Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. oktober 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 191 - 5. oktober 2002 Nr. 191 - 5. oktober 2002 7 Nógv at læra av skotum: Kunnu forða at Føroyar ikki minka meira Vinnunevndin, sum júst er afturkomin av ferð í Skotlandi, fekk sera nógv burtur úr. Formaðurin í nevnd- ini fer nú til verka við m.a. tí í huga, at alt skal gerast fyri, at Føroyar ikki minka meira, og at ansast skal væl eftir, at ein oljuvinna ikki koll- rennir samfelagið VINNUNEVND Á FERÐ Jan Müller -Boringin við markið í løt- uni er sera avgerandi fyri oljutilgongdina við Føroy- ar. Gevur hon ikki nakað positivt úrslit, so er tað eitt afturstig fyri okkara virk- semi. Oljufeløgini eru sera víða um í heiminum, har tey leita eftir tí bíligasta og besta sigur formaðurin í Vinnunevndini, Henrik Old júst heimafturkomin av kunningarferð í Skotlandi. Undir vitjanini fingu tey innlit í m.a. hesa boringina, sum Amerda Hess stendur á odda fyri, men tey vitjaðu eisini hjá oljufelagnum Agip, sum skal bora næsta summar. Sjálvur heldur for- maðurin í Vinnunevndini tað vera rætt av føroyingum at hyggja at, hvussu skotar hava ment hesa vinnu og eiga vit at læra av teirra mistøkum. Eisini eiga vit at læra av, hvussu teir hava fingið eyguni upp fyri at brúka pening og orku til at menna útjaðaraøkini í Skot- landi, sum í mongum før- um eru meinlík útjaðara- num í Føroyum, har størsta armóðstekinið er ungdóm- urin, sum flytur burtur. Henrik Old dylur ikki fyri, at nýggja Vinnunevnd- in hevur fingið ómetaliga nógv burtur hesi fyrstu ferðini í útlandinum. Hann heldur tað vera løgið, at vit ikki hava havt meira sam- starv og samskifti við okk- ara næsta granna, sum vit jú hava so nógv felags við. Ikki minst rósar hann van- liga fólkinum har, sum er ótrúliga ærligt og vinarligt. Við sær heimaftur hevur formaðurin í Vinnunevnd- ini nógvan góðan førning, sum hann ætlar at brúka í sínum týdningarmikla arb- eiði í Vinnunevndini. –Tað týdningarmesta eg fekk burtur úr var at kunna stað- festa, at man kann gera nakað fyri, at Føroyar ikki minka meira. Sjálvt um tað eru mong, sum halda, at man skal bara lata standa til og lata útviklingin koyra av sær sjálvum, so eri eg sann- førdur um eftir henda túrin, at tað ber til at gera nakað fyri, at Føroyar ikki skulu minka meira enn tær hava gjørt. Og í sambandi við olju havi eg lært, at man skal fara heilt ómetaliga varisliga fram, so vit ikki kollrenna eitt lítið samfel- ag. Á ferðini fingu tey mong dømi um, at man krevur at ansa væl eftir. Lesið eisini samrøðu við formannin í Vinnunevndini í Sosialinum í næstu viku. Vinnunevndin á kunningarferð í Skotlandi. Her eru limirnir saman við umboðum fyri Oljumálaráðið og føroyskum umboðum í Bretlandi á fiskamarknaðinum í Peterhead. Rætting Vit skulu gera vart við, at feilur er í greinini um kommunulæknarnar í Klaksvík og í Vági, sum stóð í blaðnum í gjár. Av misgávum er brot úr eldri grein í Sosialinum komið við í greinina í gjár, sum annars skuldi enda mitt í fimtu spaltu (…sigur aðal- stjórin í Trivnaðarmálaráðnum.). Alt tað, ið stendur eftir hetta, er brot úr gamlari grein, og átti tískil ikki at verið komið við í blaðið. Vit biðja vinarliga lesarar og Trivnaðarmálaráðið um at halda okkum til góða. jbh hevur, men sum sjálvt ST hevur. Hann mælti til at taka djarvar støður í hesum máli og at lond, sum trúgva uppá samhaldsfesti, fólkaræði, tað einstaka menniskja og eitt rættvíst samfelag og hann segði at vit hava skyldu til at standa saman og at føla skyldu mótvegis hvørjum øðrum, heldur enn bert at røkja trongskygd, tjóðskaparlig áhugamál, har tað bara ræður um at verja seg sjálvan. Hann segði, at ST var stovnurnin, sum átti at taka neyðugu stigini mótvegis Irak, so at hópoyðingar- vápnini verða burturbeind, men vil Irak ikki boyggja seg, verður neyðugt at seta tiltøk í verk. – Hann legði dent á, at hetta var ikki eitt stríð ímillum lond, men eitt stríð fyri at varðveita nøkur virði, sum vit trúgva uppá. Hvat heilsuverkinum, hevur Labour lagt á annan bógv og vil partvís hava tað privata vinnulívið at fíggja heilsuverkið. – Hetta hevur møtt harð- ari mótstøðu,serliga frá fakfeløgunum. Men Tony Blair legði dent á, at talan var ikki um at lata privat áhugamál yvirtaka hug- sjónarligu stýringina av heilsuverkinum. Men tað er ein spurningur um at lata borgaran fáa ta bestu tæn- astuni so at tað, sum virkar væl, skal batna enn meiri. Hetta skal samstundis eggja teimum, sum hava minni góð úrslit at vísa á, til at taka neyðug stig til at bøta um støðuna. Jóannes Eidesgaard segði, at røðan hjá Tony Blair var víðskygd. – Tað var týðiligt, at hann hevði gjørt støðuna upp við seg sjálvan og hann var greiður í sínum boðskapi. Hann talaði sum ein stórur og sterkur politikari og fagnaðurin,sum breyt hann av, fleiri ferðir meðan hann talaði og serliga tá ið hann var liðugur, var øguiligur og var týðiligt prógv um, at enski forsætisráðharrin er langt frá einsamallur við sínum boðskapi. Dagin eftir helt gamli amerikanski forsetin, Bill Clinton, røðu. – Hann tosaði meiri um heildina og røðan var merkt av, at hetta var ein fyrrver- andi politikari, sum tosaðu eftir teimum royndum, hann hevði, men hann undirbygdi dyggiliga røð- una hjá Blair og tosaði um skylduna, vit hava mótvegis hvørjum øðrum og teimum virðum, vit trúgva uppá. – Í spurninginum um Irak, var hann ikki so av- gjørdur, men mælti til, at hetta var eitt mál, sum ST loysti, tí brestur ein bumba, tekur hon altíð ósek við sær, sama, hvussu væl hon er gjørd. Men hann duldi heldur ikki fyri, at tað kunnu uppstanda støður, har tað ikki slepst undan at brúka vápnamegi. Jóannes Eidesgaard sig- ur, at talan var um tveir frá- líkar røðarar og tveir fram- úr politikarar, men tað var munur á, at at Tony Blair var tann mest kveikjandi av av teimum og tað kemst helst av, at hann er virkin og tað er Clinton ikki longur. Formaðurin í føroyska javnaðarflokkinum sigur eitt kvøldið hevði ein frið- arfelagsskapur í Bretlandi fund á einum hotelli. Hetta var ein felagsskap- ur, sum var ímóti kríggi við Irak og sum var fyri av- vápnað. Ein røðari á hesum fundinum var kendi, gamli politikarin, Tony Benn, sum hevur greiðar og av- gjørdar hugsjónir. – Tað var ein ótrúligur røðari, sum bergtók fólk uttan at hava handrit at halda seg til og hann tosaði nogv um trúnna uppá at tað ber til at fáa eitt betri sam- felag, uttan vápnamegi. Íblástur til føroyskan politikk Jóannes Eidesgaard sigur, at landsfundurin hjá Labo- ur í Bretlandi vóru ógvu- liga áhugaverdir dagar. – Hetta var avgjørt nak- að, sum kann geva íblástur til føroyskan politikk –Tað er altíð ein fyrimun- ur, at sleppa uttanlands at fylgja við í, hvussu onnur arbeiða og loysa sínar trup- ulleikar. Hóast Bretland er eitt stórt land og Føroyar eru eitt lítið land, eru tey politisku virðini í nógvar mátar tey somu. Jóannes Eidesgaard sig- ur, at føroyski javnaðar- flokkurin fer nú at senda Labour innbjóðing at senda umboð til landsfundin hjá føroyska javnaðarflokki- num, sum verður í næsta mánað, so at teir eisini fáa høvi at kunna seg um tey mál, sum rørast í Føroyum og føroyska javnaðarflokki- num og har tað ber til at tosa meiri um samstarv ímillum londini. Hann sigur, at tað er heldur ikki so undarligt, um hesir báðir flokkarnir hava samstarv, tí talan er um tveir sosialdemokratiskar flokkar, har politikkurin hvílir á samhaldsfesti og umsorgan fyri einstaka menniskjanum. Men nú sigur tú, at enski arbeiðaraflokkurin eisini vil hava tað privata vinnu- lívið at fíggja ein part av heilsuverkinum. Er tað so eisini eitt, vit kunnu vænta, at javnaðarflokkurin í Før- oyum fer at arbeiða fyri? – Heilt avgjørt ikki. Ongin hevur sagt, at alt skal svølgjast rátt, men tað ber til at fáa íblástur burturúr tí, sum er at hoyra á einum slíkum fundi og tað er altíð hent at síggja, hvussu onn- ur loysa síni vandamál. – Og tað skerst ikki burt- ur, at hetta eru politikarar við stórari ávirkan, so skulu vit hava eina hjálpandi hond at loysa føroyskar trupulleikar í altjóða høpi, kann tað vera hent at hava tætt samstarv við politikar- ar av slíkum kalibur sum teir í Labour, sigur Jóannes Eidesgaard. Høvi varð eisini hjá Jóannesi Eidesgaard at heilsa upp á enska uttanríkisráðharran, Jack Straw. Tað eru slíkar menn, vit eiga at hava gott samstarv við, skuldu vit í Føroyum fingið trupulleikar á altjóða, politiska pallinum og havt brúk fyri onkrum góðum at heitt á, tí hetta eru menn, sum seta alheims politisku dagsskránna Føroyski javnaðaformaðurin hitti eisini fyrrverandi uttanríkisráðharran, RobinCook, sum nú er formaður í tinginum. Tað hevur stóran týdning at samvinna við enskar politikarar, tí Bretland er hurðin út í Evropa og tað stóru verð, sigur Jóannes Eidesgaard MERCEDES SPRINTER 412 D - LAST VIÐ PRESSENNING Árg 16.12.99., Km 22.000. Kr. 222.500 +mvg . VOLVO 240 GL Árg 11.06.87, Km 134.000. Kr. 15.000. MERCEDES VITO, VØRUBILUR Árg 18.03.97, Kr. 115.000. FORD ESCORT CLX Árg 10.06.91, Km 150.000. Kr. 19.000. SUBARU LEGACY 2.0 GL Árg 30.12.93, Km 225.000. Kr. 68.000. VOLVO 440 1.8 Árg 14.12.95, Km 58.000. Kr. 89.000. VW GOLF 1.8 Árg 03.10.95, Km 101.000. Kr. 99.000. OPEL ASTRA 1.8 STW. Árg 25.10.95, Km 62000. Kr. 85.000. NISSAN PRIMERA 1,6 SLEIPIKRÓK Árg 13.08.99, Kr. 112.000. SKODA OCTAVIA 1.6 Árg 17.05.00, Km 37.000. Kr. 139.000. RENAULT MEGANE 1.4 H/B Árg 07.07.97, Km 74.000. Kr. 89.000. RENAULT MEGANE 1.6 CLASSIC Árg 16.06.00, Km 62.000. Kr. 134.000. RENAULT MEGANE 1.4 H/B Árg 01.10.99, Km 57.000. Kr. 105.000. PEUGEOT 406 HDI STW Árg 21.04.99, Km 43.000. kr. 188.000. TOYOTA COROLLA 2.0 D STW - VIÐ TR.LAKKSKAÐA Árg 03.96, Km 105.000. Kr. 100.000. RENAULT MEGANE 2.0 Árg 26.06.96, Km 114.000. Kr. 78.000. TOYOTA CARINA 2.0 GLI STW Árg 15.03.95, Kr. 88.000. TOYOTA COROLLA 1.6 S/D Árg 20.05.99, Km 52.000. Kr. 129.000. TOYOTA AVENSIS 2.0 TD SEDAN Árg 30.03.00, Km 60.000. Kr. 180.000. TOYOTA COROLLA 2.0 D SEDAN Árg 27.01.99, Km 95.000. Kr. 115.000. Uttan býtisbil 105.000,- Uttan býtisbil 70.000,- Uttan býtisbil 93.000,- Uttan býtisbil 78.000,- Uttan býtisbil 114.000,- Uttan býtisbil 168.000,- Uttan býtisbil 105.000,- Uttan býtisbil 173.000,- Uttan býtisbil 92.000,- Uttan býtisbil 102.000,- Uttan býtisbil 124 .000,- Uttan býtisbil 14.000,- Uttan býtisbil 55 .000,- Uttan býtisbil 185.000,- Uttan býtisbil 78.000,- Uttan býtisbil 79.000,- Uttan býtisbil 79.000,- Uttan býtisbil 68.000,- Uttan býtisbil 124.000,- Uttan býtisbil 88.000,- Uttan býtisbil 9.000,- Uttan býtisbil 9.000,- sýnaður 27.09.02 sýnaður 06.09.02 sýnaður 03.05.02 sýnaður 18.09.02 5 5 sýnaður 27.09.02 C M Y K 7 6