Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-11-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. november 1983síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Viggo Dalsgaard skrivar um Óla í Klæmintsstovu, í Dali, sum livdi frá 1831 til 1895 Óli Jacobsen, føddur 4. jan- uar 1831, deyð- ur 24. august — Bartalsmessu- dag 1895, giftur 7. september 1893 við Onnu Magretu Joens- datter úr Dim- un, fødd 4. april 1832, deyð 1. juli 1910. Húsið í Klæmintsstovu í Dali er fyrndarhús. Tað er fleiri ferðir nevnt í Færøske folkesagn og æventyr hjá doktar Jacobsen. Í forðum var húsið nevnt uppi í Stovu. Tað stóð norðan fyri Haská, áin, ið rennur norðanvert í bygdini. Tann, ið flutti húsini, var sonur Harra Klæmint í Todnesi. Hann æt Óli, hann sat við garðinum frá 1686 til 1736. Hann flutti eina stovu úr Todnesi á Sandi til Dals. Síðan kom húsið at eita Klæ- mintsstova. Framman undan Óla hevði faðir hansara Harra Klæmint og Antinis í Dalsgarði haft Klæ- mintsstovu í festi í felag, so tað kann eisini vera harav navnið kemur. Óli í Klæmintsstovu Av tátíðini var hann mettur at vera ørur og svakur, ti hann var ikki sum fólk flest. Fólk hava tå, sum nú, verið ójevn av lindi, hvat tey so hava havt til starv. Tað gav at bíta, einaferð nekur neyðar fólk komu í Klæmintsstovu at biðja ull, og kanska okkurt etandi. : Unga matmóðurin vildi geva teim durafjórðingin. Tá reistist gamla matmóðurin við grúgvuna og hótti at sonarkonuni við prukkuni og segði: Du skal ej dine Døre stænge, for de fattige som trænge, saa vil Gud tilvisse gjøre stænge sine naades døre for din sjæl naar du er død. Sonarson nevnda Ola æt Jóanes, hann var bóndi frá 15. oktober 1765 til 19. mai 1794, kona hansara æt Anna, hon var dóttur Rasmus í Dalsgarði í Skálavík. Hon var eyk- nevnd Glinsinilið. Hon man hava Í dag megu vit halda henda mann hava verið langt framman fyri sína tíð rr verið ráðarík, tað lá í slagnum, hon æt eftir Illu Onnu í Kvívík, ommu síni. Tá Dalbingar fóru undir at leggja treðna inn, ið er innast í tronganum í Dali, dámdi henni hetta ikki; hon segði háandi, at hatta verður tað einglandi, ið er. Treðin varð legd inn móti hennara vilja, men hetta jarðarstykki ber tann dag í dag navnið Eingland, eftir tí hon segði. Ognarjerðin var altíð nógv í hús- inum, mann undan manni, men ongantíð meira enn tá Jóanes var, hann skuldi eiga helmingin av bygd- ini, tólv merkur, — tríggjar og tjúgu eru í Dali. Tað varð sagt, at tá hann bað kvøldbøn, skuldi hann altíð enda hana við: Tann Gud, sum meg bevarar væl, hann kann bevara hálvan Dal. Í Færeyingasaga, sum danski vís- indamaðurin, C. C. Rafn savnaði úr íslendsku fornsegunum, og gav út á Leygardagur 12. november 1983 trimum málum, Fornmálinum, fer- oyskum og donskum í 1832, er ein listi yvir fólk, ið hava sett seg fyri bókina sum keyparar, áðrenn hon kom út. Hesin bíleggingarlisti er frá 1829. Hann er forvitnisligur, tí hann vísir á fólk yvir allar Feroyar, ið hava haft hug at lesa og fáa vitan. Ein av teim har standa er Anna Olesdatter, bondedatter í Dal. Henda Anna Olesdatter er einkar- barn hjá Prinsinum í Dali. Prinsurin í Dali var sonur Jóanes, ið átti halvan Dal, hann æt Olavur, mer fekk aldrin annad navn enn Prins- urin í Dali, hann man hava hildið nakað nógv um seg sjálvan. Navnið kann eisini vera komið av, at hann var sonur jarðartóttin Jóanes. Kona Prinsin í Dali æt Súsanna, dóttur Demmus Niclasen á Hamri í Skálavík. Tey standa sum trúlovaði í Skálvíks kirkjubók 29. september 1795, sum trúlovilsismenn eru Plóg- maðurin í Dalsgarði og Velbastað Pætur, Traðarbóndin. Henda Anna Olesdatter giftist við Jacob Jacobsen, bóndasyni av Sundi. Hesin Jakup av Sundi átti eina merk í Dali, nevnd Prangsjerð, sum hann arvaði norðan av Sundi. Hann festi garðin 30. apríl 1836. Tey áttu tveir synir, Óla og Jakup. Prestur í Todnesi var Hentze Próstur. Hann hevði tann skikk, at hann gav skriftligt umdemi, hvat lestrabernini dugdu. Tá Óli í Klæmintsstovu gekk til prest fekk hann reint u.g. med ud- mærkelse, sum sagt varð tá. Hin yngri bróðurin, Jákup fekk bara t.g. minus, »saa har nok ikke haft sin broders gode hoved«, sum gamli Sandoyar Prestur Blicher Winther segði, tå hann læs hetta í kallsbók- ini. mVensil Hammershaimb hevði hitt Óla í Klæmintsstovu á Feroyaferð- ini, hann gjerdi 1847-48 og stuðlaði honum saman við O.P. Effersøe úr Havn, at fara niður til Keypmanna- havnar at lesa. Teir fóru, og hann hjálpti teim, so at teir tóku stu- dentsprógv í 1851. Tað foreldrini vildu hava hann at læra, var til prest, men hetta hevði Óli ikki hug til, hann vildi lesa mál og filosofi. Tá foreldrini fingu hetta at vita, skrivaðu tey til hansara, at vildi hann ikki vera prestur, so stuðlaðu tey honum ikki. Tey tóku tað, sum hann var fallin frá Gudi.