leygardagur 5. oktober 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
var tíðliga í áttatiárunum, og
Jústinus var endaður á sjúkrahús-
inum, har hann skuldi liggja
nakrar dagar.
- Frá fyrstu løtu fekk eg stóra
virðing fyri hesum stóra og bul-
mikla manni. Ikki so nógv fyri
tað hann segði, men fyri hansara
verumáta — myndugleikin lýsti
úr honum, greiðir Jústinus frá og
heldur fram:
- Vit sita nakrir mans við
borðið í matstovuni á deildini, til
reiðar at fáa okkum at eta. Sum
vit sita, kemur hesin kempistóri
maður inn, setur seg við borðið,
og uttan at hyggja at nøkrum av
okkum foldar hann hendurnar og
biður eina lítla bøn. Eg minnist,
at tá hann varð liðugur, gjørdu
við aðrir tað sama, greiðir
Jústinus frá. Sjálvur var eg ungur
og tú kanst kanska siga mitt í
einum andaligum uppreistri, men
hóast tað foldaði eisini eg hend-
urnar og fór at biðja — tað var
treyðugt, men eg gjørdi tað,
leggur Jústinus afturat. Jústinus
varð liggjandi á sjúkrahúsinum
nakrar dagar. Á deildini vóru,
umframt Kaj, eisini Júst í Túni
og Jørgen Olsen.
- Eg minnist aftur á prátið
teirra millum. Mær hevur altíð
dámað væl at lurtað eftir frásag-
num, og eg haldi, at hesir tríggir
menn, sum allir vóru væl eldri
enn eg, góðtóku, at eg var við -
eg slapp líkasum uppí teirra prát,
greiðir Jústinus frá, og heldur
fram:
- Tað var áhugavert at hoyra
hesar menn práta. Júst í Túni,
sála, ein av undangongumonn-
unum í føroyskari ali- og nóta-
vinnu, og Jørgen Olsen, sáli, ein
sjálvlærdur granskari, sum m.a.
fann út av, at sildin svevur – og
enntá á høvdinum. Og so Kaj,
rokskiparan úr Hvannasundi.
Dagarnar á sjúkrahúsinum var
einastu ferð, at Jústinus fekk
høvi at hitta elsta av Hvanna-
sundsbrøðrunum, sum doyði í
1992.
Nú hann fer undir at skriva
ævisøgu um Kaj Johannesen, er
Jústinus ikki í iva um, at tað
hevur týdning, at hann hevur hitt
og prátað við mannin, sum hans-
ara arbeiði næstu 18 mánaðirnar
fer at snúgva seg um. Hóast stóra
virðing fyri Kaj og hóast hann er
bergtikin av hesum rokskipara úr
Hvannasundi, sum í fleiri ára-
tíggju fylti sluppir og trolarar við
fiski og førdi tey fullfermd aftur
at landi, er Jústinus ikki bangin
fyri, at hetta fer at káma út yvir
aðrar síður av persóninum Kaj
Johannesen, tá ævisøgan skal
skrivast.
- Eg veit, at í hesum føri fara
mínar journalistisku royndir at
koma mær til góða. Eg trúgvi
ikki uppá, at nakað menniskja er
heilt fullkomið, og mín uppgáva
við ævisøguni er at lýsa høvuðs-
síðurnar av Kaj sum persóni og
fiskiskipara. Kaj var eisini ein
trúgvandi maður. Hann varð
umvendur á møti hjá Brøðra-
samkomuni í Havn, meðan hann
gekk á skiparaskúla fyrst í tríati-
árunum, og øll árini hevði hann
møti umborð á skipunum, hann
førdi, greiðir Jústinus frá.
Ævisøgan um Kaj Johannesen
fer at fevna heilt frá barna- og
ungdómsárunum til 1973, tá
hann fór í land fyri seinastu ferð.
Eisini hevur Jústinus hugsað sær,
í einum kapittli í bókini, at seta
spurningin, hvat skal til fyri at
gerast ein góður fiskiskipari.
Gleðir seg til uppgávuna
Jústinus hevur ruddað skrivi-
borðið á Sosialinum, og hóast
hann ikki kann útihýsa, at onkur
greinin í hansara navni møguliga
fer at síggjast í blaðnum av og á,
hevur hann fyribils lagt blað-
mannastarvið á hillina. Seinni í
vetur ætlar hann sær eisini at
fara frá sum formaður í Blað-
mannafelagnum, eitt starv, hann
hevur røkt í tvey ár.
Í arbeiðinum við at skriva ævi-
søguna væntar Jústinus at koma
víða um í Føroyum at tosa við
fólk, sum kendu Kaj Johannesen.
Hann hevur longu verið í Aber-
deen og leitað sær tilfar, og eisini
ætlar hann sær til Grimsby og
Fleetwood, umframt til Grøn-
lands. Harumframt væntar hann,
at Ríkisskjalasavnið í Keyp-
mannahavn kann gerast ein hjálp
í arbeiðinum.
Jústinus greiðir frá, at familjan
hjá Kaj hevur tikið væl ímóti
ætlanini, og millum annað kemur
hann ein part av tíðini at sita og
arbeiða í húsinum hjá Kaj Jo-
hannesen í Klaksvík, har hann
eisini hevði eina skrivstovu.
- Eg eri spentur at fara í holt
við uppgávuna, og føli við mær
sjálvum, at hetta er ein bók, sum
eg má skriva, greiðir Jústinus frá.
Hann leggur afturat, at hetta
eisini er ein stór avbjóðing fyri
seg persónliga. Og honum tørvar
avbjóðingar.
- Árini frá 1996 til 2000
starvaðist eg sum hjálparmaður
innan sjómanskirkjuna, fyrst í
Singapore og síðan í Hamburg.
Hesi árini hava millum annað
gjørt, at eg í dag føli meg meira
sjálvstøðugan og leysari av
vanliga gerandisdegnum við
føstum arbeiði frá átta til fýra.
Og hesi árini hava eisini gjørt, at
tað nú er lættari hjá mær at ríva
meg leysan úr mínum dagliga
arbeiði fyri at royna nakað
annað, vísir Jústinus á.
- Eg má siga, at eg eri spentur
uppá endaliga úrslitið. Í dag veit
eg ikki, hvussu bókin fer at
síggja út, tá hon verður liðug um
18 mánaðir, men eg havi eitt
ánilsi. Møguliga verði eg skuff-
aður, men tað kann eisini vera, at
eg gerist yvirraskaður. Eg kann
tó longu nú lova lesaranum, at
ævisøgan um Kaj ikki verður
keðilig at lesa, sigur Jústinus at
enda.
SKRIVING
Jón Brian Hvidtfeldt
1. oktober fór Jústinus Leivsson
Eidesgaard úr tíðindaleiðara-
starvinum á Sosialinum. Penn-
urin, teldan og telefonin vera
kortini ikki slept, tí næstu 18
mánaðirnar ætlar hann at nýta til
at skriva eina ævisøgu, biografi,
um kenda fiskiskiparan Kaj
Johannesen, sum livdi frá 1910
til 1992. Hann var sonur Mortan
í Hvannasundi, og elstur av
Hvannasundsbrøðrunum. Ævi-
søgan um Kaj Johannesen verður
fyrsta bók, sum Jústinus fer í
holt við at skriva.
- Líka síðan eg var blaðungur
havi eg havt ambitiónir um at
skriva bøkur, men eg veit, at eg
kundi ikki havt skrivað til dømis
eina skaldsøgu fyri 20 árum
síðan, hóast ambitiónirnar vóru
har — eg hevði ikki yvirblikkið
til tað, greiðir Jústinus frá.
- Men nú eri eg 45 ár og havi
royndir frá arbeiði sum
journalistur í meiri enn 20 ár, so
nú meti eg at tíðin er búgvin at
fara undir at skriva eina bók, og
fyrsta bókin verður so ein ævi-
søga. Eg taki hetta fyrst og
fremst sum eina journalistiska
uppgávu, og frá mínum arbeiði
eri eg jú vanur at gera samrøður
við fólk, so eg veit, at eg megni
uppgávuna — tú kanst siga, at
hetta verður greinin uttan av-
markingar, leggur hann smílandi
afturat.
- Mín dreymur er einaferð at
fara í holt við at skriva skald-
skap, og kanska gerast rithøv-
undur burturav, men eg havi valt
at byrja varisliga við tí eg kenni,
og ævisøgan liggur í so máta
tættast journalistiska arbeiðinum,
vísir Jústinus á.
Tørvar nýggjar
avbjóðingar
Jústinus Leivsson Eidesgaard
hevur starvast í blaðmannayrk-
inum í 22 ár. Hann greiðir frá, at
eftir so nógv ár í yrkinum er
ofta, at søgur og tíðindi kunnu
tykjast sum endurtøkur, og eisini
kann vera trupult at endurnýggja
seg sjálvan og finna nýggjar
háttir at borðreiða tíðindini fyri
lesaranum.
- Tá tú skrivar er vanligt at
siga, at tað er byrjanin, sum skal
fanga áhugan hjá lesaranum, so
hann tímir at lesa greinina til
enda, og tí er neyðugt at gera tær
ómak við byrjanini. Men tað er
avmarkað, hvussu ofta tú kanst
variera byrjanina til eina søgu
um, at Heimamissiónin hevur
ársmøti, ella tíðindini um ein
býráðsfund við tilvildarligari
dagsskrá. Eitt annað dømi eru
tølini fyri veiðuna undir Føroy-
um, sum Fiskiveiðieftirlitið
sendir út einaferð um mánaðin.
Á telduni havi eg liggjandi 14
variantar av søgum, skrivaðir
burtur úr Excel-rokniarkinum
við veiðitølunum. Hetta eru alt
tíðindi, sum skulu skrivast, men
eftir 22 árum í yrkinum havi eg
nú hug at royna nakað annað, eg
vil ríva meg leysan úr dagliga
journalistiska starvinum og ger-
ast fríur, sigur Jústinus. Hann
leggur afturat, at tað eisini er ein
spurningur um at prógva, at hann
er førur fyri at standa á egnum
beinum, uttan fasta løn og
fíggjarligt trygdarnet.
- Nei, trygdarnet havi eg einki,
men eg trúgvi uppá ætlanina og
at tað verður undirtøka fyri bók-
ini, tá hon verður liðug um 18
mánaðir. Eg og familjan koma
nokk ikki at noyðast at eta havra-
greyt hvønn dag, og tey, sum vit
hava fíggjarligar skyldur mótveg-
is, trúgva eisini uppá ætlanina,
so tað skal ganga, greiðir
Jústinus frá og leggur afturat:
- Eg livi í degnum í dag, hann
er tann einasti, eg kann gera
nakað við, tí morgindagurin er
ikki komin enn. Tú kanst siga, at
tað er sum at fara nýggjan túr
við skipi, tú veitst ikki framman-
undan, hvussu tað fer at hilnast,
men gerst tú títt besta hvønn dag,
nýtir skil og torir at royna nýggj-
ar leiðir, so skal tað nokk ganga.
Kaj tordi at royna nýggjar leiðir.
Jústines hevur tosað seg
heitan. Tað er sum um hann
steðgar á eitt bil, tá hann við eitt
nevnir Kaj sum dømi um ein
mann, sum tordi. Hann royndi
nýggjar leiðir í fiskiskapi, og tað
eydnaðist. Tað er týðiligt, at
Jústinus hevur stóra virðing fyri
rokskiparanum úr Hvannasundi.
- Eg vaks upp í Oyndafirði,
har flestu menn vóru fiskimenn,
og sigldu við skipum, antin úr
Fuglafirði ella úr Klaksvík. Mær
hevur altíð dámað væl at lurtað
eftir teirra práti og frásøgnum,
og tí minnist eg nógvar av søg-
unum um, hvat gekk fyri seg í
tjúgunum, undir kreppuni í tríati-
árunum, krígsárini, í fimti-
árunum og í sekstiárunum, haðan
eg sjálvur havi nógv minnir frá
mínum uppvøkstri. Í tonkunum
og mínum hugaheimi sita nógv
brot úr frásagnum frá hesum
tíðarskeiðum, men enn vantar ein
heildarmynd av søguni hjá fiski-
manninum — tað vóni eg, at
arbeiðið við ævisøguni kann
geva mær, greiðir Jústinus frá.
Hann minnist, at í nógvum av
frásagnunum, hann hoyrdi sum
smádrongur og hálvvaksin, varð
Kaj Johannesen nevndur, og
fleiri av teimum, sum søgdu frá,
sigldu eisini saman við Kaj.
- Síðan tá og til dagin í dag
havi eg verið bergtikin av hesum
manni. Hvussu ber tað til, at
hann ár eftir ár helt sær á toppin-
um og taldist millum bestu
fiskiskiparar í landinum, spyr
Jústinus.
Hitti sjálvur Kaj
Einaferð kom Jústinus av tilvild
at hitta rokskiparan, hann hevði
hoyrt so manga søguna um. Tað
Sosialurin Nr. 191 - 5. oktober 2002
5
4
Sosialurin Nr. 191 - 5. oktober 2002
- Eg havi havt ambitiónir um at skriva bøkur síðan eg var blaðungur, og eftir meiri enn 20 ár sum
blaðmaður meti eg meg hava so mikið av royndum, at eg eri førur fyri at skriva eina ævisøgu. Eg
havi altíð verið bergtikin av fiskimonnum, serliga skiparum, og í mínum uppvøkstri var Kaj altíð
skiparin yvir øllum skiparum, sigur Jústinus Leivsson Eidesgaard, sum nú fer undir at skriva eina
ævisøgu um rokskiparan Kaj Johannesen, elsta av Hvannasundsbrøðrunum
Jústinus Leivsson Eidesgaard avmyndaður í skrivstovu
síni heima við hús, har hansara starvsdagur nú er
byrjaður. Hann fer næstu 18 mánaðarnar at arbeiða
heima, í heiminum hjá Kaj og í summarhúsunum á
Hellunum
Mynd Jens Kr. Vang
Av tíðindavakt at skriva ævisøgu
C
M
Y
K
27
26