leygardagur 5. oktober 2002síða 18
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 191 - 5. oktober 2002
35
12
Sosialurin Nr. 191 - 5. oktober 2002
Eg havi hoyrt, at Washington
DC er valdsdepilin í heimin-
um. Tað er jú her, at heimsins
maktmiklasti maður, Bush
forseti, situr og hálar í snórar
og stýrir tí heila, siga tey. Um
so er, skal eg lata verða ósagt,
men hendingaríkt er hetta
umhvørvið í hvørt fall.
Í hesum døgum snýr alt
kjakið seg um, hvørt USA skal
leypa á Irak ella ikki, um USA
skal leypa á Irak óansæð um
ST stuðlar ella ikki, og um hes-
ar krígsætlanir hava nakað við
innanríkispolitikkin hjá stjórn-
ini at gera. Tað er eyðsæð, at
kríggj kastar vinning av sær, tí
heimamarknaðurin skal til-
búgva tjóðina til at fara í
kríggj, og hetta merkir betri
tíðir fyri landsins búskap, ið
ikki er so sterkur fyri tíðina.
Funnist hevur verið at forsetan-
um í seinastuni fyri bert at tala
um kríggið, og ikki geva
landsins búskapi pláss í talun-
um, og tølini vísa eisini, at so-
leiðis er. Fjølmiðlarnir fylgja
so væl við, at teir sita og taka
tíð yvir, hvussu leingi forsetin
talar um tey ymisku tingini, og
hetta gevur teimum so eina
ábending um, hvar høvuðs-
denturin hjá forsetanum liggur.
Og beint nú er tað so Irak.
Hetta er eitt sindur í kontrast
til, at ein kanning júst hevur
víst, at fleiri og fleiri ameri-
kanarar liva í fátækradømi.
Samanborið við í síðsta ár er
talið hækkað frá 11,3 til 11,7
prosent, til at tað nu eru 32,9
mió. ið liva í fátækradømi.
Definitiónin uppá fátækradømi
er í hesum føri, at eitt húski,
maður og kona, tilsamans hava
uml. 7.000 krónur at liva fyri
um mánaðin. Tí eru atfinning-
arnar hjá andstøðuni um priori-
teringarnar hjá forsetanum
kanska ikki heilt av leið.
Í samband við starv mítt
hevði eg herfyri høvi at vitja
eina risa radiostøð her í DC.
Hon kallast XM-radio og er
tann størsta í heiminum, sam-
bært teimum sjálvum. Tað skal
ikki undra meg, tí har vóru 85
studio, ið øll kundu senda live
nær sum helst og alla tíðina.
Hon dekkar alt Norður-
amerika, og eisini Hawaii.
Grundarlagið fyri hesi risa
privatfyritøku er, at fólk gjalda
eitt fast mánaðargjald, og
kunnu so móttaka allar tær
101 kanalirnar við einum ser-
ligum móttakara, ið tey fáa
útflýggja. Mánaðargjaldið er
ikki serliga høgt, einans 10
dollarir, uml. 75-80 krónur. So
kunnu tey eisini velja ímillum,
at hoyra bert country, bert
rock, bert opera, bert 50’ara,
60’ara, 70’ara, 80’ara ella
90’ara tónleik allan dagin, ella
hvat við at slappa av eitt viku-
skifti við at hoyra ALLAR
upptøkurnar við Frank Sinatra,
ið nakrantíð eru gjørdar, frá A
Baby Just Like You til Zing
Went the Strings of My Heart?
Ein onnur kanal sendir bara
tónleik frá sokallaðum
"garage-bands", tvs. orkestur,
ið enn ikki hava nakran
plátusáttmála. Beinan-vegin
hetta hendir, verða tey ikki
longur spæld á tí kanalini.
Ljóðið verður sent digitalt,
soleiðis at tað vanliga
"knasið" á fm og am slepst
undan, og hetta eru lurtarirnir
sera fegnir um. Spennandi var
at ganga runt inni har, og
síggja øll studio’ini. Sjálvt um
tey flestu vóru eins, so høvdu
teir flestu útvarpsvertirnir
pynta "sítt" studio, soleiðis at
tað passaði til, hvat slag av
tónleiki júst hann sendi. T.d.
var Heavy Metal studio’ið
tildekka við deydningahøvd-
um og svørtum stearinljósum,
meðan onnur kanska mest
líktust eini kirkju ella eini
strond í caribiska havinum.
Hjartað í tí heila — Control
Center — líktist mest av
øllum eini rúmdarstøð. Rætti-
liga imponerandi.
Fríggjadagur er í dag, og øll
bíða í spenningi eftir, hvussu
mótmælisgongurnar móti IMF
og Heimsbankanum fara at
spæla av. Fundir eru í dag og
morgin, og boðað er frá, at
mótmælisfólkini fara at av-
byrgja allar høvuðsvegirnar í
býnum, fyri at steðga ferðsl-
uni. Politiið hevur mælt fólki
frá at koyra inn í býin í dag,
men hóast hetta er ferðslan
stór, so tað verður nokk
rokasligt hóast alt. Sum eg
segði, hendingaríkur býur...
Washington – hendingaríkur býur
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Halla Nolsøe Poulsen, Washington, fittahalla@hotmail.com
Til: turid@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
TÓNLEIKAUMRØÐA
Dagfinn Olsen
Teir báðar Jóan Jakku Guttesen
og Sámal Ravnsfjall kenna tey
flestu frá ymsum varðum, teir
hava sett sær í føroysku tónleika-
søguni. Jóan Jakku m.a. frá
Tinganest og egnari fløgu, og
Sámal kenna vit í ymsum høpi,
ikki minst frá samstarvinum við
Ronnie Nielsen.
Jóan Jakku eigur sín stóra lut í
uppfinningini av serstaka "vága-
soundinum", sum serliga Tinga-
nest kom við. Nakað, ið hevur
merkt stóran part av nýggjara
tónleikinum úr Vágoynni síðani,
bæði har manning úr Tinganest
hevur verið við, og har yngri
kreftir hava tikið yvir.
Sámal er millum fremstu
fólkatónleikarar okkara og held-
ur ikki hann kann heilt lúgva seg
frá sínum uppruna, og hví skuldi
nakar eisini funnið upp á tað?
Heitið Vágðaverk, har frítt val
er millum ð og g, er væl funnið.
Júst hvat teir báðir hava hugsað,
er ilt hjá øðrum at vita, men at
hetta er eitt vágaverk við g, tað
ivast eingin í, sum lurtar, sound-
ið er har og vágamálið, dialektin,
verður ikki fjald. Og so tað, at
tað í sær sjálvum at geva út eina
fløgu altíð er eitt váðaverk við ð,
er púra klárt. Fíggjarliga melur
neyvan runt og so leggur ein eitt
avrik fram til onnur at døma um,
og dómur kann verða harður ella
mildur, ilt at siga frammanundan.
Swinga fólkaligt
Talan er um bland av fólkatón-
leiki og rocki. Løgini eru javnt
góð. Væl swingar í støðum.
Stuttligt er, at teksturin tykist
rættuliga fáa innivist. Tykist at
viga nógv í samlaða verkinum.
Fólkatónleiki líkt.
Og á tekstsíðuni er talan um
bæði gaman og álvara. Serliga
eru tað tekstirnir, sum Finnbjørn
Hansen hevur skrivað, og sum
Sámal hevur sett løg til, sum
standa fyri tí skemtiliga. Best
kendur er óivað Medistari í
Karry, men eisini Trappan hjá
Lenu er verd at seta seg á eina
løtu og so er bert at lata seg
undirhalda.
Folk/rock-eyðkennið verður
undirstrikað av ymsum ljóðfør-
um, t.d. violinini, sum eg havi
frætt kom upp í leikin av tilvild,
men sum avgjørt setur dám á
dámliga verkið.
Vælaverk
Jú, her er talan um eitt vágaverk/
váðaverk. Líkamikið, hvussu ein
so hevur hug at venda hesum.
Men samstundis er talan um
eitt vælaverk.
Teir duga sítt. Hvørgin teirra
er heimsins besti sangari, men
hinvegin hevði fáur klárað at
gjørt teimum verkið eftir. Og tað
er har, ið ein skal leita. Teir báðir
gera tað teir gera, tað teir duga
best, og sum bert teir duga, tí
eingin kann gera tað júst sum
teir. Teir seta síni merki á verkið,
lurtarin ivast onga løtu. Teir eru
tað teir eru og ikki so so ræðu-
liga nógv annað, og tað er fínt!
Og væl er frágingið í hesum
tvíleikinum í føroyskum tónleiki.
Skal ein fara upp at flákra, so
eru løtur, at fólksligar saman-
renningar sum Afzelius og Wihe
kom til hugs.
Eisini nøvnini, ið koma aftaná
teir báðar Samál og Jóan Jakku,
borga fyri góðsku. Leivur
Thomsen leikar guitar, Rógvi á
Rógvu trummur, Jón McBirnie
Bass, Jane Clark violin, Róin
Siggertsson digderydoo, og Unn
Patursson og Kim Hansen syngja
kór. Terji Rasmussen leikar
kassaguitar og upptøkurnar eru
eisini farnar fram hjá honum í
Sightseeing í Keypmannahavn og
í Nólsoy veturin 2001/0002.
Finnur Hansen mastraði og
Annika B. Mortensen gjørdi
húsan og eigur myndir, og tað
eigur Anker Mortensen eisini.
Málteigurin
steyp og frost
Yrkjarar kunnu stundum taka
sær loyvi til at broyta orð eftir
besta tykki, so at tey hóska betur
í ørindislagið. Hetta verður nevnt
skaldaloyvi, licentia poetica á
latíni. Harvið er ikki sagt, at hes-
ar broytingar eiga at verða toldar
í vanliga máli okkara, men tað,
ið soleiðis verður sett í ørindi, og
sum ofta verður tikið til, er argt
at smitta av. Janus sigur í kendari
yrking: "Tømdir eru steypar
allir" - og hvussu ofta hoyrist
ikki hetta orðsnið í ítrótta-tíðind-
um! Men tað er og verður ikki
beint fyri tað. Steyp er hvørki-
kynsorð: eitt steyp, fleiri steyp.
Í jólasongi eftir Kristin í Geil
stendur: "frosturin bítur". Tó at
hetta verður dúgliga sungið,
munnu fá tó í royndum lata frost
vera annað enn tað hvørkikyns-
orð, tað altíð hevur verið. Men
onkur mundi stúrsa við av at
síggja hetta í sjónvarpsteksti í
juli í fjør: "Frostur er komin í".
Hetta er vónandi ikki annað enn
tað undantakið, ið prógvar
regluna!
fara fyri skeytið
Síðsta orðið í hesum orðafelli
verður ofta stavsett við ongum
ð'i: fara fyri "skeyti". Tað fær
ikki verið beint, tí hjá Svabo
finna vit orðafellið í sniðinum:
ganga fyri skeyt. - Síðsta orðið í
tí sniði, ið nú verður mest nýtt,
fær tí ikki verið annað enn bund-
in formur av orðinum skeyt og
ikki eitt óbundið orð "skeyti". Tí
verður mælt til at stavseta hetta
nógv nýtta orðafelli soleiðis,
sum í yvirskriftini stendur.
Orðafar nr. 9, februar 1988, 2. árg.
Eitt vælaverk
Fløgan Vágðaverk, stavað við bæði g og ð, kom á marknaðin fyri nøkrum vikum síðani. Tveir
garvaðir tónleikarar úr Vágoynni standa aftanfyri og tað hoyrist — bæði at teir eru garvaðir og at teir
eru vágamenn
C
M
Y
K
35
34