leygardagur 5. oktober 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 191 - 5. oktober 2002
StÍF, VB og Tjaldur
høvdu øll frí seinasta
vikuskifti, men nú
skulu tey eisini í
gongd, tá næsta
hondbóltsvikuskiftið
í vetur fer av barka-
stokki
HONDBÓLTUR-
KVINNUR
Jákup Mørk
Eftir at fleiri lið høvdu
meira ella minni frí seinasta
vikuskifti, tykist nú verulig
gongd vera komin á hond-
bóltin.
StÍF hevði frí seinasta
vikuskifti, men tær skulu
nú av álvara royna seg, tá
Kyndil skal fáa ferð á, eftir
at tað fyri teirra viðkom-
andi kiksaði í frumfram-
førsluni móti Neistanum.
Spennandi verður at vita,
hvørt tað verður nú, at
Kyndil
veruliga
kemur
ígongd. Í øllum førum var
hugburðurin hin rætti, tá
tær nærum stríddi seg inn
aftur á Neistan fyri viku
síðani.
Júst Neistin skal eisini
aftur royna seg um viku-
skiftið, tá tær fara til
Klaksvíkar, har Stjørnan í
ár hevur sett sær væl lægri
mál, enn tær annars hava
gjørt seinnu árini. Tó at tær
siga setningin bert vera at
yvirliva, so er lítið at ivast í,
at tær fara at geva flestu
mótstøðuliðunum
mót-
støðu, og Neistin fer helst á
ongan hátt at rokna við
nakrari lættari uppgerð
sunnudagin.
Seinasti
dysturin
hjá
kvinnunum verður í Vági,
har Tjaldur kemur á vitjan.
Eins og hjá Stjørnuni, so
eru vónirnar skrúvaðar
munandi niður í Vági í ár,
og tí er dysturin móti upp-
flutta Tjaldri helst ein
góður mátistokkur hjá VB,
soleiðis at tær kunnu peila
seg eitt sindur inná, hvar
tær flóta í ár.
StÍF byrjar við einum
braki, tá teir í fyrsta
dystinum vitja hjá
hart spenta Kyndli
HONDBÓLTUR-MENN
Jákup Mørk
Tað er kanska dekan ov
tíðliga at siga, at lið eru í
trongum skóm, men í øllum
førum var byrjanin upp á
árið ikki sum æltað hjá
Kyndli, tá teir máttu lúta
fyri Neistanum. Hesa ferð
fáa teir grønu úr Havn
vitjan av StÍF, og sum dyst-
irnir millum hesi liðini
hava verið seinnu árini, so
er lítið at ivast í, at tað er
eitt satt brak, sum bíðar
eftir áskoðarunum sunnu-
dagin.
Hoyvíkingar byrjaðu við
einum sigri á KÍF, og aftur
hetta vikuskiftið hava teir
heimavøll, tá teir í Hoy-
víkarhøllini
taka
ímóti
Tjaldri. Tjaldur fekk ikki
mannað lið seinasta viku-
skifti, og tað boðar ikki frá
eini serliga góðari upptakt,
og undir øllum umstøðum
eigur tað at vera til fyri-
muns hjá H71, at runavík-
ingar hugsa meira um fót-
enn hondbólt.
Seinasti dysturin verður
eisini í Hoyvíkarhøllini, tá
KÍF tekur ímóti Neistanum
sunnudagin. Avrikini farna
vikuskifti bera í hvussu so
er tann vegin, at Neistin er
favorittur í hesum dystin-
um, men fyri tað er ikki
sagt, at teir bláu bara uttan
víðari kunnu fara í høllina
eftir tveimum stigum.
KÍ er greiður favorittur at
vinna silvurmerkini, um
søguligu hagtølini skulu
takast sum grundarlag. Bert
eina ferð seinastu 10 árini
hevur NSÍ fingið fult stiga-
tal við sær úr Klaksvík, og í
flestum førunum hevur
talan verið um sannførandi
sigrar til KÍ.
Annars siga hagtølini, at
B36 hevur eitt sera gott tak
á VB í Havn, at tað vanliga
er tætt, tá GÍ vitjar á Eiði,
og so endilga, at HB hevur
alla orsøk at rokna við
sannari veitslu, tá teir leyg-
ardagin vitja á Tvøroyari.
Talvan niðanfyri sýnir,
hvussu tað hevur gingist, tá
mótstøðuliðini sunudagin
hava hitst í bestu mans-
deildini seinastu 10 árini.
Tølini
tala
Fótbóltur
Støðan, 1. deild menn
vunnin tapt
mál-
dystir v - j - t
mál mál munur stig
1 HB
17
12- 2- 3
49
17
32
38
2 KÍ
17
10- 3- 4
43
22
21
33
3 NSÍ
17
10- 3- 4
35
19
16
33
4 GÍ
17
9 - 2- 6
31
29
2
29
5 B36
17
8 - 5- 4
49
27
22
29
6 B68
17
7 - 5- 5
26
25
1
26
7 VB
17
6 - 4- 7
18
18
0
22
8 EB/S
17
3 - 3-11
18
40
-22
12
9 Skála
17
2 - 4-11
20
39
-19
10
10 TB
17
1 - 3-13
16
69
-53
6
Hondbóltur
1. Deild menn
vunnin tapt
mál-
dystir v - j - t
mál mál munur stig
1 Neistin 1
1 - 0- 0
26
21
5
2
2 H71
1
1 - 0- 0
18
14
4
2
3 VÍF
1
1 - 0- 0
0
0
0
2
4 StÍF
0
0 - 0- 0
0
0
0
0
5 Tjaldur 1
0 - 0- 1
0
0
0
0
6 KÍF
1
0 - 0- 1
14
18
-4
0
7 Kyndil 1
0 - 0- 1
21
26
-5
0
1. Deild kvinnur
vunnin tapt
mál-
dystir v - j - t
mál mál munur stig
1 VÍF
1
1 - 0- 0
30
18
12
2
2 Neistin 1
1 - 0- 0
25
21
4
2
3 StÍF
0
0 - 0- 0
0
0
0
0
4 Stjørnan0
0 - 0- 0
0
0
0
0
5 VB
0
0 - 0- 0
0
0
0
0
6 Kyndil 1
0 - 0- 1
21
25
-4
0
7 Tjaldur 1
0 - 0- 1
18
30
-12
0
Øll í eldin
Neistin fekk fult, tá tær byrjaðu við grannauppgerð móti Kyndli, og nú skulu tær royna at
byggja víðari upp á góðu byrjanina
Strandingar koma við
Bæði hoyvíkingar og
kollfirðingar hava heimavøll
í nýggju høllini um viku-
skiftið, tá tey taka ímóti
ávíkavist Tjaldri og
Neistanum
C
M
Y
K
22
Nr. 191 • leygardagur • 5. oktober 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Av tíðindavakt at skriva ævisøgu
- Eg havi havt ambitiónir um at skriva bøkur síðan
eg var blaðungur, sigur Jústinus Leivsson Eides-
gaard, sum nú fer undir at skriva eina ævisøgu um
rokskiparan Kaj Johannesen
Lesið síðu 4 & 5
VEVING
Ingrid Bjarnastein
Fyri góðari viku síðani fekk
Tórun Sumberg handað prógv
sum vevari. Hon er útbúgvin á
Blindastovni Føroya og á Blinda-
instituttinum í Danmark. Í Før-
oyum hevur hon fingið praktiska
undirvísing, meðan hon einaferð
um árið í fimm ár, hevur verið
niðri í Danmark í tríggjar mán-
aðar fyri at fáa teoretiska undir-
vísing.
Tórun er sjónveik. So sjón-
veik, at hon bara sær eitt sindur
við høgra eyga. Men hetta er
eingin trupulleiki, og hetta forðar
henni ikki í at veva.
– Tað er ongin trupulleiki at
veva. Blind kunnu eisini væl
veva. Bara ein trupulleiki er, og
tað er myndaveving, sigur Tórun
Sumberg, sum fekk handað
prógv sum vevari fríggjadagin í
næst seinastu viku.
– Nógv halda, at veving er
hondarbeiði, men tað er tað als
ikki. Hevði tað verið eitt hond-
arbeiði, so hevði eg ikki fingist
við tað. Sjálv meti eg, at veving
er eitt stak gott handverk fyri
blind og sjónveik.
Vevar alt
Uppi á Blindastovninum var
fyrst í vikuni ein framsýning við
klædnapløggum og øðrum, sum
Tórun hevði vevað. Har vóru
turriklæði, gardinur, pútur,
skjúrt, fyrikløð, anorakkar og
nógv, nógv annað.
– Eg vevi alt, og mær dámar
tað ógvuliga væl, greiðir Tórun
Sumberg frá.
– Nú fari eg at halda fram við
at veva og nú fari eg eisini at
undirvísa í veving her á blinda-
stovninum.
Tað tekur heili fimm ár at út-
búgva seg sum vevara. Tórun
byrjaði í september í 1997.
Spurd um tað hevur verið
strævið, svarar hon:
– Tá tað er yvirstaðið, hevur
tað ongantíð verið strævið. Men
tá eg hugsi um tað, so hevur tað
verið rættiliga strævið at skula
hava verið tríggjar mánaðar í
Danmark um árið. Men saman-
umtikið hevur tað ongantíð verið
so strævið, at eg havi hugsað um
at givist.
Tórun heldur, at tað teoretiska,
sum hon hevur tikið niðri í Dan-
mark, er sera spennandi og týdn-
ingarmikið.
– Um tú ikki kennir tað teoret-
iska í vevinum, so klárar tú held-
ur ikki tað praktiska, sigur hon.
Og tá vit at enda spyrja, um
hetta arbeiðið skal vera hennara
lívsstarv, svarar hon avgjørd:
– Ja, tað skal tað!
Veving er gott handverk
fyri blind og sjónveik
Tórun Sumberg, sum er sjónveik, hevur júst fingið handað prógv sum vevari.
Hon metir, at veving er eitt stak gott handverk fyri fólk, sum eru blind og sjónveik
Tórun Sumberg, sum er sjónveik, hevur júst fingið prógv sum vevari
Mynd: Álvur Haraldsen
23