Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-11-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. november 1983síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Ein sagakvinna Illa Anna í Kvivik | Leygardagur 19. november 1983 | Um Illu Onnu kann sigast, at hon hevur verið ikki eiti á stríggin, men tey hon stríddist við, vóru tey stóru í landinum. Hon var strong, men góðgerandi móti tænastufólki sínum. Tað verður sagt um hana, at hon fekk minst ein fúta av landinum Um konufólk, ið eru klandringasom, hevur ofta verið sagt, at hatta er lítið mætari enn Illa Anna í Kvívík. — Onkr spyr, hver var henda llla Anna? — Hon æt Anna Gregersdat- ter, dóttur Gregers Hansen Varde, ið var prestur á Kirkjuteig í Kvívík frá 1657 til 1704. Hon giftist við Christoffer Larsen Miiller, sum kom sum prestur til Kvívíkar eftir fáðir hennara, hann sat á Kirkjuteig frá 1704, til hann doyði í 1721. Tá Christoffer Múller var deyður, kom nýggjur prestur til Kvívíkar, tað var Anders Christian Ottosen Hann var leysur drongur, og vildi fegin hava eina dóttur fyrra prestin til konu. Men Madam Miller svar aði honum, at tvær einkjur kundu ikki vera í kallinum ísenn, so hon helt frægastu ráðini vera, at hann heldur tók seg. Og soleiðis varð, hann tók einkjuna, har var nokk einki annað at gera. Men ólukkutíð, hjúnarlagið vardi bara í tvey ár, hann doyði í 1723, so nú sat Anna einkja fyri aðru ferð. Madam Anna Gregersdatter, ella sum hon kom at eita, Illa Anna, sat nú og tráðaði eftir, at ein ungur, ógiftur prestur skuldi koma, so hon kundi gerast prestakona fyri triðju ferð, men tað vildi so illa til, at tá tann nýggi maðurin kom, var hann giftur. Hann var Andreas Hansen Dam, hann var prestur í Kvívík í trý ár, frá 1724 til 1727. Nú var einki at gera hjá Illu Onnu, uttan at setast sum einkja á >Eyst- aru Hellu«. Hesin garður bar til fyri einum hundrað árum síðani navnið »Prestakonuhella« eftir Ilu Onnu. — Hon gongur sum ein reyður tráður gjøgnum lívið hjá fýra prest- um. Tá ein av detrum hennara, Anna Maria, sum einkja, var komin at sita á náðinsgarðinum í Norðadali, sá hon seg noydda til, hverja ferð móð- urin kom at vitja, at krógva neytini. Hon var redd fyri at hin gamla kundi finna uppá at fara avstað við teimum, sum hon best líktist á. Eitt stykki í bønum í Kvívík eitur Træta. Hetta navnið skal vera komið av stríði hennara eftir hesum stykki. — Nítjan ferðir skal hon hava verið til tingar og stevna. Sjálv førdi hon sakirnar, fyri tað mesta. Men sonur hennara, Lars Miiller, var ofta noyddur at fara líka niður til Keypmannahavnar við sakum fyri hina gomlu. Jan Post, ið ferdi handilsskip millum londini, skal mangan hava gramt seg um Illu Onnu og yngst bæði hana og hennara sakir at veik- anum til. Hann pástóð, at hann kom altíð undir ódnarveður av hennara ávum. Ofta loypa trell í orð sum orða- takið sigur. Í 1729 gekk skipið burtur, sum Jan Post ferdi, við mann og mús, og sonur Ilu Onnu, Lars Miiller var við sum ferða- maður, har fekk hann sín deyð. Sjálv stóð Anna fyri arbeiðinum á garðinum. Harumframt átti hon triggjar óðalsmerkur í Hellubø. Strong var hon við húskallar og ar- beiðskonur, men tey fingu góðan mat og góða len frá henni. Trý ár fyri sín deyð, lat hon smíðja líkkistuna til sín. Hana hevði hon at goyma øll síni ting í, tá hon tey seinastu árini legðist á seingina. Hon yvirlivdi Dam prest í mong ár. Hon ferdi stóra sak móti honum. Hon andaðist á Eystaru Hellu í 1751, yvir 90 ára gomul. Hesin Andrias Hansen Dam var føddur í 1688 í Ulfsborg í Jutlandi. Hann varð nevndur til prest i Norð- streymoy 9. september 1724, men kom ikki til Feroya fyrr enn árið eftir. Hann kom beint í kletur við Íllu Onnu um náðinsárið. Samtíðis stevndi hon Harra Dam inn fyri próstarætt tann 31. mai 1725 fyri, at Dam prestur skuldi hava lagt fyrra mann hennara, varapróst Christoffer Miiller, undir at verið slålvsøknan, og móti henni sjålvari, fyri at hon skuldi hava skikkað sær illa í náðinsárinum. Hon stevndi eisini fyri, at Harra Dam hevði lagt hana undir at hava stolið teð frá honum. , Sakin kom fyri próstarætt á Olav- seku sama árið, sonurin Lars Miiller talaði fyri móður sína. Próstarætt- urin demdi, at Harra Dam var frí- kendur fyri at hava spilt presta- mannin sála út, »der ligger med fred i sin grav i jorden«. Samtidis var einkjan Anna frikend fyri at hava fingið nakað ólógliga í nådinsårin- um, og fyri at hava stolið teð frá presti. Fyri hetta var Harra Dam demdur at gjalda til fátækar presta- einkjur í Feroyum triggjar løgligar føroyskar gyllin, áðrenn september mánaði var úti. Annars skal hann beta ein gyllin í mulkt til presta- einkjurnar aftrat. Harra Dam, sum doyði longu 145. april i 1727, varð grivin undir prædukustólinum í Kvívíks kirkju. Tað verður sagt, at tá hann var deyður, fóru boð til Ilu Onnu við kravi um, at hon skuldi koma at klæða líkið, men tá ið hon kom innar í stovuna, reistist deyði presturin yvir enda, men hetta legið Anna einki í, hon treiv bara í ekslina á honum og legði hann niður afturí seingina! — Harra Dam var av sterstu og mandigastu monnum, og úr leikum tikin at prædika. Hann stóð ofta heila økt, tríggjar tímar, á prædikustólinum. Meðan hann prædikaði gingu tey ungu av og til út fyri dyr úr kirkj- uni, fyri at meta um, hvat sólini leið, tey vildu vita nekulunda, hvat presti mundi líða við prædikuni, teimum longdust eftir degverð- anum. Harra Dam giftist 5. desember 1724 í Keypmannahavn við Jóhonnu Mariu Bohm, hon var av einum harragarði í Jutlandi. Tá hon var vorðin einkja flutti hon á náðins- garðin á Kjalnesi. Men tá var eingin friður á Onnu hini gomlu, sum tá sat Viggo Dalsgaard skrivar: Leysliga eftir Anton Degn á Eystaru Hellu; hon strevaði seg yvir á Kjalnes, og tók sum tann eldra einkjan tann frægara partin av garðinum undir seg. Endin varð, at yngra einkjan mátti taka til rýmingar av Kjalnesi, hon bað Todnesbóndan í Kollafirði hýsa sær, til hon slapp niður til Danmarkar. — Men meðan hon var á Todnesi, kom Díðrikur Jensen, sum var bóndi við Sjógv og á Heyggi at fríggja til hennara. Hon giftist við honum, tó hon fyrr heyði háðað hann. Tað bar so til, at tá ið Frú Dam, ið var av mandigastu konufólkum, fyrstu ferð fór um kallið við mann- inum, og kom á hestbaki oman Sjóarlíð, mettu tey bóndanum Díðriki Jensen. Hann ætlaði sær at heilsa nýkomnu prestahjúnunum. Men prestakonan vildi einki vita av honum, men rópti: »Vig af vejen, Karla! Hetta hevði bóndin henni mangan fyri, ikki minst tá kenningin var, men annars skuldu tey koma væl ásamt sum hjún. — Tá Frú Dam var gift, og tí ikki longur hevði rætt til einkjugarðin á Kjalnesi, flutti Anna hin gamla aftur á Eystaru Hellu, har hon var til deyðadags. Tó at Harra Dam eingi bern átti, er Damma navnið farið um allar Fer- oyar. — Hetta bar so til, at ein dótt- ur, ið Díðrikur Jensen átti við Frú Dam, hon æt Maria Didriksdatter, giftist við Tummasi Joensen, bónda á Oyrareingi. Tey áttu ein son, ið æt Janus Thomasen. hann gjerdist eisini bóndi á Oyrareingi. Hann keypti sær rætt til at bera navnið Dam. Frá honum eru allir Damm- arnir komnir. Um Illu Onnu kann sigast, at hon hevur verið ikki eiti á stríggin, men tey hon stríddist við, vóru tey stóru í landinum, hon var strong men góð- gerandi móti tænastufólki sínum. Tað verður sagt um hana, at hon fekk minst ein fúta av landinum. Og hon tók ábyrgdina á seg, tá maðurin var um at missa kragan, fyri at hava keyps frá loynukeypsskipi. Tað mundi vera tá hon hevði keypt millum annað »jordæbler«, tað man vera fyrstu ferð eplir eru nevnd í Feroyum Hon hevur verið ein sagakvinna sum Gunhild á Orknoyum og sum so mangar av sagakvinnunum vóru til dømis Hallgerð á Líðarenda í Íslandi og Annika í Dímun. 8.11.83. Viggo Dalsgaard REE 4