leygardagur 5. oktober 2002síða 17
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Sosialurin Nr. 191 - 5. oktober 2002
varð, at bygdur varð nýggjur
handilsbygningur í Hoyvíkshag-
anum vestan fyri Hvítanesvegin.
Nýggja krambúðin í Hoyvík læt
upp tann 7. september 1978. Her
var eisini matstova, ið frá fyrsta
degi og til dagin í dag hevur
verið væl umtókt og væl vitjað.
Menningin kring landið
Árið 1961 var eitt týðandi ár í
føroysku samtøkusøguni, tí hetta
ár vórðu stovnaðar keypsamtøkur
í Klaksvík og í Fuglafirði. Í báð-
um støðum høvdu stovnararnir at
kalla somu trupulleikar sum stig-
takarunum í Havn høvdu verið
fyri: mótstøða frá stórkeypmonn-
um á staðnum. Nýggj krambúð
læt upp í Fuglafirði 13. juli
1978. Hetta var ein sannur há-
tíðardagur í bygdini, og fólk
tóku væl ímóti tí nýggja handl-
inum. Hetta sást eisini av, at
sølan vaks munandi, eftir at
nýggja krambúðin var latin upp.
Tann 1. apríl 1965 vórðu tær
tríggjar føroysku keypsamtøkur-
nar skipaðar í ein felagsskap, við
tað at Føroya Keypssamtøka varð
stovnað. Samtøkurnar í Havn,
Klaksvík og í Fuglafirði gjørdust
nú deildir í Føroya Keypssam-
tøku, og limirnir høvdu eftir
hetta beinleiðis limaskap í Før-
oya Keypssamtøku. Endamálið
við Føroya Keypssamtøku var
hitt sama sum í fyrstu samtøk-
uni, nevnilig at útvega limunum í
felag og undir so góðum treytum
sum gjørligt góðar og óspiltar
vørur.
Føroya Keypssamtøka var
skipað við aðalfundi, felagsstjórn
og einari limanevnd fyri hvørja
deild í ávikavist Tórshavn,
Fuglafirði og í Klaksvík.
Suðuroyar Keypssamtøka
hevði stovnandi aðalfund 10.
august 1976, og tann 5. desemb-
er 1984 læt fyrsta krambúðin
upp í leigaðum hølum. Tann 25.
oktober 1990 flutti Suðuroyar
Keypsamtøka í nýggjan og
stásiligan handilsbygning Úti í
Trøð í Trongisvági.
Vága Keypssamtøka hevði
stovnandi aðalfund 23. apríl
1976 og læt tann 21. juni 1979
ein nýggjan og framúr góðan
handilsbygning í Miðvági upp.
Tann 30. november 1989 læt
keypsamtøka upp í Saltangará,
og sostatt fevndi samtøkurørslan
við einum stórum og trúføstum
limaskara mestsum um alt landið
um aldamótið.
Ein rørsla í menning á
tryggum støði
Ein keypsamtøka er ikki bert ein
krambúð við fjølbroyttum og
dygdargóðum vørum til sámi-
ligar prísir. Keypsamtøkan er
fyrst og fremst ein hugsjón og
ein rørsla á breiðum og tryggum
hugmyndaligum støði. Tað kom
ikki av ongum, tá ið stovnararnir
í 1952 sum leiðarorð ella motto
settu hesi orð: Ei at tjena frá
øðrum, men hvør at tæna øðrum.
Hóast føroyski málburðurin
kanska ikki er tann, ein vildi nýtt
í dag, lýsa hesi leiðarorð á fram-
úrskarandi hátt kjarnuna í altjóða
samtøkuhugsjónini.
Tað, sum myndar støðið, eru
hugtøk sum felagsskapur og
almannagagn fram um egið
gagn, samhaldsfesti, ábyrgd fyri
viðskiftafólki og ábyrgd fyri
umhvørvi, ella snøgt sagt ein
keypsamtøka er ein fyritøka, sum
bert er til fyri brúkaran. Ein
keypsamtøka setur sær bert
brúkarans gagn og frama sum
mál. Endamálið er ikki í sjálvum
sær at vinna pening til fyritøkuna
og hennara ánarar. Her skal
eingin einskildur partaeigari ella
áhugabólkur vinna pening av
umsetninginum. Endamálið við
vinninginum hjá samtøkuni er at
gera samtøkuna so sterka og
vælkonsolideraða, at hon áhald-
andi kann tæna brúkaranum upp-
aftur betur — at eitt nú Føroya
Keypssamtøka í alt vaksandi
mun megnar at tæna endamál-
inum við leiðarorðunum hjá
teimum hugdjørvu undangongu-
fólkunum, sum stovnaðu fyri-
tøkuna tann 3. apríl 1952.
Limirnir eiga fyritøkuna, og
hennara fremsta mál er at tæna
og gagna limum og teimum fólk-
um, sum velja at keypa í eini
keypsamtøku. Hetta at fara í eina
keypsamtøku til handils er eitt
val. Hetta er ein hugburður —
ein sunnur og dámligur hug-
burður. Tá ið tú fert til handils í
eini keypsamtøku, veitst tú, at
vinningurin kemur allari heildini
til góðar. Ikki so at skilja, at
limir nú eins og tey fyrstu
mongu árini fáa lut í avlopinum í
mun til keyp. Heldur er tað hetta,
at ein fyritøka, ið ikki setur sær
egið gagn sum mál, í sjálvum
sær hevur eitt gagnligt árin á alt
handilsumhvørvið. Henda skipan
gevur eina ektaða og heilhugaða
kapping millum allar handilsfyri-
tøkur á staðnum til mikið gagn
fyri brúkararnar. Av hesi orsøk
gagnar keypsamtøkan eisini
teimum brúkarum, ið bert keypa
frá privatu handilsfyritøkunum.
Hetta er áhugavert, og man hetta
vera ein orsøkin til, at øll í
grundini eru góð við keypsam-
tøkuna — eisini tey, sum ongan-
tíð handla har.
Men samtøkuhugsjónin er
annað og meira enn dygdarvørur
og sámiligir prísir. Hugsjónin ber
við fólkaræði, tí allar keypsam-
tøkur verða stýrdar eftir demo-
kratiskum meginreglum. Hug-
sjónin fevnir um umhvørvisfyrilit
og brúkaraáhugamál, trygd og
trivnað og felags gagn fram um
egið gagn at fremja.
Tann týdningur, samtøkuhug-
sjónin í Føroyum eins væl og
kring allan heim hevur havt og
framvegis hevur fyri brúkaran,
kann ikki yvirmetast. Týdningurin
er ikki bert hugsjónaligur. Hann
er eisini at finna í tí meira
jarðbundna — í hesum, sum tey
gomlu havnarfólkini søgdu um
keypsamtøkuna í Bringsnagøtu:
Hon er tann besti prísansarin í
Havn. Hesi orð, sum mangan
vóru at hoyra undir útgerðar-
handlinum hjá Jákupi á Lað,
undir neystunum á Bursatanga og
í Undirhúsinum, eru enn tann dag
í dag so sonn, sum tey eru søgd.
Í fimti og sekstiárunum var Hjalmar Olsen ættaður ú Tjørnuvík leiðari í krambúðini í Dr. Jacobsensgøtu. Her sæst
hann inni í krambúðini í práti við Jógvan Poulsen, ið var limur í fyrireikingarnevndini 1951
Krambúðin í Dr. Jacobsensgøtu innan. Undir loftinum hómast skeltið við leiðarorðunum hjá
Havnar Keypssamtøku frá 1952- Ei at tjena frá øðrum, men hvør at tæna øðrum. Skeltið
hekk í upprunaliga í krambúðini í Bringsnagøtu
Finnbjørn Mouritsen kom í 1952 sum tann fyrsti í læru í keypsamtøkuni. Her koyrir hann vøru
út ein vetrardag 1957
Framhald av síðu 9
Sosialurin Nr. 191 - 5. oktober 2002
11
Alt hetta hava havnarfólk skilt,
tá keypsamtøkan kom. Undir-
tøkan hesi fimmti árini hevur
verið stór og sterk. Uttan mun til
politiskan lit ella átrúnaðarliga
lívsáskoðan stóðu limirnir øksl
móti øksl, tá ið politiskir ella
búskaparligir brotasjógvar brutu.
Havnarfólk gjørdust góð við hesa
sermerktu fyritøku, tey gjørdust
góð við henda handil, sum gekk
sínar egnu leiðir, og tey eru
framvegis góð við hann.
Sama er um limir og við-
skiftafólk kring alt landið at siga.
Fólk í Suðuroy, í Vágum, í
Norðoyggjum og í Eysturoy eru
góð við lokalu keypsamtøkurnar
og standa saman um tær.
Fólk vita og kenna, at hetta
eru teirra handlar. Uttan mun til
limaskap ella ei kenna tey á
sær, at tey eiga keypsamtøku-
handlarnar, og tí kenna tey eina
felags samábyrgd av teimum.
Henda samábyrgd er ikki sum
í gomlum døgum í Toadlane ella
í Bringsnagøtu ein búskaparlig
samábyrgd, har limirnir
í felag heftu fíggjarliga fyri
fyritøkuna. Her er talan um eina
samábyrgd av einum øðrum og
hægri slagi — ein samábyrgd
fyri eini felags hugsjón, ið
røkkur nógv longri. Hon skal
fram um alt tryggja, at rørsluni
er lív lagað. Bert við at liva og
yvirliva kann upprunaliga málið
uppihaldast í eini verð, sum
støðugt broytist við ómetaligari
ferð. Og upprunaliga málið er
enn sum áður at útvega fólki
dygdarvørur til sámiligar prísir
ella umskrivað til leiðarorðini
yvir skivuni í Bringsagøtu: Ei at
tjena frá øðrum, men hvør at
tæna øðrum.
Framtíðin
Samanumtikið ber til at stað-
festa, at keypsamtøkurørslan í
Føroyum hevur nátt teimum
málum, sum stovnararnir settu
sær í 1952. Sølan hevur uttan eitt
ár verið javnt vaksandi, soleiðis
at Føroya Keypssamstøka nú er
millum størstu handilsfyritøkur í
landinum.
Tað má eisini ásannast, at
keypsamtøkan hevur havt stóran
týdning fyri prísleguna í land-
inum, og man eingin í dag ivast
í, at prísirnir á brúkaravørum
høvdu verið hægri, um keyp-
samtøkur ikki vóru kring landið.
Hesin týdningur eigur ikki at
undirmetast, tá ið mett skal vera
um týdningin á hesi rørslu.
Spurningurin, hvussu fram-
tíðin kemur at laga seg, er
ongantíð lættur at svara. Tó er
einki at ivast í, at keypsamtøkan
kemur at liva og blóma til gangs
fyri limir og samfelag.
Deildaraleiðarar 2002, f.v.: Jan Gardar, Klaksvík, Bo. M. Hansen, Dr. Jakobsensgøta, Gert Levisen, Trongisvágur,
Bent Lundsgaard, Hoyvík, Álvur Samuelsen, Miðvágur, Emil Ludvig, Fuglafjørður og Ingunn Davidsen, Saltangará
Stjórn og fyristøðumaður 2002, f.v.: Finn Nielsen, fyristøðumaður, Petur J. Eliasaen, næstformaður, Fuglafjørður, Inna Nattestad. Miðvágur, Sørin
Danielsen, Kunoy, Sigrid Dalsgaard, formaður, Hoyvík, Gunnvør Eriksen, Tórshavn, Karin Kastalag, Glyvrar, Karin Johansen, Hov og Gullberg
Gullfoss, Hoyvík
í 1971 vórðu bygd nýggj handilshús í Dr. Jacobsensgøtu
Tann 7. november 1978 læt nýggja krambúðin í Hoyvík upp
C
M
Y
K
33
32