leygardagur 5. oktober 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 191 - 5. oktober 2002
21
Ingi hevur givið avboð
Tað kemur illa við, at
Arsenal miðvallarin
og liðformaðurin á
U–19 landsliðnum
ikki verður við í EM
undankappingini
U–19 LANDSLIÐIÐ
Jóannes Hansen
Í hesum døgum leggur
Jógvan Martin Olsen, venj-
ari hjá U–19 landsliðnum,
síðstu hondina á úttøkuna
til EM undankappingina.
Hon verður í Georgia í tíð-
arskeiðnum 22. til 26. okto-
ber. Umframt Føroyar og
Georgia fara Belgia g Ukr-
eina at luttaka í kappingini.
Venjarin
hevur
fleiri
ferðir tikið til, at talan er
um eitt spennandi føroyskt
lið, har nógvir góðir og
evnaríkir spælarar eru við.
Men tá úrvalið ikki er
størri,
enn
tað
er
í
Føroyum, so kann tað vera
so skjótt, at avboð hava við
sær, at liðið viknar ikki so
lítið.
Júst henda støðan hevur
nú tikið seg upp. Liðið
verður ivaleyst spennandi,
men tað kemur sera illa við,
at liðformaðurin og roynd-
asti føroyski spælarin, Ingi
Højsted,
hevur
verið
noyddur at geva avboð.
Fyrrverandi B36 og nú-
verandi Arsenal spælarin
hevur úr London boðað frá,
at hann er ikki tøkur til
landsliðsferðina. Orsøkin
er herviligur fótskaði, sum
hevur plágað leingi. Ingi
hevur ikki verið førur fyri
at venja saman við liðfeløg-
unum, og tískil hava teir í
Arsenal og Ingi Højsted
ikki mett, at tað var ráðiligt,
at Ingi fór til EM undan-
kapping seinni í hesum
mánaðinum.
Tað hevur gingið illa at
finna fram til, hvør skaðin
hevur verið. Men nú hava
teir funnið orsøkina, og tað
verður roknað við, at Ingi
Højgaard skjótt aftur fer at
verða førur fyri at venja
saman við hinum ungu
spælarunum í Arsenal.
U–19 landsliðið verður
úttikið eftir vikuskiftið.
Ingi Højsted úr Arsenla er uttan iva stjørnan á føroyska liðnum, og tað kemur illa við, at hann
nú hevur givið avboð vegna skaða
Tríggir av føstu
monnunum vóru
ikki tøkir, tá U–17
landsliðið í gjár-
kvøldið skuldi
royna at pynta um
vánaligu úrtøkuna í
Rumenia
U-17 LANDSLIÐIÐ
Jóannes Hansen
Tað hevur ikki gingið
nakað serligt hjá U–17
landsliðnum í Bukarest.
Eftir 8–0 tapið ímóti vert-
unum taptu føroyingarnir
mikukvøldið 6–0 ímóti
Eysturríki. Vónirnar vóru
settar til síðsta dystin,
sum var á skránni í gjár-
kvøldið. Makedonia tapti
mikukvøldið 4–0 ímóti
Rumenia,
sum
hevði
møguleikar til nógv fleiri
mál. Tað sigur Bill Jacob-
sen, venjari hjá føroyska
liðnum.
Men Bill var ikki heilt
álvuligur undan dystinum
í gjárkvøldið. Jónas Þór
Næs og Emil Nolsøe
Leifsson vóru so mikið
skaddir, at teir ikki fingu
spælt í gjár, og Jústinus
H. Hansen var leikbann-
aður eftir gul kort í báð-
um teimum fyrstu dyst-
unum. Allir hesir hava
verið millum lyklaspæl-
ararnar.
Ímóti Eysturríki var
føroyska liðið rættuliga
nógv broytt, um sammett
verður við dystin ímóti
Rumenia.
– Avrikið í fyrsta dysti-
num var ikki gott. Tí
royndu vit at broyta, og
hóast vit taptu 6–0, eftir
at hálvleiksstøðan hevði
verið 3–0, so var avrikið
nakað betur hesa seinnu
ferðina, enn tað var ímóti
Rumenia. Vit høvdu í 1.
hálvleiki tríggjar møgu-
leikar, eitt nú sendi Páll
M. Joensen í stólpan.
Sammett við spælbýtið so
hevði 5–1 til Eysturríki
verið meiri passandi enn
6–0, heldur Bill Jacob-
sen.
Ímóti Eysturríki var
føroyska
manningin
henda: Gunnar Nielsen,
Frem – Jónas Þór Næs,
Frem – Bogi Hermansen,
Frem, Borgar Kristian-
sen, Skála, Jústinus H.
Hansen, NSÍ, Fritleif í
Lambanum, ÍF – Jóhan E.
Mouritsen, HB (Hart-
mann Hansen, VB, 60.),
Mikkjal T. Hentze, B71,
Emil N. Leifsson, liðfor-
maður
(Símun
Louis
Jacobsen, GÍ, 65.), Svenn
Dam Jacobsen, HB (Ovi
Magnussen, B68, 65.) –
Páll M. Joensen, HB.
Seinnapartin av vikuni
hevur tað verið gott veður
í Bukarest. Tað hevur ver-
ið heiður himin og sól, og
hitastigini hava verið
omanfyri tey tjúgu.
KÍ–NSÍ:
Lagt er upp til undirhald í Klaksvík
Venjararnir báðir
hava rokkið málun-
um, sum teir undan
kappingarbyrjan
settu, men teir vóna,
at spælararnir ikki
eru so vónbrotnir um
FM tapið, at teir ikki
fara at geva alt í
stríðnum um silvurið
UPPTAKT
Jóannes Hansen
Soleiðis sum kappingin
lagaði seg eftir summar-
steðgin, mundu tað vera
mong KÍ og NSÍ viðhalds-
fólk, sum droymdu um, at
gullið fór at standa upp á
spæl, tá hesi bæði feløgini í
átjanda umfarinum skuldu
hittast í Klaksvík.
Í dag skal NSÍ til Klaks-
víkar. Gullið er farið til
Havnar. HB hevur vunnið
tað. At tað varð greitt longu
síðsta sunnudag komst av,
at bæði KÍ og NSÍ dump-
aðu í seytjanda umfarinum.
NSÍ fær í dag fyrstu ferð
heiðursmerkir í FM kapp-
ingini. So verður spurning-
urin, um tey vera úr silvuri
ella bronsu.
– Vit kunnu ikki annað
enn vera nøgdir við kapp-
ingarárið. Sjálvandi fara vit
til Klaksvíkar fyri at fáa
silvurið út aftur við. Vit
fara at leypa á, og eg vænti
faktiskt, at vit fara at vinna.
Undir øllum umstøðum
áttu vánirnar at verið góðar
fyri undirhaldi, heldur NSÍ
venjarin, Jógvan Martin
Olsen. Ulrik Balling verður
ikki við, og tað verður Kári
Hansen heldur ikki. Hann
er leikbannaður.
Farvæl við maner
Kurt Mørkøre fer í dag at
standa á odda fyri KÍ lið-
num fyri síðstu ferð – í
hvussu so er í hesum um-
farinum. Mánadagin flytir
hann til Noregs. Tá vit
spyrja hann, hvat felag
hann fer at verða knýttur at
har yviri, heldur hann bein-
anvegin fyri, at KÍ verður
altíð hansara lið, og tann út-
søgnin man glíða væl niður
norðuri í Klaksvík.
– Ímóti NSÍ eru vit á
heimavølli, og vit fara at
leypa á. Undan kappingar-
byrjan setti eg mær sum
mál, at vit skuldu røkka
ímillum trý tey bestu, og so
skuldi síðsta stigið á toppin
takast komandi ár. Vit eru
millum trý tey bestu, men
soleiðis sum kappingin lag-
aði seg, so eru vit sjálvandi
vónbrotnir av, at tað ikki
eydnaðist at vinna meist-
araskapin. Men nú hava vit
einki at missa, og eg rokni
við, at spælararnir fara at
gera sítt ítarsta.
Hjá KÍ er eingin leik-
bannaður ella skaddur. Ove
Nysted var burturstaddur
síðsta vikuskifti, men hann
hevur vant í vikuni, og hann
verður ivaleyst í miðverjuni
undir liðini á Alexander
Djordjevic.
Eftir dystin í dag bjóðar
KÍ øllum í ítróttarhøllina til
ábit og hugna.
Fleiri lyklaspælarar
burtur
21
20
Nr. 191 - 5. oktober 2002
B36-VB:
Bara B36 hevur nakað at spæla um
Dysturin í Gundadali
í dag snýr seg stórt
sæð bara um, hvørt
B36 røkkir einum
europeiskum plássi
ella ikki. Hvørki
sigur, javnleikur ella
tap flyta VB nakran
veg
UPPTAKT
Hilmar Jan Hansen
Tá vágbingar í dag fara á
vøllin í Gundadali, kunnu
teir spæla so frígjørt, sum
teimum lystir, tí teir hava
einki at missa. Bara æran er
at spæla fyri hjá VB, sum
fyri viku síðani vísti tenn
og vann á KÍ.
Hinvegin noyðist B36 at
gera sítt besta fyri at vinna,
samstundis sum ein vón
verður sett til, at EB/-
Streymur á Eiði kann taka
stig frá GÍ, ið bara er
framman fyri B36, takkað
veri roknistykkinum um
innanhýsis uppgerðir.
— Tað sigur seg sjálvt, at
vit fara at stríðast fyri
kjansinum, tí hóast Inter-
toto Cup-kappingin ikki er
tað sama sum Europa Cup
og UEFA Cup, er hetta ikki
nakað, vit lata fara aftur við
borðinum uttan víðari, sig-
ur B36-arin Jens Kristian
Hansen.
— Serliga fyri teir ungu
spælararnar hevur tað nógv
av siga, at teir sleppa at
royna seg í europeisku
kappingunum, so vit fara á
vøllin fyri at vinna og einki
annað.
John Petersen og Julian
Johnsson, ið báðir blivu
útvístir í GÍ-dystinum fyri
viku síðani, hava sjálvandi
karantenu. Men hinvegin er
Jákup á Borg við aftur eftir
skaðasteðg, meðan tað eitt
sindur ivasamt, um Bárður
Mortansson verður klárur.
Unglingar fáa kjansin
VB hevur kanska ikki hev-
ur so nógv at stríðast fyri,
so skal B36 ikki ivast í, at
vágbingar vilja vísa enn
eina ferð, at teir — hóast
eitt skuffandi sjeyndapláss
— altíð kunnu gera seg
galdandi.
— Hjá okkum ræður bara
um at fáa ein góðan enda á
kappingarárinum, og tað
gera vit best við at vinna í
Havn, sigur VB-málverjin
Bjarni Johansen.
Helst fer hann á vøllin
við liðskiparabindinum í
dag, nú Eyðun Jacobsen í
vikuni fór av landinum.
Slobodan Madzar hevur
karantenu, men annars hev-
ur VB alt fólkið til taks í
dag.
Við í hópinum eru eisini
tveir av teimum, sum júst
hava vunnið føroyameist-
araheitið í unglingadeildini,
Símun Samuelsen og Jákup
Olsen. Tað boðar bara frá
góðum, at vágbingar royna
at halda teimum yngru til.
TB-HB:
HB fer eftir steypinum
Talan verður um satt
antiklimaks, tá tvørá-
menn fara at siga far-
væl við fyrstu deild,
samstundis sum HB
tekur ímóti gullinum
á Tvøroyri.
UPPTAKT
Jákup Mørk
Eingin spenningur er um
sjálvan dystin, tá HB vitjar
á Tvøroyri í dag, men fyri
tað kann roknast við, at stór
áskoðarafjøld fer at fylgja
við, hvussu leikur fer.
HB hevur nevnliga longu
tryggjað sær meistaraheit-
ið, og lítið er at ivast í, at
Smyril verður væl og virði-
liga fullfermdur, tá hann
leygarmorgunin leggur frá
Havnini við kós móti Drel-
nesi.
HB viðhaldsfólkini hava
sum vera man nógv at gleð-
ast um, og tó at liðið til
hendan dystin má vera
bæði Bárð Johannesen og
Nicu Dogaru fyriuttan, tí
teir eru leikbannaðir, so
munnu tey ikki vera í iva
um, at talan fer at gerast um
tvey stig.
Hjá TB er støðan júst hin
øvugta. Teir hava mangan
leikt stórdystir á Sevmýru
móti HB, men soleiðis
verður ikki hesaferð. Stór-
tapið fyri Skála sendi teir
so dyggiliga niður í aðru
deild, og tó at teir helst
mugu royna at vaska hetta
av sær í dag, so er á ongan
hátt víst, at hetta fer at
eydnast teimum.
Tvørámenn hava annars
allar leikarar tøkar til dyst-
in, sum altso verður tann
seinasti hjá liðnum hetta
kappingarárið.
HB gjørdist meistarar
seinasta í vikuskifti, og nú
fara teir suður til Tvøroyri
eftir gullinum
Burtursæð frá fyrstu
minuttunum, so sást
einki til íblástur, fyrr-
enn Todi Jónsson var
komin á vøllin
ÚTISETAFELAG
Jóannes Hansen
Síðsti føroyingurin varð í
svenska heystarkuldanum
hóskvøldið sendur úr Eur-
opa Cup kappingini. FCK
var í Stokhólmi, og danska
høvuðsstaðarliðið megnaði
ikki at standa ímóti Djur-
gården.
Fyrstu tíggju minuttirnar
var FCK nærgangandi. Teir
høvdu fimm hornaspørk,
og tað var fleiri ferðir um
reppið, at teir fingu roynt
ímóti málinum.
Tá Djurgården í 13. min-
utti fekk fyrsta hornaspark-
ið, skoraðu teir við nærra
stólpan, og so vóru teir
einaráðandi næsta stóra
tíman.
Dygst undan steðginum
øktu teir til 2–0, og so tókt-
ist tað avgjørt, at tað skuldi
verða svenska og ikki
danska liðið, sum skuldi
halda fram í kappingini.
Málið fingu teir eftir frí-
spark mitt á FCK helvtini.
Verjuskipanin hjá FCK
kiksaði, og bólturin varð
stútaður í kassan.
Djurgården hevði bæði
eftir 1–0 málið og í 2. hálv-
leiki stórar møguleikar at
økja um leiðsluna, men
FCK slapp við skrekkinum.
Todi væl við
FCK var sera lítið sannfør-
andi. Tá Jörgen Pettersson
ikki var førur fyri at spæla,
hevði venjarin flutt Zuma
fram við síðuna av Peter
Møller, og so var Morten
Bisgård í høgru. Zuma
spruttaði nakrar ferðir,
meðan Møller og Bisgård
vóru millum teir heilt ano-
nymu.
Todi Jónsson man kenna
seg heilt í útjaðaranum í
løtuni. Tað var eyðsýnt, at
álopinum restaði brodd, og
donsk fjølmiðlafólk rokn-
aðu í steðginum við, at Todi
fór at sleppa framat beinan-
vegin í 2. hálvleiki. Men
Hans Backe helt føroyingi-
num á beinkinum, inntil
smáir tjúgu minuttir vóru
eftir, og tað kendist alt
meiri greitt, at altjóða leik-
luturin hjá FCK skuldi vera
av á hesum sinni.
Tá Todi kom inn fyri
Morten Bisgård, varð Zuma
fluttur í høgra borð. Todi
tóktist væl upplagdur. Eftir
fleiri sneiðingar hevði hann
góða skotroynd av brots-
teigarmarkinum og eitt
sindur til høgru. Stutt eftir
varð hann steðgaður í
gjøgnumbroti mitt fyri.
Mótstøðumaðurin
fekk
gula kortið, og málverjin
megnaði akkurát at benda
frísparkinum
hjá
Peter
Nielsen á samankomingina.
Tá tað restaðu tveir min-
uttir var Todi við í máli-
num, sum tóktist skula gera
síðstu løtuna heilt spenn-
andi. Eftir framspæling frá
Peter Nielsen, lyfti Todi
bóltin uppá tvørs. Verju-
spælarin Boba Zivkovic,
sum stutt frammanundan
var innskiftur, smekkaði til,
og so var 2–1.
Heimaliðið tóktist eitt
sindur skelkað, men bara
tveir minuttir seinni av-
gjørdu teir. FCK gjørdi
klossut brotsspark í høgra
borði, og so var liðugt.
Flott av Stavanger
Hitt stóra danska felagið,
Brøndby, varð eisini sent út
í europeiska myrkrið. Á
heimavølli megnaðu teir
bara 1–1 ímóti Levski
Sofia, sum vann fyrra dyst-
in 4–1. OB vann á heima-
vølli 1–0 ímóti Celta Vigo,
men tað var akkurát ikki
nóg mikið, tí spanska liðið
vann sín heimadyst 2–0.
Einasta danska liðið, sum
verður í hattinum, tá lutur
verður drigin til næsta um-
farið, er FCM. Púra óvænt-
að megnaðu teir 1–1 í Kro-
atia ímóti Varteks. Danska
liðið vann 1–0 á heima-
vølli. FCM hevði uppiborið
at vinna í Kroatia. Teir
spældu seg til fleiri møgu-
leikar í 1. hálvleiki, tá teir
misnýttu brotsspark. Í 2.
hálvleiki komu teir á odda,
og so var neyðugt hjá
heimaliðnum at skora trý
mál. Teir megnaðu bara at
fáa eitt.
Eitt av heilt stóru sam-
røðuevnunum eftir UEFA
Cup umfarið hóskvøldið
var, at norska Viking Sta-
vanger, sum ikki hevur
staðið seg serliga væl í
tippuliguni í ár, sendi eing-
ilska stórfelagið Chelsea úr
kappingini. Teir vunnu 4–2
á heimavølli, og tá London
felagið ikki hevði vunnið
meiri enn 2–1 á Stamford
Bridge, noyddust teir aftur
um Norðsjógvin við heilt
reyðum oyrum!
Lítið veiggj í FCK í svenska heystarkuldanum
C
M
Y
K
20