Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-11-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. november 1983síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Leygardagur 19. november 1983 Soleiðis sær hann út — indiski fiskibát- urin, sum feroyskir bátar nú meguliga skulu avloysa um trupulleikarnar hjá indisku fiski- monnunum. Tervur á nýggjum báti Nakað av tí var hetta: >Talan er um at byggja út fiskivinn- una framvið allari eysturstrondini frá Madras til Calcutta. Her eru bert fáir møguleikar at byggja havnir. Einasti háttur at reka fiskiskap er við smærri bátum, ið kunnu dragast upp á sandin av einum ella tveimum monnum. Bátarnir, indarar brúka í dag, eru sjó- góðir, men tað er avmarkað, hvat og hvar kann veiðast við teimum. Ikki kunnu teir fara so langt burt frá sjálvari strondini, at teir ikki hava landkenning. Bátaslagið er meira enn 10.000 ára gamalt og er nærum óbroytt í dag. Í meira enn 35 ár hevur verið roynt at álið. Indarar hava verið víða um fyri at leita eftir hjálp. Nú halda teir, at foroyski báturin kann verða loysnin Fad, sum umræður við einum nýggjum báti, er, at hann skal kunna klára at koma út og inn gjøgnum tey eyðkendu brotini, ið alt árið herja inn ímóti sandstrondini. lov sa I Triggir båtar til India Vit eru nú i desember mánað. Við farmaskipi úr Feroyum fara tríggir bátar frá Marinplast. Teir skulu til India. Á Marinplast hava tey í longri tíð arbeitt við at gera hesar bátarnar. Bátarnir eru: ein 19 fót bátur einans við árum, ein 20 fót bátur við kistu til leysan motor og ein 22 fót bátur við einum 10 hesta Bukh-dieselmotori. Allir bátarnir hava árar og mastrasegl. Sum nakað serligt eru slingrikjølir settir á teir. Hetta fyri at teir skulu sigla betur og liggja betri í sjónum. Eisini kann slingrikølur vera hentur, um bátur holv- ist. Tá kunnu fólk lættari sleppa uppá sjálvan kjelin. Eisini fiskiútgerð er við. M.a. snellur ng runddorgir, sum er framleitt á verk- staðnum hjá J. K. Joensen í Miðvági. Bátarnir hava ein sjáldsaman lit. Teir eru seljugulir. Hetta er ein litur, sum indarum dáma sera væl. Ein bjartskygdur Guttormur Og síðani geva vit orðið til Guttorm Djurhuus: >Nú skuldi so fyrsti parturin av projektinum verið lokin. Indarar skulu nú sjálvir royna bátarnar og taka steðu til, um teir kunnu avloysa vanligu katta- maranbátarnar. Nú mugu vit so bíða og vita, hvat indarar siga. Tað verður einaferð í feb- ruar mánað. Bátarnir og útgerð kosta okkum umleið 120.000 kr., og tað kostar 50.000 kr. at flyta teir til India. Hetta eru sjálvandi nógvir pengar at skula leggja út, men eg eri bjartskygdur og trúgvi, at nakað fer at spyrjast burtur úr hesum. Gerst eitt samarbeiði veruleiki, so trúgvi eg ikki, at bátarnir kunnu gerast í Feroyum, tí tað verður alt ov dýrt at flyta teir til India. Teir mugu heldur gerast uppá lisens í India«. Til India at taka ímóti bátunum Tíðin gongur... Í seinru helvt av februar í 1983 fer stjórin á Marinplast aftur til India Saman við honum er eisini ein maður frá IFU (Investeringsfonden for Udvik- lingslandene) ein harra Jergensen. Teir skulu báðir vera hjástæddir, tá foroysku bátarnir koma til Madras eftir eina drúgva ferð úr Feroyum. Í India bíða umboð fyri stjórnina í landapartastatinum Tamil Nadu, har bátarnir skulu roynast, í stórum spenn- ingi fyri at vita, hvussu feroyski báturin roynist í teirra sjógvi, og hvat fiski- menninir fara at siga til hetta fremm- anda farið. Og áðrenn Guttormur fór til India, tosaði blaðið við hann „Tað er ilt at siga, hvat kann koma burtur úr. Tað kann verða, at vit fara at byggja eina verksmiðju í Indiu, sum ska byggja bátar upp á lisens. Vit mugu tó heldur ikki gloyma okkara leiklut sum framkomin fiskivinnutjóð. Kunnu vera við til at byggja upp fiskivinr einum landi, sum tervar hjálp ut 30 er eisini nógv vunnið. Og vit } ú royndir á fiskivinnugkinum, so h eru vit teir rettu Fiskimenninir væl nøgdir Í apríl mánað koma so bo”ni heim til Føroya via telexid á Ídnaðarstovuni: Teir triggir føroysku båtarnir frå Marinplast eru royndir i Bengalsku vik- ini og hava staðið sina fyrstu roynd. Royndirnar hava verið sera væleydnað- ar. Bátarnir eru royndir í eini lítlari fiski- bygd, 25 km. sunnan fyri Madras í stat- inum Tamil Nadu í Suðurindia. Nakrar dagar seinni kemur so kald- baksmaðurin aftur heimaftur til Foroya. Við sær hevur hann myndir av bátunum og frá royndunum. Feroyska pressan ger nógv burtur úr. Yvirskriftirnar eru settar við stórum stavum: »Indiskir fiskimenn vilja nú hava før- oyskar båtar« og »Marinplast skal byggja verksmiðju í India«. Heidursforseti i fiskibygd Og vidari stendur m.a.: »Royndirnar vid trimum føroyskum plastfipurbåtum i indiskum sjógvi hava verið so mikið væleydnaðar, at tað nú verður arbeitt við einum projekti, har ein verksmiðja skal byggjast í India, sum skal gera fleiri hundrað bátar um árið. Guttormur Djurhuus, stjóri á Marin- plast, er júst heimafturkomin úr India, har hann í eini lítlari fiskibygd nær- hendis Madras varð gjerdur til heiðurs- forseta. Indisku fiskimenninir eru ovur- fegnir um kaldbaksbátarnar og hava teir longu verið á veiðuferð við teimum við góðun! úrsliti. — Síða 13 Indiskir fiskimenn royna feroyskar bátar í Bengalsku víkini — í apríl 1983 Snellurnar hvurvu, áðrenn tær komu til India, so nýggjar skulu skjótt avstað. Mett verður at hesin reiðskapurin og føroysku bátarnir koma at skapa eina sanna kollvelting í teimum smærru fiskivinnubygdunum á indisku strond- ni. Framúr góða úrslitið hevur longu fingið aðrar statir at vísa bátunum )g víðari stendur: >Leingi hevur verið itað eftir einum nýggjum báti, og FAO g aðrir felagsskapir hava brúkt nógvar mill. kr. fyri at finna fram til nýggjar bátar, men fiskimenninir hava ikki dámt nakran av bátunum. Ikki fyrr enn nú, at føroyski báturin er royndur, dåma fiski- monnunum eitt nytt far betri enn gamla Kattamaranin. Tann besti i heiminum Guttormur Djurhuus svarar soleidis uppå fyrispurningin, hvi føroyski båt- urin ikki hevur verið royndur har fyrr: »Plastfipurbåturin er rættiliga nýggj- ur, og træbátar hevdu helst ikki egnað seg til veðurlagið har eysturi. Men tað er legið, at stovnar sum FAO ikki hava vent eyguni móti Feroyum, tí tá hevdu teir kanska funnið tað, sum teir leingi hava leitað eftir. Sjálvur haldi eg, at feroyski báturin uttan iva er heimsins besti bátur til slík- an fiskiskap. Báturin egnar seg væl til hesi viðurskifti. Hann er lutvíst bíligur, hann hevur langa livitíð og lítið skal til at viðlíkahalda honum. " Vanligu bátarnir her, Kattumaranar, hava eina livitíð uppá fá ár. Eisini er vorðið trupult at fáa fatur á viði her í India, so tá tað bert í hesum statinum eru 30.000 slíkir bátar, skilur ein, hví indarar ynskja at finna eitt nýtt og betri hóskandi far. Varðveita fiskibygdirnar Og uppá fyrispurning, hví indarar ikki byggja havnir og fáa sær sterri fiskifør sigur Guttormur: >Tað verður fyri tað fyrsta sera dyrt, og harnæst flytur strondin seg alla tíðina. Síðani ynskja indarar ikki at miðsavna fleiri fólk í stórbýunum, sum gerst fylgjan av eini havnabygging Júst hetta, at lata fiskimenninar fáa vælegnaðar bátar, ið teir sjálvir lætt kunnu handara, ger, at vanliga lívs- mynstrið í teimum mongu smærri fiski- bygdunum kann varðveitast. Og so verður farið avstaðaftur Hetta hendi og varð sagt og skrivað í apríl mánað í ár. Vit skriva nú novem- ber. Hóast bert eitt hálvt ár er farið, so er nógv hent í hesum tíðarskeiði. Tað fara vit at venda aftur til í næstu greinini um samarbeiði millum Feroyar og India. Tá verður greitt frá, hvsusu ferðin hjá undirritaða blaðmanni kom í lag. Síðani gongur leiðin eystureftir til Madras í Tamil Nadu. Indiskir fiskimenn í ferð við at flota bát frá Marinplast