Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. oktober 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 191 • leygardagur • 5. oktober 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo B68-Skála: Skálamenn skulu vinna Bara ein sigur á Toft- um kann sleppa Skála undan at skula spæla upp- og niðurflyting- ardyst móti B71 — og samstundis skulu sundalagsmenn held- ur ikki fáa meira enn javnleik í sínum dysti. UPPTAKT Hilmar Jan Hansen Tað eru tvey lið, ið hava havt tað gott síðstu vikuna, sum møtast á Svangaskarði í dag. B68 vann traditio- nellu grannauppgerðina móti NSÍ, og Skála snøgt sagt sópaði TB av vøllinum í botnuppgerðini sunnudag- in. Kortini er nógv meira álvari aftan fyri manning- ina hjá Skála, sum í dag hevur allarsíðsta møguleik- an at sleppa sær undan dysti móti B71 um fram- haldandi tilveru í 1. deild, meðan B68 hvørki fer ein ella annan veg, sama hvussu úrslitið verður. — Vit mugu bara vóna, at tað sæst aftur á avrikinum hjá toftamonnum, at teir sum so einki hava at spæla fyri, sigur Jonhard Freder- iksberg, sum við trimum málum og onkrum uppleggi aftrat var stóri skarprættar- in hjá Skála í 8-0 sigrinum móti TB. — Tað er sjálvandi ikki tað sama hjá okkum at spæla móti B68, sum tað var móti TB, tí tann dystin var mótstøðan satt at siga ikki tann stóra. Men hóast tað verður torført, fara vit at royna okkara besta. Støðan hjá Skála er tann, at ein sigur má til, um tað skal bera til at fáa EB/- Streym aftur. Men sam- stundis má EB/Streymur heldur ikki fáa meira enn javnleik, skal tað eydnast Skála at sleppa av næstaft- asta plássinum. Liðið hjá skálamonnum er stórt sæð tað sama sum í dystinum fyri viku síðani. Einasti, av spælarunum, ið ikki er við, er Dánial Han- sen, sum er skaddur, men hann hevur heldur ikki ver- ið við í síðstuni. Skála fær einki í gávu Hóast Jonhard Frederiks- berg hevur loyvi at vóna, at B68 ikki leggur so nógv í dystin, so skal hann ikki vænta sær nakra hjálp frá toftamonnum, ið hava havt vind í seglunum síðstu dystirnar. — Nú fingu vit aftur gongd á móti endanum, og hóast tað ikki broytir støð- una hjá okkum á stigatalv- uni, fara vit sjálvandi at gera okkara besta á heima- vølli í síðsta dystinum hjá okkum, sigur Ingolf Peter- sen, sum saman við Kjartan Nesá hevur ábyrgdina av B68-liðnum. Teir báðir hava greitt uppgávuna væl, síðani teir tóku við eftir tapið í Gøtu, tí bæði móti VB heima og NSÍ úti hevur B68 fingið fulla úrtøku — enntá við einum manni í minniluta part av dystinum. Fríðin Ziskason, sum varð vístur út móti VB, er aftur við í dag, men í staðin er tað hesa ferð Messias Perreira, ið noyðist at njóta dystin sum áskoðari eftir reyða kortið, hann fekk í Runavík. Annars eru allir mans tøkir hjá B68, sum á úti- vølli á Skála vann 2-1 í fyrra landskappingardysti- num teirra millum. EB/Streymur-GÍ:Eiðismøl: Europa ella niðurflytingardystur Fyritreytirnar hjá EB/Streymi og GÍ eru sera ymiskar á Eiðis- møl í dag, tí meðan EB/Streymur vil tryggja seg í 1. deild, vil GÍ varðveita sín InterToto Cup-kjans. UPPTAKT Hilmar Jan Hansen — Samstundis sum vit fara at gera okkara besta, vóna vit sjálvandi at fáa eina hjálpandi hond frá tofta- monnum, ið bara ikki mugu tapa móti Skála. Tað sigur Trygvi Morten- sen, venjari hjá EB/- Streymi, ið hevur neyvan teir stóru trupulleikarnar av at seta sínar menn upp til dagsins dyst móti GÍ. Tað var júst EB/Streym- ur, sum í fjør bremsaði sigursgongdini hjá GÍ, tá sundalagsmenn á heima- vøllinum á Eiði fingu javn- leik móti gøtumonnum. Og í dag vóna teir at fáa í minsta lagi tað sama burt- urúr: — Best fyri okkum er at vinna dystin, tí so hava vit ikki fyri neyðini at hugsa um, hvussu tað spælir av á Toftum, men vit vita sam- stundis at GÍ sjálvandi fer at gera tað torført fyri okk- um, sigur venjarin hjá EB/- Streymi. Higartil hevur EB/- Streymur á heimavøllinum vunnið á HB, TB og Skála, og fingið javnleikir móti bæði B36 og B68, so tað krevst eitt sindur av GÍ, skal fjórðaplássið varðveit- ast. Einasti spælarin, ið ikki er tøkur hjá sundalags- monnum í dag, er Sorin Anghel, tí hann hevur karantenu eftir gula kortið í HB-dystinum. Heldur ikki gera nakrir skaðar fyrireik- ingarnar truplar. Magni og Suni uttanfyri GÍ, sum við sínum fjórða- plássi hevur annan fótin úti í Europa, hevur bæði Magna Jarnskor og Suna Olsen uttanfyri, tí teir hava karantenu. Men hinvegin er Bartal Eliasen tøkur aftur eftir karantenu, og Pól Ennigarð sær út til at vera komin fyri seg eftir skaða. — Sjálvandi fer GÍ eftir øllum trimum stigunum. Nú hevur felagið í so mong ár á rað verið við í europe- isku kappingunum, og tað er eisini tað minsta, ið kann fáast burtur úr hesa ferð, sigur Suni Olsen, ið altso bara verður áskoðari á Eiðismøl í dag. Undan dystinum er GÍ nummar fýra við sama stigatali sum B36, ið er nummar fimm. Tí krevst av GÍ, at dysturin verður vunnin, skal kjansurin fyri Europa næsta ár ikki bresta á málstrikuni. Hetta er eisini síðsti dyst- urin hjá venjaranum Johan Nielsen, sum tilsamans í ellivu ár hevur staðið á odda fyri GÍ, ið óivað vil løna honum fyri trúgva tænastu við einum allar- síðsta sigri. Dystir um vikuskiftið Fótbóltur 1. deild menn 05.10 EB/S-GÍ Páll Augustinussen 05.10 TB-HB Birgir Sondum 05.10 B68-Skála Jens Petur Brattalíð 05.10 KÍ-NSÍ Niklas á Líðarenda 05.10 B36-VB Lassin Isaksen Upp- og niðurflytingardystir 2./3. deild 05.10 B68-NSÍ Hans F. Hansen 3./4. deild 05.10 EB/S-B71 Jákup M. Kjeld Hondbóltur 1. deild menn 05.10 16.00 H71-Tjaldur 06.10 16.00 Kyndil-StÍF 06.10 16.00 KÍF-Neistin 1. deild kvinnur 06.10 14.30 Kyndil-StÍF 06.10 15.00 Stjørnan-Neistin 06.10 15.00 VB-Tjaldur Tað var júst EB/Streymur, sum í fjør bremsaði sigursgongdini hjá GÍ, tá sundalagsmenn á heimavøllinum á Eiði fingu javnleik móti gøtumonnum 19 18 Nr. 191 - 5. oktober 2002 C M Y K 18