Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. apríl 2000síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 tíðindablaðið sosialurin Nr. 72 - 12. apríl 2000 Viðmerking: Um bókina ”Myten om rigsfællesskabet” eftir Høgna Hoydal: Høgni Hoydal hevur fyrr víst at hann dugir at skriva. ”Myten om rigsfællesskab- et” er bert enn eitt dømi um, at Høgni hevur orðið í sínari makt. Bókin, sum kom út fríggjadagin 07.04.00 á for- lagnum Lindhardt & Ring- hof, er ein stutt lýsing av føroyskum politikki og søgu ígjøgnum 1000 ár, tó við serligum denti á heima- stýristíðini. Tvinnar lýsingar Bókin kann lesast á ymsan hátt. Í fyrstu atløgu er talan um eitt yvirlit yvir føroyska søgu frá landnámi til í dag. Sum heild er talan um eina greiða og nøktandi gjøgn- umgongd av teimum tíðar- skeiðum og viðurskiftium, sum hava verið avgerandi fyri, at Føroyar og føroy- ingar eru tað tey eru. Tað er eyðsæð, at Høgni ikki fær lýst í allar krókar í Føroya- søgu. Men fyri tann, sum ikki kennir søguna framm- anundan, er ”Myten om rigsfællesskabet” ein góð og hugvekjandi byrjan. Í aðru atløgu er talan um eina roynd at knýta søguna saman við politiska veru- leikanum í Føroyum í dag. Heilt náttúrligt liggur dent- urin í hesum sambandi á tíðini síðani heimastýris- skipanin kom í gildið, men Høgni roynir eisini, við hepni, at knýta bond longur aftur í tíðina. Hetta er ikki Forkunnug — men ikki nøktandi minst áhugavert, tí at slíkar royndir eru so forkunnugar. Forkunnug roynd Serliga forkunnugt er tó at lesa royndir at skriva nú- tíðarsøgu. Tað letur til, at føroyingar fyrnast at seta nútíðarsøgu uppá skrift, og í staðin livir hon sítt ódám- liga lív, sum tugga í ymsum munnum, og gerst minni og minni eftirfarandi, sum frá- líður. Tá so endiliga søgan skal skrivast, er fatanin so avlaga manna millum, at søgu- vísindin ongan møguleika hevur, til tess at rætta mis- fatanir og illgitingar. Hesar søguligu misfatanir og ill- gitingar vera í staðin grund- arlagið undir nútíðarsøguni hjá yngri ættarliðum, og á henda hátt fáa vit ”mytuna” í orðsins ringasta týdningi. Við at skriva nútíðarsøgu sleppa fólk í samtíðini at rætta misskiljingar og vísa á alternativar tulkingar. Hendan møguleikan hev- ur Høgni Hoydal givið fólki við bók síni, og tað skal hann hava rós fyri. Spurn- ingurin er so bara, um nakar tekur av avbjóðingini, ella um ”Myten om rigsfælles- skabet” skal standa einsa- møll, fyri seinni at fáa støðu sum ”søga”. Um so verður, er einki vunnið. Ikki ein søgubók Vit mugu vera púra greið um, at bókin hjá Høgna ikki er ein søgubók. Hon er ein bók, sum er skriva við tí fyri eyga, at rættvísgera tann politik, sum sitandi lands- týrissamgonga førir. Út- gangsstøðið er, at tað er heimastýrisskipanin, sum koyrdi Føroyar á húsagang fyri 10 árum síðani. Hetta ger bókina hvørki verri ella betri, men lesarin má alla- tíðina hava í huga, at málið við bókini er at undirbyggja eina ávísa fatan av søguni. Tað er her munurin liggur ímillum eina søgubók og bókina hjá Høgna Hoydal. Søguskrivarin letur tað vera upp til lesaran at avgera, hvussu søgan skal skiljast ella tulkast. Hin góði søgu- skrivarin megnar at vísa les- aranum á ymsar møguligar tulkingar, men letur tað vera upp til lesaran at avgera, hvør tulking er tann rætta. Í ”Myten om rigfællesskab- et” avgerð rithøvundurin fyri lesaran, hvør tulking er tann rætta. Bókin er politisk og eigur at vera lisin soleið- is. Rakar ikki mál Høvuðsmálið við bókini er at peika á væntandi fullveldi sum orsøk til ringt skil í Føroyum. Hetta er sam- stundis tann veiki parturin av bókini. Hóast sannfør- andi royndir eydnast tað ikki rithøvundanum at vísa á, at nakað samband hevur verið ímillum stjórnarligu viðurskiftini Føroya og Danmarkar ímillum, og kreppurnar báðar í 50’unum og 90’unum. Í staðin lýsir Høgni nakrar tilgongdir, sum fyrst og fremst eru før- oyingum sjálvum fyri at takka ella brigda. Sum Høgni so væl sigur eina- staðni í bókini, so er heima- stýrisskipanin bara ein formellur karmur um tað politiska og fyrisitingarliga virksemið í Føroyum. Sum Høgni sjálvur vísir á, hevur hesin karmur bæði rúmað ábyrgdarfullum arbeiðs- semi eins væl og fyrilitar- leysum ódugnasemi. Niður- støðan er, at hóast karmurin hevði verið ein annar, var eingin trygd fyri at innihald- ið ikki hevði verið tað sama. Millum reglurnar Samanumtikið eydnast ikki Høgna Hoydal at føra sann- førandi prógv fyri, at heimastýrisskipanin hevur verið føroyska samfelag- num at skaða. Eftir próv- førsluna stendur í staðin ein mynd av einum samfelagið, har ávísir samfelagsbólkar hava gjørt sær dælt, væl- vitandi at tað fór at kostað øðrum samfelagsbólkum dýrt í seinasta enda. Slíkum ber ikki til at tryggja seg ímóti stýris- skipanarliga, uttan so, at demokratii verður vrakað sum grundhugsan. Veikleik- in við demokratinum er, at tann klóki kann lumpa tann minni klóka til at taka av- gerðir, sum gagna tí klóka men skaða tann minni klók- a. Úrslitið er, at tann klóki hevur buktina og báðar end- arnar. Við at lesa bókina kemur tíðiliga til sjóndar, at trupulleikarnir í Føroyum fyrst og fremst snúgva seg um samfelagssinni og polit- iskan moral, og so gott sum einki hava við sjálva stjórn- arskipanina at gera. Eitt demokratiskt samfelag fær tað stýrið tað hevur uppi- borið. Sum Høgni vísir á, so vóru tað føroyingar — og ikki danska stjórnin — sum skuldarbundu og koll- rendu føroyska samfelagið. Hóast tað stóð landsstýri- num frítt fyri at avmarka lántøkurnar uttanlands í 80’unum og soleiðis temja búskapin, so valdi lands- stýrið at lata vera. Og hóast tað stóð Løgtinginum frítt fyri at tala at og geva landsstýrinum boð um at steðga peningaflutninginum til landið, so valdi Løgtingið at lata vera. Og hóast tað stóð føroy- ska fólkinum frítt fyri at velja eitt Løgting, sum tók tær nógvu kreppuávaringar- nar í álvara, so valdi før- oyska fólkið at lata vera. Høgni Hoydal meinar at øll hesi val høvdu verið øðrvísi um Føroyar høvdu havt full- veldið, men tað er og verður ein trúðarspurningur. Sjálvmótsøgn Høgni Hoydal hevur skriv- að eina bók, sum hevur uppiborið at vera lisin. Men um ætlanin við bókini hevur verið at siga seinasta orðið í fullveldiskjakinum, so eydnast hetta ikki. Somu stóru spurningar standa framvegis ósvaraðir aftaná at bókin er lisin. Fyrst og fremst stendur sjálvandi spurningurin um, hví landsstýrið hevur sovorðnan skund við at fáa tað for- mella uppá pláss, meðan alt tað innihaldsliga — stýris- skipanin, fyrisitingin og bú- skaparstýringin — alt kann bíða til seinni. Høgni Hoydal sigur, at heimastýrisskipanin er bara ein formellur karmur, og tí einki virði hevur í sær sjálvari. Samstundis er hann fremsti talsmaður fyri at gera ein nýggjan formellan karm um samfelagið, sum eitur fullveldið. Tað, sum Høgni skyldar at greiða fólkið frá er, hví tann for- melli karmurin er so týdn- ingarmikil, tá hann einki virði hevur í sær sjálvum. Hví á donskum? At enda má eg harmast um, at Høgni ikki hevur skrivað eina bók á føroyskum, til føroysku veljararnar, har hann greiðir frá, hví teir skulu velja fullveldi fram um heimastýri ella sjálvs- stýri. Í tí politiska høpinum haldi eg tað vera løgi, at Høgni fyrst og fremst vend- ir sær til danskar lesarar. Hetta hevur tó einki við bókina at gera. Hon er skrivað og skal lesast, sum tað hon er: Ein bók á donsk- um skrivað til danskar lesar- ar. 09.04.2000 Jóanes N. Dalsgaard Tað ber væl til at fáa bæði fólkaskúlan fullvirknan, ein vælvirkandi arbeiðsmarkn- að og álitið á okkara polit- isku skipan bygt uppaftur. Men tað hendir ikki eftir einum degi ella einum ári. Verri enn so. Og um pol- itiskur løtuvinningur fram- vegis skal vinna á ábyrgdini og politiskum støðufesti, so verður tað ongantíð. Vit kunnu og mugu ikki lova, at allir teir trupul- leikar, sum eru skaptir gjøg- num 10-tals ár, verða loystir beinanvegin. Vit kunnu bert vísa á varligar betringar, ið okkara egni búskapur og førleiki kann bera. Bert so- leiðis kunnu vit sleppa und- an brotnum lyftum og støð- ugum misáliti. Øll harmast vit um verk- fallið í fólkaskúlanum, og í seinastuni hava øll amboð verið nýtt til at gera støðuna uppaftur truplari. Lagt verð- ur beinleðis eftir persónum, partapolitikkur og løgting verða drigin uppí, og for- dómarnir móti bæði politik- arum og lærarum nørast í samfelagnum. Ósemjan millum Lærara- felagið og myndugleikar hevur øll elementini til at gerast ein eldfim blanding. Fýra høvuðs- trupulleikar Talan er um 4 høvuðstrup- ulleikar, ið allir hava ávirk- an á støðuna og úrslitið. 1. Ein fólkaskúlalóg verð- ur samtykt undir undan- farna landsstýri, har tær fíggjarligu og umsitingar- ligu avleiðingarnar ikki eru nóg væl greinaðar og lýstar — og har nógvir ymsir møguleikar og nógvar met- ingar kunnu gerast um, hvat krevst. 2. Arbeiðsviðurskiftini, uppgávurnar og gerandis- dagurin hjá fólkaskúlalær- arum hevur leingi havt tørv á at verða lýstur og lagdur í greiðari karmar — bæði undir gomlu lógini, og ikki minst í samsvari við, at tætt- irnir í nýggju fólkaskúla- lógini skulu setast í verk og fáast at virka til fulnar úti á skúlunum. 3. Lønarviðurskiftini og onnur rættindir hjá lærarum skulu ásetast í samráð- ingum, eftir mong ár við ongum ella lítlum lønar- vøkstri. 4. Nógvir politikarar hava hug at lasta hvørjum øðrum fyri forsøguna, og nógvir politikarar hava hug at vinna sær politiskan løtu- vinning í einum verkfalli, sum rakar eina miðleingju í samfelagnum og harvið all- ar føroyingar og øll pláss í landinum. Tí verður løg- tingið nú drigið uppí. Einasti møguleiki at loysa ósemjuna, er at skilja hesar trupulleikar sundur og fara undir at loysa teir hvør sær. Undiritaði og landsstýris- maðurin í fíggjarmálum hava leingi ynskt at komið til samráðingarborðið til tess at greiða fløkjuna. Tað krevur álit á, at loysnin til- dømis fæst soleiðis: Trupulleiki 1 Tann fyrsti trupulleikin við fólkaskúlalógini er ein spurningur millum lands- stýrið og løgtingið, sum snýr seg um lóggávuarbeiði, umsiting og raðfestingar á fíggjarlógini. Undirritaði hevur gjørt greitt, at eg fegin vil taka stig til at gera eina gjøgn- umlýsing og koyriætlan yvir eitt áramál fyri, hvussu nýggja fólkaskúlalógin fæst at virka til fulnar. Hetta vil Undirvísingar- og menta- málastýrið fegin gera í tøtt- um samstarvi við Lærara- felagið, kommunur, skúla- leiðslur, skúlanevndir og foreldraráð. Men ábyrgdin fyri, at ymsu tættirnir verða settir í verk við kunngerðum og rundskrivum, og at neyð- uga játtanin fæst, liggur hjá landsstýrismanninum, sum stendur til svars fyri løgting- inum. Hetta kann ikki bind- ast í ein sáttmála við triðja- part. Trupulleiki 2 Tann næsti trupulleikin um álagdar uppgávur og ar- beiðsviðurskifti sum heild hjá lærarum, er ein spurn- ingur, sum Undirvísingar og mentamálastýrið hevur á- byrgdina av at fáa greinaðan saman við Lærarafelagnum, so rættvís løn fyri útint ar- beiði kann verða grundarlag undir øllum komandi sátt- málum. Tíverri eydnaðist ikki einum arbeiðsbólki við umboðum fyri allar partar at semjast um hetta áðrenn sáttmálin fór úr gildi. Men tað má bera til at semjast um, hvussu veruleikin sær út. Trupulleiki 3 Tann triði trupulleikin er sjálvur sáttmálaspurningur- in. Hetta er ein spurningur millum Fíggjarmálastýrið Bert álit skapar semjur og Føroya Lærarafelag, har tó Undirvísingar- og menta- málastýrið tekur lut við fak- ligum spurningum og iva- málum. Her má landsstýrið eisini taka atlit til allar aðrar fakbólkar og tryggja rætt- vísar lønar- og starvssátt- málar sum heild inna tað almenna. Hartil má lands- stýrið taka atlit til lands- kassan og samfelagsbú- skapin, tá sáttmálar verða gjørdir, so skerjingar ikki mugu gerast aftaná. Lærara- felagið skal sjálvsagt stríð- ast fyri at fáa so gott úrslit sum gjørligt fyri sínar limir. Millum hesi ymisku áhuga- mál, skal semja fáast. Trupulleiki 4 Tann fjórði trupulleikin er ein spurningur um ábyrgd- arfullar politikarar, sum ikki bert dyrgja eftir politiskum løtuvinningi ella seta ymiskt í verk, har hvørki fígging ella ætlanir halda í longdini. Tíverri hava vit longu sæð, at bæði andstøðu- og sam- gongupolitikarar royna at gera sær dælt av ónøgdini hjá okkum øllum og sáa misálit millum fólk. Eisini hesaferð verður fullveldi, sum hin grábeinti hongt á veggin til syndabukk. Hartil verður eitthvørt høvi brúkt til at sáa iva um álitið á landsstýrismenn og lands- stýrið. Hesin trupuleiki kann bert loysast við, at vanlig siðvenja, um ikki at gera sáttmálasamráðingar partapolitiskar, verður hild- in. Øll hava merkt, hvussu tað er, um dúvað verður uppá, at løgtingið skal loysa trupulleikar á arbeiðs- marknaðinum. Tá eru ongin vunnin rættindi og ongar varandi semjur. Tá kunnu viðurskiftini bert skerjast, tá tað fjarar í kassanum, sum jú er hent so ofta. Bert ein háttur Tí er bert ein vegur: Um álit var á, at hesir trupulleikar við fólkaskúlanum vórðu sundurskildir og loystir, utt- an at kasta fordómar og misálit hvør á annan, so hevði arbeiðsósemjan verið loyst. Og júst hetta álit mugu vit politikarar nú stremba eftir at skapa. Ann- ars verður bert talan um terrorjavnvág. Hugsi at tað fer at taka fleiri ár, men uttan hetta grundleggjandi álit ræður bert vónloysi, ónøgd og mistreysti. Og tá fáa vit neyvan ein góðan fólka- skúla ella nakað annað gott burturúr. Høgni Hoydal landsstýrismaður