Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-11-10, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. november 1983síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

I Nr. 130 * hósdagur 10. november 1983 56. árg. % kr. 5,- Vil hava ummæli um skiparar Fútin hevur biðið Fiskirannsóknarstov- una um eitt ummæli um málið viðvíkjandi skiparunum á 29 skip- um og bátum, sum Vaktar- og bjargingar tænastan vil vera við hava brotið kunngerð- ina um vernd av ung- fiski Tá V. og B. var liðug at kanna málið, bað hon fútan kanna, um grundarlag er fyri at stevna skiparunum, sum eru einir hálvt- hundrað í tali. Finn Ougaard, varafuti, sigur, at málið er sent Fiski- rannsóknarstovuni til ummælis. Meira er ikki gjørt við tað enn, sigur hann. hd Tyrla kemur 2. desember Fríggjadagin 2. desember kemur Tyrla til Feroya úr Esbjerg. Landsstýrið hevur keypt hana frá Maersk Air fyri slakar 7,9 mill. kr. umframt ymiska eyka útgerð fyri 1 mill. kr. Anfinn Kallsberg, landsstýrismaður, var í Danmark fyrst í vikuni og undirskrivaði keypssáttmálan. Tyrla er átta ára gomul. Hon hevur fyrr flogið í Feroyum, á sumri 1981. Tá fekk hon navnið Tyrla Nær Tyrla byrjar regluliga flúgving er óvist enn. hd Koyrikortið krevur ikki av okkum at vit skulu duga at koyra í myrkri og hálku. Tí skulu nú nógvir bilferarar til at gera sínar egnu royndir — nógvir fyri fyrstu ferð. Tað kann fara at raka bernini, tey gomlu og tey brekaðu, sum eru ringast fyri í ferðsluni. Rókur Dalsgaard, á Bileftirlitinum, hevur skrivað um hesar spurningar. Síða 8 og 9 Sigið nei til Noregs- sáttmála verða vit av- markaðir til 5 skip Lagnan hjá Giljanesi og Reynsatindi nær tengd at komandi sáttmála við norðmenn — skipini skulu fiska rækjur við Svalbard, fyri at bera seg Teir báðir risarnir i føroyska fiskiflotanum og Reynsatindur — mugu sleppa at fiska rækjur vid Svalbard ein part av årinum, skulu hesi skip hava nakran møguleika at klåra seg. Tað er ein av reiðarunum á Giljanesi, Jens Eli Ellef- samreðu við Tíðindablaðið sen, sum sigur hetta í Sosialin. Hann vísir á, at teir hava sekt landsstýrið um loyvi at Giljanes fiska við Svalbard, men hava einki svar fingið Hevdu vit fingið loyvi í summar — hevdu vit kunnað gjert tveir túrar, sum hevdu givið okkum 15 mill. kr. Eg haldi tað er ófyrigeviligt, at vit ikki hava fingið hetta loyvi, tá vit vita, at tað í meðal bert hava verið tvey til trý skip á leiðini kring Svalbard Síða 11 Byggja skip fyri 200 milliónir uttan eitt oyra úr landskassanum Síða 5 Føroyingahavnin skal umvælast Umvælingar fyri 1,5—2 mill. kr. skula gerast í Fer- oyingahavnini, áðrenn farið verður aftur til ar- beiðis har næsta ár. Hetta bleiv avgjert, tá nevndarformaðurin í Nordafar, Poul J. Olsen, og sakferari felagsins, Jógvan P. Lassen, herfyri vóru í Grenlandi, skrivar Atuagagdliutit (Gren- landsposten), sum hevur tíðindini eftir stjóranum, Jermundi Vágadali. Hann sigur við blaðið, i % É . xL at talan er ikki um nakra nútímansgerð, men um bráðneyðugar umvæl- ingar, sum mugu gerast, áðrenn arbeiðið á virkin- um hjá Nordafar byrjar aftur. Virkið hevur í ár 30 ár á på — … 3 UR 3 + baki. Tað er tó ikki greitt, um arbeitt verður á Nordafar í 1984. Tað veldst alt um, um virkið fær neyðugu rá- veruna. Men Jermund Vágadal, sum annars er farin frá sum stjóri, hevur góðar Vágadal væntar, er ætlan- vónir: in, at Nordafar skal hava — Eg vænti, vit vera eini 200 fólk í arbeiði millum tey virki á landi, næsta ár. Ætlanin er sum fáa mest, tá ráveran við árslok verður býtt í kvotur. Gongst, sum Jermund umframt saltfiskin at skera toskaflak til enska marknaðin. hd Atlegubryggjan í Feroy- ingahavnini, hon er 200 metrar long, er longsta fiskivinnuhavn í Gren- landi. Hon er år timbri og trongir harðliga til ábetur.