leygardagur 12. november 1983síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
| Leygardagur 12. november 1983 Í
hevði
farið, er
óvist, tí hann hevði ongan hug at
Hvussu leikur
gevast, men í hesum sama vári
hendi tað syndarliga, at bróðurin, ið
bóndi skuldi vera, fall fyri bakka;
hann fór út av í einum stað ið teir
rópa í gilinum á Skjetum, sunn-
anfyri Sevdal.
Tá hetta var hent, var eingin
annar at taka garðin, so tá kom
hann aftur til Dals.
Men ringur var nokk skjelurin
teirra fedgana millum, tí fólk ið
tæntu har í húsinum segdu, at tey
hoyrdu teir aldri talast, hverki ónt
ella gott, líka frá tí Oli kom aftur um
1860, til fadirin legði eyguni saman í
1873.
På hann var aftur komin gekk
hann stillisliga og arbeiddi Tað
fyrsta hann fór í takfer við, var at
gera ein stóran hava oman frá hús-
unum.
Havan gjerdi hann eftir pláni, so-
leiðis at pílatre vóru í hornunum, og
so hevði hann so skiftivís onnur træ-
sløg allan garðin runt, og nakað av
blómum, so hann var eitt prýði fyri
bygdina. Tey nevndu hann kál-
garðin. Hann var so stórur, at Óli
veiti eplir og retur í honum eisini.
Vakur tvílæðaður garður var laðað-
ur um havan.
Hann var fyrsti maður, ið velti
eplir í Dali, og hann velti so mikið,
at tey høvdu eplir at brúka árið
runt.
Retur velti hann til neytini, og var
hetta nakað, sum eingin hevði vitað
um fyrr har í bygdini.
Óli giftist Gretu, dóttir Dímunar-
bóndan Jógvan, ið var úr Dalsgarði
og Gretu av Miðgerði. Hon var fyrst
gift við Janusi úr Oldhúsi í Herj í
Sumba.
Óli og Greta giftust 7. september
1873 í Húsvíks kirkju.
— Tá hendi honum tað, ið ofta
kann vera fólki fyri, sum nógv lesa,
at hann var farin undan brúðrini,
inn á hálvt kirkjugólvið, áðrenn
hann varnaðist hetta, so hann varð
noyddur at bíða eftir henni.
Hann festi garðin 12. desember
sama árið. Dalbingar hildu hann
mest at kalla vera eran, tí hann ar
beiddi ikki sum teir og sum teir, ið
undan hevdu farið.
Í hagan kom hann einki, tað hevði
hann seyðamenn til, og kom neyvan
á seyðabýti heldur, tað skýggjaði
hann.
Einaferð kom onkur til hansara
fyri at leggja ilt fyri seyðamenninar,
teir skuldu vera bóndanum ótrúgvir.
»Stjali so teir, eg fái nokk«, var
svarid Oli gav
Hann legåi fittan part av bønum i
flett við heilum grótrennum, og so
væl eru tær lagdar, at tað rennur
gjegnum tær enn, fleiri av teimum,
stórthundrað ár eftir at tær eru
lagdar.
Tað hevur neyvan verið mangur,
ið legði heilar rennur í landinum tá,
tað var jú alt teigalendi.
Men sum sagt, hann var hildin at
vera svakur, tí hann var ikki sum
fólk flest, hann var »anderledes«
sum H. C. Andersen sigur í seguni
um Den grimme ælling.
Fólk sóu hann ofta sita og lesa, og
tað var sagt um hann, at meðan
mest stóð á at raka, góðar terra-
dagar í hoyna, kundi hann leggja
rívuna frá sær, og fara til hús. Tá so
konan ótolnaðist, og kanska sendi
onkran at vita hvat leið honum at
koma aftur í bein, sat hann niðri í
kálgarðinum og læs. — Tá var
trongdin til tapta Paradísið so stór,
at hann mátti í bøkurnar.
Tað var ofta sagt um henda mann,
at hann skuldi duga fleiri mál. Eina-
ferð vóru tveir franskir vísindamenn
her í Føroyum og samlaðu kvadaløg,
hetta var í 1894. Teir komu til DAls,
Todnesprestur Jergen Falk Renne
var við teimum.
Teir komu inn í Klæmintsstovu.
Bóndin var ikki við hús. Konan beyð
teimum innan í glasstovuna. Meðan
teir eru har innari, síggja teir at har
var bókhyll, full av bókum. — Teir
fara at hyggja hvat hetta munnu
vera fyri bekur, og gerast bilsnir
yvir, at her eru bekur á greskum,
latíni, fronskum, týskum, eingilsk-
um og donskum máli.
Og hetta vóru ikki eiti av bókum,
hetta var nakað tað besta úr verð-
inslitteraturinum.
So kemur bóndin til hús, skitin av
velting í bønum, og kemur beint
innar í stovuna til teirra, og tá hann
fær at vita, hvaðan hesir fremm-
andu vóru, tók hann at tala við teir á
fronskum máli.
Seinri skrivaði prestur bræv til
Óla, og takkaði fyri móttekuna, og
segði at hann kom við hesum monnu
uuppá at vera tolkur, men úrslitið
gjørdist tað, at Óli var tolkur hjá
sær. Fransarnir høvdu sagt við
prest, at Óli talaði mikið betri
franskt, enn embætismenninir norð-
uri í Havn.
— Mangar eru segurnar um Óla.
Einaferð tíðliga á vári, kom ein
avbygdamaður, ið var trongur við
hovggj, til Klæmintsstovubóndan,
og bað hann vælsignaðan leska seg
eitt sindur av hoyggj, tí hann var í
neyð. Jú segði Óli, kúnna skal tú
ikki missa, og gav manninum fýra
stórar byrðar.
Árið eftir kom sami maður aftur
it biðja hoyggj, men tá segði Oli
vert nei, tí, segði hann, eg átaki
mær ikki at loypa ólag á teg, dett
geri eg ikki.
Tá grannastevna var í bygdini, og
hann hevði onkra sak at leggja fram,
so gjørdi hann hetta altíð skriftliga
til sýslumannin. Tá so sakin kom
fyri, fór hann altíð inn í eina stovu,
tey kallaðu Bláustovu.
Har sat hann so, og hoyrdi alla
málanina til teirra. Tá hann helt og
hoyrdi, at teir vóru móðir av at
skeldast og kyrraðir, kom hann
aftur í roykstovuna, og fekk tá í
flestu ferum tað framt, sum hann
vildi.
Ein hending, ið gjerdi, at hann av
bygdamonnunum var hildin at vera
legin var, at ein dagin hann og ein
húskallur vóru á veg í bein at velta
eplir, bar húskallurin, ið undan gekk
leyp við teum, bóndin bar seteplini í
leypi. Tá teir komu á veltuna —
bratt var — so hálvdi húskallurin
teleypin á vellin. Tá Ói hoyrdi hetta,
ger hann tað sama við sín leyp, og
eplini fóru sjálvandi til stroks. Tá
hevur hugur hansara sveimað aðra
staðis enn við nekur seteplir.
Trúgvin uppá huldufólk, gand og
veittrar er sterk enn, tá var hon
nokk líka sterk sum Gudstrúgvin.
Hesa trúgv teirra var hann mangan
spotskur við teir um, so tað gjerdi
nokk ikki minst til, at hann var ikki
altíð væl sæddur millum bygda-
menninar. — Og hvat teir segdu ella
hildu um hann, var hann púra
kaldur fyri.
Men bern, ið hann sá vildu læra,
lærdi hann bæði at lesa, skriva og
rokna.
Síða 13
Bartalsmessudag, 24. august
1895 fór Óli út at skera sóljur til
heimakýrnar. Hann setti leypir frá
sær, og fór niðan frá í eitt rótakál,
sum hann hevði, og gav einum óvita
eina rót frá sær. Óli fór oman aftur,
og var byrjaður at skera sóljur, tá
kona hansara kom út og spurdi hann
um hetta mundi fara at vera terra-
dagur. Hann reisti seg upp yvir
hevur, leit upp í luftina og fall
deyðamerktur niður. Konan spurði
hann forfærd, hvat honum bagdi.
„Jesus komi til mín, tú sær hvat
mær bagir«, segði Oli og var deyður
i somu løtu.
Tey vóru barnleys, so tey tóku
Groth Nolsee úr Puntabyrgi til fost-
urs, so hann gjørdist bóndi eftir Ola
Groth var duguligur bóndi, hann
bygdi stór og prydilig set hus.
Hann gjørdist ikki langlivadur,
hann før fyri bakka av skalvi i 1919,
undir roynd at bjarga seyði, ið
fastur stóð, stórkavi var. Hetta
hendi, meðan bernini vóru smá.
Tá hann kom so mikið til, tók
sonurin Emil við garðinum. Hann er
eisini farin, so nú er sonur Emil,
Ólavur bóndi. 7
Medan Emil livdi gav hann mær
loyvi at síggja bøkurnar, ið liggja
eftir Óla. Har eru millum aðrar
Odysein og lleadan á grikskum,
bekur av Victor Hugo á fronskum,
Goethe er har við onkrum á týskum
Mattæus evangeliið, sum Schrether
prestur týddi til feroyskt í 1823 og
nógvar aðrar. Har eru 102 bind í alt,
og tað sæst, at tær eru dúgliga
lisnar, ikki minst tær griksku, har
eru nógvar undirstrikingar, tær
flestu bekurnar eru í góðum standi
Annar av hesum fransunum, ið
vóru í Dali og vitjaðu Ola árið fyri
sum hann doyði, æt Pilet. Hann
hevður skrivað bók um ferðina, ið
gekk til Feroya og Íslands. Henda
bók er á Landsbókasavninum á
fronskum máli.
Tað er ein æra fri tey, ið komu
aftaná Óla, at tey hava varðveitt
henda bókaskatt so væl. Bekurnar
liggja væl, men sjálvandi ikki
brunatryggar.
Tað er so mikið mentunar virði í
hesum bókaskatti, at hetta átti
Landsbókasavnið ella Skjalasavnið
at fingið i lag at fingið tær goymdar
trygt, antin á Skjalasavninum ella í
Dali. Hetta ivist eg ikki i, at tey, ið
hava goymt hesar bekur so væl,
einki vildu haft ímóti. Fyri nekrum
árum síðani komu teir tríggir, Sverri
Egholm, Mortan Nolsee og Ulvur
Zachariassen til Dals at skráseta
bekurnar. Tað var ógvuliga hent.
Tað má mangan hava verið
einsligt hjá slíkum manni úti á smá-
bygd i Føroyum, so tað er ikki at
undrast á, at hann einastaðni hevur
skrivað:
Hvor fer jeg livet fandt
jeg nu kun deden ser.
Men stórur uggi hava bekurnar
verið honum.
Viggo Dalsgaard