, Linda Weihe, HB, Maria Michel- sen, AB, Ása Christiansen, B36, og Selma Dahl Erol, B36. Bulgaria varð tikið á bóli Álop á linjudómari meldað til politiið — Í frágreiðingini finst dómarin ikki at nøkrum av teimum viðurskiftum, ið GÍ hevði ábyrgd av í sambandi við dystin, so tí kemur ikki upp á tal at revsa gøtumenn, sigur Karl Vidtfeldt, kappingarstjóri hjá FSF C M Y K 24