leygardagur 12. november 1983síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Utgevari: p/f sosialurin
Lýsingar: Árni Joensen
HIGARTIL hava fólkaflokksmenn
roynt at latist, sum um tað vóru
tvey sløg av fólkafloksmonnum:
hampamenn og so harkaliðið
rundan um Óla Breckmann.
VIT HAVA altíð ivast í hesari
mynd av fólkaflokkinum. Aftan á
at fólkaflokkurin hevur fingið dóm
fyri, at hann ikki er fascistiskur, er
ivi okkara vaksin, tí vit hava oftari
og oftari sæð leiðandi fólkafloks-
menn og kvinnur taka Óla og
hansara óndsinnaða atburð í for-
svar.
MIKUDAGIN fingu vit so vissuna.
Mikudagin 9. november 1983
tveitti Jógvan Sundstein gekke-
skortin og nelkadi framman fyri
Føroya løgtingid sama lyndid sum
Óli Breckmann og Dagblaðsharka-
liðið.
HETTA HENDI undir orða-
skiftinum um at lýsa Føroyar sum
Kjarnorkuvápnafrítt gki. Talan er
sum kunnugt um eitt sera spak-
mælt uppskot í tráð við tað, flestu
demokratisku flokkar í Norður-
londum ganga inn fyri.
ÓLI BRECKMANN nýtti sjálvsagt
hevið til at koma við teimum mest
óndskapsfullu og ótrúligu skuld-
setingum ímóti teimum fólkum,
sum virka fyri friði á jørð — ser-
stakliga móti teimum føroyingum,
sum vóru í USA í summar.
HESI HAMPAFÓLK úr øllum polit-
iskum flokkum vórðu løgd undir
Uppseting : p/f sosialurin. Prent: píf pressan 1981
Fólkaflokkurin tveitt gekkaskortin
Aíðindablaðið
3800 Argir,
telefon 11820
Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Térfinn Smith låbyrgd)
Bladfélk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Muller
at ganga ørindi fyri Moskva og fyri
at vera agentar hjå KGB.
JÓGVAN > SUNDSTEIN varð
kurteisliga biðin um at fara á rød-
arapallin og taka avstand frá
hesum sjúkligu skuldsetingum.
Men gakk! Hann kvitteradi við at
fara á løgtingsins rødarapall og
taka undir við hverjum tí einasta
orði, sum Óli Breckmann hevði
staðið og oyst út yvir tingsalin í
ein hálvan tíma.
HER FRAMMAN fyri tí undrandi
tingmannafjøld tók legtingsins
formaður av fullum huga undir
við, at fólk, sum ongan møguleika
hava at verja seg — heldur ikki í
rættinum, tí tingmenn tala ikki
undir ábyrgd: — vórðu æruskemd
upp á tað aliargrovasta; løgd undir
landasvik og tað sum verri er!
VALIÐ NÆRKAST — Jógvan
Sundstein hevur langt síðani
tvejað hvussu vindurin blæsir í
fólkaflokkinum. Har ræður linjan
hjá Óla. Har ræður um at vera
fremstur í óflýggjaskapi.
JÓGVAN hevur langt síðan
roknað út at hansara einasti
meguleiki liggur í at yvirhála Óla
høgrumegin og mikukvøldid legði
hann so ann til yvirháling.
HETTA FARA teir javnaðarmenn,
sum enn máttu hugsað um sam-
gongu við fólkaflokkin aftan á eitt
val, at leggja sær í geyma.
Hugsjónarstuðlar a
Tveroyri
Eg fari við hesum at loyva
mær at átala tann ósið
summir av mínum parta-
monnum hava tikið upp í
bleðunum har teir klandr-
ast um, hver er verdur at
vera sosialistur og hver
ikki, og um hver er rein-
astur í anda og hugsan.
Eg havi kent og kenni væl
Dánjal av Rana frá
løngum og drúgvum
felagsarbeiði, har hann an flokkin og arbeiðara-
mangan hevur staðið í rersluna, sum t.d. Johann-
andglettinum og vart is Ejdesgaard og Hav-
javnaðarhugsjónina.
Men tá ið eg lesi í Sosi-
alinum, at Dánjal er besti
sosialistur síðani Petur
Mohr Dam sála, fari eg at
átala hetta, tí eg meti
hetta vera eina háðan móti
gomlum og trúgvum
undangongumonnum inn-
grimi Hammer, fyri ikki at
tala um stjóran á Tvør-
oyrar Flakavirki, ið er so
solidariskur móti arbeiðs-
fólkinum, at hann av
rettum átti at borið heitið
láglenarstjóri.
Sosialistur?
Nr. 131 — 12. november 1983
'Fjåkut at draga stór-
landa-politikk í foroyskt
orðaskifti
Roynt verður at draga
ymiskt inn føroyskan
politikk, ið skal bera dám
av stórlandapolitikki.
Heldur enn ikki fjákut!
Eitt fyribrigdi er
»kommunisman«, sum
fyri fjøldini stendur sum
eitt óhugnaligt styrislag.
Soleiðis, sum hesin
politikkur verður framdur,
er hann ein hóttan ímóti
»demokratiinum«.
Vit kenna tvinni
einaræði, hegra- og
vinstraeinaræði, ella
diktatur. Stutt kann
sigast, at alt diktatur ferir
kúgan og trælkan av
menniskjum við sær.
Munnu tí flestu feroy-
ingar venda ellum slíkum
bakið.
Í Feroyingahavnini í
Grenlandi hava mangir
føroyingar | komið, og
hartil hevur fjeld arbeitt,
eins og undirritaði, ið star-
vadist har unpi i mong år,
og kom at hava neyvt
samstarv við útlendsk
fiskiskip.
Eg vil í hesum sam-
bandi royna at draga eina
mynd fram frá teirri tíðini.
Tí har vóru fleiri stýris-
skipanir umboðaðar í tí
stóru fiskiskipa- og fiski-
mannafjøld. Bæði úr
eystan og vestan, suðri og
úr norðan. Frá hegra- og
vinstrastýrum og dikta-
turum.
Har var fjøld av portu-
gisarum, sum livdu undir
høgrastyri. Har vóru
eysturtyskarar, sum livdu
undir kommunismuni.
Har vóru nógvir vestur-
týskir trolarar, úr tí frælsa
vestur heimi. Fransmenn,
bretar, spaniólar, norð-
menn. íslendingar og fer-
ovingar og so framvegis
Týðuliga sást, hverjir ið
komu úr hinum sokallaða
frælsa vesturheimi. Tí
heimi, ið vit vilja verja.
Hesir kendust óheftir,
leysir og lættir. Í mongum
fori nóg so kátir ella
ófriðarligir. Meðan eystur-
týskarar og portugisarar
skaraðu fram úr hinvegin.
Serstakliga vóru tað
portugisarar, ið fullu
einum í eyguni. Hesir
hevdu fram úr vánalig
kor. Hetta kom týðuliga
til sjóndar, hóast at tú
hitti neyvan vanligan
portugisara, ið meguleiki
var at tala við, á enskum
máli til demis. Har
umborð ráddi ein so stórur
stattarmunur, at ein fekk
seg illa til at trúgva tí, ið
ein har fekk at síggja.
Eitt demi: Skipari,
maskinmeistari, stýri-
maður, og ein fjórði, ið eg
giti var frá »statinum«, og
undirritaði, ið var boðin
við at skaffa. Borðreitt
varð sum á fínasta hotelli,
meðan tveir kokkar gingu
fyri borðum. Stórar salon-
ir við djúpum stólum og
fínum teppum.
Meðan umleið 60-70
menn neyvan fingu sett
seg niður at skaffa frammi
á skipinum. Soleiðis livdu
hesir fátæku fiskimenn ein
7-9 mánaðar langan túr,
meðan yvirstættin livdi
eins og greivar. Sagt varð,
at skiparin tjenti fram
undir líka nógv sum øll
manningin til samans.
Tá ið hesir fiskimenn
fingu bræv heiman, kom
týðuliga til sjónar, at teir
flestu ikki dugdu at lesa,
men vóru »analfabetar«
Mangan sótu hesir
ímillum kassarnar á
bryggjuni í flokki, meðan
ein læs brevini frá konum
og børnum teirra. Hetta er
fyri mær ein rerandi, men
samstundis ein óhugnalig
sjón.
Skoytast kann upp í her,
at skiparin var sanniliga
ikki analfabetur, men har
aftur ímóti ógvuliga væl
skúlaður, og sást mangan
í samreðu við bretar týsk-
arar og fransmenn. .
Fiskimennirnir áttu
fiskireiðskapin sjálvir, so
tað kom teimum sera illa
við, um teir mistu ein línu-
stubba.
Smáu bátarnir »doriur«,
ið teir róðu út einsamallir
við frá skipinum, mintu
um skeljabátar.
Ein dyggur hóvligur
sosialdemokratiskur poli-
tikkur, har ið allir stættir
verða eins hegt settir, er
uttan iva besta verjan
ímóti diktaturi, bæði frá
h og vinstru.
harðrendum hegra-
stýrdum londum skapast
gróðrarlíkindi fyri
kommunismuni, og eðrum
víttgangandi rerslum.
Jergen Thomsen
Hann hevur ikki koyrt
umboð úr stjórnini
Rættleiðing til K. J. i Sosialinum 8.11.1983
Eg vil við hesum avsanna,
at tað var Dánjal av Rana
sum skeyt upp, at umboð
Fylkingar skuldi úr stjórn
Feroya Arbeiðarafelags.
Dánjal av Rana var
tann einasti, sum var
harmur um, at Fylking
skuldi missa umboð sítt í
stjórn Feroya Arbeiðara-
felags.
Teddy Mikkelsen,
fyrrverandi stjórnar-
limur í FA
Neydugt vid arbeidara-
banka
Sum fyrrverandi arbeiðs-
maður og arbeiðsmanna-
felagsformaður fari eg at
loyva mær at koma við
hesi áheitanini til fakfeløg-
ini kring landið:
Er ikki tíðin komin nú,
at feløgini av álvara fara
at tosa saman um at
stovna ein arbeiðarabanka
ella ein lentakarabanka?
Tá eg seti henda spurn-
ing fram, er tað tí at fast-
lent fólk verða priviligerað
við at fáa løn gjøgnum
peningastovnarnar.
Eg veit, at málið um ein
lentakarabanka hevur
verið fyri á kjakfundi í
Feroya Arbeiðarafelag
fyri nøkrum árum síðani,
men eg meini, at hetta er
alvorliga tiltrongt nú.
Lengjaldsstovurnar eru
í váða, og arbeiðsíólk
verða verri og verri fyri
samanborið við fastlønt
fólk.