Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. oktober 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 191 - 5. oktober 2002 Nr. 191 - 5. oktober 2002 11 Tjóðveldisflokkurin var einaferð hugsjónarflokkurin í føroyskum politikki og flokkurin, sum stóð við tað hann segði. Tað var sum oftast samanhang millum tær hugsjónir, flokkurin bar fram og tann politikk, ið flokkurin rak á tingi. Hesi seinastu 4 árini er tjóð- veldisflokkurin tó farin ideologiskt at vingla. Flokk- urin er mestsum hamskiftur, so har valdar ideo- logiskur hurlivasi. Tjóðveldisflokkurin tykist stýrdur av útliti til løtuvinning og ynskinum um at tvíhalda um maktina. Fyrst varð flokkurin av Fólkaflokkinum rikin eftir hæli í fullveldismálinum, soleiðis, at hann endaði sum reinur og hóvligur heimastýris-yvirtøku- flokkur. Minkingin av blokkinum gjørdist eitt mál í sjálvum sær. Síðan er flokkurin tvungin at svølgja allar kamelar, sum uttasta høgra noyðir niður í hann. Tað tykist sum tað ikki longur er Tjóðveldisflokkurin, ið leggur seg eftir at broyta umstøður og politiskar karmar, soleiðis at tey verða eftir floksins politikki. Nú eru tað tvørturímóti umstøðurnar, ið broyta flokk- in. Atkvøðurnar og maktin telja meira enn hugsjónar- liga støðið. Einaferð var tað eitt grundsjónarmið, at flokkurin helt seg uttan fyri danskan fólkatings- politikk. Nú situr fólkatingsmaður Tjóðveldisflokk- sins innast í tveimum av fólkatingsins mest týðandi nevndum, nakað, sum flokkurin uppá tað grovasta hevur hartað øll onnur føroysk umboð á Fólkatingi fyri, men sum formaðurin nú roynir at káva útyvir. Her er lítil konsekvensur og eingin linja, nakað sum heilt ítøkiliga vísir seg við, at fólkatingsmaðurin og løgtingsmaðurin sjálvur talar við fleiri politiskum tungum í senn: stundum sum marxistiskur kollvelt- ingarmaður (republikkin-í-eygsjón-maður), stundum sum ramasti høgramaður fyri ikki um at tala, tá hann átekur sær tann bleyta sosialdemokratiska leiklutin. Tað kann vera mikið undirhaldandi, men tað hevur lítið við gamlan tjóðveldispolitikk at gera. Tað mest undirhaldandi er at hoyra formannin forklára og burturforklára, hvørja ferð flokkurin skiftir kós ella støðu. Kanska er hetta eitt slag av nýggjum tjóðveldi! Fyrr var tað ein styrki at hava eina støðu, nú er tað in onga støðu at hava! Frá at hava verið ein reinur og heilhjartaður hugsjón- ar-, verkamanna- og fiskimannaflokkur á vinstra- veingi í føroyskum politikki, er Tjóðveldisflokkuirn vorðin ein heilt vanligur pragmatiskur og opportun- istiskur flokkur, ið hevur lagt seg eitt sindur høgru- megin miðlinjuna í føroyskum politikki. Flokkurin er fullkomuliga hamskiftur! Tey gomlu rættrúgvandi tjóðveldisfólkini standa sum Kánus og spyrja: hvat er hetta fyri nakað? Hvat man alt hetta fara at enda við, og hvar á politiska litbandinum man flokkurin fara at leggja seg, tá avtornar? Svarið er áhugavert, tí fer Tjóðveldisflokkurin framvegis ideologiskt at vingla úr einum borði í annað fyri altíð at enda í høgra borði, so kundi tað hent, at nýggjur ektaður loysing- arsinnaður vinstriflokkur dagar fram til næsta val. DAGSINS MEINING Sosialurin Hamskiftur flokkur VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliassen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kim Simonsen Staddur í Føroyum, sá eg júst Fregnir. Har eru at- finningarsamar greinar, ið m.a. leggja á hini bløðini í Føroyum. Ein er so til mín og hesi bløð í senn, frá Meinhardi Jensen. Hesin brúkti eina ófantaliga 1/1 síðu í Fregnir uppá mína skriving. Eg skrivaði sum var aftur, í viðmerking í Fregnir, at eg ikki skilti hvat M.J. segði, vildi siga ella helt hann segði. Mín endaliga støða var tá, at hann hugsar og skrivar óklárt, soleiðis at tað hevur nakran áhuga fyri onnur. Nýggjasti parturin í jera- miaduni hjá hesum løgna penni, er hetta lítla perfida lesarabræv. Men á Fregnum vilja teir ikki prenta eina stutta viðmerking, teirra fólk kunnu spræna lýsi yvir hvønn mann, men eingin áhugi er hjá Jonhard at hoyra fólk verja seg móti útspillingum. Í Fregnir royndi M.J. (sum ein út- veg), at "appellera" til fjøl- miðlarnar í Føroyum um at hesir ikki er í ordan, at prenta mínar greinar, tí tær av og á eru atfinningarsam- ar. Hetta er ikki argumenta- tión, men harraboð og pástandir. Sum so mangan, so hevur Meinhard ongi argumentir eftir, tí leggur hann seg á okkurt persón- ligt, saman við onkrum málsligum pástandi, og slíkum havi eg lítla, fyri ikki at siga onga, virðing fyri. Meinhard vil royna seg sum intellektuallan í Før- oyum í dag, men tikist ikki dáma henda leiklut, ella at siga okkurt, ið minnir um nakað intellektuelt. M.J. roynir, ella hevur roynt at skriva intellektuellar grein- ar, sum ein annnar løgin høvundi, men alt er sum deyðbaka køka, tí reflek- tiónirnar hjá honum tora hvørki at vera poetiskar ella intellektuellar í álvara. Heldur enn at skriva um egnan nalva, ikki tí hetta tikist vera hin stórsta vísindagreinin í Føroyum, skuldi hann funni sær verulig evni at troytt, í staðin fyri at leggja eftir teim fáu røddunum í før- oysku fjølmiðlunum, ið tora at umboða egnar tank- ar og siga okkurt annað, mangan elvt av altjóða heimspeki t.d.. Fyri at bøta um hetta eru her uppskot til evni, ið onga viðgerð fáa í løtuni: tøgnmentan okkara, føroysk mentan annars, ábyrgdin hjá teim in- tellektuellu í slíkum sam- felag, málspurningar, bók- mentir (erliga ummæli), list, nationalisma og inter- nationalisma, samleiki ella ikki, heimspeki, human- isma eitt neyðaregg ella tað okkum væntar?, vísindi, logikkur, retorikkur og argumentatión, sosiologi brúkt uppá Føroyar nú, uttanlanda tíðindi við tulkingum og perspektiv- um, etikkur, mentasøga, heimsmentan t.v.s. onnur enn hin Vesturlenska, al- tjóða filmir, munurin á vitan og trúgv, vísunda- heimspeki, lívs- og átrún- aðarheimspeki…listin er helst óendaligur, um ein torir alneyðuga túrin út um heilagu gudeligu føroysku Rossatrøðina, eftir øðrum enn Mósesi Hansen. Góðan arbeiðshug! Í hósdagsblaðnum høvdu vit grein um skiftið í Bureau Veritas, har sagt varð frá »klassamannin- um«, sum føroyingar hava samstarvað við í eitt mannaminni, Ole Laurit- sen, sum nú leggur frá sær. Samstundis varð nýggi maðurin. Tummas Eli Høj Joensen, presenteraður við telefonnummarið. Men tað telefonnumm- arið, nevnt varð, var tíverri komið skeivt fyri. Rætta telefonnummar hansara er: 21 81 51 blm. Heri Poulsen Ragnar S. Olsen skrivaði í Sosialinum 1. okt., at »í 3. Mós, kap. 18 og 20 verður sagt, at tað er deyðarevsing fyri samkynd«. Eg vil so spyrja Ragnar, og øll onnur, ið eru samd í hasum, um hann bevíst velur at misskilja tað, ið veruliga verður sagt. Tað stendur orðarætt, at »tú mást ikki hava samlegu við mann eins og við konu; tað er andstygd« og »Hevur maður samlegu við mann á sama hátt sum við konu, tá fremja teir báðir andstygd; teir skulu láta lív…« Altso, skal ein samkynd- ur ikki láta lív fyri at vera samkyndur, men fyri at hava samlegu við mann. (Hugsunarvert: Tað stendur einki um, at kvinnur ikki kunnu hava samlegu við aðrar kvinnur í 3. Mós.). Eg eri ikki samkyndur, men tað vil ikki siga at eg velji (ella havi brúk fyri) at hava samlegu við mótsatta kyninum. Tí haldi eg, at tað er skeivt at nokta samkyndum skrásett parlag, tí Bíblian er mótstandari av tí, tí tað er ikki satt; Bíblian er mót- standari av samlegu teirra samkyndu. Viðmerking til Ragnar S. Olsen Rossatrøð í omanlopi Rætting TÍÐINDASKRIV Tórshavnar Froskmannafelag Hin 3. august í ár vóru 45 ár síðani Tórshavnar Froskmannafelag varð stovnað. Endamál felag- sins er smb. § 1 í lógum felagsins, "Við sameind- um kreftum at granska verðina undir vatn- skorpuni". Teir íð tóku stig til at stovna felagið vóru Arnbjørn Thomsen sáli, Sámal Andreas Joensen, sáli vanliga nevndur Essa, Heri Mørkøre og Karl Johan Fossá. Leygardagin 5. oktob- er hátíðarheldur felagið dagin eitt sindur ørvísi enn flest onnur. Kl. 1000 leygarmorgunin bjóðar felagið limum sínum til kaffiborð við rund- stykkjum úti á flesini við Hoyvíkshólm. Nýggi báturin hjá fe- lagnum fer at sigla í pendulfart út og inn úr Hoyvíkini við kavara- klæddum limum, íð ætla sær til borðs á flesini. Um kvøldið verður veitsla í felagshølunum í Tórsgøtu, har Birgir Enni ger ein góðan bita úr sjónum, so sum krabbar, øður, rækjur og innbakaðan laks, meðan Fimmbogi Lisberg spæl- ir hugnaligan tónleik afturvið. Felagið hevur í ár av- gjørt at heiðra 3 per- sónar, sum hvør á sín hátt eiga sín lut í, at felagið nú hevur 45 ár á baki. Teir vóru herfyri gjørdir til heiðurslimir og fáa á veitlsuni hand- aða heiðursgávu. Teir eru Heri Mørkøre, Karl Johan Fossá og Knút Bjørk. Knút hevur verið aktivur limur í nærum 40 ár. Navnakapping hevur verið millum limirnar um, hvussu nýggi bát- urin skal eita. Nevndin avgerð á fundi áðrenn veitlsuna, hvat navn hóskar seg best og hetta verður síðani kunngjørt á veitsluni. Annars er Tórshavnar Froskmannafelag eitt virkið felag. Venjingar eru í Svimjihøllini hvørt mikukvøld í vetrarhálv- uni eins og felagstúrar og felagskvøld við kav- arafilmun verða fyri- skipaði. Tórshavnar Frosk- mannafelag er eisini við í leiting og bjarging, tá vanliga kavaraorkan í føroysku tilbúgvingini ikki strekkjur til. Felagið hevur 140 skrásettar limir, sum hava búðstað kring alt Føroya Land. Í nevndini hjá frosk- mannafelagnum sita í løtuni: Heri Andreassen for- maður, Bogi Jacobsen kassameistari, Høgni Hansen skrivari, Rúni Simonsen og Regin Joensen nevndarlimir. VIÐMERKINGAR Morgunmatur á Flesini Turið Jacobsen Onkrir privatpersónar, bý- ráðspolitikarar og fakfe- lagslimir hava víst sín stuð- ul í bløðunum, og fløvir hetta nógv um hjá okkum, sum síggja tað sum eina sjálvfylgju, at føroyingar við menningartarni hava somu rættindi í Føroyum sum allir aðrir føroyingar. Framman fyri mær liggur bókin "Etikk i Politikk og Journalistikk", sum Norð- urlandahúsið gav út í 1990 í samband við eitt seminar, sum Norrøna Felagið skip- aði fyri. Hendan bókin lýsir m.a. hvørja ábyrgd og skyldur politikarir og tíð- indafólk hava í kraft av tí valdi og møguleika fyri ávirkan tey hava sum ávikavist tíðindafólk og politikarir. Orsøkin til, at eg havi leitað bókina fram, er áhugin, teir føroysku fjøl- miðlarnir og politikkarirnir hava víst málinum um sam- býlið fyri fólk við menn- ingartarni í Smærugøtu í Tórshavn. Tá eg hoyrdi um málið, var mín fyrsti tanki, at hetta mátti fara at vekja stóran ans í øllum fjølmiðlum og millum allar landspolitikar- ar. Mín hugmynd av jour- nalistum hevur altíð verið, at teir hava valt sítt yrki m.a. av idealismu og at teir tí eisini síggja tað sum sína uppgávu at kasta ljós á viðurskifti í samfelagnum, har borgarin er fyri órætti í møti við almennar skipanir. Fjølmiðlar verða jú nevndir tann triðja statsmaktin og tulki eg tað soleiðis, at teirra máti at velja tíðinda- evni út uppá og teirra máti at lýsa hesi evni uppá, gev- ur teimum møguleika at ávirka gongdina í samfe- lagnum. Hetta ger, at teir hava eina veruliga valds- støðu, sum teir eiga at vera eyðmjúkir yvirfyri í sínum dagliga arbeiði. Her er tað, at etikkurin her seg gald- andi. Í málinum um Smæru- gøtu hevur eittans tíðinda- blað, Dimmalætting, við- gjørt málið. Sum samfe- lagsborgari í Føroyum og nevndarlimur í Javna, fe- lagnum, sum umboðar fólk við menningartarni og teirra avvarðandi, undraði tað meg, at hvørki Útvarp Føroya (ÚF) ella Sjónvarp Føroya (SvF), íð eru al- mennir fjølmiðlar, sum vit øll hava skyldu at gjalda til, ikki lýstu málið. Tí ringdi eg til bæði ÚF og SvF við míni undran og greiddi frá trupulleikunum í málinum, sum í høvuðsheitum er við- gerðin, tað hevur fingið í Tórshavnar Býráði. Eg legði harafturat dent á, at grundleggjandi rættartrygd og mannarættindi fyri nakrar av okkara veikastu borgarum vóru sett til viks. Eisini vísti eg til skriving- ina í bløðunum og at tað undraði meg, at ongir landspolitikarar høvdu gjørt vart við seg. Eg veit um, at eisini onnur frá fe- lagnum Javna hava vent sær til nevndu miðlar við áheitan um at taka málið upp. Teir, sum eg tosaði við í nevndu fjølmiðlum, hava leiðarastørv á tíðindadeild- unum og eg var sannførd um, at teir sóðu álvaran í málinum, ikki minst út frá teirra fakliga førleika. Nú er meira enn ein vika gingin, síðani eg vendi mær til ÚF og SvF, og málið hevur enn ikki verið við- gjørt í nøkrum av nevndu fjølmiðlum. Onkrir privat- persónar, býráðspolitikarar og fakfelagslimir hava víst sín stuðul í bløðunum, og fløvir hetta nógv um hjá okkum, sum síggja tað sum eina sjálvfylgju, at føroy- ingar við menningartarni hava somu rættindi í Føroy- um sum allir aðrir føroy- ingar. At eingir av okkara landspolitikarum, so vítt eg eri kunnað, hava tikið mál- ið upp, er ikki sørt ør- kymlandi. Í hesum førinum hava teir haft ríkiligt høvi til at vísa í verki, at álvari liggur aftanfyri lyfti, teir fleiri ferðir hava givið um at tryggja fólki við menn- ingartarni virðulig livikor. Tann spurningurin, sum aftur og aftur kemur fram fyri meg er, hvat tað er, sum ger at hetta málið, sum hevur so stórar fylgir fyri tey, sum tað umfatar, ikki fær rættvísiskensluna at vakna hjá bara onkrum av teimum, sum veruliga hava vald og kunnu ávirka. Er orsøkin, at høvuðsper-són- arnir ikki eru áhugaverdir og provokerandi og um so er, kann okkara samfelag liva við tí? Halda føroyskir politikarar og fjølmiðla- fólk, at hesi fólkini hava so lítið uppá seg, at tey einans leggja í at viðgera teirra viðurskifti, tá tað hóvar teimum og ikki tá veruligur tørvur er á tí? Gongdin í hesum málin- um vísir í øllum førum, at tað er tørvur á lógum, sum tryggja rættindini hjá borg- arum við skerdum førleika, eisini um politikararnir, sum í hesum førinum, velja ikki at gera nakað við eitt einkult mál. Eg kann tó ikki hugsa mær, at hetta málið at kalla er tagt burtur ímillum teirra, sum áttu at gjørt vart við seg, av illvilja. Velji at trúgva, at orsøkin er vænt- andi vitan og innlit í grund- leggjandi virði og manna- rættindi og rættindi, sum eiga at vera sjálvsøgd í ein- um framkomnum vælferð- arsamfelagi, sum vit fegin vilja hava. Føroyskir politikarar og fjølmiðlafólk eru hvørki verri ella betri enn fólk flest og ein kann eisini siga, at vit liva í einum demokratiskum samfelagi og hava teir politikarar og fjølmiðla- fólk, sum vit hava uppi- borið. Tey, við menningar- tarni hava í flestu førum ikki førleika til at meta um, hvørt ein politikari virkar fyri teirra søk - hvørjar politikarar og fjølmiðlafólk hava tey uppiborið? Eg eri sera nógv í villareiði. Eg lati hendan spurn- ingin standa opnan og vóni at gongdin í hesum málin- um fær onkran, sum hevur ávirkan og vald at vakna, so at trygd kann fáast fyri, at nakað tílíkt ongantíð aftur fer at henda í Føroyum. Politikarar, fjølmiðlar og Smærugøta – »Tað Bláa Húsið« Fríðtór Debes Argir Tað er ikki lukkuligt, sum tosið um samkynd, skrásett parlag og nógv annað í tann dur flýgur um oyruni á okkum um dagarnar. Ein skuldi trúð, at føroyingar onki annað gjørdu um dag- arnar enn at hugsa um hesar spurningar. Men sjálvandi eru hesir spurn- ingar viðkomandi. Og mugu vit taka eina støðu til teirra – sum í so nógvum øðrum spurningum. Lat tað beinanvegin verða sagt, at eg haldi ikki, at tað er rætt og náttúrligt at vera homoseksuellur ella lesbisk. Hetta er beinleiðis skeivt og stríður harliga móti bíbilskari læru og hugsunarhátti. Bert ein lítil tanki frá djórunum. Omanfyri húsini hjá mær gongur ein hani og ein høna, ið onkur í granna- lagnum eigur. Men sjálvt hesi bæði hava funnið útav at tey hoyra saman. Tann dag mannligu svínini hava funnið útav at tey hoyra saman og ynskja at ganga í parlag – so er slutt við bacon á borðið!! Sjálvt um eitt rák er í tíð- ini fyri hesum hugsunar- hátti, at vit í Føroyum skulu bara sleppa leyst – so sigur ongin at tað er rætt fyri tað. Tá forsprákararnir fyri samkyndum eru frammi, so eru tey sum regul eftir fundamentalistunum í Før- oyum. Men tað kundi verið stuttligt at fingið at vita hvørjir hesir fundamental- istar eru. Tey fáa tað at ljóða sum um hesi eru bert ein lítil viðfáningur í sam- felagnum. Men tey fara so dyggiliga skeiv. Ein funda- mentalist er ein, ið hevur eitt fundament at standa á – og hugsi eg, at vit øll eiga at hava eitt gott fundament at standa á her í lívinum. Eitt fundament er týdning- armikið. Eitt annað er so at vit hava nakrar svakar muslimskar fundamental- istar í muslimskum lond- um, ið drepa frá hond – men at samanbera hesar við trúgvandi (og onnur), í Føroyum, ið trúgva á Bíbliunnar læru er langt úti. Hetta kemur næstan undir ærumeiðing. 1. F u n d a m e n t a l i s t a r. Hvussu nógvir "funda- mentalistar" eru í Føroy- um? Hetta tal er sjálv- andi ringt at meta um. Men vit vita at umleið 33% av Føroya fólki eru persónlig trúgvandi – eisini nevnd evangelisk kristin. Síðani kemur ein stór fjøld av vanligum føroyingum, ið ikki góð- taka homoseksualitet – hvørki so ella so. Hvør veit, kanska eini 80-90% av Føroya fólki eru ímóti homoseksualiteti og skrásettum parlag? Tað kundi verið stuttligt at sæð eina fólkaatkvøðu hesum viðvíkjandi. 2. AIDS spurningurin. Í øllum hesum prátinum um dagarnar so er AIDS spurningurin næstan ikki havdur á lofti. Men sannleikin er, at AIDS, ið er sprottin úr homo- seksuella umhvørvinum spjaðir seg sum ongatíð fyrr. Latið okkum bert taka eitt dømi. Afrika hevur 70 % av øllum AIDS-sjúkum. Heims- Heilsu- Stovnurin, WHO, sigur frá at 14 milliónir afrikanarar eru longu deyðir av AIDS, og at 10 milliónir børn eru blivin foreldraleys. Víðari verður sagt, at HIV/AIDS-pestin er so umfatandi, at 1/3 av børnum í Afrika undir 15 ár – koma at doyggja av AIDS. Fyri stuttum frættist eisini, at AIDS ger um seg í Kina við rúkandi ferð. Hví kunnu tey homoseksuellu ikki síggja vandan og læra av tí? Ella vil man ikki? Við einum slíkum vanda hangandi yvir høvdi okkara hava vit ikki ráð til at spæla við syndina ella hazard við lívið! 3.Hin samkyndi og hin kristni. Í onkrari av teimum longru greinun- um, har tosað verður við samkynd – verður róð upp undir at samkynd eru líka væl kristin sum onnur. Nei, hetta letur seg als ikki sameina. Tað eru fá evni har Bíblian er so klár sum júst á hesum økinum. Les t.d. orðini hjá Paulusi í Rómverja- brævinum kapt. 1. Hetta merkir sjálvandi ikki, at tey kristnu/persónlig trúgvandi hata tey sam- kyndu. Nei, tvørtur ímóti. Tey trúgvandi eiga at elska tey samkyndu – eins og Gud eisini ger. Hetta merkir tó ikki, at tey trúgvandi góðtaka henda livihátt – tí hann stríðir móti Orði Guds og øllum vanligum hugsunarhátti. Samkynd og parlag C M Y K 11 10