Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. oktober 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: turid@sosialurin.fo Blaðstjórn: Turið Kjølbro EG MEINI TAÐ „Í flogfarinum fær tú jú at vita, at tú skal seta grím- una á teg sjálva, áðrenn tú fer at hjálpa børnunum." Hesa myndina brúkti ein ung íslendsk mamma at tveimum børnum, tá hon í einum vikublað greiddi frá, hvussu al- mannaverkið hevði hjálpt henni at fáa lív sítt á beina kós og harvið eisini lívið hjá børnunum. Unga kvinnan, sum stóð og smíltist í blaðnum, hevði biðið Almannastovuna um at finna pleygufamilju til børnini í eina tíð, so hon sjálv kundi koma sær uppundan og finna eina trygga kós. Hesum hjálpti almannaverkið henni við - og vissaði hana um, at hetta ikki merkti, at hon fór at missa børnini. Tá henda unga kvinnan so hevði styrkt seg aftur, funnið sær útbúgving at fara í holt við, ja so komu børnini heimaftur. Og í tey fýra árini, hon skal ganga í skúla, fær hon pengar frá tí almenna. Eina upphædd sum svarar til eina lága tímaløn á arbeiðsmarknaðinum. Og unga kvinnan var fegin, at íslendska samfelagið veit- ir so góðan stuðul. Setir grímuna á mammuna, so hon kann hjálpa børnun- um. Eg var bilsin av hesi vikublaðssøguni. Í polit- isku propagandaini í Før- oyum er Ísland antin a) eitt paradis fyri liberal- istar, har fólk sleppa und- an at gjalda skatt til allar nassararnar, og tískil eru heldur ongir nassarar ella b) eitt grátiligt stað at búgva, uttan tryggleika og har øll noyðast at arbeiða alt samdøgrið, og har ikki er lukkuligt at koma illa fyri. Og so vísir tað seg, at í Íslandi hava tey (eftir hesum at døma) funnið javnvágina, og gjørt sær greitt, hvat eitt almanna- verk skal. Tað skal stuðla fólki í eini ringari tíð, so tað sjálvt kann skapa sær betri tíðir. Eg veit, hvat hevði hent, hevði konan verið føroysk og farið inn á Almannastovuna her. Eg veit tað, tí eg kenni fleiri „málsviðgerðir", sum tað so kølið kallast. Kanska hevði eydnast henni at fingið eina fyri- bils pleygufamilju, tað skal eg ikki siga við vissu. Men tað kundi eis- ini hent, at ein av teimum 90 stuðlunum, helst ein 19 ára gomul genta sum bíðar eitt ár við at fara at lesa, varð send at geva „sosialan førleika" ella okkurt annað stimbrandi 10 tímar um vikuna. Ein- liga mamman hevði síðani komið við ynskinum um at fáa eina útbúgving, og megna at klára lívið og børnini sjálv. Og so hevði Almannastovan sagt „Tí- verri. Um tú fer at lesa, fær tú útbúgvingarstuðul, og so er tú ikki longur í skipanini hjá okkum." Tann stuðulin røkkur til eitt kjallarakamar í Havn, havragreyt til døgurða og blandað bomm til børnini eina ferð um mánaðin. Men kvinnan kann eisini bara lata dreymin um at klára seg væl fara og vera nøgd við, at Almanna- stovan gjaldar íbúð, mat og klæði forever. Jújú, í Føroyum seta vit eisini andingargrímuna á. Og líma hana fasta. Mín spurningur er: hvussu kann Almannastovan lata hetta vera so? Hví eru tey, sum arbeiða har, ikki uppøst yvir skilið, at tey noyðast at umsita eina pillbýtta lóg, har tú bara hevur rættindi so leingi tú situr still á básinum sum eitur „neyðars einliga mamma sum onga út- búgving hevur"? Eg havi so aldrin sæð eitt mótmæli í bløðunum. Íslendska einliga mamm- an hevur sjálvandi møtt fólki, sum hava ilt í reyv- ini av pengunum, hon fær. Men hon torir kortini at standa í blaðnum, errin av børnunum og errin av, at hon fann røttu kósina. Tað er jú soleiðis, at eru vit komin út úr einum stórum myrkum skógi, so skal meira til enn nakrir torna- runnar at steðga okkum aftur. Um trýstið í kabinuni fellur... Katrin Petersen skrivar: FYRI 40 ÁRUM SÍÐANI Eirikur Lindenskov Sosialurin hevur á forsíð- uni 6. oktober 1962 minn- ingargrein um Rasmus Rasmussen. Skrivað greinina hevur Heðin Brú, sum sjálvur var næmingur á Háskúlanum í 1919-20, og vit lata honum orðið: »So fór hann yvirum, ikki óvæntað – 91 ár og nógv fallin av tey síðstu árini; men nú vit hoyra deyðsboðini, kenna vit tómt uttan um okkum. Hann, háskúlalærarin, vitskapsmaðurin, rithøv- undurin, munaði so nógv ímillum okkum, rakk so nógvum av tí, vit hava um hendur her í Føroyum, at nú kennist oyði á rókini. Honum var langt lív lagað – og arbeiðssamt. Tað er ikki lítið, hann hevur lagt úr hondum, tað rúgvar nógv í fólksins andliga arvi. Hann stovn- aði saman við símuni av Skarði Føroya Fólkahá- skúla, hann skrivaði fyrstu skaldsøgu í Føroyum, hann skrivaði smásøgur, eitt nú savnið »Glámlýsi«, hann týddi skaldskap og søgu til føroyskt mál. Bókin »Sær er siður á landi« er upp- runaheimurin í Miðvági. Bóndasonurin skrivar um bygdalívið. Greitt, fyndugt, trúfast. – Her var tað rótin rann; vit kenna, hvussu hann livur við í tí, hann sigur frá. Vit minnast hann, há- skúlalæraran. Kønur og nærlagdur gloppaði hann dyrnar fyri næmingum inn til náttúrunar undursama heim, so vit eru mong, sum av hansara læru eru stuðlað til at leita meira kunnleika. Og vitskapsmaður var hann, fyrst og fremst í plantu- frøði; skrivaði »Plantulæru« »Føroya Floru«, »Føroysk Plantunøvn« og nógvar aðrar ritgerðir um hetta evni. Hesi arbeiði bóru hans- ara navn langt út um Før- oya landamark. Út yvir hetta hevði hann eisini tíð til bæði at gera eitt gott arbeiði á Føroya Løgtingi, og eitt gott slóðbrótandi arbeiði fyri Føroya Fiski- mannafelag, bæði við munni og penni. Eitt risa arbeiði. Og ikki hevur hansara lív verið bara gleimur. Stór hevur mótstøðan mangan verið í hansara arbeiði. Vit hugsa serliga um háskúlan alla ta fyrstu tíðina. Hartil tungar persónligar sorgir, elvdar av sjúku, sum tóku konu og børn undan liðini á honum. Men andsterkur sum hann var, bar hann alt, og megnaði hóast alt hetta at liva lívið upp í ellisár og vinna sær eitt lívssamlljóð, so vit, ið kendu hann, undraðust. Takk, Rasmus, fyri alt, tú gav okkum, bæði við tí arbeiði tú legði frá tær og tí stóra fyridømi, tú var okkum, tá ið harðast leiðai á.« Heðin Brú Rasmus á Háskúlanum deyður Í hesum døgum eru liðin 40 ár síðani Rasmus Rasmussen, ella Rasmus á Háskúlanum, doyði. 6. oktober í 1962 skrivaði Heðin Brú minningargrein í Sosialinum: » – Vit minnast hann, háskulalæraran. Kønur og nærlagdur gloppaði hann dyrnar fyri næmingum inn til náttúrunar undursama heim, so vit eru mong, sum av hansara læru eru stuðlað til at leita meira kunnleika«, skrivaði hann m. a.: Rasmus Rasmussen var føddur í Miðvági 13. august í 1872. Hann var sonur Johs. Rasmussen, kongsbónda, og Atu Rasmussen, fødd Haraldsdatter. Tey vóru bæði úr Miðvági. Rasmus arbeiddi heima, til hann var farin um tey tjúgu, men í 1892 fór hann á Vallekilde Højskole, har hann var í tveir vetrar. Um sumrini arbeiddi hann sum húsasmiður, og summarið 1895 var hann við at smíða háskúlan í Hillerød. Vetrarnar 1896-97 og 1897-98 var hann á Askov Højskole,og summarið 1898 var hann á skeiði fyri háskúlalærarar á hesum sama skúla. Rasmus Rasmussen var á Danmarks Lærerhøjskole 1898-99 og fór so heim til Føroya at byrja háskúlastarv. Hann var lærari á Førya Fólkaháskúla frá byrjan í 1899, og til hann segði seg frá hesum starvi í 1947. Rasmus var eisini løgtingsmaður fyri Norðoyggjar frá 1914 til 1927. Hann hevur avrikað ein hóp av bókmentarligum verkum. Rasmus giftist 16. oktober 1904 við Onnu Sofíu f. Johannesen av Skarði. Hon var fødd 3. januar 1876 og doyði 4. november 1932. Rasmus doyði 5. oktober 1962. Fakta um Rasmus Háskúlin í Føgrulíð, sum hann sá út í 1902 Rasmus Rasmussen var lærari á Háskúlanum frá 1899 til hann legði frá sær í 1947 Sosialurin Nr. 191 - 5. oktober 2002 3 BJARNASTEINGITTARI Solby A. Eliasen Mogens fór til konsert leygar- dagin 17. august. Hetta var tann seinasta av trimum konsertum í sambandi við Listastevnuna, har nakrir av teimum frægastu gittarleikarunum á Føroya landi framførdu saman við øðrum tónleikarum. Atgongumerkini til konsertina kostaðu 175 krónur, og tað bleiv drigið lut millum øll atgongumerkini um ein ektaðan, handbygdan Bjarnasteingittara. Mogens sigur, at tá konsertin var av, bleiv drigið lut, og hans- ara bleiv rópt upp. So skuldi hann upp á pallin at taka ímóti gittaranum. - Eg trúði tí slettis ikki, visti ikki, hvat eg skuldi siga heldur, sigur Mogens. - Eg visti, at tað fór at verða trekt lut um ein Bjarnastein gittara, men tað var ikki í mínum huga, at eg skuldi fara at verða tann hepni vinnarin, greiðir Mogens frá, meðan hann turkar eftir streingjunum á gittaranum við einum reinum klúti. Og flottur er gittarin. Tað er púra vist. Mogens setur hann í eitt stativ á gólvinum. Hetta er fyrstu ferð, at Mogens eigur ein el-gittara. - Tað, at hann er hálvakustisk- ur vil siga, at hann er opin innaní, og tað gevur ein betri klang, greiðir Mogens frá. Mogens greiðir frá, at tað er stórur munur á at spæla á ein vanligan gittara og so eina hálv- akustiskan el-gittara. - Tað er tí, at tað er ein heilt annar spælimáti. Og eisini koma tað fleiri óljóð, um ein ikki spælir reint á streingirnar. Tað krevur meiri venjing, sigur Mogens, sum spælir á gittara hvønn dag, hóast tað ikki er hansara ljóðføri, sum hann sjálv- ur tekur til. - Nei, tað er heldur trummur- nar, sigur hann og tá hann verður spurdur, um hann kundi hugsað sær at spælt gittar í einum bólki, er hann skjótur at svara, at um hevði verið í einum bólki, so hevði hann ikki verið gittar-spæl- ari, men heldur trummuspælari. Hann heldur, at tað kundi verið stuttligt at spælt við í einum bólki, men hann hevur ikki stundir til tað, sum er. Honum dámar sera væl bara at sita og spæla fyri seg sjálvan. Ítróttur og tónleikur Mogens Petersen greiðir frá, at hann hevur spælt gittar í umleið fimm ár nú. - Eg plagdi at svimja nógv og vandi sera nógv við Ægi, men um 18 ára aldur, so trongdi eg til at skifta út. Eg varð troyttur av svimjingini. Eg byrjaði so at spæla trummur og onkuntíð setti eg meg so við gittara eisini, sigur hann. Hann lærdi seg sjálvan at spæla upp á gittara, og tað hevur verið og er áhugin, sum drívur verkið hjá honum. Mogens hevur verið sera virkin innan ítrótt og kanska serliga svimjingina. Og hann heldur, at tað at ein hevur verið virkin í ítrótti er ein fyrimunur, óansæð, hvat ein so fer í holt við. - Tí eitt ítróttarfólk veit, hvat tað er at skula geva alt. Kanska eru svimjarar í eini serstøðu á hasum økinum, tí svimjing er ein einstaklinga ítróttargrein, har ein er noyddur at koyra á seg sjálv- an. Ein veit, at ein má pressa seg sjálvan meira og geva 100 % fyri at verða betur. Og tað er tað sama innan tónleikin, meira tú venur betur verður tú. Sjálvandi eru tað summi, sum eru fødd við serliga góðum evnum til tónleik ella annað, og tey eru sjálvandi sera væl fyri. Men eg trúgvi upp á, at ein við miðvísari og nógvari venjing kann blíva sera góður, sigur Mogens Petersen. Hann sigur, at hóast ítróttur og tónleikur ikki kunnu sammetast, so heldur hann, at tað hevur bert verið gott fyri hann, at hann hevur verið uppi í ítrótti eisini. Her hugsar hann um, at tá veit ein, hvat tað er at verða troyttur, og at onkrir dagar eru verri enn aðrir. Mogens gavst fullkomuliga við ítrótti, tá hann var 18 ára gamal, og fekst síðani fyrst bert við tónleikin. Men í dag ger hann eitt sindur við bæði. - Nú er tað kombinerað. Í fyrstuni tá eg gavst at svimja, helt eg meg vekk frá øllum ítrótti. Eg veit ikki, eg var helst bara so troyttur av tí tá, sigur hann. Honum hevur altíð dámt væl tónleik, og hann hevur ein gamlan kassagittara, sum hann hevur sitið og spælt við. - Ja, hasa plagdi eg at spæla uppá, men ikki longur, sigur hann og tekur Bjarnastein gittar- an upp aftur og fer at spæla nakrar tónar. Mogens hevur ofta hugsað um at keypt sær ein el-gittara, men hann sigur, at tað hevði helst ikki verðið til ein Bjarnastein gittara. Ein Bjarnastein gittari er ikki ein av teimum bíligu í landinum. Mogens sigur, at sum hann hevur skilt tað, so ger hesin gittar- byggjarin bert gittarar upp á bílegging. Men hesa hevði hann so gjørt til sín sjálvan. - Eg havi frætt, at um hann hevði ætlað at selt hann, so hevði hann selt hann fyri umleið 18.000 krónur. Eg hevði ongan- tíð trúð, at eg fór at eiga ein so dýran og flottan gittara, sigur hann at enda. Vann Bjarnastein gittara Tá 23 ára gamli Mogens Petersen úr Klaksvík fór til gittarkonsert í mentunarhúsinum Atlantis, vardi tað hann ikki, at hann skuldi fara til hús aftur, sum tann hepni eigarin av einum hálvakustiskum Bjarnastein el-gittara Eg trúði tí slettis ikki, tá tað varð greitt, at tað var eg, sum hevði vunnið gittaran, sigur hepni vinnarin C M Y K 25 24