Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. oktober 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 191 - 5. oktober 2002 Nr. 191 - 5. oktober 2002 17 Løgmaður heldur, at tíðarspurningurin hevur gruggað málið um stuðulin til blað- útbering á fíggjar- lógini FÍGGJARLÓGIN Heri á Rógvi Anfinn Kallsberg, løgmað- ur, dugir ikki at siga, hvar pengarnir, sum vóru ætlaðir til blaðútberingina á fíggj- arlógini, eru blivnir av. Fyrr í vikuni stóð at lesa um, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnu- málum, hevði valt, í samráð við løgmann, at lata 1,9 mió. av sínari játtan sum stuðul til blaðútberingina. Landsstýrismaðurin greiddi frá, at peningurin varð funnin á egnum kontoum, men tað tá avtornaði vóru pengarnir ikki við í upp- skotinum. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Karsten Hansen, vísti á, at orsøkin til at stuðulin til blaðútber- ingina ikki kom við var, at uppskotið kom ov seint. Bjarni Djurholm heldur orðini hjá Karsten vera undanførsla, og sostatt hava teir báðir hvør sína frá- greiðing, sum ikki heilt samsvara. Veit ikki – Vit hava ongantíð fingið viðgjørt endaliga samlaða fíggjarlógaruppskotið við øllum landsstýrismonnun- um, og tí dugi eg ikki at siga, hvar pengarnir eru vorðnir av, sigur Anfinn Kallsberg. Løgmaður veit at siga, at tíðarfreistin hevur havt sína ávirkan, tí samgongan er so nýggj. Hann vísir samstun- dis á, at ynskini eru so mong frá landsstýrismonn- unum, og tá avtornar er ymiskt, sum ikki var eftir upprunaliga ætlanini hjá landsstýrismonnunum. – Tað er ein øgiligur kampur, tá fíggjarlógarupp- skotið skal gerast, og ógvu- liga ringt at finna eina semju. Tað snýr um raðfest- ingar, og landsstýrismaður- in í fíggjarmálum skal eis- ini raðfesta, sigur Anfinn Kallsberg. Sjálvur hevur Anfinn Kallsberg arbeitt nógv við málinum, og hansara fatan er eisini, at stuðulin eigur at verða latin. Løgmaður sig- ur, at stuðulin var ætlaður sum stuðul til útjaðaran. – Eg vóni, at vit fáa hetta upp á pláss í viðgerðini av fíggjarlógini, sigur Anfinn Kallsberg. Ikki í Landsbankan Ætlaði skattalættin, sum er feldur í samgonguskjalið, verður til veruleika, sigur Anfinn Kallsberg. – Hann er partur av einari politiskari avtalu, og tí verður hann til veruleikan, sigur løgmaður. Karsten Hansen, fíggjar- málaráðharri, sigur, at skal ætlaði skattalættin fremjast fyri 50 mió, so skulu hesir pengarnir sparast í teimum ymsu játtanunum. Óli Breckmann hevur fyri Sosi- alinum gjørt púra greitt, at um neyðugt verður farið í Landsbankan eftir pengun- um. Hesum er Anfinn Kalls- berg tó ikki heilt samdur við. – Tað er als ikki í lagi, at vit fara í Landsbankan eftir pengunum. Samgongan hevur gjørt av, at útreiðsl- urnar ikki skulu veksa meira enn inntøkuvøkstur- in, og har skulu vit finna pengarnar, sigur Anfinn Kallsberg. Annars heldur Anfinn Kallsberg, at samgongan er sloppin væl frá sínum fyrsta fíggjarlógaruppskot- ið. – Viðgerðin hevur verið væl betri í ár enn undan- farin ár. Eg vænti, at fíggj- arlógarlógin verður sam- tykt stórt sæð sum hon, men onkrar justeringar verða nokk gjørdar, sigur Anfinn Kallsberg. Tvær milliónir eru í fíggjarlógaruppskotin um fyri 2003 settar av til nýggjan Studenta- skúla í Hoydølum, men vánaligu ar- beiðsumstøðurnar í Hoydølum, ið Ar- beiðseftirlitið hevur staðfest, eiga ongan góðan á fíggjarlógini MIÐNÁMSSKÚLAR Heri á Rógvi Ov ringt luftskifti og ov nógv CO2 (koltvísýrni). Soleiðis ljóðaðu boðini frá Arbeiðseftirlitinum, eftir at fólk frá stovnunum høvdu gjørt kanningar í Studenta- skúlanum og HF-Skeiðin- um í Hoydølum fyri góðum tveimum árum síðani. Partar av degnum var luftskiftið í stovunum so vánaligt á skúlanum, at hetta fór um mest loyvda markið. Hetta gjørdi Arbeiðseftir- litið skúlaleiðsluna varhuga við í 2000. Við boðunum um vánaliga luftskiftið fylgdi eisini eini kravboð um, at umstøðurnar skuldu betrast. Var hetta ikki gjørt, fekk tað fylgjur fyri skúlan. Arbeiðseftirlitið var seinni noydd at taka kravboðini aftur, tí eftir eina lógar- broyting hevði stovnurin ikki heimild at geva tílík kravboð. Hendan heimildin er tó komn í rættlag aftur hjá Ar- beiðseftirlitið. Í februar mánaði í ár varð skúla- leiðslan í Hoydølum aftur kunnað um, at kravboðini um betri luftskifti standa við. Karl Joensen, stjóri á Ar- beiðseftirlitið, sigur, at kanningarnar hjá teimum greitt vístu, at luftskiftið ikki var á tí loyvda støðin- um. Mest upplagda loysnin upp á trupulleikan var ein nýggj útluftingarskipan. Trupulleikin er tó bert tann, at skúlin ongar pengar eigur at gera eina nýggja útluftingarskipan fyri. Og hesar pengarnir fær skúlin eftir øllum at døma heldur ikki í 2003. Mads Winther, rektari, sigur, at skal nakað muna- gott gerast fyri betra um ar- beiðsumstøðurnar er neyð- ugt við tíggju milliónum krónum. Skúlin í Hoydølum er upprunaliga bygdur til tólv flokkar, men skúlin hevur í løtuni 24. Sigast skal eisini, at skúlin nýtir eisini gomlu kostdeildina – gamla hosp- italið – til skúlastovur, so- leiðis at hetta gevur eisini ein nakað øktan kapasitet. – Luftskiftið er serliga vánaligt seint á degnum í teimum stovum og flokk- um, har nógvir næmingar eru, sigur Mads Winther. Stjórin á Arbeiðseftir-lit- inum kallar støðuna í Hoy- dølum fyri ikki serliga sunna, men talan er ikki um nakran yvirhangandi vanda, heldur hann. Arbeiðseftrlitið hevur givið Studentaskúlanum boð um at koma við einari arbeiðsætlan fyri, hvussu umstøðurnar skulu betrast, men hesa hava teir, sam- bært Karl Joensen, ikki fingið enn. Arbeiðseftirlitið kann í ringasta føri velja at lata skúlan aftur, um arbeiðs- umstøðurnar framhaldandi eru líka ringar. Tað skal tó ganga ógvuliga illa, um hetta stigið verður tikið, og tá skal dómsvaldi eisini upp í leikin. Til nýggjan skúla Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003 stendur eisini, at ætlanin við at umbyggja verandi skúla í Hoydølum nú er endalig slept. Orsøkin er, at tann verkætlanin vildi verið alt ov kostnaðarmikil. Ístaðin eru pengar játtaðir til nýggjan skúla í Markna- gili. Tað stendur at lesa í fíggjarlógaruppskotini, at hendan ætlanin skal sam- skipast við útbyggingar- ætlanina hjá Tekniska skúla í Havn og Føroya Handils- skúla í Havn. Talan er so- statt um tann so nógv um- rødda skúlamiðdepilin. Tvær milliónir eru settar av til hetta endamálið í 2003. Pengarnir skulu nýtast til keyp av grundøki og plan- ering av økinum. – Sjálvur haldi eg, at tað mest umráðandi er, at vit fáa betri umstøður. So er tað ikki so týdningarmikið fyri meg, hvar hann verður, sigur Mads Andrias Winther. Ikki næmingarnir Áhugavert er eisini at nevna, at Arbeiðseftirlitið sum so ikki tekur fyrilit fyri næmingunum í Hoydølum. Lærararnir eru settir í starv har av Mentamálaráðnum, og teir eru umfataðir av teimum heimildum og fyri- litum, ið Arbeiðseftirlitið tekur. Karl Joensen sigur, at teirra kanningar sum so ikki snúgva seg um ar- beiðsumstøðurnar hjá næmingunum, tí hesir eru ikki nakar settur starvs- bólkur, men tað eru lærar- arnir. Hvussu nógv vit nú eina- ferð vildu og royndu, so fingu vit ikki tað minstu viðmerkingina úr Menta- málaráðnum. Løgmaður um blaðútberingina: Ògreitt um blaðútberingina Løgmaður dugir ikki at siga, hvat hendi við pengunum til blaðútberingina, men stutta tíðarfreistin hevur mest sannlíkt verið orsøkin Lítið at frøðast um í Hoydølum Studentaskúlin í Hoydølum er kanska besta klimaið í landinum fyri eldhugaðar miðnámsnæmingar, men fyri næmingar og lærarar er inniklimaið framvegis trongt, og soleiðis verður tað eina tíð enn Mynd: Jens Kristian Vang. UTTAN ÚR HEIMI Ein irakskur varaforseti heldur, at Irak og USA eiga at avgera stríðið landanna millum við at lata teir báðar forsetar- nar, Saddam Hussein og George W. Bush, fara í hólmgongu - við skamm- byrsu. Taha Yassin Ramadan, varaforseti sigur, at amerikanarar kunnu til- nevna ein bólk og irakar sín. Síðani skal forseti dystast ímóti forseta, varaforseti ímóti vara- forseta o.s.fr. Men amerikanarar halda lítið um hugskotið. Talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum, Ari Fleicher, helt uppskotið hjá irakska varaforsetanum vera láturligt, og tað verður tí ikki tikið í álvara í Hvítu Húsunum. Saddam Hussein sæst ofta avmyndaður við byrsu í hond, og George W. Bush nýtir ofta mynd- ir frá gomlu western- tíðini, tá hann tosar, so uppskotið hjá Taha Yas- min Ramadan var kanska ikki so veruleikafjart. Eingin hólmgonga Múrurin uttan um Tempulplássið í Jerusa- lem er so illa farin, at hann kann rapa, og tað kann hava við sær, at tann kenda moskan, Al- Aqsa, fer at detta niður. Tað stendur í einari frá- greiðing, sum ísraelskir fornfrøðingar hava latið stjórnini. Í frágreiðingini verður sagt, at hetta kann fáa sera óhepnar avleiðingar, tí múrurin kann lættliga dettan oman yvir teir nógvu palestinararnar, sum dagliga liggja á knæ har og biðja. Serliga óheppið verður tað, um múrurin rapar í novemb- er, tá halgimánaðurin hjá muslimunum byrjar. Ein av teimum ís- raelsku fornfrøðingun- um, Eilat Mazar, sigur, at hann er ikki í iva um, at múrurin fer at rapa og síðani moskan. Tað er bara ein spurningur um tíð, verðue rinki gjørt, sigur Mazar, sum starv- ast á lærda háskúlanum í Jerusalem. Kann detta niður Ein franskur veiðimaður lat nú um dagarnar fýra skot av eftir nøkrum krákum, sum sótu á ein- ari háspenningsleiðing. Krákurnar rakti hann ikki, men elleiðingin fór tvørturav, so 1.200 hús mistu streymin. Tann 31 ára gamli maðurin hevði skjóti- loyvi, men hann hevur greitt frá, at hann helt seg ikki hava nóg góða venj- ing. Eftir at hava roynt seg eftir krákunum, setti hann nakrar plastik- fløskur á ein garð og fór at skjóta eftir teimum. Men hann var so óhepp- in, at eitt av skotunum fór framvið og rakti eina kúgv, sum lá og jótraði hinumegin garðin. So væl var rakt, at kúgvin steindoyði. Bóndin, sum átti kúnna, valdi at boðsenda løgregluni, og skjóti- loyvið hjá tí óhepna veiðimanninum er uttan iva í vanda. Vorðið sum skjútti Norska løgreglan og toll- valdi avdúkaðu týsdagin umfatandi brot á fiski- veiðireglurnar, tá teir kannaðu viðurskiftini á einum fiskamarknaði í Vesterålen. Tað vísti seg, at 800 tons av sild fyri 1,6 millión krónur vóru ikki givin upp, men tað, sum serliga hevur vakt ans í málinum, er, at ein av monnunum aftan fyri svikið, er formaður í tí lokala fiskimannafelag- num og harafturat bygd- arráðslimur. Brot á fiskiveiðiregl- urnar verða revsað harð- liga í Noregi, og teir, sum nú eru skuldsettir fyri at hava svikað við teimum 800 tonsunum av sild, kunnu fáa heilt upp í seks ára fongsul. Formaðurin svikaði Vladimir Putin, forseti hevur vissað landsins størsta oljufelag um, at tess áhugamál í Irak eru trygg, skuldi Saddam Hussein fallið OLJA OG POLITIKKUR Árni Joensen Bretska blaðið Financial Times vil vera við, at Russ- land nýtir sín sýtingarrætt í ST til at fáa sum mest burt- urúr, áðrenn landið møgu- liga fer at taka undir við amerikansku ætlanini um at leypa á Irak. Blaðið sigur seg hava fingið at vita, at russiska stjórnin hevur veitt landsins størsta oljufelagið, Lukoil, vissu fyri, at tess áhugamál í Irak eru trygg, sama hvat fer at henda. - Seinastu árini hava russar verið væl við irakar, amerikanarar og aðrar, bara teir kunnu fáa fíggjarligan vinning burtur úr sam- veruni. Í veruleikanum hava amerikanarar og irakar stríðst um at koyra sum mest í tann russiska lumman, skrivar Financial Times. Forstjórin í Lukoil, Vagit Alekperov, sigur við bretska blaðið, at russisku oljuáhugamálini í Irak hava verið frammi hvørja ein- astu ferð, Vladimir Putin, forseti hevur tosað við amerikansku stjórnina um Irak. - Eg havi fingið váttan fyri, at russiska stjórnin verjir okkara áhugamál, og hendan váttan er eisini galdandi, skuldi Saddam Hussein fallið, sigur Alek- perov. Russiski staturin eigur 14 prosent av Lukoil, sum eigur 68 prosent av olju- leiðini Vestur-Kurna í Irak, har íløgur eru gjørdar fyri einar 44 milliardir krónur. Oljuleiðin er ein tann størsta í heiminum og verður mett at rúma umleið 20 milliardum tunnum. Gjaldoyrað fellur við rúkandi ferð, út- lendski kapitalurin rýmir av landinum, og arbeiðsloysið veksur. Men brasiliu- menn vilja hava ein skópussara til forseta VAL Í BRASIL Árni Joensen Í morgin skulu veljararnir í Brasil velja nýggjan for- seta. Trý valevni hava still- að upp, og valstríðið hevur borið dám av tí vanliga hátíðardáminum í Brasil við nógvum litum, ljósi og ikki minst dansi. Ikki tí. Fólkið í Brasil hevur ikki so nógv at fegnast um. Búskapurin er illa fyri, nógvir útlendskir íleggjarar hava stungið í sekkin, og arbeiðsloysið veksur í hvørjum. Nógv stúra fyri, at gongdin skal gerast tann sama sum í grannalandinum Argentina. Nógv bendir á, at bra- silsku veljararnir longu hava avgjørt, hvør skal leiða landið tey næstu árini. Veljarakanningarnar benda á, at tann 57 ára gamli fyrrverandi skópussarin og jarnsmiðurin Luiz Inacio Lula da Silva hevur teir bestu møguleikarnar. Lula, sum hann vanliga verður nevndur, fær sambært teim- um seinastu kanningunum meiri enn tvær ferðir so nógvar atkvøður sum hini bæði valevnini. Lula, sum hann vanliga verður róptur, er ikki høgt í metum í brasilska fíggjar- heiminum, og teir út- lendsku íleggjararnir hava eisini gjørt greitt, at hann er ikki teirra maður. Men hetta hevur ikki ávirkað veljararnar, sum eftir øllum at døma fara at velja hann til forseta í morgin. Teir fyrstu vápna- eftirlitsmenninir kunnu fara til Irak um fjúrtan dagar, men leiðari teirra, Hans Blix, vil hava trygdarráðið at gera eina nýggja samtykt, áðrenn teir fara avstað IRAK-KREPPAN Árni Joensen Á einum næstan tríggjar tímar longum fundi fyrra- kvøldið greiddi Hans Blix londunum í ST-trygdarráð- num frá samráðingunum, sum hann hevur havt við irakskar embætismenn, og sum endaðu við, at Irak játtaði at lata eftirlitsmenn- inar koma aftur til landið. Aftan á fundin segði svenski formaðurin, at tað løgfrøðiliga grundarlagið fyri at taka kanningarnar í Irak uppaftur er í lagi, men sjálvur helt hann tað vera rættast at bíða, til ST hevur gjørt eina nýggja samtykt um Irak. - Tað hevði verið býtt at sent eftirlitsmenninar av- stað, skuldi trygdarráðið seinni broytt heimildir teirra, segði formaðurin hjá vápnaeftirlitsmonnunum. Hans Blix duldi ikki fyri, at ávísir trupulleikar eru eftir at greiða í samráð- ingunum við iraksku mynd- ugleikarnar. Eftirlitsmenn- inir ætla sær at avhoyra fleiri irakar í sambandi við kanningarnar. Tað hevur stjórnin í Bagdad góðtikið, men hon hevur lagt ta treyt við, at eitt umboð fyri iraksku myndugleikarnar var fyglja við avhoyring- unum. Tað heldur ST ikki, tí vandi er fyri, at tey av- hoyrdu fara at dylja upp- lýsingar, um ein almennur embætismaður situr í av- hoyringarhølinum. Eitt annað mál, sum heldur ikki er endaliga loyst, eru tær átta forseta- borgirnar hjá Saddam Hussein. Irak heldur seg til eina avtalu, sum landið gjørdi við Kofi Annan, aðalskrivara í 1998. Eftir henni hava eftirlitsmenninir ikki atgongd til borgirnar hjá Saddam, men USA og Bretland krevja, at eftirlits- menninir skulu sleppa at kanna borgirnar. Keldur í New York siga, at tey 15 limalondini í trygdarráðnum vóru væl nøgd við arbeiðið, sum Hans Blix hevur gjørt seinastu dagarnar. Samstundis heldur amerikanska stjórnin fram við sínum royndum at fáa hini limalondini í trygd- arráðnum at taka undir við einari nýggjari samtykt um Irak. Russar hava áhugamál í iraksku oljuni Blix bíðar eftir ST Vilja hava skópussara til forseta Luiz Inacio Lula da Silva ella Lula, sum hann vanliga verður nevndur, verður eftir øllum at døma valdur til brasilskan forseta í morgin C M Y K 17 16