leygardagur 5. oktober 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 191 - 5. oktober 2002
Nr. 191 - 5. oktober 2002
3
C
M
Y
K
3
2
Framtíðin hjá Føroyum liggur
í øktum samstarvi við Bretland
Jóannes Eidesgaard er
júst afturkomin av
landsfundi hjá La-
bour og nú fer hann
at bjóða umboðum
fyri enska arbeiðara-
flokkin við á lands-
fund hjá føroyska
javnaðarflokkinum í
næsta mánað
ALTJÓÐA SAMSTARV
Áki Bertholdsen
– Tað er onki at ivast í, at
framtíðin hjá føroyskum
vinnulívi og føroyska sam-
felagnum annars, liggur
fyri ein stóran part í einum
øktum samstarvi við Bret-
land.
Tað er Jóannes Eides-
gaard, formaður í føroyska
javnaðarflokkinum, púra
sannførdur um.
Hann er júst afturkomin
av landsfundi hjá enska
arbeiðaraflokkinum
La-
bour. Hetta er aðru ferð, at
føroyski javnaðarflokkurin
er á landsfundi hjá Labour .
Og Jóannes Eidesgaard
sigur, at ein orsøk til, at
hann tók av innbjóðingini
at vera við á landsfundinum
enska stjórnarflokkinum, er
ein roynd at fáa betri sam-
band ímillum bretskar og
føroyskar politikarar og við
bretar yvirhøvur.
–At vit hava verið á
landsfundi er bara fyrsta
stigi í eini roynd at fáa betri
samstarv og økta samvinnu
í lag við okkara næstu
grannar,
sigur
Jóannes
Eidesgaard.
Hann sigur, at samstarv
okkara við Danmark og
onnur norðurlond, eigur
ikki at vera undirmett. Men
tað skerst heldur ikki burt-
ur, at Bretland er okkara
næsti granni, tað er eitt
ógvuliga stórt land við
næstan 60 milliónum fólk-
um, tað er limur í ES og ein
beinleiðis hurð inn í evro-
peiska samveldið og tí
liggja nógvar avbjóðingar í
einum slíkum samstarvi.
Hann vísir eisini á, at før-
oyingar og bretar hava
nógv, felags áhugamál,
bæði
innan
fiskivinnu,
ferðavinnu,
samferðslu,
umhvørvi og ikki minst,
oljuvinnuni.
– So tað er nógv at sam-
starva um og eg ivist ikki í,
at føroyska samfelagið og
føroyskt vinnulív í nógv
størri mun eiga at leggja
seg eftir samvinnu við
Bretland. sigur Jóannes
Eidesgaard.
Vindeyga út í verðina
Jóannes Eidesgaard sigur,
at Bretland hevur altíð ver-
ið og fer altíð at vera eitt av
teimum londunum, sum
seta síni týðiligu fingra-
merki á heimspolitisku
dagskránna.
– Tað er í Bretlandi, at
nógvar politiskar hugsjónir
verða føddar, sum seinni
breiða seg út um heimin.
Bretland er sum ein politisk
smiðja, har framtíðar poli-
tikkurin verður smíðaður,
sum síðani so við og við
breiðir seg um allan heim-
in, eisini til Føroya.
Tí heldur hann at tað hev-
ur tydning, at føroyingar
fylgja við í, hvat rørir seg í
hesum máttmikla politiska
veldi.
– Men føroyingar eru eis-
ini vanir at samvinna nógv
við bretar og tað eru mong
mál, sum vit eru saman um.
Hann hugsar um um-
hvørvismál og serliga dálk-
ingina, ið stendst av virkjun-
um í Sellafield og Dounray.
Hann hugsar eisini um
fiskivinnumál
og
hann
hugsar um samferðsluna,
sum vit eru í ferð við at
byggja upp aftur við reglu-
ligari flúgving og helst eis-
ini við sigling framyvir.
Føroyingar eru eisini so
smátt farnir at brúka út-
búgvingarstovnar í Bret-
landi.
Og í oljuvinnuni er onki
at ivast í, at vit koma at
samvinna nógv.
–So tað er alt, ið talar
fyri, at taka upp nógv tætt-
ari samstarv við bretar. Alt
gott um samstarvi við Dan-
mark og norðurlond, men
tað skerst ikki burtur, at
Bretland er eitt opið vind-
eyga út í Evropa og allan
heimin og tað er Danmark
ikki.
Jóannes Eidesgaard held-
ur, at ein orsøk til, at vit
hava havt so nógva sam-
vinnu við Danmark, er, at
vit hava altíð havt ein sterk-
an sambandsflokk og ein
sterkan tjóðveldisflokk á
tingi, sum ikki hava víðari
sjónarring enn at síggja
møguleikar og avmarkingar
í heimastýrislógini og tí
ikki hava megnað at sæð
møguleikarnar
uttanfyri
ríkið.
– At javnaðarflokkurin
nú vendir eyguni aðrar veg-
ir, er ein roynd at fáa før-
oyskan politikk at snúgva
seg um onnur mál enn um
Danmark og ein roynd at
fáa innblástur aðrastaðni
frá og tí roynir flokkurin nú
at fáa tættari samstarv við
stóra grannalandi fyri sunn-
an.
Knýta samstarvsbond
Jóannes Eidesgaard sigur,
at hetta er orsøkin til at før-
oyski
javnaðarflokkurin
annað árið á rað tekur av
innbjóðing frá Labour um
at vera við á landsfundi
teirra, sum hesuferð var í
Blackpool.
– Ítøkiliga sigur hann, at
endamálið við eini slíkari
ferð er fyrst og fremst at
knýta samstarvsbond, sum
kunnu koma til nyttu
seinni.
–Og tað heldur hann hev-
ur eydnast.
– Ein landsfundur hjá La-
bour er ikki bara ein lands-
fundur, har tað ber til at
hitta enskar politikarar.
Bretland er eitt gamalt
heimsveldi og á einum slík-
um landsfundi eru politik-
arar og felagsskapir úr øll-
um heiminum til staðar.
Og á einum slíkum fundi
eru ein ørgrynna av fund-
um, stórum og smáum, har
fyrilestrar og røður verða
hildnar og har tað ber til at
kjakast um ymisk evni.
Harumframt eru tað nógvir
felagsskapir, sum halda
fundir um ymisk viður-
skifti.
– Talan er eisini um eina
velduga framsýning, har
ferðavinnan,
fakfeløg
teldufyritøkur o.s.fr., sýna
fram.
Tvær stórar løtur
Men Jóannes Eidesgaard
sigur, at tað skerst ikki
burtur, at tað, sum øll á
landsfundinum bíðaðu eftir,
var røðan, sum forsætisráð-
harrin, Tony Blair, helt týs-
dagin.
– Hann helt røðu í ein
tíma í eini stúgvandi fullari
høll, sum tók 3.000 fólk.
Frammanundan var stórur
áhugi fyri røðuni, tí Blair
hevur verið í mótvindi sein-
astu tíðina, bæði tí at hann
vil hava,at heilsuverkið fyri
ein part skal fíggjast privat
og tí at hann stuðlar USA í
ætlanunum at leypa á Irak,
vil einaræðisharrin har, ikki
boyggja seg.
– Tony Blair vísti á, at eru
vit ikki felags um at síggja
vandan við yvirgangi og
tann vanda, sum Irak er fyri
heimssamfelagið, og mót-
virka vit ikki hesum í felag,
eru vit við til at máa støðið
undan tí myndugleika, sum
ikki bara USA og Bretland
framhald á síðu 6
Tað var ein stór løta, tá ið eg
fekk høvi at heilsa uppá
enska forsætisráðharran,
Tony Blair, sigur Jóannes
Eidesgaard. Eidesgaard
takkaði Blair fyri røðuna,
sum hann sigur var mergjað,
djørv, víðskygd, greið og
kveikjandi