Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-12, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. apríl 2000síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 tíðindablaðið sosialurin Nr. 72 - 12. apríl 2000 Viðmerking: Skulu ikki øll vera líka fyri (stýrisskipanar)lógini? Tað er nú við stórum áhuga, at vit sum umboð fyri rættu- liga nógvar borgarar í land- inum hava fylgt kjakinum um stýrisskipanarlógina. Nú tykjast politikarar at vera samdir um, hvussu prinsipielt málið viðv. Signar á Brúnni er. Semja tykist vera um, at allur ivi skal vera honum til skaða. Men fyri at eingin ivi skal verða um, at tað ikki verður gjørt honum órætt skal málið kannast til botns, sum tað skilst helst av ein- um kanningarstjóra samb. stýrisskipanarlógina. Hetta er eisini í fínasta lagi og sæð sum eitt stakmál er hetta eisini eitt dømi um at stýris- skipanin virkar. Men spurningurin er bert, um øll skulu vera líka fyri (stýrisskipanar)lógini. Fiskimannafelagið hevur í meira enn eitt ár arbeitt við einum møguligum broti á stýrisskipanina, sum ikki hevur verið tikið upp á tungu. Felagið hevur verið noytt til at gera sínar egnu kanningar, og aftan á meira enn eitt ár er loksins eydnast at fáa innlit í hetta mál, sum hevur stóran týdning fyri rættartrygdina hjá fiski- monnum. Viðvíkjandi sjálvum mál- inum verður fyrst víst til hjálagda bræv frá Fiski- vinnudeildini, dagf. 6.10.97 sum vísir, at umsitingin loyalt hevur arbeitt út frá løgtingslógini um yrkisráð fyri lønjavningargrunnin. Hon sendir bræv til for- mannin um at hann er vald- ur. Og boðað verður frá tí, sum er vanlig mannagongd við setan av nýggjum nevndum, og at landsstýrið kallar nevndina inn, so landsstýrismaðurin fær kunnað nýggju nevndina um hennara uppgávur. Nýggi formaðurin fær at vita, at hann skal bíða eftir nærri boðum. Men hesi boðini komu ongantíð. Og hetta merkir, at tað er John Petersen, ið sum landsstýrismaður per- sónliga steðgaði málinum. Tað finst bert ein gyldig orsøk til eina slíka framferð, og hon vildi verið um lógin var í stríð við stýrisskipan- ina. Men í brævi frá fiski- málastýrinum til okkara, dagfest 24. mars 2000, verður boðað frá, at tað sum stýrið hevur ført fram í hes- um máli »kann ikki leggj- ast út, sum at sagt er, at lógin er »í stríð við stýris- skipanarlógina««. Hóast heilt greiða støðu er hetta júst tann grundgev- ing, sum løgmaður nýtti í munnliga orðaskiftinum á tingi fyri at fáa tingið at samtykkja at avtaka hesa lógina, sum annars var ein- mælt samtykt í undanfarnu tingsetu. Vit meta, at tað er minst líka stór grund til at kanna hvørt hetta mál er avgreitt samb. stýrisskipanina sum í málinum viðvíkjandi Sign- ar á Brúnni. Verður hetta ikki gjørt mugu vit hava rætt til at fáa eina grundgeving fyri at munur verður gjørdur á hes- um máli. Føroya Fiskimannafelag Óli Jacobsen Politikkur er makt. Demo- kratiskur politikkur er al- ment kend maktnýtsla. Ikki alment kend maktnýtsla er privatpolitikkur. Privatpoli- tikkur er maktmisnýtsla. Maktmisnýtsla er makt, sum persónar, við heimild- um yvir øðrum menniskj- um, hava fingið til heilt ávís endamál við heilt ávísum arbeiðshættum, men sum hesir persónar nýta til annað endamál ella á annan hátt enn ætlað. Maktmisnýtsla kann vera ólóglig ella kann liggja á kantinum til at vera ólóglig. Oftast er maktmisnýtsla trupul at prógva. At makt- misnýtsla ofta verður framd ígjøgnum fólk, vit vanliga nýta heitið “naiv” um — t.e. fólk við vilja til gott verk — ger ikki próvbyrðina lættari. Tað eru ikki mangir dóm- ar um maktmisnýtslu, hóast maktmisnýtslan er vanligari enn gott er. Land, sum kemur í eina ónda ringrás, har maktmi- snýtsla gerst alt vanligari, er í kreppu. Slík kreppa hev- ur ofta sín uppruna í ovasta embætisverkinum. Bardagin móti maktmis- nýtsluni verður best framd- ur við demokratiskum vápnum — opinleika. Tað ber ikki til at siga Privatpolitikkur ósanndindi við vilja, uttan maktmisnýtsla liggur aftan- fyri. Tað ber heldur ikki til at tiga í almennum máli, sum ikki hevur tøgn fyri neyðini, uttan maktmisnýtsla liggur aftanfyri. Prinsipiell tøgn er í sjálvum sær maktmis- nýtsla. Ein týðandi mátistokkur fyri privatpolitikk er, har ó- sannindi eru at finna og har tøgnin ræður, har tað ikki fellur natúrligt. Ein kom- binatión, sum vit ofta nevna manipulatión. Har manipulatión — tann ótespiliga kombinatiónin av tøgn og ósannindum — kemur fyri í sambandi við ábyrgdarfólk, sum vil gott verk, nevna vit karakter- morð. Ábyrgdarpersónur verður karaktermyrdur. Tað er lítið sannlíkt, at ein maktmisnýtir ella karakter- myrðir uttan at røttu avvarð- andi vita tað. Tann rætti av- varðandi, sum kennir til maktmisnýtslu, men einki ger við tað, misnýtir sjálvur makt. Útinnir sjálvur privat- politikk. Tann rætti avvarðandi er tann, sum hevur maktmis- nýtara — ella ein, sum karaktermyrðir - á sínum lønarlista. Vit onnur, sum síggja, kenna bert pínuna av vitan — uttan møguleika at gera nakað við tað. Næstan. Vit hava talu- og skrivi- frælsi, hóast tað ofta kann vera trupult at siga frá ó- humsku, sum er trupul at prógva, uttan sjálvur at missa trúvirði millum manna. Vit velja eisini fjóra hvørt ár. Ein týðandi uppgáva hjá okkum, sum velja — og harvið útinna makt — er at meta um útint maktnýtsla í gerandisdegnum er poli- tikkur ella privatpolitikkur. Alment kend maktnýtsla við alment kendum argu- mentum ella privatpolitisk maktmisnýtsla. Signar P. Heinesen Nú Í/F Havsbrún hevur vunnið heitið sum ársins virki, er tað kanska hósk- andi at hugleiða eitt sindur um, hvussu eitt virki skal verða rikið fyri at vinna ein slíkan heiðurssess. Í fyrsta lagi eiga viðlíkahaldsútreiðsl- urnar at verða spardar so lang niður sum gjørligt! Hetta gevur skjótan vinning, sum er altavgerandi fyri spennandi virk- semi og fyri at vágafúsur kapitalur skal brellast eftir at gera íløgur í virkið. Í øðrum lagi eigur at verða vístur ein meira frísinnaður hugburður yvir fyri lógum og reglugerðum, sum kunnu tarna virkseminum og avkastinum hjá virkinum. Tak t.d. Umhvørvislógina: Tað hevur verið skotið Havsbrún í skógvarnar, at har luktar so illa, men her eiga fólk at minnast til og at venja seg við, at eitt fiskavirki má lukta av fiski. Og viðvíkjandi óljóði frá virkinum, eigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan at halda seg vekk her og lata marknað- arkreftirnar ráða. Í staðin fyri blint at skriva altjóða lógir og reglugerðir um larm av, eigur Starvsstovan at koma við nýhugsanum, sum eru lagaðar til fø- roysk viðurskifti. Til dømis kundi hon býtt út hoyriverjur til grannarnar hjá virkinum. Hesar hoyri-verjur skuldu verið gjørdar soleiðis, at tað bar til at sova við teimum. Tað sama er at siga um altjóða Mar- poll-lógirnar, sum snúgva seg um vernd av havumhvørvinum. Hetta eru útlend- skar lógir, sum eru trýstar niður yvir okkum og sum ikki hóska til føroysk viðurskifti. Her var kanska gjørdur ein svipsari? – Ikki tað at íløgur vóru gjørdar í ali- vinnuna, tí hetta vóru góðar íløgur, sum hava kastað væl av sær, og sum eisini eru náttúrligar fyri Havsbrún. Størsti parturin av framleiðsluni hjá virkinum er jú alifóður. Men kanska var tað ikki so smart at gera íløgur í alivinnuna júst í Fuglafirði, tí laksurin her livir at kalla í frárenslinum frá Havsbrún, og í lensi- vatninum frá skipunum, sum landa til virkið. Samanumtikið kann sigast, at um ein vil hava frambrot í vinnuni, so eru her tvær meginreglur, sum eru góðar at hava í huga: 1. At spara mest møguligt í viðlíkahaldsútreiðslum. 2. At síggja ímillum fingrarnar við lógum og reglu- gerðum, sum kunnu vera hindrandi fyri tað virksemi, sum ein er í holt við. Tað góða er, at htta fær ongar avleiðingar kortini, – væl at merkja um ansað verður eftir, ikki at gera íløgur í viðkvæmt virk- semi, sum liggur ov nær egnari fyritøku. Um hesar meginreglur verða fylgdar, skuldi verið lagamanni at vunnið heið- urin sum ársins virki eftir stuttari tíð. Heilsan, Niels Midjord Kjakið fer fram í Sosialinum Ársins virkið