Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. oktober 2002síða 16

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Sosialurin Nr. 191 - 5. oktober 2002 RØRSLA Jóannes Dalsgaard Á vetri 1951 tóku tveir menn seg saman um at fáa sett á stovn eina keypsamtøku í Havn. Maðurin, ið fekk hugskotið, æt Heri Jacobsen (seinni navnabroyting til Hamarsá). Heri Hamarsá vendi sær til Karsten Hoydal, og gingu teir saman í felag við øðrum við tekningarlista hús úr húsi í Tórshavn at fáa fólk at gerast limir í eini keypsamtøku undir stovnan. Beinleiðis orsøkin til, at fólk tóku seg saman at stovna keyp- samtøku var tann, at tíðirnar vóru ringar og vøruprísirnir vóru høgir. Fólk tóku rættiliga væl undir við tiltakinum, og tann 19. juli 1951 varð vald ein fyri- reikingarnevnd at skipa fyri stovnsetingini av keypsamtøku. Í fyrireikingarnevndini vóru Karst- en Hoydal, lic. agro, Heri Ham- arsá (Jacobsen), skrivstovumað- ur, Christian Haraldsen, lektari, Louis Apol, skrivstovumaður, Jógvan Poulsen, postmaður, Martin Kúrberg, bilførari og J. P. Henriksen, bókhaldari. Karsten og Heri høvdu frammanundan sett seg í samband við FDB í Danmark. FDB var áhugað í at samstarva við eina komandi keypsamtøku í Havn, og tí var Ingvardsen, stjóri í FDB, við á fyrireikingarfundinum í juli 1951. Hetta samstarv fekk stóran týdning fyri keypsamtøkuna og var í mong ár ein fortreyt fyri virkseminum hjá keypsamtøku- rørsluni í Føroyum. Tann 14. februar 1952 var komið so mikið áleiðis, at fyri- reikingarnevndin kundi geva frá- greiðing um støðuna. Tann av- gerandi spurningurin var, hvørt limirnir skuldu hava fulla fíggj- arliga ábyrgd ella binda seg við avmarkaðari ábyrgd. Úrslitið gjørdist, at limirnir skuldu bera samábyrgd við 100 kr. í innskoti. Henda skipan stóð við til 1971. 100 kr. vóru nógvur peningur í 1952, tá tímalønin hjá einum arbeiðsmanni var umleið 3,60 kr., so ikki kann sigast annað enn, at undirtøkan var góð og áhugin stórur. Tann 3. apríl 1952 varð Havnar Keypssamtøka stovnað á fundi í Losjuni. Í fyrstu nevndina vórðu valdir Christian Haraldsen, for- maður, Heri Hamarsá (Jacobsen), Louis Apol, Martin Kúrberg og J. P. Henriksen. Karsten Hoydal og Ebba Petersen gjørdust til- takslimir, og Tórur Dalsgaard og Jarmund Thorsteinsson vórðu grannskoðarar. Um hetta mundið var keypi- orkan lítil, og prísirnir á neyð- synjarvørum høvdu verið javnt hækkandi síðan 1945. Hvussu stóran beinleiðis týdning Havnar Keypssamtøka fekk fyri brúkaran sæst av eini prískanning, ið varð gjørd eftir, at handilin í Bringsnagøtu læt upp. Kanningin vísti, at prísirnir í keypssamtøk- uni vóru í meðal 20-22% lægri enn prísirnir hjá privatu handlun- um í Havn um hetta mundið. Bakgrund og hugsjónarstøði Hvat var tað, sum upprunaliga birti lív í hugsjónina um keyp- samtøkur og framleiðslusamtøk? Hetta hevði nakað at gera við lívskor og samfelagsbroytingar í 18. og 19. øld, og hetta hevði nakað við hugmyndafrøðilig og heimspekilig rák í 18. og 19. øld at gera. Hetta vóru rák, sum í stóran mun snúðu seg um, hvussuleiðis bøtt kundi verða um tey lívskor, ið stóðust av ídnaðar- kollveltingini og tí liberalistisku samfelagsskipan, ið var galdandi um hetta mundið. Ídnaðarkollveltingin umleið 1750-1850 í Europa elvdi til stórar samfelagsbroytingar og í mongum førum til hørð og sera vánalig lívskor hjá ognarleysum víða hvar í Europa, eitt nú í Týsklandi, Fraklandi og serstak- liga í Bretlandi. Ymsar royndir vórðu gjørdar til tess at bøta um korini hjá ognarleysum. Stovnaður varð ein hópur av verkmannafeløgum, sjúkra- og jarðarferðarkassum og brúkara- og framleiðslufelagsskapum av ymsum slag. Tað mest áhugaverda tiltakið var uttan iva stovnsetingin av The Rochdale Society of Equitable Pioneers. Rochdale er ein býur á markinum millum Lancashire og Yorkshire í Bret- landi. Umleið 1840 var støðan í økinum vánalig og lívskorini út av lagi eftir verkføll og álvar- samar búskapartrupulleikar. Hjá verkmannastættini eins væl og hjá miðalstættini stóð á at fáa nóg mikið at bíta og brenna. Á Rochdale leiðini høvdu nakrir vevarar og spinnarar verið í verkfalli. Undir verkfallinum høvdu teir stovnað grunn, sum verkamenn, ið ikki vóru í verk- falli, rindaðu til. Hugskotið var, at við hesum innskoti fór tað at bera til at seta egið virki á stovn, og fóru vevarar og spinnarar sostatt at gerast virkiseigarar. Men sum frá leið, gjørdist monnum greitt, at teir á henda hátt kortini ikki fóru at megna at seta verksmiðju á stovn. Trupul- leikarnir og forðingarnar vóru heilt einfalt ov stór. Tískil mátti annað mál setast. Teir komu síðan til ta niðurstøðu, at bestu ráð vóru at stovna keypsamtøku. Um hetta mundið vóru nógvar rørslur í Bretlandi, sum virkaðu fyri betri lívskorum hjá teimum ognarleysu. Talan var um polit- iskar felagsskapir eins væl og felagsskapir við almentgagn- ligum endamálum. Eisini vóru eitt nú í Rochdale felagsskapir við samtøkuendamálum, t.d. The Rochdale Friendly Co-operative Society, stovnað 1830, men eingin av hesum felagsskapum hevði megnað beinleiðis at fáa nakað, sum líktist einari keyp- samtøku, at rigga og at bera seg. Men hinvegin skerst ikki burtur, at tá keypsamtøkan í Rochdale so var stovnað, so stóðu stovnararnir í hugsjónar- ligari skuld til teir mongu politisku og almentgagnligu felagsskapir, sum blómaðu í Bretlandi í fyrru helvt av 19. øld. Stovnararnir høvdu góðan kunn- leika til samtøkuhugsjónina og til tær mongu ymisku royndir, ið høvdu verið gjørdar at stovna brúkara- og framleiðslusamtøk. Heimsins fyrsta keypsamtøka, ið lív varð lagað, varð sostatt stovnað av The Rochdale Society of Equitable Pioneers. Fyri hetta bragd gjørdust spunamenninir og vevmenninir úr Rochdale heims- gitnir. Teir skaptu ikki sjálva samtøkuhugsjónina, men teir tóku hugsjónina í fullum álvara og megnaðu at geva henni ein form og eitt innihald, ið bar uppi og sum ber uppi enn. Av hesum er opinbert, at allar heimsins samtøkurørslur ástøðiliga og hugsjónarliga eru ættaðar frá teimum hugdjørvu, virkisfúsu og gløggu og spunamonnunum og vevarunum úr Rochdale. Tað er ómótsigandi, at samtøkurørslan hevur havt ómetaligan týdning fyri bøtt lívskor um allan heim - tað veri seg í framkomnum so væl sum í tilafturskomnum londum. Hesir vevarar og spunamenn eiga tí stóra tøkk uppiborna og eiga ongantíð at verða gloymdir. Teir einstaklingar, ið meira enn nakrir høvdu virkað fyri betri lívskorum hjá ognarleysum í Bretlandi og í hesum sambandi serstakliga fyri samtøkuhugsjón- ina, vóru Robert Owen (1771- 1858), vinnulívsmaður og sjálv- lærdur búskaparfrøðingur, og William King (1786-1865), lækni og lærari. Hesir báðir menn, ið ótroyttiliga virkaðu fyri samtøku- hugsjónini, vóru annars politiskt og hugsjónarliga sera ólíkir. Men felags fyri báðar hesar hugsjón- armenn er, at teir hvør á sín hátt fingu ómetaligan týdning fyri keypsamtøkuhugsjónina. Keypsamtøkan, ið formliga varð stovnað í Rochdale tann 15. august 1844, bygdi á ávísar meg- inreglur, vanliga nevndar Rochdale Principles. Megin- reglurnar vóru í høvuðsheitunum hesar: at limirnir skuldu sjálvir Tann 8. oktober í ár eru liðin fimmti ár, síðan fyrsti handilin hjá Havnar Keypssamtøku læt upp. Stjórnin í Føroya Keypssamtøku hevur heitt á Jóannes Dalsgaard um at skriva nakrar søguligar hugleiðingar í sambandi við fimmti ára haldið Ein rørsla í menning – keypssamtøkan 50 ár Fyrsta krambúðin hjá Havnar Keypssamtøku var í húsunum hjá Niclas Ludvig í Bringsnagøtu 10. Sosialurin Nr. 191 - 5. oktober 2002 9 útvega stovnsfæið, ið skuldi bera fasta avmarkaða rentu, at ein og hvør skuldi kunna gerast limur uttan mun til politiska áskoðan, lit, kyn ella átrúnaðarligt tilknýti, at bert fyrsta floks vørur áttu at verða seldar í handlinum til sámuligar prísir, at stýrislagið skuldi verða demokratiskt, at loyvt var hvørki at selja upp á borg ella at biðja um loyvi at keypa upp á borg, at skipast skuldi fyri afturbering pro rata við støði í tí, sum hvør limur sær hevði keypt, at ein ávísur pro- sentpartur av vinninginum skuldi verða tilskilaður útbúgving, at roknskapur javnan varð kunn- gjørdur limunum og at partur av vinningi skuldi setast av til útbúgvingarendamál. Hesar meginreglur, sum í nú- tíðar keypsamtøkurørslum eru tillagaðar okkara tíð, kunnu kanska tykjast sjálvsagdar í dag, men tær eiga at síggjast við tátíðar politisku og samfelagsligu viðurskiftunum í baksýni. Søgu- liga kann staðfestast, at tey nógv batnandi viðurskiftini hjá brúk- arunum í samtíðini hjá vevarun- um í Rochdale og eftirfylgjandi hesum heilt til okkara dagar í stóran mun eru úrslit av hesum Rochdale meginreglunum. Meginreglurnar hjá vevarunum og spunamonnunum í Rochdale hava til hendan dag myndað støðið undir samtøkurørslum um allan heim. Stovnsfæið hjá sam- tøkustovnarunum í Rochdale varð fingið til vegar á tann hátt, at hvør limur setti seg fyri at rinda eina ávísa upphædd um vikuna. Hartil varð ein upphædd tikin sum lán frá fakfelagnum hjá vevarum á Rochdale leiðini. Tann 21. desember 1844 læt krambúðin upp í Toadlane í Rochdale, og við henni byrjaði nútímans samtøkurørslan. Handlarnir í Tórshavn 1952 - 2002 Fyrsta krambúðin hjá Havnar Keypssamtøku var í leigaðum hølum í húsunum hjá Niclas Ludvig í Bringsnagøtu 10, og fyrsti fyristøðumaður var maður av Bornholm, nevndur Aksel Schou. Hesin maður var nógv umhildin av undangongufólkun- um, og tey, ið enn eru á lívi, minnast Schou við stórari virðing. Tann 8. oktober 1952 læt handilin í Bringsnagøtu upp, og 8. oktober í ár eru sostatt fimmti ár, síðan Havnar Keyps- samtøka av álvara fór undir virksemi sítt. Men Havnar Keypssamtøka var tó ikki fyrsta keypsamtøka í Føroyum. Royndir høvdu verið gjørdar áður, eitt í Tórshavn í 1932 við keypsfeløgunum Bald- uri og Samvirkinum, og við Tvøroyrar keypssamtøku fyrst í fimmtiárunum. Men hesar royndir duttu niðurfyri, og Havn- ar Keypssamtøka er tann fyrsta føroyska keypsamtøka, hvørs lív var lagað. Hinvegin vita vit um fleiri søgulig dømi um framleiðslu- samtøk. Hin mest kenda fram- leiðslusamtøkan man vera Ís- virkið á Tvøroyi í millumkrígs- árunum, men eisini útróður til lands í Íslandi og í Grønlandi á sinni eins og ávís turkihús uttan fyri Havnina í fimmtiárunum eru dømi um føroyskt framleiðslu- fyritaksemi á samtøkustøði. Stórfyritøkan AT á Tvøroyri, stovnað 1936, og sum júst um hetta mundið var um at fara í søguna, var skipað sum eitt framleiðslusamtak, nevniliga sum samvinnufelag við demo- kratiskt valdari leiðslu og við avmarkaðari ábyrgd (A.M.B.A fyritøka, sum hesin virkisformur nevndist). Føroyingar høvdu sostatt royndir — ringar eins væl og góðar av samtøkuforminum, men hinvegin høvdu teir at kalla ongar royndir við sjálvum keyps- ella brúkarasamtøkuforminum, so tað var ein djørv, spennandi og sera váðalig roynd, ið stovnar- arnir fóru undir í Havn í 1951- 52. Havnar Keypssamtøka hevði rættiliga álvarsamar trupulleikar í byrjanini. Keypmonnunum dámdi sum vera man illa nýggju fyritøkuna, tí marknaðurin var eftir teirra áskoðan avmarkaður frammanundan. Eisini kendu keypmenninir og vinnulívið seg ótrygg við henda sermerkta virkisformin við demokratiskt valdari leiðslu, sum bert seldi vørur til limir og sum hartil fór at lata limunum part í avlopinum í mun til tað, hvør einstakur limur hevði keypt frá handlinum í einum farnum roknskaparári. Hesi viðurskifti elvdu til, at heilsølumannafelagið fyri at tekkjast keypmonnunum noktaði limum sínum at selja vørur í heilsølu til Havnar Keypssam- tøku. Hetta førdi tó bert til, at leiðslan legði alla orku í at keypa vørurnar beinleiðis frá framleið- arunum uttanlands, eins og keypt varð frá samstarvsfelagnum FDB. Her var ein orsøkin til, at møguligt gjørdist at útvega brúkarunum í Havn lutfalsliga ódýrar neyðsynjarvørur. Í dag er alt hetta søga, og eingin heilsøla í Føroyum vildi droymt um at sýta eini handilsfyritøku sum FK vørur. Soleiðis broytast tíðir og umstøður, tíbetur. Hóast byrjanartrupulleikar av ymsum slag gekk skjótt framá við Havnar Keypssamtøku, og skjótt gjørdist leiðsluni greitt, at hølini í Bringsnagøtu ikki vóru hóskandi til ein nútímans handil. Skuldi nýggja fyritøkan mennast, var neyðugt við størri og betri hølum, sum samstundis áttu at liggja væl fyri í býnum. Í 1955 varð tí flutt í leigað høli í Dr. Jakobsens gøtu. Í 1971 varð henda ognin sam- an við eini aðrari minni ogn keypt til handilshøli. Húsini vórðu tikin niður, og nýggj nútímans handilshús vórðu smíðað á staðnum. Meðan nýggju handilshúsini vórðu smíðað, vóru fyribilshandilshøli innrættað í barakkum á parker- ingsøkinum í L. Debesar gøtu aftan fyri Sjónleikarahúsið. Hetta var ein trupul tíð fyri handil, starvsfólk og viðskifta- fólk, men keypsamtøkan kom heilskapað burtur úr trupulleik- unum, takkað verið dyggum stuðli fra limunum, sera dugna- ligum starvsfólkum og beinasemi frá FDB. Samstundis sum handl- að varð í L. Debesar gøtu, varð smíðað nátt og dag í Dr. Jakob- sens gøtu, og tríggjar mánaðir eftir, at gomlu húsini vóru tikin niður, stóðu nýggj stásilig og nútímans handilshús á grundini. Hetta var eitt sera stórt framstig fyri viðskiftafólk eins væl og fyri starvsfólk, og tað gekk støðugt framá við umsetninginum. Undirtøkan millum havnarfólk var stór, og eisini av bygd komu viðskiftafólk í hópatali í handilin í Dr. Jakobsens gøtu at útvega sær dygdarvørur til sámiligar prísir. Men skjótt gjørdist greitt, at tað fór aftur at gerast neyðugt við meira plássi, tí fyritøkan var í støðugari og tryggari menning. Arbeitt varð við ymsum loysn- um, eitt nú við eini ætlan um høli á Trapputrøðni, har sum SMS nú er. Men henda ætlan gjørdist av ongum, og endin Christian Haraldsen (1904-1976) var fyrsti formaður í nevndini fyri Havnar Keypssamtøku og sat hann sum formaður til 1966 Heri Hamarsá f. Jacobsen (1911- 2002) var maðurin, sum í 1951 tók fyrsta stigið til at stovna keypssam- tøku í Tórshavn. Um veturin 1951- 52 gekk hann í felagi við Karsten Hoydal o.ø. hús úr húsi í Havn og teknaði limir til keypsamtøkuna. Heri var eisini limur í fyrstu nevndini. Heri flutti til Dan- markar, har hann búði til sín deyð tann 14. september í ár Karsten Hoydal (1912-1990) var fyrsti limur í keypsamtøkuni. Saman við Hera Hamarsá teknaði hann limir til keypsamtøkuna veturin 1951-52 Skjótt gjørdist ov trongt í Bringsnagøtu og tí varð í 1955 flutt niðan í Dr. Jacobsensgøtu Framhald á síðu 10 C M Y K 31 30