hósdagur 10. november 1983síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Nr. 130 — 10. november 1983
Gerið ikki nýggjan sáttmála
við norðmenn skulu vit av-
markast til fimm rækjuskip
— sigur Jens Eli Ellefsen, reiðari á Gilja-
nesi
Ein treyt fyri, at teir báðir sterstu trolararnir í
føroyska flotanum, Giljanes og Reynsatindur,
yvirhøvur kunnu klåra seg, er at teir sleppa at
fiska rækjur vid Svalbard ein part av årinum — ta
tidina, tå litid er til av svartkjafti.
Hetta sigur Jens Eli Ellefsen, reidari å Giljanesi
og sølustjøri i Atlantic Trading, sum selur fiskin
hjå Giljanesi.
Bådir trolararnir hava søkt um loyvi at fiska
rækjur, men hava einki svar fingið frá landsstýr-
inum. Felagið Rækjuskip mælti annars frá at geva
Giljanesi loyvi fyrr í ár við tí grundgeving, at bert
fimm skip kunnu fiska samstundis.
— Eg haldi at felagið Rækjuskip hevur misrekt
sína uppgávu, tí enn hava bert verið trý skip í
meðal á Svalbardleiðini — oftani bert eitt, so at
halda fast um, at teir skulu hava fimm skip og tí
nokta okkum fiskiloyvi, haldi eg vera ófyrigevi-
ligt.
Jens Eli Ellefsen vísir eisini á, at tað verður
ringt at samráðast við norðmenn um at økja talið
á skipum, tá vit ikki hava fiskað við fimm skipum
samstundis.
Felagið, sum eigur svart-
kjaftatrolaran Giljanes,
søkti lomgu fyri einum
hálvum ári síðani lands-
stýrið um loyvi at sleppa
at fiska rækjur við Sval-
bard. Felagið hevur enn
einki svar fingið
Nú stundar móti nýggj-
um fiskiveiðusáttmála-
samráðingum við norð-
menn og Tíðindablaðið
Sosialurin hevur vent sær
til selustjóran í Atlantic
Export, ið selur fiskin hjá
Giljanesi.
Jens Eli Ellefsen sigur,
at teir longu í juni, um tað
mundið, tá teir vistu, at
tað fór at verða ein ring tíð
til svartkjaft, sektu lands-
stýrið um loyvi at fiska
rárækjur við Svalbard.
Felagið Rækjuskip
svaraði í hesum sambandi
landsstýrinum, at tað
ynskti at hava fimm skip
á økinum við Svalbard alla
tíðina og helt tað tí vera
heilt burturvið at lata
Giljanes fiska rækjur har.
Felagið Rækjuskip
ikki rekt sína
uppgávu
Få vit so sóu, at
»Rækjuskip« ikki kom at
rekja sína uppgávu við tað
at bæði Fame og Sólborg
kki fóru at
I at
fiska Bar-
tvær ferðir, og vit hava
framvegis ikki fingið
loyvi.
Jens Eli Ellefsen vísir á,
at tað í meðal, bert hava
verið 3 skip við Sval-
bard. Oftani hevur bert
verið eitt skip.
— Tit eru jú uppruna-
liga útgjerdir til at fiska
svartkjaft og ikki til rækj-
ur. Hví gjørdu tit av at
søkja um rækjuloyvi
eisini?
— Tá Giljanes varð
keyptur, so var eitt av út-
talilsunum frá fiskifrød-
ingunum, at tad var nokk
til av svartkjafti alt årid.
Eftir okkara metan —
eftir tveimum árum —
vistu vit, at tað fór at vera
ein ring tíð frá juni til
seinnapartin av august.
Fyri at fáa skipið at
koyra nóg væl fíggjarliga,
so mettu vit tað vera
náttúrligt at brúka skipið
til rækjuveiðu hesa tíðina.
— Men krevst ikki stór
umbygging til at fiska
rækjur.
— Tað krevst sera lítil
umbygging til at leggja
um frá svartkjafti til
rækjuveiðu. Skuldu vit
fiskað rækjur við Gilja-
nesi til pilkiverksmiðjur
uppi landi og til
panska marknadir
Tveir túrar og
15 mill. kr.
við Svalbard, so hevdu
teir kunnað stílað móti
tveimum fullum túrum við
Svalbard í tíðini frá juni
til august.
Tað hevði givið góðar 15
mill. kr.
Hetta hevði so eisini
givið arbeiði til fólk á
landi í Feroyum, sum
kundu pilka tær smærri
rækjurnar.
— Tit fingu ongantíð
svar frá landsstýrinum.
Hví heldur tú, at tit einki
svar hava fingið?
— Eg trúgvi, at tann
fyrsta grundin var tann,
at landsstýrið tordi ikki at
senda okkum eitt svar, tí
at Felagið Rækjuskip jú
skuldi hava fimm skip við
Svalbard. Eisini tí at
felagið Rækjuskip hevði
hardliga, at
landsstýrið varð gingið
við til at skerja okkum til
fimm skip.
mótmælt
Royndarveiðan
í gráu sonu
Jens Eli Ellefsen heldur,
at landsstýrið síðani
hevur sæð, at Felagið
Rækjuskip kortini hevur
svikið. Tí teir yvirhevur
ikki hava brúkt megu-
leikan at fiska við fimm
skipum. Og við tað at tíðin
hevur liðið so nógv út, so
hevur landsstýrið trú, at
vit vildu finna svartkjaft
og partvís kunna fylgt
ætlanini at byggja svart-
kjaftavirki á landi upp
m.a. við at fáa meiri vitan
um svartkjaftin um heyst-
ið.
Víðari sigur Jens Eli
Ellefsen, at kundu teir
ikki fáa loyvi at fiska
rækjur við Svalbard, so
ynsktu teir at sleppa at
leita eftir rækjum í gráu
sonu.
Teir hava fingið upplýst
frá feroyskum skiparum,
at norðmenn helst fiska
rækjur á hesum eki í
letuni.
Hetta hava vit so heldur
ikki fingið svar uppá,
leggur Jens Eli Ellefsen
aftrat.
— Nú tá vit síggja, at
tað meguliga ber ikki til at
reka eitt so stórt skip sum
Giljanes einans við at líta
á svartkjaftin, hvat heldur
tú so sjálvur er tann besta
samansetingin í veiðuni?
— Eg haldi at tann mest
náttúrliga samansetingin
er, at eitt slíkt skip sum
Giljanes fiskar svartkjaft
ein part av árinum og
rækjur ein annan part av
árinum.
Skipið hevur frystari og
nógvar av maskinunum
kunnu nýtast í samband
við rækjuveiðu. Tú brúkar
sjálvandi ikki sjálvar
flakamaskinurnar.
— Hvussu stór verður
ílegan at gera út til rækju-
veiðu.
— Hon er sera lítil. Skal
tú hava automatiskar kók-
arar o.l. so verður iløgan
einans 1,2 mill. kr.
Tilboð at fiska
í Grenlandi!
— Um tit fingu loyvi at
fara til Svalbard longu í
juni vóru tit so farnir í
rækjuveiðu beinanvegin.
— Tað høvdu vit. Vit
hevdu annars eitt tilboð at
fiska rækjur í Grenlandi.
Men í samráðingunum
vísti tað seg, at vit kundu
ikki fáa hægri prís fyri
rárækjurnar enn 6,20 kr.
kilo, og vit kundu eiga ein
fjórðing av veiðuni sjálvir.
Men vit høvdu ikki møgu-
leikan at kóka rækjurnar,
og grenlendingar kundu
heldur ikki upplýsa stedd-
ina á rækjunum.
— Kundu vit ikki fáa
tær sterri rækjurnar
Framhald á síðu 13
Meira um Giljanes
Vit fara í Sosialinum
frá gongdini við Giljanesi, hvussu henda nýskap
an innan føroyska fiskivinnu hevur staðið sina
roynd, og hvussu framtíðin sær út
av svartkjaftaverum o.a
í næstu viku at greiða nærri
jan
Eisini um selu
Rætting til
hondbolt
Vit nevndu i kappingaryvirlitinum í hondbólts-
landskappingini í seinasta blað, 2. deildarliðið hjá
monnunum í Klaksvík bert hevur fingið 2 stig.
Tað rætta stigatalið er 4.
Peningur til
idnadarskip
utgoldin
Hóast landsstýrið fyri lagnari tíð síðani avgjørdi,
at føroysk idnadarskip, sum legdu veiðuna upp í
Føroyum istadin fyri í utlendskari havn, skuldu
fáa ein iskoytis flutningsstudning, so hevur hesin
peningurin enn ikki verið útgoldin.
Talan er um tíðarskeiðið frá 1. februar til 1.
apríl. Frá 1. apríl varð lóg sett í gildi, sum
tryggjaði ídnaðarskipum henda studning.
Studningurin hevur serliga verið givin fyri at
fáa lodnuskipini til Føroya at landa.
Nu tykist so kortini at vera ein glotti fyri
framman. Hildibjartur Johansen, stjóri í Len-
javningargrunninum sigur í samreðu við Sosialin,
at tað er rætt, at grunnurin leingi hevur bíðað
eftir einum loyvi frá landsstýrinum til at gjalda
studningin.
— Nú hava vit so aftur vent okkum til lands-
stýrið fyri at fáa hetta loyvi, og hava vit júst nú í
hesi vikuni fingið grønt ljós til at gjalda studning-
in sigur Hildibjartur Johansen.
jan
Landsstýrið kallar
fiskivinnufeløg
til fundar
Fríggjadagin klokkan 10 verður fundur á Hotel
Hafnia. Tað er landsstýrið, sum hevur kallað inn
til henda fundin
umboð fyri tey
Luttakarar á fundinum verða
ymsu áhugafelegini innan fiski-
vinnuna og landsstýrið
| ry
Etlanin er at fáa at vita stødutakanina hjá fel
komandi
øgunum (i fiskisåttmålasamrådingar
vid onnur lond
ján