leygardagur 5. oktober 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 191 - 5. oktober 2002
Nr. 191 - 5. oktober 2002
9
– Hann hevur nógvar
eginleikar, men í
hansara persóns-
mensku eru eisini
nógvir mótsetningar,
segði Jóannes Eides-
gaard í heilsan síni til
Atla Dam í føðingar-
dagsveitsluni herfyri
FØÐINGARDAGUR
Myndir: Leivur Nygaard
– Trúgvur sum trøllið og í
øllum lutum ein góður
kammiratur.
Soleiðis er Atli Dam,
sigur Jóannes Eidesgaard,
formaður javnaðarfloksins.
Tá ið fyrrverandi løg-
maður, Atli Dam helt 70 ára
føðingardag i Trongisvági
heryfri,
var
formaður
javnaðarfloksins, Jóannes
Eidesgaard sjálvskrivaður
røðari.
Eini 220 fólk høvdu
leitað sær inn í høllina í
Trongisvági í føðingardag
at heiðra fyrrverandi stór-
politikaran, tey flestu úr
Suðuroy, men annars gestir
úr øllum landinum og tey
siga sum við ein munn, at
hetta var ein veitsla av
teimum allarbestu.
Tað var fallið Onnu
Kirsten Steinø í lut at halda
skil á borðhaldinum og tað,
fyrsta, hon gjørdi, var at av-
marka talitíðina til tríggjar
minuttir - og tað mundi
koma væl við, tí ikki færri
enn 21 røðarar nýttu høvi
til at heilsa Atla við røðu
ímeðan borðhaldið var.
Umframt Jóannes Eides-
gaard, vóru tey, sum hildu
røðu, hesi: Vilhelm Jo-
hannesen, Jógvan Adolf
Johannessen, Henrik Old,
Sverri
Midjord,
Knút
Nolsøe,
Óli
Heinesen,
Tummas Michael Smith,
Heri
Niclasen,
Sigdrid
Witt, Heri Smith, Anna
Dam,
Hans
Jørgensen,
Signar Dam, Ketty Andrea-
sen,
John
Johannesen,
Hilmar Bech, Sólbjørn
Jacobsen, Jákup Linden-
skov, Torgerð Suðuroy og
Manne Næs.
Eina serliga heilsan fekk
Atli Dam frá Betty Nicla-
sen, vanliga nevnd Betty
hjá Rudolf, sum sang tveir
gamlar, danskar sangir,
sum tey plagdu at syngja
fyrr og tað gjørdfi hon so
yndisliga, at tað vóru
nógvir vátir eygnakrókar
við borðini.
Áhaldandi stríð í
fremstu røð
Í røðu síni takkaði Jóannes
Eidesgaard javnaðarflok-
sins vegna, Atla fyri fyri
virki og áhaldandi stríð í
fremstu røð, har grund-
støðið altíð var okkara
ynski um eitt vælvirkandi
samfelag fyri allar føroy-
ingar, uttan mun til fíggj-
arligar, sosialar, likamligar
ella sálarligar fortreytir.
Fyri tingmanningina hjá
javnaðarflokkinum, takkaði
hann eisini Atla Dam fyri
tær rásir hann hevur slóðað
fyri tey, sum gingu ein part
av leiðini saman við honum
og fyri tey, sum aftaná
koma.
Fyri seg sjálvan og
konuna Anitu, takkaði hann
Atla fyri gott vinalag, um-
sorgan og umhugsni.
– Trúgvur sum trøllið og í
øllum lutum ein góður
kammiratur
Jóannes
Eidesgaard
segði, at tá ið hann legði frá
sær sum virkin politikari
eftir 23 virkin árum - tey
flestu sum løgmaður, var
tað meðan alt landið lá í
andaleypi og fíggjarligu
óløgini skolaðu inn yvir
okkum.
– Ta tíðina lógu lýsinga-
orðini ikki fremst á tungu,
men nú, vit hava fótað
okkum aftur, kunnu vit siga
tað, sum ikki varð sagt tá:
Tað, han sipaði til, var at
nevna nakrar eginleikar,
sum Atli Dam hevði sum
politikari.
– Hann var arbeiðssamur,
gløggur, smidligur, semju-
søkjandi, kraftmikil, álitis-
skapandi og víðskygdur.
– Men samstundis goym-
ir hann meiri enn vanligt er,
eisini mótsetningarnar.
Tí Atli Dam hevur eisini
tyngd, men kortini er hann
lítillátin, hann er fram-
túrandi, men eisini varin,
hann er harður, men eisini
bleytur, hann er snarsintur,
men tó tolin og hann er
kraftmikil, men eisini mild-
ur, segði Jóannes Eides-
gaard.
Takk fyri áhaldandi
stríð í fremstu røð
Føðingardagsbarnið í góðum og kendum umhvørvi
Eisini unga ættarliðið hugnaði og stuttleikaði sær óført á
føðingardagsveitsluni
Nógvir góðir og trúgvir vinir heilsaðu Atla á føðingardags-
veitsluni
Virðiligir og góðir vertir bjóða oyggjarfólki og avbygdarfólki
vælkomin á veitsluna í høllini
Trúgv sum trøllið er hon Jona og kennir altíð sína vitjunartíð,
tá tað ræður um góðar og trúgvar vinir og floksfelagar
Formanshjúnini settu eisini sín góða dám 70 ára
føðingardagsveitsluna hjá fyrrverandi formanninum
Tað hevur altíð verið vítt til veggja og høgt til loftið, har Atli
Dam hevur búleikast. Millum mongu gestirnar fyrrverandi
sýslumanshjúnini
Atlantsflog og Air
Greenland hava fing-
ið hølini, sum Swiss
Air hevðí í flog-
havnini í Kastrup
SAMFERÐSLA
Eirikur Lindenskov
Kastrup: Hetta sigur Magni
Arge, stjóri í Atlantsflogi,
sum í gjár lat upp nýggja
avgreiðslu í Terminal 2
Kastrup Lufthavn.
Atlantsflog hevur latið
upp avgreiðsluna í sam-
starvið Air Geenland. Bæði
feløgini vórðu framman
undan umboðað við skriv-
stovum í altjóða floghavn-
ini í Kastrup, men ikki niðri
í sjálvari komu- og frá-
faringarhøllini.
Tað var í veruleikanum
atsóknin at World Trade
Center 11. september í fjør,
sum er óbeinleiðis orsøkin
til, at Atlantsflog nú fekk
hendan møguleikan.
Frammanundan var tað
Qualiflyer Group, sum var
ein partur av Swiss Air,
sum hevði til húsa í hesum
hølum, men Swiss Air
mátti sum kunnugt lúta fyri
minknandi ferðafólkatalin-
um, sum var ein avleiðing
av 11. september 2001, og
fór á húsagang.
Magni Arge er týðuliga
fegin um, at avgreiðslan hjá
Atlantsflogi nú er eins
týðulig í stóru donsku flog-
havnini, sum British Air-
ways og Air France.
- Tað er ein stórur fyri-
munur hjá okkum at hava
avgreiðslu og skrivstovu
okkara her á »gólvinum«,
sigur Magni Arge, stjóri í
Atlantsflogi.
Hann sigur, at tey nú
betur fáa fylgt ferðafólk-
inum, frá tí, at tað kemur í
floghavnina í Vágum, til
tað fer úr floghavnini í
Kastrup og øvugt.
– Vit hava eisini økt frá-
ferðirnar á vetri til nýggju –
frammanundan vóru tær
sjey. Vit hava lagt eina
fráferð afturat hóskvøld og
eina afturat sunnukvøld,
eins og flogið verður heim
til Føroya ávikavíst fríggja-
og mánamorgun.
Júst flogleiðin millum
Vágar og Keypmannahavn er
tann stóra leiðin hjá Atlants-
flogi, og eigur føroyska flog-
felagið um 60% av ferða-
fólkatalinum á hesi leiðini.
Tað ganga nógv fólk
framvið avgreiðsluni hjá
Atlantsflogi í Terminal 2,
og hetta hevur sjálvandi
verið ein av orsøkiunum til,
at felagið valdi hesi hølini.
– Vit hava ikki størri
rakstrarútreiðslur av hesi
avgreiðsluni, enn vit høvdu
framman undan av skriv-
stovuni, sum vit høvdu á
aðru hætt, av tí at vit gera
hetta í felag við Air Green-
land, sigur Magni Arge.
Grønlendska flogfelagið
hevur eina lutvíst nógv
størri skrivstovu í Kastrup,
so tey hava bara flutt tvey
fólk níður í avgreiðsluna til
at avgreiða ferðafólk. At-
lantsflog hevur flutt alt sítt
virksemið í avgreiðslun, t.v.
s., at har starvast fýra fólk.
11. september gav okkum møguleikan
Stjórarnir í føroyska og grønlendska flogfelagnum klippa snórin til nýggju avgreiðsluna – Tað snýr seg um at taka kjansin, tá
hann er har
Mynd : Eirikur Lindenskov
C
M
Y
K
9
8