Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. oktober 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 191 - 5. oktober 2002 15 Ásmundur Johanne- sen starvaðist á Argja skúla í fimmtiárun- um. Ásmundur var tann næsti lærarin, sum varð settur í starv á Argja skúla, og minnist hann við gleði aftur á tey átta árini hann starvaðist har ENDURMINNINGAR Ingrid Bjarnastein Ásmundur Johannesen er í dag 72 ára gamal. Tá hann byrjaði sum lærari á Argja skúla, var hann ungur – 26 ár. – Olaf Petersen var fyrsti lærari á Argja skúla. Hann var einsamallur frá tí skúlin byrjað í 1952 til eg kom í 1956. Tá Olaf byrjaði var bert ein skúlaflokkur, men so komu fleiri børn, og tørvur gjørdist á einum lær- ara afturat. Tí varð eg settur í starv, sigur Ásmundur Jo- hannesen. Skúlin var tá var bara tað hvíta sethúsið, sum stendur við vegin í dag, men sum framvegis verður brúkt sum skúli. Tá var ein skúlastova, og læraraíbúð til Olaf Petersen og familjuna. Tá Ásmundur eisini varð settur í starv, varð ein skúlastova bygd afturat í kjallaranum. Lágt var upp undir loftið, so trongligt kundi gerast inni. – Eini 50 børn mundu ganga í skúlanum tá, greið- ir Ásmundur frá. – Tey vóru frá 7 til 14 ár. Tá tey vóru liðug at ganga í skúla her fóru tey so til Havnar á realskúla. – Næmingarnir vórðu býttir sundur. Tað kom fyri, at tveir árgangir vóru í sama flokki. Tey elstu børnini komu klokkan átta um morgunin, meðan tey, sum vóru eitt sindur eldri komu eitt sindur seinni, og tey heilt smáu komu um døgurðatíð ella har um. Nýggi lærari Lærugreinarnar tá vóru føroyskt, danskt, rokning, bíbilsøga og landalæra. – Skúlin tá var so lítil, og eg haldi vit vóru eitt sindur liðiligir, tá tað kom til undirvísingina. Sjálvur var eg ógvuliga áhugaður í plantulæru, so um summ- arið tá veðrið var gott, plagdu vit at fara út í fjøruna ella hagan at læra um djór og plantur. Tílíkt kendu tey onki til tá, sigur Ásmundur, sum leggur afturat, at fyri stuttum hitti hann ein gamlan næming frá 1. flokki. Hesin næm- ingur hevði sagt við Ás- mund, at hann minsti væl, tá tey fóru út at hyggja eftir blómum. Ásmundur heldur, at tað er nógv broytt síðani hann byrjaði sum lærari. – Tað er nógv fríari nú. Til dømis siga børnini »tú« við læraran. Tey søgdu ikki gjarna »tú« fyrr. Kanska teir eldru dreingirnir kundu finna uppá at siga tað við meg, tí eg var so ungur, men eg varð mest kallaður »nýggi lærari«. Hetta hekk við øll árini eg arbeiddi á skúlanum. Eg var nýggi lærari, og Olaf var gamli lærari. Børnini vóru eisini ógvu- liga fitt, heldur Ásmundur. – Tey sótu nógv stillari tá enn nú. Eg minnist, at tey plagdu at spæla á spæli- stykkinum uttanfyri skúlan. Ongin ringiklokka var, so um veðrið var gott, so kundu tey gott spæla eina góða løtu í skúlagarðinum. So bankaði Olaf á rútin og rópti tey inn, og so komu tey inn aftur til undirvísing. Skúlagongd var allar dagar í vikuni. Seks tímar um dagin, seks dagar um vikuna. Tað vil siga, at skúlagongd var eisini leygardag. Men so minkaði leygardagurin niður til klokkan 12, og til endans datt hann heilt burtur. – Eg minnist, hvussu eg plagdi at læra tey spøl. Antin spøl, sum eg dugdi sjálvur, ella spøl, sum eg hevði lisið meg til í eini hondbólk. – Nú er tað, sum eitur flogbóltur vorðið til eina ítróttargrein. Men eg minn- ist tá eg las í eini fimleika- bólk fyri fimleikalærarar, um eitt spæl, sum æt volleyball. Tá í tíðini lógu nógv russaraskip úti á fjørðinum, og nógvar boyur ruku inn á land. – Ein dagin segði eg við dreingirnar, at nú fóru vit at spæla volleyball. Vit tóku eina stóra appelsinlitta boyu og festu eitt petti av einum troli ímillum tvey net. Og so spældu vit volleyball, so argjadreingir hava verið ímillum teir fyrstu at spæla flogbólt. Próvtøkur Ásmundur dámdi væl at vera lærari á Argjum. Tá var bygdin lítil. Nógv minni enn hon er í dag. Tað vóru nøkur fá hús mitt í bygdini og nøkur suðuri á Argjaboða. Frá skúlanum og heimeftir vóru kanska eini tvey hús. Eitt, sum Ásmundur minnist serliga væl, eru eksamiurnar. Einaferð um árið kom próstur saman við einum presti at hava eksamiu. Tá fór próstur so fyrst inn í ovaru stovu og presturin í niðaru stovu. – Har spurdu teir eitt sindur. Mest var tað bíbil- søga. Og so skiftu teir um. Aftaná gav fyrsti lærari døgurða. Spurt var útyvir allan flokkin. Ikki hvønn ein- stakan næming. Jólafestirnar minnist Ás- mundur eisini aftur á við gleði. – Tá gjørdu konurnar okkurt til matna og komu við tí á skúlan. Dansað var um jólatræið, og børnini fingu hvør sítt kramarhús við piparnøtum, appel- sinum og súreplum. Læraralønirnar vóru ikki stórar tá. 700 krónur um mánaðan var tað Ásmundur fekk í løn. – Eg minnist, at ein gamal maður segði við meg einaferð, at skúlalærarar helt hann lítið um. Teir sótu heitir og mettir inni í eini skúlastovu, og so vildu teir hava løn afturat. Tað vóru heldur góðar umstøður, metti gamli maðurin, sigur Ásmundur og flennir. Í átta ár starvaðist hann á Argja skúla. Síðani fór hann niðan í Hoydalar at undirvísa á realskúlanum, sum seinni varð til HF og har varð hann til pensjóns- aldur. Men tíðina á Argjum er nakað hann minnist aftur á við gleði. Ein góð tíð á Argja skúla Ásmundur Johannesen var lærari á Argja skúla frá 1956 – 64 Mynd: Finnur Justinussen 15 14 Nr. 191 - 5. oktober 2002 - Skúlin stendur fyri nógvum broytingum, og uppgávan verður at fáa næmingarnar at vera við til at mynda skúlan, og annars at fáa nýggju fólkaskúlalógina at virka, sigur Marjun Holm, skúlastjóri í Argja Skúla, sum fyllir 50 ár í dag FØÐINGARDAGSHALD Jón Brian Hvidtfeldt - Uppgávan hjá skúlanum í dag er at fáa nýggju fólka- skúlalógina at virka. Vit mugu royna at fáa næm- ingarnar at arbeiða meira saman, og í størri mun vera virknar og við til at mynda undirvísingina og skúlan í síni heild. Tað heldur Marj- un Holm, sum seinasta árið hevur verið skúlastjóri í Argja Skúla. Hon kom úr einum starvi í Kommunuskúlanum, og árið á Argjum hevur verið merkt av teimum hølis- trupulleikum, sum Argja Skúli er í. Fyrst var talan um at byggja uppí skúlan, og síðan var frammi, at skúlin møguliga skuldi fáa hølini hjá Postverkinum á Argjum. Men skúlin livir enn í óvissuni. - Næmingatalið veksur og í dag ganga 365 næm- ingar í skúlanum, og vit royna at klára okkum sum frægast, eitt nú við at nýta serstovur til vanlig floks- høli. Men tað er trongligt, staðfestir Marjun Holm. Skúlastjórin á Argjum heldur, at ein avbjóðing hjá skúlanum, nú hann fer um tey hálvthundrað, er í størri mun at venda eyguni móti miðdeildini í skúlanum, tvs. teimum sum ganga í 4.- 7. flokki. Tey seinastu árini hevur skúlin í størri mun roynt at bøta um innskúlingina, tey sum ganga í 1. – 3.fl. Og síðan hugsa vit um at fyrireika tey, sum eru á veg út úr fólkaskúlanum, til at fara víðani út í samfelagið. Men vit eiga at hava í huga, at næmingarnir í 4.- 7.flokki eru í einum aldri, har tey eru før fyri at ogna sær nógvan lærdóm og enn eru sera forvitin eftir at læra. Okkara stóra uppgáva verður at halda lív í hesum forvitni og ágrýtni, uttan at tað av somu orsøk skal ganga út yvir aðrar næm- ingar, sigur Marjun Holm. Skúlin broytist skjótt Marjun Holm vísir á, at broytingarnar, bæði í sam- felagnum sum heild, og innan skúlagátt, henda sera skjótt, og tí er tað ein stór uppgáva hjá skúlanum at royna at fylgja við. Hon leggur afturat, at broyting- arnar seta krøv til skúlan, bæði næmingar og lærarar, sum í dag eru meira at líkna sum viðleikarar. Og henda gongd fer at halda fram, metir Marjun Holm. - Skúlin broytist nógv skjótari í dag enn t.d. fyri 50 árum síðan, tá Argja Skúli varð settur á stovn. Undirvísingarháttirnir, sum nýttir verða innan skúla- gátt, broytast,og uppgávan og leikluturin hjá skúlanum í samfelagnum broytist eis- ini. Ein uppgáva er somu- leiðis at læra næmingarnar at umstilla seg, so teir eru til reiðar til at taka við so fjølbroyttum uppgávum sum gjørligt, sigur Marjun Holm. Hóast arbeiðið og menn- ingin er spennandi, so saknar skúlastjórin eitt orðaskifti um, hvat »mót- takarin«, tað er samfelagið, vil hava burturúr skúlanum. Skúlin veksur Í dag ganga 365 næmingar í Argja Skúla, og har starvast 32 lærarar. Marjun Holm metir, at skúlin hevur eina góða stødd í dag. - Vit hava ein góðan skúla við eini góðari stødd. Av tí at skúlin er so stórur, sum hann er, gevur tað okkum nakrar møguleikar afturat, sammett við ein lítlan skúla. Men samtíðis er okkara skúli ikki so stór- ur, at vit missa tað persón- liga sambandið við hvønn einstakan næming. Sum skúlastjóri ber tú kenslu á øll andlitini í skúlagarðin- um, sigur Marjun Holm. Næmingatalið í Argja Skúla er vaksandi, og skúlastjórin ímyndar sær, at skúlin fer at vaksa nógv, komandi árini. Men ver- andi karmar eru troyttir, og tí má okkurt henda, skal Argja Skúli vaksa enn meira í framtíðini, stað- festir Marjun Holm. Næmingar og lærarar skulu vera viðleikarar Í dag fyllir Argja skúli 50 ár FØÐINGARDAGSHALD Ingrid Bjarnastein Í dag, 5. oktober, fyllir Argja skúli fimmti. Olaf Petersen var fyrsti lærari á skúlanum, tá skúlin byrjaði fyri hálvtrýss árum síðani. Í gjár hátíðarhildu næm- ingarnir dagin saman við lærarunum. Byrjað varð við, at Ásmundur Johanne- sen, sum var ein av teimum báðum fyrstu lærarunum á skúlanum, kom og fortaldi eitt sindur um skúlan tá. Eisini var Sólrún Michel- sen og fortaldi næmingun- um, hvussu tað var at vera næmingur á Argja skúla fyrr. Sólrún er sjálv gamal næmingur av skúlanum. Síðani fóru allir næming- arnir út í skúlagarðin. Øll vóru í hvítari blusu ella troyggju, og síðani gjørdu tey eitt 50-tal í skúlagarð- inum. Sunkist, kakao, bollar og lagkøka var til næming- arnar. Nakrir næmingar upp- traðkaðu og spældu ymiskt, og eisini var Jóhan í Kolla- firði á vitjan á skúlanum. Í dag er gamli skúli opin frá 10 – 14. Har er høvi at síggja gamla skúlan, gamlar skúlamyndir og myndir av skúlaflokkum. Eisini verður drekkamuður til tey vitjandi. Sosialurin ynskir Argja skúla hjartaliga tillukku við føðingardegnum. 50 ára føðingardagshald Mynd: Finnur Justinnusen C M Y K 14