hósdagur 10. november 1983síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
- .
Ein hin vandamiklasta årstidin í ferðsluni — veturin — er
brått yvir okkum. Hetta er årstidin, tå vit bilførarar eiga at
vísa stórt varsemi í ferðsluni, tí rættiliga lítið skal til, at ein
vanlukka hendir.
Av ti at føroyskir bilførarar, tá teir taka koyrikort, ikki
royna seg í myrkakoyring og eiheldur í hálku, verður henda
árstíðin við myrkur og hálku ein tíð, har bilforarar skulu
gera sínar egnu royndir.
Tað er tí ynskiligt, at bilferararnir serstakliga geva sær
fær um vandarnar í vetrarferðsluni. Bernini, tey gomlu og
tey brekaðu eru ringast fyri.
Hetta eru spurningar sum Rókur Dalsgaard, sum
starvast á Bileftirlitinum, tekur upp í grein síni, ið hann
nevnir >Ferðslan og veturin«.
Hitt ljósa summarið er
farið, heystið er komið
á hall, og brátt er hin
myrki veturin yvir
okkum
Hugsa vit um ferðsl-
una, so er veturin á
mangan hátt hin vanda-
miklasta árstíðin.
Tey nýggju
Eitt serligt vandamál,
sum endurtekur seg ár
eftir ár, er allir teir
nýggju bilferarar, ið
eru komnir afturat
síðan seinasta vetur.
Av góðum grundum
hava øll tey, ið lært hav
atil bilferara ta ljósu
árstíðina ikki fingið frá-
læru í myrkakoyring,
og skulu nú sostatt
sjálvi venja seg við
Ég eri lítil, tí siggi eg stutt
henda vandamikla lut
av ferðsluni. Ikki fyrr
enn ein hevur fingið
venjingar í myrkakoyr-
ing, fær ein fatan av,
hvussu lítið vit veruliga
síggja í myrkri. T.d.
hvussu torfert tað kann
vera at fáa eyga á ein
fótgangara í dimmum
klæðum.
Eitt annað fyribrigdi,
sum hesir nýggju bil-
ferarar heldur ikki hava
kunnleika til, er
koyring í hálku. Og við
tað at vit her á landi
onga hálkubreyt eiga
gerst hetta ikki á annan
hátt enn við at tey, tá
frostið og kavin koma,
gera sínar egnu royndir.
Hesar royndir hava
kostað mongum dýrt,
bæði materielt og í per-
sónskaða.
Eftirbátar
Nú er orðið eftirbátur
mestsum vorið eitt
mótaorð her hjá okum,
og sigast má at á hesum
eki, sum so mongum,
eru vit eftirbátar. T.d. í
onkrum av grannalond-
um okkara, fær ein til
vanligu royndina bert
eitt fyribilskoyrikort.
Har er tað so vísiliga
skipað, at ein innan
ávísa tíð skal hava tikið
skeið bæði í myrka-
koyring og hálkukoyr-
ing, og fær fyrst tá
endaligt koyrikort. Um
hetta ikki er fingið í lag
innan ávísan dag,
verður ein at lata koyri-
kortið frá sær aftur.
Tá vit ongar hálku-
breytir eiga, kunnu vit
ikki so væl fremja hesar
venjingar. Men myrkur
hava vit so tað >for-
slær«, so at skeið í
myrkakoyring kundu
vit »tekniskt« farið i
holt við.
Bernini og veturin
Bernini eru tey, ið
vanliga eru eina ringast
fyri í ferðsluni, hetta
ger seg ikki minst gald-
andi um veturin.
Vetrarmorgnar skulu
tey snúgva seg
gjøgnum ta vanda-
miklu ferðsluna, fyri at
koma í skúla ella barna-
garð. Ofta í ulpu uttan
endurskin, ella á súklu
uttan ljós.
Her eiga foreldur ella
r. 130 — 10. november 1983
Rókur Dalsgaard,
Bileftirlitið, skrivar:
Fyri hesum lítla er lívið spæl, ti er hann ikki ein
skilagóður fótgangari
Ikki minst fyri tey rerðslubrekaðu er veturin ein trupul tíð
EA
EA