hósdagur 10. november 1983síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ANNE NNE NE NE NNE
Síða 4
"pe
oome BOD um Oue
|341
Rf
Ryggjastykki á spritu
175
Rulla eitt ryggjastykki og sker tad i uml. 2
em tjukk stykkir. Set eina spritu igjøgnum
hvørt stykki.
Krydda vid salti og pipari.
Steik á pannu ella plåtu i einar 4—5 min. á
hverjari síðu. Verður borðreitt við krydd-
smeri og selleri, kókað í róma og steiktum
tíðindablaðið
ht 0%
Nr. 130 — 10. november 1983
Landsstýrið roynir skattamál í Lands-
rættinum:
Bátur ongantið úti.
Kann dragast frå
— Loyvt at draga frá og avskriva útreiðsl-
ur, sum ikki hava givið nakra inntøku,
sigur Føroya rættur,
róðrarmann
Er tað í lagi at draga frá í
skatti undirskot av einum
útróðrarbáti, sum
ongantíð hevur verið í
vinnu?
Sakarmálið er enn eitt
demið um, at skattalógin
kann tulkast ymiskt og
neyðugt er at lata dóm-
stólarnar avgera, hver
tulkar rætt.
Málið er einfalt: Á vári
1978 keypti ein maður í
Klaksvík ein 20-tonsara úr
Danmark fyri 350.000 kr.
Hann rindaði 80.000 kr.
beinanvegin og restin var
seljarapantibrøv.
Båturin kemur til
Føroya og nyggi eigarin
fer at rigga til at fara i vår-
róðurin. Men meðan hann
riggar til, hendir tað
óhapp, at motorurin
brennur saman. FEisini
fekk hann frá Skipasýn-
inum at vita, at báturin
bleiv ikki góðkendur, fyrr
enn steðið undir motor-
inum bleiv hækkað.
Honum bleiv eisini álagt
at gera aðrar ábetur,
áðrenn hann fekk sigl-
ingarloyvi til bátin
Noyddist at selja
Eftir at hava fingið tilboð
upp á nýggjan motor og
iseting. gjerdist mann
inum greitt, at hetta fór at
blíva eitt alt ov stórt figg)
arligt tak fyri hann. Sum
sakferari hansara segði í
Landsrættinum: Hann
hevði verið noyddur at
fiska hálvaaðru ferð so
nógv sum teir raskastu út:
róðrarmenninir fyri at fáa
endarnar at rekka saman
Maðurin avgjerdi at
selja bátin, sum hann nú
var. Hann fekk góðar
100.000 kr. fyri hann.
Hetta var eitt ár eftir,
hann hevði keypt hann.
Av góðum grundum heyði
maðurin onga innteku av
hesum góða báti. Men út-
reiðslurnar vóru har.
Tá hann so skrivar
sjálvuppgávuna fyri
1978 dregur hann undir-
skotið av bátinum frá.
Undirskotið var 97.149 kr.
Býttar soleiðis, at 34.324
vóru rakstrarútreiðslur og
62.825 kr. avskriving.
Og nú fara so teir
ymisku skattamyndug-
leikarnir at tulka para-
graffirnar í skattalógini
og avskrivingarlógini.
Líkningarnevndin Í
Klaksvík segði, at hetta
bar ikki til.
Undirskotið kundi ikki
dragast frá, tí báturin
hevði ikki verið í vinnu.
Maðurin kærdi til lands-
skattanevndina. Og fekk
viðhald Landsskatta-
nevndin segði, at báturin
var keyptur við »vinnu-
ligum endamáli fyri eyga«.
Men Líkningarráðið helt
hesa avgerð vera heilt
burturvið og óttaðist fyri,
hon fór at skapa fordømi.
Líkningarráðið bað tí
Landsstýrið stevna ti
óhepna bátseigaranum við
kravi um, at hann bleiv
demdur at viðurkenna, at
hann hevði ongan rætt at
draga rakstrarútreiðsl-
urnar frá og avskriva
Í Feroya rætti og eisini í
Landsrættinum legði sak-
førarin hjá manninum
dent á at prógva, at bát
urin varð keyptur til út
sum fríkendi út-
róður, altso til vinnuligt
endamál, og ikki til at
brúka sum stuttleikabát.
Fríkendur
o Fi Ja, sigur Føroya rættur,
5] H ) ; i ;
H a Bíðað verður nú eftir svar- . Eftir at hava hoyrt báðar
: i inum — déminum — hjå Osamdir skatta partar, frikendi Føroya
i | som Eystara Landsrætti. myndugleikar rættur båtseigaran. Hann
hevði ikki gjørt nakað
ólógligt, tá hann dró tær
góðu 97.000 kr. á sjálv-
uppgávuni fyri 1978.
Grein 8 stk. 1 í skatta-
lógini og grein 11 stk. 1 í
avskrivingarlógini, hesar
snúði sakarmálið seg um,
loyva slíkum frádrátti, tá
hann skal útvega, tryggja
og halda viðlíka inn
tekuna hjá skattaborg-
aranum.
Um tað er ongin ósemja.
Men so sigur Landsstýrið
at báturin ongantíð var
úti og tí ikki brúktur til
vinnuligt endamál
Sostatt er onki grundarlag
fyri at draga frá rakstrar
útreiðslur ella at skriva
av
Men Føroya rættur segåi,
at lógirnar seta ikki sum
treyt, at endamálini við
frádrignu útreiðslunum
nevniliga at tryggja og
viðlíkahalda inntekuni
verða rokkin. Tí kunnu út
reiðslurnar dragast frå,
uttan nekur innteka er
Ongin ivi er um, at
maðurin keypti bátin við
tí eina endamáli: at rógva
út. Hann kundi ikki vita
at tað fór at ganga, sum
tað gekk, segði Feroya
rættur í viðmerkingunum
til dómin
Foroya rættur demdi
eisini Landsstýrið at
gjalda sakarm“lskostn-
aðin, 8.000 kr., hjá báts
eigaranum
hd
eplum
.
Kryddsmer 13 000 kr. til slupp
00 gr. av íslendskum smør
Sluppdansurin í Kveldloti leygarkveldið gekk av tí besta. Nógv fólk komu í
dansin og, tå kassin var gjørdur upp, vóru 13.000 kr. eftir til Westvard Ho.
Pengarnir verða, eins og aðrir pengar, sluppstuðlarnir savna, brúktir til at
geva sluppini eina yvirháling til 100 ára fødingardagin næsta år.
úr I 1/2 citrøn
Sa ft
2 súpiskeiðir av sinnoppi
4 súpiskeiðir av sundurskornari persillu
Skalrørast saman og sproytast sum toppar