Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. oktober 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 191 - 5. oktober 2002 Nr. 191 - 5. oktober 2002 13 Skip k Deyð, illa løstaði,í ørviti og bjargingar- fólk av øllum slag var bert ein partur av ruðuleikanum, tá roynast skuldi at skipa kaosið í tilbúgv- ingarvenjingini fyri Kollafjarðartunnilin hóskvøldið VENJING Orð:Heri á Rógvi Myndir: Jens Kr. Vang Kl. 20.10 fekk alarmsen- tralurin boð um, at ein van- lukka var hend í Kolla- fjarðartunnilinum. Mið- skeiðis í tunnilinum hevði bussur á veg norðureftir rent frontalt saman við ein- um persónbili á veg suður- eftir. Ein annar bilur, somu- leiðis við kós suðureftir, rendi í bilin frammanfyri, sum varð árendur av bussi- num. Tunnilin fyltist skjótt við royki, og hetta gjørdi, at við norðara tunnilsmunnan rendur tveir bilar saman – báðir á veg suðureftir. Sostatt var katastrofan hend. Í hesum førinum var katastrofan bert ein venj- ing, men tað kundi verið veruleiki, og nú var at gera júst sum um, at vanlukkan veruliga var hend, og per- sónar vóru komnir til skað- is. Venjingin hóskvøldið var partur av tilbúgvingarætl- anini fyri Kollafjarðatunn- ilin. Landsverkfrøðingurin, ið hevur ábyrgdina av tunn- ilinum og trygdini í tunnil- inum, skipaði fyri venjing- ini saman við RM-Grupp- en, sum er ein donsk ráð- gevingar fyritøka á trygdar- økinum. Allir partar av tilbúgv- ingini vóru við í venjingini, t.e. sløkkilið, løgreglan, sjúkraverk, bjargingarfeløg osfr. Ilt er at meta um, hvussu nógv fólk vóru við á bjargingarsíðuni, men tal- ið var í øllum førum oman- fyri hálvthundrað. Samanlagt vóru fjøruti fólk við í vannlukkuni. Fimm doyðu á staðnum, og tey vóru spæld av dukkum. Afturat teimum vóru 35 figurantar, sum vóru í bussinum og í teimum ymsu bilunum. Millum teirra vóru nøkur, sum ikki vóru komin til skaðis, men bert vóru á staðnum av til- vild. Allir figurantarnir fingu hvør sítt kort, har tað stóð, hvat bagdi teimum. Eisini fingu tey vegleiðing um, hvussu teirra atburður skuldi vera. Tað skal eisini sigast, at fleiri av figurant- unum vístu rættir dygdir í leiklutunum, sum sjúk, deyð, í ørviti og hvat tey annars nú vóru. Á kunningarfundi áðrenn venjingina varð greitt frá, at venjingin ikki sum so leitaði eftir einari “succes”. Roynt varð eisini at yvirbe- lasta skipanina, soleiðis at allir partar fingu meira enn nokk at gera. Venjingin skuldi vísa og finna styrki og veikleikar í allari til- búgvingini. Í eldin Sum nevnt kemur fráboð- anin til alarmsentralin kl. 20.10. Úr bussinum við øll- um eygleiðarunum kunnu vit síggja, at kl. 10.17 fer ljósið í tunnilinum. Kl. 20.23 kemur tann fyrsti bilurin á staði. Talan er um bil frá Tórshavnar sløkkiliði, ið er fyrstur á staði. Eldur er nevniliga komin í bussin og bilin, sum hann rendi á. Í einum samanstoyti millum buss og bil, so er tað skjótt, at bilurin verður tann minni, og fólkini í bilinum, spæld av dukkum, eru farin av hesi verð. Síðani koma bilar frá løgreglu, sløkkiliði og sjúkrahúsinum. Spælið er sett ígongd, og nú kunnu teir mongu eygleiðararnir fylgja við, hvussu leikur fer, tá ein vanlukkan hendir, og bjargingin skal setast í verk. Tú sannar meira og meira, at hetta er álvarsleik- ur, hóast teir mongu gestir- nir fáa stemningin at virka meira róligan. Í einari tílík- ari støðu skulu nógvar eindir passa saman. Tað gongur skjótt fyri seg, og tað kann lættliga enda við, at vinstrahond ikki veit, hvat høgrahond ger. Tað fyrsta vit møta inni í tunnilin ein kilometur ella so frá sunnara endanum er grátur. Ein kona, ið hevur verið við bussinum, er frá sær sjálvari. Hon grætur, er ørkymla og skuggar veru- leikan. Hetta er so eitt, sum hendir, tá vanlukkur henda. Tey løstaðu og tey meira ella minni deyðu verða bor- in og løgd við síðuna av hvørjum øðrum nakað frá bussinum. Øll eru tey illa fyri. —Skal eg so bara liggja her, segði ein vælspælandi figurantur, og bjargingar- fólkini høvdu sítt at síggja til við at sissa hana og onn- ur. Støðan tykist hjálparleys. Sjúkrabilar og bilar hjá sløkkiliðnum koyra tey løstaðu úr tunnilinum. Far- ið verður ikki beinleiðis á sjúkrahúsið. M.a. orsakað av vandanum fyri, at buss- urin kann eksplodera. Eis- ini vildi hesin fluttningurin tikið rættiliga langa tíð, og orka hjá ambulansufólkun- um vildi verið nógv skerd. Tey løstaðu verða tí held- ur flutt út úr tunnilinum á eitt sokallað skaðastað. Har skal so ein lækni meta um, hvørji fyrst skulu á sjúkra- húsið og hvørji kunnu bíða. Kl. 21.49, t.e. hálvurannar tími eftir alarmin fer tann fyrsti sjúkrabilurin úr Kald- baksbotni til Landssjúkra- húsið. Ætlanin var at hava eina tyrlu til at flyta sjúklingar á Landssjúkrahúsið, men av einari ónevndari orsøk kundi hendan ikki koma. Allastaðni inni tunnilin eru fólk. Sæð burtur frá øll- um gestunum arbeiða allar eindir av øllum alvi fyri at bjarga teimum skaddu. Bussurin verður rímiliga skjótt tómtur, men stórar uppgávur eru eftir. Nógv rokan er, og samskifti mill- um eindirnar skal eisini rigga. —Tú ert óførtur, ljóðar tað frá einum hjálpara til ein sjúkling. Teir flestu sjúklingarnir liggja á bør- Eldur kom í bussin og persónbilarnar, so sløkkiliðnum mátti koma á staðið. pað kaos um og vita hvørki frá ella til. Ein stórur innsatsur skal eisini til fyri at tosa við hesi og fáa tey at skilja støðuna og vera rólig. Eisini sløkkilið hevur meira enn sítt at síggja til. Teir mugu hjálpa ambulansu, tí kapasiteturin hjá teimum er heldur ikki nóg stórur, men hetta eru teir vanir við. Við sunnara tunnils- munnan, har skaðastaði var, virkaði støðan alsamt meira sum ein ruðuleiki. Ikki tí kl. 22.30 varð tann síðsti patienturin koyrdur av stað- num. Ørkymlaði fólk fjakk runt, sum teimum lystir. Knapliga gerast ein løg- reglukvinna og ein lækna, hvørt ein av patientunum er deyður ella ikki. Tað var mest av øllum á skaðastaðnum, at tú fekk kensluna av, hvat ein so- vorðin vanlukka kostar og krevur. Eftirmeting Jógvan Jensen, innsatsleið- ari fyri Ambulansutænast- una, sigur, at teir høvdu umbiðið ein sjúkrabil, men hesin kundi ikki koma, og hetta seinkaði teimum heilt nógv, tí tyrlan kann flúgva skjótt við fleiri sjúklingum. Tó vísti venjingin ikki, at nakar doyði orsakað av seinkaðum fluttningi. Fleiri av figurantunum høvdu hug at finnast á, at bíðitíðin var so drúgv, tí kalt var í veðrinum. Eisini varð funnist at teirri vant- andi sálarhjálpini. —Í tílíkum støðum og við okkara kapasiteti og umstøðum, so vil ein bíði- tíð í tílíkum vanlukkustøð- um altíð koma fyri. Hendan bíðitíðin virkar altíð ógvu- liga drúgv, sigur Jógvan Jensen. Hann vísir á, at teir ikki hava meira enn eina vakt til arbeiðis tílík kvøld, og rest- ina av fólkinum mugu teir, eins og sløkkilið og onnur, tilkalla, og hetta tekur sjálvandi tíð. Læknin á staðnum. Hans Jákup Simonsen, helt støð- una við sjúkrabilum vera út av lagi vánaliga. Hann nevndi, at neyðugt var at hála gamlar sjúkrabilar framaftur, sum ikki bein- leiðis í besta standi. Leiðarin fyri venjingina, Per Teglgaard Christiansen, sum eisini starvast hjá Be- redskabsstyrelsen í Dan- mark, tóktist rímiliga væl nøgdur beint eftir venjing- ina. —Nakrir trupulleikar koma so við og við, og tað høvdu vit eisini roknað við. Samskiftið var í fleiri før- um trupult. Vit hava eisini sæð ótrú- liga nógv góð ting, og tað eru vit glaðir fyri, sigur Per Teglgaard Christiansen. Hann legði dent á, at tað er ógvuliga lætt at vera klókur sum áskoðari – ser- liga í baksýninum. —Hetta er ein hending, har øll verða pressað til ytsta, tey megna. Óansæð hvar í heiminum, so er hendingin ov stórt fyri tann fyrsta innsats, ið verður settur í gongd. Tískil tekur alt tíð hjá øllum, og fólk koma at bíða v.m. Tað er heilt vanligt, at til- búgving ikki er fult klár til hetta her, sigur Per Tegl- gaard Christiansen. Fyrireikararnir og venj- ingardómararnir hava hild- ið ein eftirmetingarfund, og innan leingi verður ein frá- greiðing skrivað. Figurantarnir, ið spældu sjúklingar, vóru væl sminkaðir, soleiðis at støðan tóktist verulig. Her er ein komin rættiliga illa fyri. Ymisk var, hvat bagdi sjúklingunum. Hesin slap einabest frá vanlukkuni – vit einum stórum sári í beininum. Tey deyðu tekur sløkkiliðið sær av. Teir hjálpa eisini ambulansufólkunum at fáa øll út úr tunnlinum. Ikki bara vóru fólk likamsliga løstaði, men teirra sinnisstøða var eisini sterkt ávirkað vanlukkuni. Sjúklingarnir úr bussinum og bilunum vóru lagdir á børur nakað frá bussinum. Tey flestu vóru illa fyri, og ambulansufólk og sløkkilið høvdu úr at gera. Á myndini síggjast eisini nakrir av gestunum. Hendan unga kvinnan skal hevði valla livað nakað vanligt lív, eftir vanlukkuna, var hon verulig. Hans Jákup Simonsen hevði Kool leiklutin á vanlukku staðnum. Hann metti um støðuna hjá sjúklingunum og raðfesti teir eftir teirra skaðum. Hann var einasti læknin á staðnum, og uppgávan var ikki at viðgera. C M Y K 13 12