týsdagur 22. november 1983síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Utgevari; p/f sosiaturin
tíðindablaðið
Postsmoga 76,
3800 Argir,
telefon 11820
Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Térfinn Smith (ábyrgd) i
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miller
Lýsingar: Árni Joensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Fiskivinnutingið
TAÐ kom alt ov seint. Tað átti at verið
fyriskipa fyri langari tíð síðani. Men
betri seint enn ongantíð. Tí skal Fiski-
vinnuráðið hava tøkk fyri, at tað tók
stig til hetta eftir okkara metan so
týdningarmikla tingi.
TAÐ var rætt og slætt OHUGNALIGT
at vera víð á Fiskivinnutinginum í
Norðurlandahúsinum. Tí her komu
fram upplýsingar, sum vísa, at tað
stendur heilt illa til í føroyska samfel-
agnum. Bæði við fiskastovnunum, við
góðskuni av føroyskum fiskavørum,
við søluni av okkara vørum, osfr.
NÓGV vóru orðini — nógvar vóru
sannroyndirnar. Men hvat nú aftaná
Fiskivinnutingið !!! Hver skal taka stig
til at broyta ta óhugnaligu gongd, sum
alt meira tykist vera veruleiki. Tør-
vandi stýringin! Hver eigur at venda
gongdini!
VIT hava eitt fólkavalt stýri, sum
hevur ábyrgdina av gongdini í samfel-
agnum. Tað má vera hetta stýrið, sum
nú beinanvegin, sum onkur av okkara
fiskifrødingum tók til orða, tekur alt
hetta at sær og ger nakað.
AT tað er valár kundi bent á, at okkara
leiðandi politikarar ikki tora at taka
ópopulerar avgerðir. Men hesum eiga
okkara politikkarar í landsstýrinum iki
at geva ov nógv gætur. Nú er talan um
so týðandi samfelagsmål, at atkvødur
eiga ikki at forða fyir, at avgerðir
verða tiknar. Og til leiðsluna í lands-
stýrinum! Takið ímóti allari teirri hjálp,
sum tit kunnu fáa — eisini frá and-
støduni á tingi og frá »andstødumonn-
um« í samfelagnum t.d. vinnuni.
VIT hava brúk fyri at lurta eftir øllum
góðum uppskotum. Og kanska íkki
minst frá teimum, ið dagliga arbeiða
við øllum hesum spurningum. Latið
ikki politiska litin beina tykkum á
skeiva leið, soleiðis, at tað bert verður
lurtað eftir »tykkara egnu«.
Her må lurtast eftir øllum góðum
ráðum, tí tað snýr seg um alt okkara
samfelag — antin tað skal „standa ella
fallax.
Har vilji og samarbeidi ganga hond i
hond — har kann mest vinnast til fel-
agsframa.
Jåkup Sune Jacobsen spyr býráðs-
formannin alment:
Hverjir aðrir bjóðaðu -
og hvi noktaði tú by-
i
ráðslimi at siggja
husini:
Harra Poul Michelsen,
byrådsformadur
Hvi vart tå so gramm-
ur at keypa fyrrverandi
pakkhusini Yviri vid
Strond? Tú segði á bý-
ráðsfundi, at keypið
hevði skund, tí aðrir
hevdu boðið 1,6 mill.
kr. fyri ognina.
Býráðslimur á fund-
inum ynskti atkveðu-
greiðsluna útsetta, tí
hann ynskti at síggja
húsini, áðrenn hann
tók steðu. Men hetta
noktaði tú honum!
Í hesum býráðsmáli
liggur ikki ein einasti
bókstavur um keypið.
Og tá eg einki sjálvur
veit um keypssamráð-
ingarnar, krevji eg sum
fíggjarnevndarlimur
PP
prógv fyri, hver ella
hverjir teir eru sum
bjóðaðu ímóti býráðn-
um. Mal ikki um heitan
greyt um málið, men
kom fram við hesum
upplýsingum.
Við hávirðing
Jákup Sune Jacobsen,
býráðslimur
Einki samsvar við upp-
lýsing
Í eini grein, O. J. Rólants-
sen hevur í Dagblaðnum
m udagin, skrivar hann:
»Føroyingurin er væl upp-
lystur og sum kristin er
hann sera áhugaður fyri
viðurskiftum teirra
kristnu í eðrum londum«.
Avgjert. Men at føroy-
ingurin er upplýstur — ta
fatan fært tú ikki, tá tú
lesur grein Ó. J. Rólants-
son!
Skal ikki leggja uppí
orðaskiftið, '
Men vælsignaður Ó. J.
Rólantsson, royn at seta
teg inn í politisk hugtek
og les okkurt um hesi
viðurskifti. Uttan at koma
inn á tínar (mis-) tulk-
ingar, skal sláast fast at:
sosialdemokratisku flok-
karnir í Norðurlondum og
norður Europa (javnaðar-
flokkarnir ella arbeiðara-
flokkarnir) eru saman við
teimum suðureuropeisku
sosialistisku flokkunum á
somu linju og standa
saman í Sosialistiska In-
ternationala, SI. ,
at hesir flokkar einki
hava at gera við samgong-
una av kommunistiskum
flokkum í Europa og eyst-
anfyri,
at sosialdemokratar
(javnaðarmenn) ongatíð
hava verið teir, ið hava
sett nakað kommunistiskt
einaræði á fetur eystan-
fyri, men tverturímóti
vóru tað javnaðarmenn-
inir sum í erkymlandi
okotber uppreistrardeg-
unum á sinni fingu dura-
fjórðingin í Russlandi,
0.s.fr.
Í onkrum av eystan-
londunum gingu kommu-
nistar og sosialdemo-
kratar í ein eindarflokk,
meira ella minni óviljað, í
erkymlandi árunum eftir
seinra stríðslok. Lagnan
hjá nógvum teirra, sosial-
demokratanna, er líka stór
sorgarsega sum sorgar-
sega flestra minnilutanna
í eystanlondum.
Willy Brandt sigur eina-
staðni, at sosialdemokrat-
iska hugsjónin hevur
djúpar retur í europe-
iskum kristnum etikki, og
humanismu. Rætt hevur
hann, eftir mínum tykki.
Nakrir undangongu-
menn demokratisku sosia-
lismunar vóru
utopistarnir. Marx setti
tað heila í eina sterri, vís
indaliga skipan
Teir, ið arbeiddu víðari
við hansara tonkum, fóru
hvenn sín vegin. Teir koll-
veltingarsinnaðu og teir
hóvligu. Nakað er endað í
kommunistiskum flokk-
um. Annað í sosialistisk-
um. At geva Marx ábyrgd
av tí blóðdálkan, eina-
ræðisstýri eystanfyri hava
framt er tað sama sum at
geva Jesusi skyldina fyri
religiónskríggjum gjegn-
um allar tíðir og í okkara
tíð og inkvisitatiónini í
miðeldini 0.s.fr.
Tað geri eg avgjert ikki.
Men latið vera við at geva
fyrstu sosialistisku
teoretikkarunum skyldina
fyri, hvussu summir
tankar eru settir í verk.
»Føroyingurin er væl
upplystur...« Tiverri er
hann tað ikki i ellum
ferum. Var hann tað, lat
hann seg ikki reka eins og
seyður av byltingunum av
ymsum slag, sum koma
inn yvir okkum.
Hugsjónarmaður
Krigsheidursløn til
elektrikara
A jólum 1971 kastaði
Nixon fleiri túsund tons
av bumbum yvir Hanoi í
Norðurvietnam.
Tvey ár seinni fekk
amerikanski uttanríkis-
málaráðharrin Kissinger
»fridarheidursløn Nobels«,
fyri at steðga
amerikansku aggressi-
ónunum í Vietnam. Eg
meini tað.
Begin og Sadat fingu
eisini slíka »heidursløn«,
fyri at steðga kríggini
sínámillum.
Henda fridarheidursløn
gjerdist seinni atgongu-
merki til Libanon innrás-
ina.
Chicago økonomurin
Milton Friedmann, chef-
ideologur hjá Pinochet i
Chile, fekk eisini Nobels-
heiðurslen, men neyvan í
friði. Oivad tí Chile seinni
t.d. sum einasta land í
verðini kundi prestera
eina valluttøku = yvir
100%.
Hesi demi vísa bert at
Nobel-heidurslønir eru
politisk våpn hjå imperia-
lismuni allra landa.
Persónar sum byrja
kríggj fyri egnan vinning,
eiga ikki at fáa eina krónu
í »heidursløn«, tá slík
kríggj ikki bera seg
fíggjarliga
Feroyar, Ísland og
Grenland hava ikki
kríggjast í túsund ár, men
fyri tann skuld er eingin
heiðurslen komin henda-
vegin frá okkara krígs-
grannum í Norðanlondum.
Heiðurslen Lech Walesa
man neyvan skapa stabil-
ari húsarhald í Póllandi
Tað sama kann sigast um
»gomlu« klæðini, ið forkel-
aði borgarabern senda
tann vegin, bert fyri at út-
konkurrera lokalu klædna-
framleiðsluna.
Forrestin, hevur Hitler
ikki bundið frið í longri
tíðarskeið, enn t.d. javn-
líkar = hansara Begin,
Nixon, Thatcher og
Stalin?
Páll Poulsen
Skomm fái tykkum:
Passar tað, at landsstýrið
noktar — ella ikki vil játta
Traderline stuðulslán og
garanti til hetta skipið, ið
hevur staðið í blødunum í
seinastuni? — (bæði við
biløtum og umreðu). Tá
má hetta einans vera tí, at
Fólkaflokkurin og Sjálv-
stýrið vilja avhevda Tra-
derline? — Teir hava jú
ikki hildið seg aftur til at
veita stuðul til aðrar í
seinastuni.
Skomm fáið tykkum, ið
eru valdir av okkum — tað
var ikki til at gera manna-
mun, at Sjálvstýrisflokk-
urin fekk mín kross.
Ein í hevur valt
Sjálvst.
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrev
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini. }
AA AAA AAA AAA AAA AAA AAA AA—A——TT TAKA ——T—T—T—T—T—TqÁ———
Ben