Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. oktober 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Næsti partur Kim Simonsen Læknin Panum og starvsfelagin Manicus vóru bert í Havn í eina dag, áðrenn Chr. Pløyen sendi teir til støð í Føroyum, har meslingarnir herjaðu og eingin lækni var. Fyrst var farið til Tjørnuvíkar, har 80 fólk lógu sjúk. Tá vóru gott 100 fólk í bygdini. Í øllum Føroyum búðu 7782 fólk, av hesum fingu umleið 6000 sjúkuna. Panum og Mani- cus viðgjørdu hvør millum 900 og 1000 fólk í Føroyum. 190 fólk doyðu meðan sjúkan gekk, av hesum doyðu 102 føroyingar av meslingum, ið er eitt so høgt og ræðandi tal, at hetta lutfals- liga er einki annað enn ein hin størsta vanlukkan, ið Føroyar sum tjóð og føryingar sum fólk hava verið fyri. Men hví doyðu fólk av mesl- ingum, sum í øðrum londum, sum Panum tók til: ". . . vi her pleie at betragte som en Børne- sygdom, og for Andet, at et saa betydeligt Antal af Individer blev bortrevet af en Sygdom, som vi sædvanlig ansee for temmelig ubetydelig." Hetta segði Panum hin 18. desember í 1846 í danska tíðarritinum Fædrelandet (nr. 304, 1846). Men orsøkin til hetta vóru viðurskifti sum, at sjúkan ikki hevði verið at sæð í Føroy- um síðani 1781. Vit kenna hetta frá avbyrgdum fólkum, at hesi ikki hava ment andevni mótvegis ymiskum sjúkum, og tí mangan doyðu av sjúkum, sum onnur tola. Embætismenn í Føroyum gjørdust ikki sjúkir, tí hesir og ofta familja teirra høvdu havt sjúkuna í Danmark. Eldri fólk, tey sum høvdu upplivað meslingarnar herja í 1781, og fólk sum hildu seg innandura, gjørdust ikki sjúk. Vanligt var eisini tá, at meslingar vitja børn og ung, og í Føroyum kláraðu hesi seg eisini gjøgnum sjúkuna, meðan tey vaksnu mangan doyðu, tí deyðiligheitin var vaksandi fyri hvørji tíggju ár, soleiðis at tey um 50 ár vóru í fimm ferðir størri vanda. Føroyskur matur alt ov vánaligur Ein onnur týðandi orsøk var, at um várið, áðrenn sjúkan kom til landið, hevði herviligt krím herjað, ið gjørdi fólk eyka veik. Ein onnur orsøk, meinar Panum, var, at føroyskur matur var vána- ligur, ella ikki góður fyri sjúk fólk: ". . . at Færingerne næsten ikke kjende og ikke bruge nogen anden Maade at conservere deres Lammekjød, Grindekjød, Fuglekjød og Fisk, end ved, uden nogen Præparation, at ophænge det til Tørring. Ved denne Behandlingsmaade er det i et saa fugtigt Clima en Selvfølgem at Kjødet maa gjennemgaae flere Grader af Forraadnelsesprocessen, inden det bliver vindtørt, Da denne Sommer var usædvanlig fugtig paa Færøerne, saa blev Kjødet mere halvraaddent ("rast") end sædvanlig. Men at hverken halvraadent Kjød, der ikke blot spises kogt, men undertiden ogsaa raat, eller vindtørret Kjød og Fisk, der altid spises raat, ikke kan afgive nogen passende Føde for Folk, der nylig have overstaaet Mæslingerne, behøve vi neppe at forsikre. Om de andre Fødemidler gjælder næsten det samme. . ." Hann nevnir, at drýlur er eisini nærum ráur innan, og ikki hjálpir at eta kvannir. Hann heldur heldur ikki nógv um húsini, soleiðis frá einum heilsusjónarhorni, m.a. sigur hann, at: ". . .Indretningen virkede skadelig, dels ved ofte at nødsage de Syge til at aande en i utrolig Grad med Tørverøg opfyldt Atmosphære". Klæðir føroyinga vóru eisini ein partur av margfoldu orsøkunum til, at sjúkur sum meslingar kundu fáa slíkt deyðiligt tak á føroyska fólkinum tá á døgum, tí: ". . . Klædedragten, der medfører, at de næsten altid have vaade Fødder (. . .) kun en Deel af Underlivet er bedækket af en tynd ulden Skjorte." Slíkt helt Panum: ". . . give mangfoldig Andledning til Forkølelser." Orsøkirnar eru at finna á nógv- um fláum, bæði á heilsu-, sosiala- og reinførisøkinum. Á øllum hesum kravdi Panum harð- ligar ábøtur, um ikki alt skuldi endurtaka seg. Hann var tó ikki óvitandi um, at peningur og sjúka stóðu í beinleiðis máti til hvørt annað, tí: ". . i Embes- mændenes Familier Ingen døde, og at Dødeligheden hos de Indfødte stod i lige Forhold til Formuesomstændighederne". Í Havn, har flest fátæk búðu, doyðu umleið 47 fólk millum 21. apríl og 30. juli. Panum fjaldi ikki egna øði inn á teir báðar læknarnar í Føroyum, Regenburg og Nolsøe, hvørs arbeiði hann rópar: ". . . før vor Ankomst, utilstrækkelig Lægehjælp". Ósemja um viðgerð Regenburg læknin í Føroyum var listinlærdur maður, og skrivaði tí eisini í Fædrelandet 21. septemb- er í 1846, har alt brævið er merkt av verjurøðu, frá manni við ring- ari samvitsku. Soleiðis byrjar hansara grein t.d.: "Mæslinge- epidemien paa Færøerne har fremkaldt flere Inserater i dette Blad". Síðani kunnu vit lesa eina langa røðu, har hann vil geva hinum læknanum, Nolsøe, skuldina fyri, at hann ikki dugdi at síggja, at maðurin sum bær smittuna til Føroyar hevði meslingar, og at hann ikki av- byrgdi hendan persón. Soleiðis eisini Amtmaðurin C. Pløyen, ið ikki meinti, at neyðugt var, ella heimild fanst, fyri at boða út- gongubann um allar Føroyar. Hugsa vit um, hvat Panum al- ment hevði at siga um Regen- burg og Nolsøe, er tað ikki bein- leiðis negativt. Men eitt er, hvat Panum gav út meðan hann livdi, og nakað annað er at lesa privatu pappírini hjá honum, tí har finna vit heilt onnur og beinleiðis álop á føroysku læknarnar, hann sigur m.a. um hesar, at báðir læknar tosa niðursetandi um hvønn annan, og at hesir eru bæði ómøguligir og ódugnaligir. Tvey lyndiseyðkenni, ið mangan finnast saman, enn í dag. Panum um Føroyar Í bókini hjá Panum: "Iagttagelser anstillede under Mæslinge- Epidemien på Færøerne i Aaret 1846 Af Cand. med. & chir. P.L. Panum", er fyrsti partur áhuga- verdur. Her er nógv um lands- lagið og veðurlagið í Føroyum. Panum heldur t.d., at sálarsjúkur koma av mentanini í einum landi, og tá Føroyar: ". . . vist ikke har naaet noget höjt Trin, og de sociale, Sindet opirrende Kollisioner ved de patriakalske Forhold, som der herske, for- holdsvis ere saa faa. Men tvert- imod, der er maaske neppe et Land, ja maaske ingen Hoved- stad, hvor Sindssygdomme ere saa hyppige i Forhold til Folke- mængden som paa Færøerne". Panum metir, at helst er eitt prosent av øllum Føroyingum sálarliga veik ella sjúk. Hjá mongum finst eisini eitt: ". . . stille religiøst Vanvid, hvor de Syge have Syner, og troe at leve i umiddelbart Samkvem med Aandeverdenen". Sum orsøk til sinnissjúkur metir Panum, at føroyska náttúran speglast í sinnislagi føroyinga, har havið fær føroyingin at vera hugsingar- saman, lívligan og árvaknan, men samstundis skapar eitt serføroyskt álvarsamt lyndi, ið elvir til monotoni og skapar eina melankolska síðu. Eisini eru fleiri, ið gerast drankarar og sálarliga sjúk av hesum. Føroy- ingar eru afturhaldnir og ikki erligir: ". . . ofte er han hul som hans Klipper". Føroyingurin er miskunnsamur og altíð til reiðar at hjálpa øðrum. Her er tað sterki kristindómurin, ið sæst aftur metir Panum, men hinvegin endurtekur hann Lucas Debes, sum í "Færoæ Reserata" tosaði um "Djævlens Anfægtelse og Satans Blændværk", at hetta stríðið hjá Lucas Debes ikki hevði eyðnast, tí fólkið í Føroy- um trúði enn uppá huldufólk, men at hetta eisini kom av, at prestar dámdu væl at hava vald á sálunum. Panum metir, at føroyingar eru afturhaldnir mótvegis dønum og tosa ikki erligt við hesar. Fyrsta føroyafrágreiðingin Fyrsta "veruliga" føroyafrágreið- ingin er skrivað av 25 ára gamla Thomas Tharnovius í 1669. Hendan, meina menn er einki serliga væl úr hondum greitt. Um hetta mundið kom bókin hjá skyldmanninum Lucas Debes, sum eisini var lærarin og rektarin hjá hesum unga gudfrøðis- studenti. Henda bók: "Færoæ et Færoa Reserata . . .", sum hevur hetta barokka hjáheitið, sum í dag er nærum eitt teiti: " — Det er: Færøernis oc Færøeske Ind- byggeris Beskrivelse, udi hvilken føris til Liuset adskillige Naturens Hemmeligheder, oc nogle Antiqviteter, som her til dags udi Mørket hafve indelugt, oc nu her opladis. . . " Bókin kom í 1673 og fekk stóran týdn- ing. Hon kom út í enskari týðing í 1675, partar av bókini komu út á íslenskum, og í 1757 kom ein útgáva á týskum. Debes vildi varpa ljós á viðurskifti í Føroy- um, og um støðuna á oyggjunum undir Lensharrranum von Gábels. Hann vildi siga konga- valdinum frá um støðuna. Debes er kendur fyri at berjast fyri hesi søk, og hann legði á at finnast at valdinum hjá von Gábels. Debes varð fleiri ferðir partur av trætum og rættarmálum. Hann møtti í desember í 1672, saman við tveimum føroyskum sýslumonn- um, í Keypmannahavn fyri ta nevnd, ið skuldi viðgera klagur, ið settar vóru fram mótvegis Lensharranum von Gábel. Um hetta mundið var valdið hjá von Gábel ikki longur tað sama, tí Fríðrikkur III var deyður í 1670, og Griffenfeldt, sum fyrr hevði 6 Sosialurin Nr. 191 - 5. oktober 2002 Hví meslingarnir í 1846 endaðu sum ein av teim størstu vanlukkunum í Føroya søgu P. L. Panum í Føroyum stuðlað von Gábel, var nú ímóti honum. Úrslitið av fundinum varð, at Debes og føroyska fólkið vóru lovað broytingar. Verjurøð- an hjá von Gábel er at lesa í bókini hjá N. Andersen: "Fær- øerne 1600-1708", ið útkom í Keypmannahavn í 1895. Tá sonurin, Friedrich von Gábels, doyði í 1708, endaði Gáblatíðin heilt. Kongur tók sjálvur Handilin undir hond, og varðveitti Einahandilin fram til 1856. Umsitingarliga varð hand- ilin lagdur undir Det Kongelige Rentekammers nordenfjeldske Renteskriverkontor, ið handils- umboðsmaðurin í Tórshavn umboðaði. Um 1700-talið vita vit ikki so nógv, keldurnar eru ikki so nógvar sum søgufrøðing- urin J. West tekur til. Matur og hús Føroyingar ótu í 1846 tríggjar ferðir um dagin, veit Panum at siga. Morgunmat klokkan 8 til 9, døgverða klokkan 12 til 14, og náttverða klokkan 21 til 22 um kvøldið. Um morgunin ótu fólk drýl mangan við skerpikjøti og "súra" mjólk. Døgverði er súpan, gjørd av mjøli ella grýn við bót, ið kundi vera alt slag av fiti. Ræst kjøt, lambakjøt, grind, fiskur og t.d. fuglur vóru vanligur matur. Panum heldur, at maturin er ikki serliga heilsugóður. Drýlurin er ráur innan, ræst kjøt kann geva tunnan maga, ið so seinni kann gera fólk sjúk. Livur og feitur matur kunnu eisini elva til tunnan maga. Men til endans eftir nógvar síður er niðurstøðan, at føroyskur matur, kanska ikki er so vánaligur, mótvegis donskum, tí í Føroyum doyggja tey flestu millum 80 og 90 ár, meðan tey í Danmark fella frá um 60 til 70 ára aldur. Um húsini koma eisini atfinn- ingarsom orð frá Panum. Veggir eru úr lagaðum gróti, tøkini eru flagtak. Hjá teim fátæku er bert eitt rúm, har menniskju og t.d. hønur liva saman. Eingi vind- eygu eru her, gólvið er úr mold. Í loftinum er ljóðari, ið bæði gevur ljós og sendir roykin út. Um hesa roykstovur sigur Panum: "Et saaledes indrettet Værelse kaldes med Rette en "Røgstue"; thi det er sædvanlig saa opfyldt med Tørverøg, at man ofte har ondt at begribe, at Mennesker kunne aande en saadan Luft.". Føroy- ingar dáma henda royk, sigur Panum, og fyrr brúktu tey hetta at roykja danir út úr stovuni. Ofta var Panum um at kódna og noyddur út um í heilum, undir sjúkravitjanum til føroyingar við meslingum. At enda tekur hann til um húsini, at roykurin var skaðiligur, saman við moldgólv- inum. Onkrar keldur: P.L. Panum: Iagttagelser an- stillede under Mæslinge- Epidemien på Færøerne i Aaret 1846 Af Cand. med. & chir. P.L. Panum. Bibliotek for Læger, januar-april. 1847 Fædrelandet nr. 141-152, 1846. Ole Jacobsen: P.L. Panum og Færøerne. Í: Fra Færøerne — Úr Føroyum VI. Dansk-færøsk samfund 1972. Sosialurin Nr. 191 - 5. oktober 2002 7 Romantiskur træskurður úr Kollafirði. Kelda: Illustreret Tidende Gamal træskurður úr Føroyum Handrit eftir Panum, har hann skrivar um viðurskifti síni við starvsbrøðurnar C M Y K 29 28