Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. apríl 2000síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 14 - 12. apríl 2000 20 Fró›i Løkságar› Ta› kennist rættuliga løgi›, at skriva eitt ummæli av tónleiki, sum man hoyrdi fyrstu fer› fyri einum 12 til 15 árum sí›ani. Sjálvt um henda konsertútgávan av The Wall ikki er útgivin fyrr, so er talan um kendar tónar. Another Brick In The Wall, Young Lust, Comfortably Numb og Run Like Hell, eru bara nøkur av løgunum sum rúmast á hesum stór- sligna verki, sum júst er útkomi› í avmarka›ari nøgd. Í 1980 og 1981 vóru tær 29 kon- sertirnar á The Wall konsertfer›ini hildnar. Talan var um eina rættuliga umfatandi framlei›slu, sum bert var víst í heilt fáum stø›um. Fíggjarliga var The Wall konsertfer›in eisini rættuliga hasardera›, og sagt ver›ur í dag, at hon nærum fekk bólkin at fara á húsagang. Hvørjar eru so orøkirnar til at ein- hvør tónleika elskari eigur at ogna sær The Wall Live? — Fyrst og fremst er ta› fyri tónleikin, sum er ódey›iligur. Løgini frá The Wall, hava á hesi konsertútgávuni partvís fingi› n‡ggjar og ø›rvísi útsetingar, umframt at okkurt lag, sum ikki var tiki› vi› á uprunaliga The Wall út- gávuna, er sloppi› upp í part her. Ljó›i› á hesi útgávuni er eisini rættuliga einastandandi. Sjált um upptøkurnar vóru gjørdar fyri 20 ár- um sí›ani, so kann ikki fingur setast á ljó›gó›skuna. Henda konsertút- gávan hevur í stø›um eitt tyngri rokkljó› enn upprunaútgávan, og ta› klæ›ir tónleikinum rættuliga væl. Eisini kápan á hesi útgávuni er naka› heilt fyri seg. Kápan er útførd sum ein bók, og har er hópurin av uppl‡singum, umframt at samrø›ur eru vi› høvu›spersónarnar. Mynda- tilfari› er eisini rættuliga spennandi. Sum vanligt hjá Pink Floyd, so er ta› Storm Thorgerson og sum er heilin aftan fyri tann sermerkta hús- an, sum er ein av teimum mest áhugaverdu nakrantí›. Dámar tær Pink Floyd so er eingin vegur rund- an um hesa útgávuna. Hon má og skal finnast í savninum. Britney Spears og Christina Agui- lera ansi› tykkum! Jessica Simpson er her, og hon er enn meiri klistrut enn tit bá›ar. Solei›is skal ávaringin ljó›a her frá. Tannáringa poppurin hevur fingi› enn eina stjørnu. Jess- ica Simpson er navni›, og hon er úr Texas. Tann í dag 19 ára gamla Jess- ica, byrja›i at syngja í kirkjukóri sum 12 ára gomul, og hevur sí›ani ikki veri› til at ste›ga aftur. Tónleikurin á hesi fyrstu útgávuni hjá Jessicu Simpson er ein blanding av av soul balladum og meiri lívlig- um poppløgum. Her er ta› at sam- metingin vi› Spears og Aguilera er upp á sítt pláss. Ta› er ein sannroynd at Jessica Simpson dugur at raka ein reinan nóta, og at hon hevur lurta› bæ›i eftir Mariah Carey og Whitney Houston, men ta› ger einki vi› tann veruleika, at stórsta njótingin tá lurta› var eftir hesi fløgu vóru tey fáu sekundini av fri›i sum eru at finna millum løgini. 1 hjartaskerandi sangir um long- sul og kærleika eru beinagrindin í hesi útgávu. Afturat sær hevur Jess- ica fingi› eitt nú fingi› gentubólkin Desteny’s Child og Nick Lachey úr 98 Degrees. Lagi› hon syngur sam- an vi› Desteny’s Child nevnist Woman In Me, og mugu or›ini til hetta lagi› vera naka› av tí mest líti› sigandi sum er útgivi› í nógv ár. Lagnan hjá Nick Lachey er líti› frægari. Á tí Jim Steinman klingandi lagnum Final Heartbreak, ver›ur hansara roynd at syngja nærum ‡ld til dey›is av einari skríggjandi Jess- icu, sum ikki hevur hug at lova nøkr- um ø›rum at stjala myndina. Sum um hetta ikk var nokk, so ljó›ar ta› sum Jessica eisini berjist vi› eitt álv- arsamt Mariah Carey syndrom, hon má bara vísa hvat hon klárar. Eftir hesar álvarsomu skuldset- ingarnar frá ummælaranum, er neyvan ringt at hugsa sær til, at hetta er ein fløga sum ikki far naka› hei›- urspláss í savninum hjá honum. Stutt sagt, her er ikki talan um nakr- an hornastein í amerikanskari tón- leikasøgu. Jessica Simpson er dømd døgnfluga. Sascha Lappessen, ella bara bara Sash sum hann kallar seg á útgávum sínum, er nú aftur klárur vi› einum útspæli til dansandi fólki›. Trilen- ium er heiti› á hesi fløguni sum er hansara 3. útgáva sí›ani gjøgnum- broti› í 1997, vi› Ecuador og Stay, sum bæ›i vóru tikin av fyrstu útgáv- uni, sum nevnist It´s My Life Tónleikurin hjá Sasha ver›ur nevndur fyri euro-house ella euro- dance, alt eftir hvør ta› er sum úttalar seg. Talan er sostatt um lætt- beintan telduframleiddan popptón- leik sum serliga er ætla›ur dundra gjøgnum stóru hátalararnar á dansi- stø›unum á europeiska meginlandi- num. Setur tú teg at lurta eftir hesi fløg- uni, so skal ikki longt tí› til at tú ert sannførdur um at tónleikurin er rættuliga einstátta›ur, og tískil held- ur ikki serliga spennandi. Rock The Block er fyrsta skering og tey sum fyrr hava hoyrt róparíi› av Sash kenna seg heilt vist heima beinan vegin. Næsta skering er fyrsta stak- fløgan úr fløguni. Adelante er heiti› á monotona lagnum, sum uttan iva fer at herja heimligu dansistø›ini næstu tí›ina. Restin á útgávuni koyrir í nøkulunda sama spori, so óney›ugt er, at taka løgini í gjøgnum eitt fyri eitt. Eitt sum ey›kennir útgávurnar hjá Sash er, at hann altí› letur onnur sleppa at royna seg sum sangarar, og so er eisini hesafer›. Millum nøvn- ini, sum eru at finna millum ógvu- sligu Esprit l‡singarnar á kápuni er danskt klingandi navni› Blå Øjne. Aftan fyri Blå Øjne, sum nokk er rætta navni›, goymir seg Julie Christensen, sum fyri stuttum var at hoyra her heima vi› eini endurinn- spæling av einum kendum lagi hjá Sebastian. Ert tú til teldutøkni og buldrandi bass er hetta júst útgávan fyri teg! - Øll onnur kunnu halda seg vekk! Sash Jessica Simpson Pink Floyd Trilenium Sweet Kisses Is There Anybody Out There – The Wall Live