Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. oktober 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 191 - 5. oktober 2002 Nr. 191 - 5. oktober 2002 5 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu hjálpsemi og samkenslu, tá okkara kæra kona, mamma, vermamma, omma og langomma Agnes Mortensen doyði og varð jarðað. Vit takka presti, kirkjutænarum, gravara og sangarum. Eisini takka vit heimahjálpum og starvsfólkum á Suðuroyar Røktarheimi og -Sjúkrahúsi. Takk fyri at tit vóru so góð við hana. Vit takka eisini fyri kransar, blómur og annað. Hjartaliga tøkk tit, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Hans, Palli, Óli, Margreta, Katrin, Sanna og Finngerð Tøkk Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu og hjálp, ið tit veittu okkum tá okkara elskaði maður, pápi, verpápi, sonur og abbi Jógvan Olsen Toftum so brádliga varð tikin frá okkum. Tøkk til prest, sangarar og kirkjutænarar og til 6. flokk, við lærara og foreldrum. Takk fyri kransar, blómur og heilsanir. Takk øll tit mongu, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Edith, June, Aron, Eir og Bergtóra Í dag fer nýggi leik- urin hjá Leikhúsinum Grímu av bakka- stokki. Talan er um Ginu søgur, ella Vagina Monologues, eftir Eve Ensler SJÓNLEIKUR Ingrid Bjarnastein Fyrsti leikurin í hesum leikárinum hjá Leikhús- inum Grímu byrjar í dag. Byrjað verður við Ginu søgum eftir Eve Ensler. Í einum broti, sum fjøl- miðlarnir sluppu at síggja seinnapartin hósdagin, var lagt hart út. Um tú ætlar tær til henda sjónleikin, skalt tú ikki smæðast. Har er álvari blandaður saman við gam- an, og tað mesta av tíðini situr tú og spennir í smíli- bondini. – Vit smæðast ikki longur við at spæla sjónleikin. Sjálvandi hava vit bæði grátið og flent meðan vit hava vant, men nú er hetta ongin trupulleiki, siga Birita Mohr og Gunnvá Zachariasen, sum eru tvær av teimum trimum sjón- leikarunum. Tann triðja er Kristina Hansen. – Sjálvandi fara nógvir tankar í gongd, tí hetta er veruliga eitt tabu evni. Kvinnur her eru ikki von at tosa um vaginurnar – gin- urnar – hjá sær. Men ein kann so heilt vist siga, at tað er viðkomandi. Monologarnir, søgurnar, eru nógvir og varierandi. Ein menniskjalagna er aftan fyri hvønn monolog. Hjá Grímu vænta tey nógv fólk at koma at hyggja. – Vit vænta, at fyrst koma konurnar. Síðani venda tær aftur við manni, døtrum, mammu ella onkr- um øðrum. Hvussu leingi sjónleik- urin verður á skránni er ilt at meta um. Men pall- uppsetingin er so einkul, at ætlanin er eisini at fara út at ferðast við leikinum. Ginur fyri allar pengarnar Birita Mohr, Kristina Hansen og Gunnvá Zachariasen fara í kvøld á pallin við Ginu søgum. Ria Tórgarð hevur leikstjórnað og umsett Mynd: Álvur Haraldsen Kollafjord Pelagic hevur nýggjastu maskinurnar á marknaðinum, og í royndartíðini hevur felagið rent seg í nógvar trupulleikar og nógvar fløskuháls- ar í royndini at náa teirri framleiðslu- nøgd, sum lagt er upp til FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Tað eru serliga tvær bygdir í Føroyum, sum hava verið fyri veldugari menning inn- an fiskivinnuna seinastu árini. Henda menning sæst við berum eygum. Havna- løgini í báðum bygdunum er fullkomiliga broytt. Tær myndir, sum tiknar eru á havnaløgunum fyri 5-10 árum síðan – ella minni enn tað, eru als ikki at kenna aftur. Bygdirnar, vit sipa til, eru Kollafjørður og Toftir. Í hesum báðum bygdunum hevur verið ein ótrúlig vinnulig menning, sum hevði verið óhugsandi í sváru kreppuárunum fyri bara 10 árum síðan. Søgan aftanfyri Hósdagin skipaði nýggja og stóra virkið í Kollafirði, Kollafjord Pelagic, fyri tíð- indafundi og framvísing av virkinum í samband við stjóraskifti. Tíðindafundur- in varð eisini fyriskipaður, tí virkið nú hevur verið royndarkoyrt síðan í mars og at makrelvertíðin, sum bíðað hevur verið eftir, nú stendur fyri durum. Søgan aftanfyri Klooster- boer, sum er frysti-og køli- húsið og Kollafjord Pela- gic, sum er framleiðandi virkið, er áhugaverd. Í báðum førum kemst ikki uttan um hvalbingin, Janus Norðberg, sum er nevndarlimur í báðum fel- øgunum og hevur sitið sum stjóri á báðum virkjunum, til Jóhan Dahl nú tekur yvir á Kollafjord Pelagic. Eftir at Janus hevði søkt um og fingið byggiloyvi til stórt frysti- og kølihús í Kollafirði, kemur hann í samband við stóra felagið, Kloosterboer í Hálandi, sum er ein familjufyritøka, ið hevur røtur heilt aftur til 1925. Tað eru fýra brøður í triðja ættarliði, sum nú eiga felagið, ið hevur fýra stór frysti- og kølihús í Hálandi og eitt í Ålesund í Noregi. Virksemið hjá hesum fýra brøðrunum byggir í fyrsta lagi á »logstik«, sum tað eitur á fremmandum máli. So hvørt, sum tankin hjá Janusi um stórt frysti- og kølihús búnast, heldur hann, at tað hevði verið ein stórur fyrimunur at fingið í lag samstarv við aðrar, ið hava ekspertisu á økinum. Hann setir seg í samband við Kloosterboer-brøðurnar og bjóðar einum teirra til Føroya at kunna seg um ætlaninar og umstøðurnar. Tað tók sína tíð, men at enda spurdist samstarv burtur úr, og frysti- og køli- húsið, Kloosterboer í Kollafirði, verður bygt við føroyskum og útlendskum peningi. Men Janus og Klooster- boer steðga ikki her. Tankin um, at einki virki í Føroyum virkar pelagisku fiskasløgini, makrel, sild, gullaks og svartkjaft, til matna, búnast, og úrslitið verður, at Kloosterboer ger av at byggja Kollafjord Pelagic til skiljing, pakking, frysting og útflutning av hesum fiska- sløgum. Byrjaði í mars Kloosterboer og Kollafjord Pelagic eru tvey ymisk feløg. Kostnaðurin av nýggja virkinum er 160 milj. krónur og partapen- ingin, sum er 75 milj. krón- ur, eigur Kloosterboer all- an, sum hann er fyribils. Hvussu eigaraviðurskiftini verða í framtíðini, veldst um, hvør vil verða við til at byggja hetta nýggja og stóra virksemi upp. Janus Norðberg hevur verið projektleiðari, meðan Kollafjord Pelagic hevur verið bygt, og hann hevur verið stjóri í felagnum, síðan royndarvirksemið byrjaði í mars. Ætlanin var, at Kollafjord Pelagic skuldi koma í gongd í februar, soleiðis at virkið fekk um endan av makrelvertíðini. Teir, sum hava latið útgerðina, góvu lyfti um, at maskinur og annað, sum fylla ein stóran part av virkinum, skuldu verða klár til royndarkoyringar um miðjan januar, men hesar kundu ikki takast í brúk fyrr enn ein mánaða seinni - og tá var makrelvertíðin liðug. Ætlanin var, at virkið skuldi royndarkoyrast við makreli og ikki svartkjafti. Tí hevur higartil verið trup- ult at royndarkoyrt virkið í tann mun, eigararnir ynsktu, síðan virksemið byrjaði. Kollafjord Pelagic hevur nýggjastu maskinurnar á marknaðinum, og tað er eingin loyna, at virkið hevur rent seg í nógvar trupullleikar og nógvar fløskuhálsar í royndini at náa teirri framleiðslunøgd, sum lagt er upp til. Og soleiðis er við øllum, sum er nýtt og partvís óroynt, ikki minst innan fiskivinnuna. Kollafjord Pelagic eigur at kunna skilja, frysta og pakka heili 1000 tons av uppisjóvarfiski um sam- døgnið, men til tess krevst, at rávøran er hin rætta, og at lítil íblanding er av øðr- um fiskasløgum. Hendan dagin, vit vitj- aðu, var væl av sild uppi í makrelinum, og tað tók sína tíð at fáa sildina, sum fór til Fuglafjarðar, burtur úr rúgvuni. Skiljingin, frystingin og pakkingin gongur nú betur, og kapasiteturin er eini 500 tons um samdøgnið, tá ið alt gongur væl. Við 50.000 tonsum um árið av makreli, sild og gullaksi fæst virksemið á Kollafjord Pelagic at hanga saman. Hetta er málið hjá nýggja og stóra virkinum í Kolla- firði fyri komandi ár. Sosialurin fer at venda aftur til Kollafjord Pelagic. Makrelurin fer at geva røttu myndina Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá mín elskaði maður, okkara elskaði pápi, verpápi, abbi og langabbi Dion Splidt doyði og varð jarðaður. Tøkk til Heimarøktina, serliga til heimahjálpirnar, sum vóru um hann, meðan hann lá sjúkur. Tøkk til Hera Joensen, prest, fyri góð orð, og ein serstøk tøkk til tykkum av bygd, sum komu at syngja til jarðarferðina. Tøkk fyri gávur til Diabetesfelag Føroya og til tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Maria, Peter, Jórun og Nancy Jóhan Dahl í Vági er nú stjóri í Kollafjord Pelagic Mynd: Jens Kristian Vang. Mongu maskinaríini gera, at Kollafjord Pelagic sparir nógvar arbeiðslønir Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 5 4