Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-11-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. november 1983síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

} | | | | j | } ! dindabladid ti Útgevar!; p/f sosjalurin Fyritaksstjóri og bjaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd) Blaðfólk: Høgni Djurhuus. Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miller Lýsingar: Árni Joensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Ein ring gerð Tað er eingin Johs. M. Olsen, sum skal hava loyvi til at dema eisini um, hvenn leik Javnaðarflokk- urin skal hava í heimspoli- tikkinum. Væl veit eg at honum dámar sera væl at leggja eftir Javnaðar- flokkinum, og athann brúkar hvert hevi til at siga og skriva líkt sum ólíkt um Javnaðarflokkin. Hesa grilluna átti hann at sloppið sær av við. Hetta hann fangaði ta letuna hann var í ting- inum i farnu viku, tå løg- maður svaraði fyrispurn- inginum, sum átti at verið svaraður fyri mánaðum síðani, um tingskipanin annars skal takast fyri fult, gevur hevi til at minna afturá, tá Sam- bandsflokkurin dýkti )sonnu propagandu sína sum andstøduflokkur um leiklut Javnadarfloksins i landsstýrinum, tå sått- målasamrådingar vóru um fiskirættindi vid Sovjet. Tå søgu sambandsmenn tað vera reindyrkaða kommunismu sum dJavn- aðarflokkurin framdi, tå hann gjerdi fiskiveiðisátt- målan við Sovjet. Men i dag, ikki eitt orå um tilikt, heldur ikki frå sambandsins síðu um tær mongu sovjetisku flota- eindirnar sum títtari og títtari leita til Feroyaleiðir síðani Sambandsflokkurin tók um róður í Tinganesi. Og hesaferð er tað so andsteðan ímóti atomer- skapinum, sum fær sinnið í J. M. O., ti at ein javn- aðarfingmaður rópar var- skó um henda óndskap, sum skjótt kann gera enda á ellum, eisini á J. M. O. Men tá Johs. Martin Olsen leggur Javnaðar- flokkin undir at vera eitt lið í sovjetisku »sosialism- uni«, tá er hetta tann rein- dyrkaði óndskapur. Tí J.M.O. veit, at hetta er ikki so. Hann veit t.d., at norski sovæl sum danski Javnaðarflokkurin standa við limaskap teirra í NATO, tí teir halda hetta vera einasta trygdin móti sovjetisku »sosialismuni«, sum er ein álvarsom hóttan móti demokratisku samfeløgunum. Tá hann síðani ger sær ómak at sitera burturúr Jyllandsposten, ja, so er nærliggjandi at minna á, Postsmoga 76. 3800 Argir, telefon 11820 politisk viðmerk- ing at tað ikki undrar hetta blað sympatiseraði við eini vissari ismu í ólukku- máta. Eg veit ikki, hvat tað er, sum fær Johs. M. Olsen til at leika so í. Hald er lítið í skriving hansara, uttan tað, at sáa illvilja og vána klima millum Javnaðar- flokkin og Sambands- flokkin. Og tað haldi eg vera eina ringa gerð. NB. Tá sagt verður at sosialistiski heimsfelags- skapurin, — sosialistiski internasjonali — er tað ofta, at menn blanda. Tað er ein himmalmunur á hesum felagsskapum. Kommunistar hava sín og demokratisku sosialista- flokkarnir, sosialdemo- kratarnir, hava sín, SI. Men sjálvsagt, »hensigten helliger midlet«. J. Lindenskov Farid hovliga fram vid sjukrahjålparaskulanum Uttan å nakran hått at leggja meg uti kjak, um sjúkrahjálparskúli = eigur at setast á stovn í Fer- oyum ella ikki, — hetta eri eg á ongan hátt fer fyri at meta um, — fari eg kortini at gera eina lítla viðmerk- ing til grein í Sosialinum 3. nov. 83 undir heitinum — Sjúkrahjálparaskúlin í ljósmála. At seta nýggjan skúla á stovn er ikki hvens mans 'eri, og eigur her at farast hóvliga fram, at hetta ikki blívur meira til ógagn enn gagns. Kannast má tørvur, samarbeið fáast í lag millum heilsustovn, politikarar, fakfelag og sjálvsagt skúlan, sum fær hesa útbúgving um hendi, sovæl sum deildarleiðarar og deildir, ið skulu geva tað praktisku frálæru mugu takast við uppá ráð — og stendur ein sum kánus, tá fert verður fram í nevndu grein, at skúlin sum so bert skal vera til taks tá tervur er á!!! Er slíkt praktiskt megu- ligt ??? Táið nevnt verður í greinini, at arbeiðseki hjá sjúkrahjálpara og sjúkra- systir er hver sítt, má eg taka til orðanna, her má misskiljing vera komin í. Tað er nevniliga als onki í rektini av sjúklingum, sum sjúkrasysturin ikki er við í, tað veri seg vask, at raka fólki, reiða upp og annars alt hitt. Vit eru og skulu vera við í allari rekt lið um lið við sjúkrahjálp- aranum, og saman geva tað rekt sum tervur er á til eina og hverja tíð. Bert so- leiðis kunnu vit geva sjúk- linginum ta viðferð, hann hevur krav uppá. Havi ilt við at síggja. at tað skuldi verið ein bági í rektini, at ein hevur eina longri og soleiðis meira fullfíggjaða útbúgving. Hetta hevði í hvussu so er ikki gjørt meg sum sjukling tryggan sjálvan, minn Helena Nattestad sjúkrasvstir MEE s0Sialurin "Til lesarabrævid i nr. 123, Nr. 129 — 8. november 1983 25/10—83 m; Eru tit á Sosialinum púra vitleysir at prenta slikt i blad okkara. Ein beinleidis dålking av navni og minni P.M. Dams. Slikt er æru- meiding av okkum øllum javnadarmonnum. Hvat vit meina um Dánjal er komið fram og restin kemur. At taka menn fram um aðrar kann illa gerast av uttanfyri- standandi. Vit hava okkara egnu arbeiðara- søgu, og gimsteinar í henni, sum aldri verða nevndir millum manna — tó vit minnast teir — stríðsmenn okkara bæði innan javnaðarfelagið Fylking og Feroya Arbeið- arafelag — Dánjal er ikki nevndur, uttan av sær sjálvum. Hvat tygum hava hoyrt á fundum í t.d. Feroya Arbeiðarafelag og fingið tykum at virðis- meta og meta hann so hegt er ófatuligt. Hvat fekst hann annars við í Jarðarráðnum? Hvussu við traðarstykk- inum hjá D.J. Eyvindsen. Í Fylking er spurn- ingurin len hansara og í Feroya Arbeiðarafelag fekk hann fylkingsumboð úr stjórnini og stóð tað til hansara, var ongin suðringur har heldur. Í býráðnum hevur hann bert skapt klandur — útspilling og esing um alt ið fram er komið alment — lesið Oyggjatíðindi. Onki ættarlið i Føroyum er fyrr gingið inn til so ófatiligar meguleikar sum teir ið Dánjal er ímillum. Teir skulu bert ansa gróð- rinum va tí ið sátt varð. K.J. Opið bræv til følkatingsmenninar, J. Lindenskov og J. M. Olsen Tann 22. november byrjar uppsetingin av teimum 572 nýggju atomrakett- unum hjá Nato, sambært vesturtýskar stjórnar- keldur. Um tað íkki eydnast, í fyrstu syftu at fáa útsett hesa uppseting, so er ongin vegur aftur. So fer atomvåpnadubbingin av álvara at taka dik á seg Uppsetingin av hesum rakettum hendir ímóti viljanum hjá fólkameiri lutanum í europeisku Natolondunum. Hetta er ferð eftir ferð ávíst í velj- arakanningum, men tað besta prógvið er helst tann velduga fólksliga fridarrørsla, sum hevur tikið seg upp seinastu árini. . Orsøkin til mótsteðuna er einføld. Fólk eru vorðin sannferd um, at nýggju atomrakettirnar á ongan hátt ekja um trygdina í Europa, men tverturímóti eru eitt stórt stig fram ímóti atomragnarokinum. Europeiska friðarrersl- an fevnir øll europeisk lond, eisini Feroyar, har áhugin fyri hesum spurn- ingi, fryktin fyri tí, sum kann henda, og viljin til at gera nakað til tess at broyta vandasteðuna, er í stórum vekstri. Friðarrerslan ger seg galdandi við steðugt sterri styrki, eisini í teimum parlamentum, sum í síðsta enda skulu avgera hvert Nato- samtyktin frá 12 desember 1979 um nýggju atomrakettirnar skal setast i verk ella ei. Eitt årslit av hesi vaksandi styrki i friðarstríðnum var tað, tá meirilutin í danska Fólkatinginum tann 26. mai í ár álegði donsku stjórnini at virka fyri, at uppsetingin verður útsett, og at strongja á til tess at fáa eina samráðingarloysn um tey miðrekkandi atom- vápnini í Europa. Sum kunnugt metir hesin fólkatingsmeiriluti nú, at stjórnin ikki loyalt hevur fylgt 26. mai- samtyktini. Tí verður eitt nýtt uppskot lagt fyri Fólkatingið hósdagin tann 3. november, sum greiðari tilskilar, hver ið steða meirilutans er, og hvussu stjórnin innan Nato skal virka fyri at uppsetingin verður útsett og fyri at fáa eitt úrslit burturúr teimum samráðingum, sum fara fram í Geneve, og sum steðga so skjótt tann fyrsta rakettin er sett upp. Sum umboð fyri Feroya fólk í danska Fólkating- inum skulu tit taka stødu til hendan álvarssama spurning. Tá ein hugsar um hvussu avgerandi hetta mál er fyri framtíð okkara, kann tað ikki undra, at hendan steðu- takan tykkara hevur stóran ans millum fólk, og at nógv í spenningi bíða eftir henni. VIt vilja tí heita á tykkum, um alment at greiða frá hverja steðu, ið tit fara at taka, eins og hverja tit tóku, tá málið var frammi í mai mánaða. Herí sjálvandi íroknað grundgevingar tykkara. Samstundis vilja vit ikki halda okkum frá, eisin iat heita á tykkum um at atkvøda fyri tí uppskoti, sum verður sett fram ein av teimum flokkum, sum stoðua ftanfyri 26. mai- samtyktina, og hvers endamál er at fáa útsett uppsetingina, so eitt úrslit vónandi kann fáast burturúr Geneve-samråd- ingunum. Eitt úrslit, sum veruliga ekir um trygdina, og sum minkar um tann vaksandi kríggjvandan. Hetta hevði eftir okkar tykki eisini verið í sam- svar við andan í steðu løgtingsins til hernaðar málið i Føroyum. Einmælt samtykt av teim 80 luttakarunum á friðar- fundi í Føroyahølunum í Keypmannahavn 29.10.83, fyriskipaður av Meginfel- ag Føroyskra Studenta, Meginfelag Føroyinga undir útbúgving, Kommu- nistiskir Útisetar, Føroyskir Sosialistar og Kvinnufylkingin i Keyp- mannahavn, undir heit- inum Utisetar fyri Fridi. Fundarinnar vegna, Turid Joensen, c/o Føroya- hølini, Rosenborggade 5 a, 3. 1130 København K. Innlatingartíðir fyri lýsingar Smærri lýsingar mugu vera blaðnum í hendi í seinasta lagi kl. 12 dagin fyri blaðið kemur út. Størri lýsingar kl 9. Um íkki ber til at koma til at lata okkum lýsingina til ásettu tíðina, kann avtala gerast um tað Tíðindabiaðið SOSIALURIN Postsmoga 76 — tlf. 11820 3800 Argir