hósdagur 10. november 1983síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 130 — 10. november 1983
| BE
Bern skreiða
-
avvarandi ta stóru
ábyrgdina, tað má hald-
ast at vera »djørv«
foreldur, ið tora at lata
barn sítt út ein myrkan
vetrarmorgun, uttan
endurskin, ella á súklu
uttan ljós.
Men tað, sum verri
er, og tað er samfelags-
ins skuld, er, at tað t.d.
í Havn ikki finnst ein
farri av eini súklubreyt,
hvar bernini kundu
ferðast trygt og uttan
ampa av tí »hørdu«
ferðsluni.
Ein stórur partur av
vetrarspælinum hjá
bernum er jú skreiðing
og onnur vetrarspel, og
her valdar sama óskil,
tey hava nærum onga-
staðni at skreiða, uttan
mitt í tí deyðansvanda
miklu ferðsluni.
Tað sum nakrar
kommunur gera, at
skipa ávísar getur sum
»skreidigøtur« á vetri,
er sjálvsagt eitt gott
tiltak. Men tá skeltið
„Bern skreiða< verður
standandi uppi alt árið,
sjálvt á hásumri,
verður virðingin fyri
hesum neyvan stór, tá
tíðindablaðið
Síða 9
Í nógvum steðum er alls eingin gongubreyt
veturin kemur aftur og
brúk er fyri tí.
Ábyrgdin
Í hesum „leikja áliggur
okkum bilferarum ein
ómetaliga stór ábyrgd,
tí tað eru vit, ið eiga at
ansa eftir børnunum, og
ikki tey eftir okkum.
Vit eiga at hava í
huga, at bern eru
BØRN og ikki »små
vaksin«. Tá teirra at-
burður er sum hann er,
kemst hetta av at mest
sum alt lív teirra er
spæl — og eigur tað
eisini so at vera. Har-
afturat eiga vit at hava
í huga, at tey eru smá
av stedd og tí íkki
síggja so langt sum vit
hava lyndi til at halda.
Sansir teirra eru ikki í
fullan mun útbúnir, t.d.
síggja tey ikki eins væl
og vaksin, tey hava tor-
fort við at avgera,
hvaðan eitt ljóð kemur
frá (tá vit trýsta á floyt-
una) o.s.fr.
Sjálvt um vit sum
mest eiga at ansa eftir
børnunum, so eiga vit
ikki at gloyma, at eisini
onnur eru verri fyri
hesa ársins tíð. Hugsa
vit t.d. um tey gomlu
ella tey brekaðu, so er
veturin á mangan hátt
ein trupul tíð fyri hesi.
Hin dimma ulpan
sæst stak illa móti tí
váta asfaltinum, og vit
feroyingar eru jú >ulpu-
menn« burturav.
Uttan at ganga
nekrum ov nær, má tað
metast at ganga stak
illa at fáa fólk, sum
mest, at nýta endur
skin. Hvussu endurskin
eiga at vera nýtt, er
óneyðugt at gera stór-
vegis burturúr, tí her
hava bæði RFF og
onnur gjert eitt stórt
arbeiði.
hh
Kavarudding o.a.
Góð kavarudding hevur
sín sjálvsagda týdning
bæði fyri ferðslutrygg-
leikan og fyri trivnaðin
yvirhevur. Men ofta fer
henda rudding fram á
ein slíkan hátt, at tað
kanska var betur
ógjert. T.d. verður
koyribreytin ruddað, so
at bilarnir fáa best
meguligu umsteður.
Men tá verður kavin tí-
verri ofta »ruddadur«
inn á gongubreytina, og
hevur hetta aftur tað
við sær, at fótgang-
ararnir ikki fáa verið á
gongubreytini (sum
skuldi verið teirra) men
vera »riknir« út millum
teir frammanundan
vandamiklu bilarnar.
Eitt annað vandamál
er, at í steðum hevur
gongubreytin eitt slíkt
hall út móti akbreytini,
at er frost og hálka, og
sandur ikki er
stroyddur á, so skal lítil
til, at beinini »sigla«
undan okkum og út
undir bilarnar.
Tiltek
Hvat munagott kunnu
vit so gera! T. d. duga
at meta um líkindini,
um tað er hált, um
hvussu sýnið er, hvussu
brøtt brekkan er o.s.fr.
At bilurin er væl
»skøddur«, dekk, pikar,
ketur. At lyktirnar eru
tær bestu, hetta hevur
meira tydning enn vit
vanligt geva okkum far
um.
At bilråtarnir eru
reinskadir fyri frost og
kava, å hesum øki syna
vit øll diva eina alt ov
stóra líkasælu.
Annars tosa og kjak-
ast vit almikið um,
hvussu bilur okkara
trekkir best, meðan
rættiliga lítið verður
tosað um at bremsa.
Her er vert at hava í
huga, at lítið ella einki
hendir, um vit íkki
trekkja væl, meðan tað
kann vera lívið um at
gera, at bilur okkara
sum best bremsar undir
ollum umsteðum.
Samanumtikið má
haldast, at vetrarferåsl-
an er so vandamikil, at
tann okkara, sum slepp-
ur »snikkaleysur«
gjøgnum veturin —
hann eigur at lata væl
at.